22 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 8. oktober, legði Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka

 

§ 1. Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006 verða gjørdar hesar broytingar:

1)      § 1 verður strikað.

2)      Í § 3, stk. 1 verður orðið ”rúsdrekka” broytt til ”rúsdrekka við meira enn 60 rúmprosentum av alkoholi”.

3)      § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Framleiðsla av rúsdrekka kann einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning.”

4)      Í § 3, stk. 3 verður orðið ”loyvinum” broytt til ”góðkenningini” og orðini ”slíkum øli” broytt til ”rúsdrekka”.

5)      Í § 6 verða orðini ”øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, og annað” strikað.

6)      Í § 7, stk. 2 verða orðini ”øl, bryggjað í Føroyum” broytt til ”rúsdrekka, framleitt í Føroyum”.

7)      Í §§ 7, stk. 2 og 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” strikað.

8)      Í § 22, stk. 1, nr. 2 verður orðið ”loyvi” broytt til ”loyvi ella góðkenning”.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Uppskotið til broyting í rúsdrekkalógini hevur til endamáls at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast og taka burtur tann missmun, sum henda vinna er fyri í egnum landi.

 

Fyri at javnseta føroysk, íslendsk og onnur útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt soleiðis, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %. Eisini skal vera loyvt at bryggja annað enn øl.

 

Í Føroyum er í dag ikki loyvt at bryggja øl, sum í sær hevur meiri enn 5,8 rúmprosent av alkoholi. Hinvegin er tað loyvt at innflyta, selja og drekka annað rúsdrekka - t.d vín og spiritus - sum er upp til 60 rúmprosent. Vit innflyta stórar mongdir – meira enn 100.000 litrar árliga – av útlendskum rúsdrekka, samstundis sum vit nokta okkara egnu bryggjarívinnu at bryggja sterkari enn 5,8%.

 

Í løtuni er bert eitt bryggjarí í landinum eftir. Eingin ivi eru um, at føroyska bryggjarívinnan hevur trongt rásarúm og sera avmarkaðar møguleikar at vaksa - bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum.

 

Ójavni í mun til Hoyvíkssáttmálan

Hoyvíkssáttmálin letur upp fyri kapping, og meginreglan er, at somu kappingartreytir skulu galda fyri føroysk og íslendsk feløg. Íslendsk bryggjarí kunnu framleiða og selja á íslendska marknaðinum og útflyta til onnur lond bæði øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, og brennivín. (Íslendsk bryggjarí kunnu tó ikki innflyta sterkt øl til Føroya). Men føroysk bryggjarí hava als ikki somu menningarmøguleikar, tí teimum er noktað at bryggja og selja øl sterkari enn 5,8 %. Møguleikin at kappast á marknaðum uttan fyri Føroyar er tí sera avmarkaður.

 

Hetta er ikki einans óheppið fyri bryggjarívinnuna, men missa vit sum land eisini møguleikan at gera vart við okkum við einari vøru, sum vit kunnu nýta at branda føroyska framleiðslu.

 

Føroya Bjór hevur sum kunnugt vunnið fleiri kappingar uttanlands fyri gott øl. Men henda fyritøka er skerd frá at luttaka til átøk uttanlands, har ymisk bryggjarí kappast um heiðurin at vera tann besti framleiðarin av tí mest vælsmakkandi ølinum – um talan er um øl, sum er sterkari enn 5,8%.

 

Hesi átøk í útlandinum hava stóran týdning fyri bryggjaríið, tí vinnarin gerst kendur og fær harvið økt um sín marknaðarpart. Trupulleikin er, at treytin fyri at luttaka í tílíkum átøkum oftani er, at ølið skal hava eitt rúmprosent, sum liggur nakað hægri enn 5,8 %. Viðmerkjast skal, at øl sjáldan verður bryggjað sterkari enn 10%. 

 

Øl partur av gourmetvinnu

Omanfyrinevnda bryggarí hevur eisini slóðbrótandi ætlanir í mun til at bryggja serstakt øl, har føroysk rávøra verður nýtt – til dømis hvonn, tari og rabarbur. Eisini er føroyska vatnið serliga væl egnað til hesa framleiðslu.

