24 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 4. november, legði Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna, fram soljóðandi

Uppskot  

til  

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 1, stk.1 verður “50.000” broytt til: “75.000”.

  

2)      Í § 5, stk. 1 verður “Almanna- og heilsudeild landsstýrisins” broytt til: “Almannastovuni, ið tekur avgerð”.

 

3)      Í § 6, stk. 1 verður “Almannamálum” broytt til: “Almanna- og heilsumálum”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.

Stk. 2. Broytingin í § 1, nr. 1 er galdandi fyri børn, sum eru komin til landið 1. januar 2009 ella seinni.


Kap. 1 Almennar viðmerkingar

Landsstýrismaðurin í almannamálum ynskir við hesari lógarbroyting at veita teimum foreldrum, ið ynskja at ættleiða, ein hægri stuðul og soleiðis betra um møguleikan hjá barnleysum pørum at gerast foreldur.   

 

Fyri flest fólk, sum ynskja at gerast ættleiðingarforeldur, er ættleiðing einasti møguleikin, tey hava, fyri at gerast foreldur og stovna eina familju. Ein stórur vansi og forðing við altjóða ættleiðing er tann tunga fíggjarliga byrðan. Tann fíggjarliga byrðan er økt munandi tey seinastu árini, og í dag er tað mest sum ómøguligt at fremja eina altjóða ættleiðing fyri minni enn 100.000 krónur í beinleiðis kostnaði. Ein orsøk til økta kostnaðin fyri ættleiðing er, at eftirspurningurin seinastu árini er vaksin munandi, samstundis sum talið av børnum, sum árliga verða ættleidd, stendur í stað. Tann beinleiðis avleiðingin av hesum er, at bíðilistarnir eru longdir, og tilgongdin tí er vorðin munandi dýrari.   

 

Ættleiðingarstuðulin varð seinast broyttur í januar 2001, tá upphæddin fór úr 15.000 upp í 50.000 krónur. Síðani tá er upphæddin óbroytt. Tá hugsað verður um prísvøksturin fyri ættleiðing og í samfelagnum annars, so er stuðulin veruliga lækkaður síðani seinastu lógarbroyting.

 

Onnur Norðurlond lata eisini stuðul til foreldur, ið ættleiða. Í Danmark er stuðulin 43.225 krónur, í Svøríki er stuðulin 40.000 svenskar krónur og í Noreg er stuðulin 38.320 norskar krónur (2006). 

 

Sambært hesum uppskoti verður stuðulin til ættleiðing hækkaður úr 50.000 upp í 75.000 krónur.

 

Harumframt verður málsøkið lagt frá landsstýrismanninum/stjórnarráðnum til Almannastovuna at umsita. Avgerðarrætturin verður sostatt lagdur til Almannastovuna. Orsøkin til hetta er, at tað er í andsøgn við grundsetningin um, at ein kærumyndugleiki skal vera óheftur, at ein avgerð hjá landsstýrismanni skal kærast til eina nevnd, sum er sett av landsstýrismanninum. Við at leggja avgerðarrættin til Almannastovuna, fær Kærunevndin í almanna- og heilsumálum frítt viðgjørt avgerðir, tiknar eftir lógini, á sama hátt, sum hon ger við allar aðrar kærur um avgerðir hjá Almannastovuni.       

 

Tað verður ikki mett at verða nakar trupulleiki at leggja avgerðarrættin til Almannastovuna. Treytirnar fyri at fáa ættleiðingarstuðul framganga klárt av lógini, eins og upphæddin framgongur. Almannastovan skal sostatt ikki inn í nakran tulkingarspurning ella meta, um ættleiðingarstuðul skal veitast ella ikki. Eru treytirnar uppfyltar, skal stuðul veitast.

 

Við tað, at treytirnar fyri at fáa ættleiðingarstuðul, og stuðulsupphæddin eru ásett í lógini, liggur rætturin til at broyta treytirnar og stuðulsupphæddina framvegis hjá Løgtinginum.

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Ættleiðingarfelagnum og hjá politisku flokkunum.

 

Ættleiðingarfelagið fegnast um, at landsstýrið leggur uppskot fyri Løgtingið um at hækka stuðulin til ættleiðing. Felagið viðmerkir, at kostnaðurin fyri eina ættleiðing í dag liggur ímillum 150.000- 200.000 krónur, og tey vita eisini um dømir, har kostnaðurin er farin upp um 200.000 krónur. Ættleiðingarfelagið heitir tí á landsstýrismannin um at hækka stuðulin upp í 100.000 krónur fyri hvørja ættleiðing.

 

Landsstýriskvinnan í almannamálum skilur støðuna hjá Ættleiðingarfelagnum, men heldur, at rættast er at hækka stuðulin úr 50.000 upp í 75.000 krónur.

 

Allir politisku flokkarnir taka undir við, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið.

 

Kap. 2 Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Talvan niðanfyri vísir, hvussu nógv børn eru ættleidd í árunum 2001-2008, tær fíggjarligu avleiðingarnar og hvussu nógv varð sett av á fíggjarlógini hesi árini.  