 

Øl er seinastu árini komið nógv í fokus sum týðandi partur av einari vaksandi gourmetvinnu í londunum kring okkum. Lítil ivi er um, at Føroyar her hava eina nissjuvinnu, har vit kunnu gera okkum galdandi. Men sum er, hevur føroyska bryggjaríið ikki atgongd til henda spennandi vaksandi marknaðin, og tað er ein missur bæði fyri vinnuna og fyri okkum sum land. 

 

Sterkari løgir

Í løtuni er einki bryggjarí, sum bryggjar aðrar vørur enn øl. Men, havandi í huga, at loyvt er at innflyta og selja vín, heitvín og brennivín, eigur hetta eisini at verða loyvt at framleiða í Føroyum. Strangar treytir skulu setast til góðkenning av framleiðsluvirkjum og umstøður at bryggja sterkt. 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Ad. 1) Rúsdrekkalógin verður í dag flokkað sum ein partur av vinnulógávuni, við eini almennari einkarsølu, ið á fíggjarlógini er skrásett sum landsfyritøka og sostatt skal hava eitt virksemi, sum í høvuðsheitum er vinnuligt og sum kann laga verksemið eftir marknaðarviðurskiftunum. Harumframt hevur rúsdrekkasølan seinastu árini sambært fíggjarlógini skula havt knappar 12 mió. kr. í yvirskoti. Sambært viðmerkingunum til upprunalógina varð ætlanin annars, at “raksturin av Rúsdrekkasølu Landsins skuldi hvíla í sær sjálvum, umframt at peningur skuldi nýtast til fyribyrging og upplýsing.”

 

Tá skotið verður upp at strika endamálsorðingina, so er ikki ætlanin, at hendan broytingin skal innibera, at endamálið, at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan av rúsdrekkanýtslu, verður slept sum eitt av endamálunum við lógini. Broytingin inniber einans, at andsøgnin, sum er íkomin við flokkingini av lógini og stovninum, serliga í sambandi við fíggjarlógina, og sum hevur staðfest onnur endamál enn tað, sum er nevnt í endamálsgreinini til lógina, verður rættað.

 

Tær viðmerkingar, sum gjøgnum tíðirnar eru gjørdar um endamálið við ásetingunum í lógini, standa sostatt óbroyttar og kunnu framhaldandi nýtast sum tulkingarískoyti til viðkomandi ásetingar í lógini.

 

Ad. 2) Við broytingini verður forboðið at bryggja og framleiða rúsdrekka tikið av fyri rúsdrekka við í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi.

 

Ad. 3)  Krav verður ikki sett um loyvi til framleiðslu av øli ella rúsdrekka, men slík framleiðsla kann hinvegin einans fara fram á góðkendum framleiðsluvirkjum. Eru treytirnar fyri góðkenningini loknar, kann landsstýrið ikki nokta góðkenning. Landsstýrið fær heimild í kunngerð at áseta neyðugar treytir fyri góðkenning. Tað kann til dømis verða neyðugt at áseta treytir við atliti til trygd, framleiðsludygd, umframt møguliga serligar treytir til einstakar framleiðslur.

 

Ad. 4) Konsekvensbroyting til nr. 2 og 3.

 

Ad. 5) Avmarkingarnar fyri innflutningi av øli, sum hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, verða tiknar av. Hervið verður innflutt øl javnsett við føroyskt framleitt øll, har forboðið í § 3 at bryggja og framleiða rúsdrekka við í mesta lagi 60 rúmprosentum av alkoholi verður tikið av, sí ad. 2.

 

Ad. 6) Heimildin at selja Rúsdrekkasølu Landsins øl, bryggjað í Føroyum, verður víðkað til rúsdrekka, framleitt í Føroyum.

 

Ad. 7) Tilvísingin til § 3, stk. 2 er ein tilvísing til avmarkingina í rúmprosentinum av alkoholi í øli, sum mælt verður til at taka burtur við broytingini í § 1, nr. 2. Tí verður mælt til at taka tilvísingina burtur. Heimildin í § 7, stk. 3 hjá bryggjaríum at selja føroyskum provianteringsfyritøkum øl og í § 8, stk. 1 til at útflýggja egna framleiðslu av øli verður hinvegin ikki víðkað til eisini at fevna um rúsdrekka frá føroyskum framleiðsluvirkjum og framleiðlsuvirkjum, ið eru fevnd av Hoyvíkssáttmálanum.

 

Ad. 8) Revsiásetingin í § 22, stk. 1, nr. 2 verður víðkað til eisini at fevna um framleiðsluvirkir, sum seta til síðis treytir fyri góðkenning.

 

Til § 2

Gildiskoman er sett til 1. januar 2009 fyri at geva landsstýrinum stundir at gera neyðugar ískoytisásetingar, umframt tillagingar í galdandi kunngerðum.

1. viðgerð 22. oktober 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 25. november 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. oktober 2008, og eftir 1. viðgerð 22. oktober 2008 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 31. oktober og 13. og 20. november 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Bjór, umboð fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag/Vinnuhúsið, saman við umboði fyri Gistingarhús- og Matstovufelag Føroya, umboð fyri Heilbrigdið, umboð fyri Bláa Kross, landsstýrismannin í heilsumálum, saman við umboðum fyri Fólkaheilsuráðið og við landsstýrismannin í vinnumálum, saman við umboðum fyri Rúsdrekkasølu Landsins.

 

Frá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nevndin fingið skriv, dagfest 10. november 2008, við viðmerkingum til uppskotið. Frá Bláa Krossi hevur nevndin fingið skriv, dagfest 12. november 2008, við svari upp á spurningar frá nevndini og viðmerkingum til uppskotið annars. Harumframt hevur nevndin heitt á Fólkaheilsuráðið um at útvega nevndini avrit av skrivi við viðmerkingum til ætlaða broyting í rúsdrekkalógini, sum Fólkaheilsuráðið hevur sent Vinnumálaráðnum. Hetta skrivið, ið er dagfest 17. oktober 2008, hevur nevndin eisini fingið.

 

Nevndin hevur í síni støðutakan til málið býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin í nevndini (Katrin Dahl Jakobsen, Bjørn Kalsø, Heðin Zachariasen, Bjarni Djurholm og Eyðgunn Samuelsen) heldur tað ikki vera rætt at viðgera broytingar í rúsdrekkalógini út frá vinnuligum sjónarhorni burturav. Vísandi til § 1 í verandi lóg, er hon grundað á ein rúsdrekkapolitikk, sum hevur til endamáls at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtsla hevur við sær. Meirilutin metir tað tí vera neyðugt, tá ið broytingar verða gjørdar, at atlit verður tikið bæði til vinnulig- og heilsupolitisk viðurskifti. Fyriliggjandi uppskot leggur upp til at strika júst hesa orðing.

 

Meirilutin ásannar, at tað er óheppið, at vit sjálvi ikki kunnu framleiða tað, sum til ber at keypa í Rúsdrekkasølu Landsins. Tó eru vit sannførd um, at broytingar í rúsdrekkalógini eiga at fyrireikast betur og eiga at fáa eina gjøllari viðgerð, har allir viðkomandi partar eru tiknir við.

 

Nevndin hevur eisini fingið upplýst, at landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, arbeiðir við málinum og ynskir at taka tað upp í samgonguni.

 

Meirilutin tekur sostatt ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

 

Ein minniluti í nevndini (Bjørt Samuelsen) vísir á, at endamálið við broytingunum í rúsdrekkalógini er at taka burtur tann mismun, sum í dag verður gjørdur millum útlendskar fyritøkur og føroyskar fyritøkur, og at geva bryggjarívinnuni møguleika at mennast í egnum landi.