 

 

2001

2002

2003

2004

2005

2006

2007

2008*

Tal av ættleiðingum

8

6

7

9

11

17

10

12

Sett av á fíggjarlóg (í túsund)

62

500

500

350

350

350

850

850

Útgoldin stuðul (í túsund)

400

300

350

450

550

850

500

600

*Tølini fyri 2008 eru bygd á fyribils metingar

 

Sum talvan vísir, so er torført at spáa um, hvussu stórt talið av ættleiðingum fer at verða frameftir. Tølini fyri tíðarskeiðið 2001-2008 broytast ár fyri ár, eitt nú var talið 7 á ættleiðingum í 2003, í 2005 var talið 11, í 2006 var talið 17 og í 2007 kom talið niður á 10 ættleiðingar. Fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan broytast samsvarandi ár fyri ár. Tað er tó ábendingar um, at talið í 2006 var lutfalsliga høgt í mun til onnur ár. Hetta benda tølini fyri 2007 og fyribils tølini fyri 2008 eisini á.

 

Mett verður tí, at frameftir fer talið av ættleiðingum at liggja um 12 ættleiðingar um árið. Sambært hesum uppskotinum verður stuðulin til ættleiðing 75.000 krónur, og sostatt verða fíggjarligu avleiðingarnar fyri landskassan krónur 900.000 í 2009.      

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki aðrar umsitingarligar avleiðingar enn, at málsøkið verður flutt frá stjórnarráðnum til Almannastovuna at umsita.

 

Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar og umhvørvið.

 

Sosialar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ta avleiðing, at tann fíggjarliga byrðan hjá teimum, sum ættleiða, verður minni.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

Ásetingin hækkar stuðulin úr 50.000 krónum upp í 75.000 krónur fyri hvørt ættleitt barn.

 

Til § 1, nr. 2

Málsøkið verður lagt frá landsstýrismanninum til Almannastovuna at umsita. Hetta inniber, at ein umsókn um ættleiðingarstuðul skal sendast til Almannastovuna, og at tað er Almannastovan, ið fær avgerðarrættin.

 

Til § 1, nr. 3

Heitið verður broytt.

 

Til § 2, stk. 1

Gildiskoma.

 

Til § 2, stk. 2

Skiftisregla, ið ásetir, at avgerandi fyri, um ættleiðingarforeldur hava rætt til 50.000 ella 75.000 krónur í stuðli, er, nær barnið er komið til Føroya. Tað er soleiðis uttan týdning, nær umsókn um ættleiðingarstuðul er móttikin, ella avgerðin um stuðul er tikin.

 

1. viðgerð 14. november 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 11. desember 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2008, og eftir 1. viðgerð 14. november 2008 er tað beint Trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 1. desember 2008.

 

Nevndin hevur havt eitt líknandi uppskot til viðgerðar nr.13/2008, og undir viðgerðini av tí málinum hevur nevndin havt fund við Ættleiðingarfelagið og landsstýrismannin í almannamálum.

 

Minnilutin (Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum, men hevur tó nakrar viðmerkingar í sambandi við, at tvey løgtingsmál um sama evnið liggja samstundis til viðgerðar í tinginum.

 

22. august 2008 legði Annika Olsen fyri Fólkaflokkin fram uppskot um at broyta lógina um ættleiðingarstuðul soleiðis, at hesin skuldi hækka úr hálvthundrað túsund krónum upp í sjeytifimm túsund krónur. CHE-samgongan myndaði landsins stjórn um tað mundið, og tá ið Javnaðarflokkurin sprongdi ta samgonguna miðskeiðis í september mánaða lá málið framvegis í Trivnaðarnevndini.

 

Tá ið ABC-samgongan tók við, valdi uppskotsstillarin tó at taka málið aftur. Sum siðvenja er, spurdi tingformaðurin, um nakar var áhugaður í at yvirtaka málið, og tað ynsktu bæði Tjóveldi og Sjálvstýrisflokkurin. Í viðmerkingunum hjá Anniku Olsen, táverandi tingkvinnu, verður sagt, at Ættleiðingarfelagið kundi hugsað sær, at upphæddin varð hækkað úr hálvthundrað túsund krónum upp í hundrað túsund krónur, og hon mælir til, at Løgtingið kannar, um rúm kann verða fyri hesi hækking á fíggjarlógini í 2009.

 

Minnilutin er samdur í hesum sjónarmiði, at stuðulin átti at verið hækkaður upp í hundrað túsund krónur, men staðfestir, at meiriluti ikki er fyri hesum í Trivnaðarnevndini.

 

Stutt eftir, at Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkurin høvdu yvirtikið málið í tingsalinum, kom so mikið stórt trýst á landsstýrið hesum viðvíkjandi, at landsstýriskvinnan í almannamálum legði eitt átøkt uppskot fram um ættleiðingarstuðul, har upphæddin er hin sama sum í uppskotinum hjá Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkinum. Minnilutin ásannar harvið, at andstøðuuppskotið til fulnar hevur tænt sínum endamáli, sum jarnbrot, fyri at gera korini hjá teimum, sum ynskja at ættleiða, munandi betri í framtíðini.

 

Samstundis, sum minnilutin vónar, at støðan í framtíðini kann gerast uppaftur betri, taka minnilutin undir við uppskotinum og fer samstundis at boða frá, at løgtingsmál nr. 13/2008 verður afturtikið á fyrstkomandi tingfundi. 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 17. desember 2008. Uppskotið samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Frávik samtykt 21-0-7

 

3. viðgerð 19. desember 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 123 frá 22.12.2008