 

Galdandi rúsdrekkalóg forðar føroyskari vinnu at framleiða somu vøru, sum verður innflutt og seld í rúsdrekkasølunum kring landið. Lógin leggur eisini greiðar forðingar fyri ølbryggjarívinnuna, sum ynskir at menna ávís ølsløg sterkari enn 5,8%.

 

Lógarbroytingarnar fara at gera, at samanhangur verður millum tað, sum loyvt er at selja, og tað, sum loyvt er at framleiða í Føroyum, umframt at loyvt verður at bryggja sterkari øl. 

 

Lógarbroytingarnar broyta ikki upp á atkomu ella prís á rúsdrekka, og elva sostatt ikki til meirnýtslu av rúsdrekka.

 

Grein 1 verður varðveitt: Í upprunauppskotinum varð skotið upp at strika § 1 - endamálsorðingina í galdandi rúsdrekkalóg. Hetta varð gjørt sambært løgfrøðiligari ráðgeving, við frámæli um at lógarfesta endamálsorðingar, ið ikki eru normerandi, men bert viðmerkingar. Skal eitt politiskt endamál verða loftað í lógartekstinum, eigur hetta, sambært ráðgevingini, at verða gjørt við ítøkiligum ásetingum, ið kunnu tryggja, at endamálið verður rokkið. Í løtuni er ikki samsvar millum endamál og normerandi innihaldið í lógini, umframt at samanhangur ikki er millum kravið, ið áleggur Rúsuni at hava milliónayvirskot, og endamálsorðingina. Men ásannandi, at § 1 hevur eitt signalvirði, ið greitt sigur, at vit ynskja at hava ein tálmandi rúsdrekkapolitikk, gjørdi minnilutin til fyrstu viðgerð og í nevndarviðgerðini greitt, at hon vil koma við uppskoti til broyting í fyriliggjandi uppskoti, soleiðis at § 1 verður varðveitt.  

 

Hóast rúsdrekkalógin er bólkað sum ein vinnulóg, so er tað umráðandi at taka heilsupolitisk atlit, tá talan er um rúsdrekka. Vinnunevndin hevur tí eisini viðgjørt hendan partin gjølla. Tað er tó umráðandi at leggja til merkis, at broytingaruppskotið fyrst og fremst er vinnupolitiskt, tí talan er um at loyva føroyska framleiðslu av somu vørum, sum í dag verða innfluttar og seldar í Føroyum. Samstundis er málið at taka av markið fyri, hvussu sterkt øl kann bryggjast, vísandi til, at øl kortini er veikari enn vín, heitvín og brennivín í styrki, eigur hetta heldur ikki at føra økta nýtslu við sær.

 

Útsøla óbroytt: Í viðgerðini er frá serfrøðini komið fram, at tað serliga er atkoma og prísur, ið ávirka rúsdrekkanýtsluna. Fyri ikki at broyta um atkomuna, verður tí eisini mælt til at gera broyting, so at øl, sterkari enn 5,8% ikki kann útflýggjast úr depotsølu, sum føroysku bryggjarríðini hava loyvi at hava í dag. Tað vil siga, sterkt øl – við alkoholprosenti hægri enn 5,8%, og sum kann metast sum spesialøl, bert kann seljast í Rúsdrekkasølu landsins. Lógaruppskotið broytir ikki upp á galdandi lóg, at rúsdrekka einans kann seljast gjøgnum rúsdrekkasølu landsins.

 

Á henda hátt nertur uppskotið sostatt við hvørgan av teimum faktorunum, sum verða mettir at kunna vaksa um alkoholnýtsluna – nevniliga atkomuligheit og prís.

 

Skerja føroyska vinnu: Í løtuni er eitt føroyskt virki farið undir at bryggja rúsdrekka í Danmark, tí loyvt ikki er at bryggja her heima. Samstundis eru ølbryggjarí, í løtuni er bert eitt, avmarkað frá at vaksa bæði á heimamarknaðinum og á útlendskum marknaðum, tí tað hevur heilt aðrar forðingar at dragast við enn tey útlendsku bryggjaríini.

 

Fyri at javnseta føroysk og útlendsk bryggjarí eigur rúsdrekkalógin at verða broytt soleiðis, at til ber hjá føroyskum bryggjaríum at bryggja og útflyta øl, sum er sterkari enn 5,8 %.  Tað er sera óvanligt at seta eitt mark fyri, hvussu sterkt øl kann bryggjast, og gevur hetta illa meining, tá hugsað verður um, at vín, heitvín og brennivín er loyvt at selja – bara tað ikki er framleitt í Føroyum.

 

Nágreinilig viðgerð: Málið hevur fingið eina sera gjølla viðgerð, har allir viðkomandi partar eru hoyrdir munnliga, eins og skrivligt svar eisini fyriliggur frá fleiri teirra.

 

Broytingarnar, sum lagt verður upp til, eru einfaldar – nevniliga at loyva føroyskari framleiðslu av sterkari øli og at loyva føroysku vinnuni at framleiða somu vørur, sum seldar verða. Lógarbroytingarnar broyta ikki upp á atkomu ella prís á rúsdrekka, og elva stostatt ikki til meirnýtslu av rúsdrekka.

 

Við hesum viðmerkingunum setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      § 1, nr. 1verður strikað og nr. 2-8 verða hereftir nr. 1-7.

2)      § 1, nr. 7, sum hereftir verður nr. 6, verður orðað soleiðis: ”í § 8, stk. 1 verða orðini ”smbr. § 3, stk. 2” broytt til ”sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi”.

 

Við hesum broytingaruppskotinum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein annar minniluti í nevndini (Kári P. Højgaard) metir, at fyriliggjandi uppskot til broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka er rættiliga víðgongt. Uppskotið leggur upp til at strika § 1 í rúsdrekkalógini og harvið endamálið, sum miðar ímóti, at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum misnýtsla hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið.

 

Avleiðingin av eini slíkari broyting fer ivaleyst at viðføra, at rúsdrekkanýtslan økist.  Óhepnu avleiðingarnar, ið kundu standast av lógarbroytingini, vórðu eisini nevndar í sambandi við viðgerðina og innkallingarnar í Vinnunevndini.  Einasti framleiðari á marknaðinum í dag tykist ikki vera sinnaður fyri at selja sterkari øl í Føroyum, ei heldur at framleiða brennivín. Einasta, ið Føroyar Bjór hevur biðið um, er at sleppa at bryggja sterkari, til tess at kunna taka lut í útlendskum kappingum um ølsmakking, og síðani at sleppa at selja sterkt øl í útlondum, sum loyva tí.

 

Dentur varð lagdur á, at bryggjaríið vil heldur varðveita verandi mest loyvdu styrki, enn missa rættin at selja frá egnum sølubúðum.

 

Talan er um eitt vinnupolitiskt uppskot, men samstundis er eisini neyðugt at hava heilsupolitisku sjónarmiðini við í viðgerðini. Tí vórðu partar umboðandi vinnuna, heilsutænastuna umframt viðgerðarstovnarnar Bláa Kross og Heilbrigdi innkallaðir til hoyringar.

 

Minnilutin tekur undir við Fólkaheilsuráðnum og Bláa Krossi, sum mæla til, at verður í framtíðini loyvi givið til at bryggja sterkari øl enn 5,8 rúmprosent av alkoholi at selja í Føroyum, eigur rætturin til at selja beinleiðis frá egnari goymslu at verða avtikin.

 

Rúsdrekkanýtslan er økt og er nú omanfyri 7 litrar av reinum alkoholi í 2007, og sambært Fólkaheilsuráðnum roknar Rúsdrekkasøla Landsins við, at nýtslan fer at kvinka uppeftir í 2008.

 

Við hesum viðmerkingum tekur hesin minnilutin ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

2. viðgerð 2. desember 2008. Broytingaruppskot frá minnilutanum í Vinnunevndini, Bjørt Samuelsen, fall 9-0-17. Uppskotið fall 6-0-22. Málið avgreitt.