17 Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um matrikulering og sundurbżti v.m.

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti riggar ikki)
C. Įlit
D. 2. višgerš (Oršaskifti)

Įr 2008, 20. september, lųgdu tingmenninir Kįri P. Hųjgaard og Kįri į Rógvi vegna Sjįlvstżrisflokkin, fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um matrikulering og sundurbżti v.m.


 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 64 frį 11. desember 1962 um matrikulering og sundurbżti v.m., sum seinast broytt viš lųgtingslóg nr. 111 frį 13. desember 2006, veršur gjųrd henda broyting:

1) Eftir § 15, stk. 2 veršur sett sum nżtt stk.:

 “Stk. 3. Hóast įsetingina ķ stk. 1, kann eigindómur bżtast sundur, um innangaršs eigindómur ikki gerst minni enn 5.000 m², og uttangaršs eigindómur ikki gerst minni enn ein gyllin. Matrikulstovan skal ķ hesum fųrum, eftir umsókn frį eigara, geva ta ķ stk. 1 nevndu sundurbżtisgóškenning.

 

§ 2

 

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

 

Almennar višmerkingar

Sjįlvstżrisflokkurin legši einsljóšandi uppskot fyri Lųgtingiš 26. januar 2005 (lųgtingsmįl nr. 31/2004). Mįliš bleiv beint ķ Vinnunevndina, sum ķ įliti sķnum segši millum annaš.

 

”Nevndin er samd ķ sjónarmišnum um, at jųršin eigur at verša gagnnżtt best og mest mųguligt. Nevndin er hinvegin samd um, at ikki er rętt at skilja innangaršs- og uttangaršs eigindómar sundur. Nevndin heldur taš tķ vera ręttast, at alt matrikulųkiš veršur endurskošaš sum heild, har ųll sjónarmiš verša tikin viš ķ metingini av, hvussu jųršin veršur gagnnżtt best. Ķ sambandi viš śtstykking ķ smęrri eindir mį tryggjast, at stųša veršur tikin til atkomuręttin til ognirnar. Nevndin tekur til eftirtektar frįbošanina frį landsstżrismanninum ķ vinnumįlum um, at fariš veršur undir hetta arbeišiš skjótast til ber”.

 

Nś eru meir enn hįlvtrišja įr lišiš, og ķ hesum tķšarskeiši er matrikulering lųgd til landsstżrismannin ķ innlendismįlum, Jacob Vestergaard, at umsita. Eingin frįbošan kom frį landsstżrismanninum ķ lųgmansrųšuni į ólavsųku ella ķ yvirlitinum yvir lógaruppskot, iš skulu leggjast fram ķ hesi tingsetuni um, at ętlanin er at at fremja hesar neyšugu broytingarnar ķ matrikullógini. Til fyrispurning frį uppskotstillaranum hevur landsstżrismašurin ķ innlendismįlum į tingsins rųšarapalli vķst į, at neyšugt er at fremja nakrar broytingar, og at arbeitt hevur veriš viš mįlinum, men neyvan veršur uppskot klįrt at leggja fram hesum višvķkjandi, įšrenn hetta valskeišiš er runniš. Tķ er uppskotiš uttan iva kęrkomiš og alneyšugt stig rętta vegin fyri at fįa framt neyšugu broytingarnar. 
 

Reglurnar um sundurbżti eru ķ §§ 15-22 ķ matrikullógini.

 

Hesar reglur eru ikki nųktandi fyri óšalsjųrš. Tķ verša hesar reglur settar inn ķ § 15, har vanligu treytirnar fyri sundurbżti standa.

 

Trupulleikin viš verandi reglum er, at eigarar kunnu ikki selja, keypa, vešseta, arva og į annan hįtt rįša yvir jųršini eftir egnum tykki og tųrvi.

 

Śtskiftingin og matrikuleringin hava tķbetur foršaš fyri ov smįum jaršarlutum innangaršs og ov smįum lutum uttangaršs. Men reglurnar eru ov strangar og gera taš ov trupult at rįša yvir jųršini į bestan hįtt. Til ber at siga, at mešan sloppiš er undan ov smįum lutum, so eru ķ dag nógvir ov stórir og ólišiligir lutir.

 

Tķ verša hesar broytingar gjųrdar, iš hava til endamįls at skipa eina lišiliga skipan viš hóskandi ognarlutum bęši innan- og uttangaršs:

·        Minstastųddin uttangaršs veršur 1 gyllin.

·        Minstastųddin innangaršs veršur eftir hesum uppskotinum įsett til 5.000 m².

 

Smęrri lutir kunnu tó vera:

1.      Um lutur longu liggur fyri seg sjįlvan innangaršs.

2.      Um lutur uttangaršs longu fevnir um minni enn ein heilan gyllin.

 

Verandi skipan byggir į, at matrikulognir (matrikulnummur) kunnu fevna um fleiri lutir (ognir) ķ somu markatalsbygd:

1.      Bęši innangaršs og uttangaršs.

2.      Fleiri sjįlvstųšugar lutir innangaršs.

3.      Jųrš ķ ymsum hųgum.

4.      Bęši bśnašarjųrš og ašra jųrš (heimild er tó longu at bżta ašra jųrš frį sambęrt § 16, litra f og g)

 

Er ein matrikulogn samansett į henda hįtt, ber ikki til undir verandi skipan at bżta ognina sundur. Einasti mųguleikin ķ dag er at flyta lutir millum matrikulognir (matr. nr.).

 

Nżggja skipanin byggir į, at matrikulognir framvegis kunnu fevna um ymsar lutir, men at eigararnir sjįlvir eiga at gera av, um matrikulognirnar skulu bżtast sundur:

1.      Innangaršs og uttangaršs fyri seg

2.      Sjįlvstųšugar lutir innangaršs fyri seg.

3.      Uttangaršsjųrš ķ ymsum hųgum fyri seg.

4.      Uttangaršs ķ smęrri lutum, nišur ķ heilar gyllin.

 

Viš sundurbżtinum fęr eigarin fleiri matrikulognir – fleiri matrikulnummur.

 

Eingin broyting veršur gjųrd ķ § 16. Allar sundurbżtisgóškenningar eftir § 16, stk. 1, litra a) til h) verša varšveittar. Tżdningurin av § 16, stk. 1, litra a) til h) veršur minni, men hvųrvur ikki.

 

Dųmi:

 

Ein vanlig matrikulogn ķ Fųroyum kann sķggja soleišis śt:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117a

 

 

Bygd:

Hugnavķk

Lutir innangarš:

Stųdd:

Uttangaršs, hagi:

Stųdd:

1        Heima į Garši

2        Nišri viš Į

3        Uppi į Fjalli

4        Hśsagųta 3

5.379 m²

10.100 m²

9.999 m²

500 m²

Fyri Heiman

    (matr. nr.  399)

Fyri Uttan

    (matr. nr.  398)

3 gyllin 00 skinn

 

8 gyllin 10 skinn

 

Eigarin, Jóannes Niklasson, eigur ķ hesum dųminum vęl av jųrš undir sama matrikulnummari. Hetta hevur mangar vansar viš sęr. Millum hesar er, at tį peningastovnurin fekk veš ķ hśsunum, fekk hann veš ķ allari jųršini eisini. Jóannes ętlar at lata dóttur sķna arva hśsini, men hon vil ikki sķggja jųrš og seyš, tó at hon fegin vil hava lķtlu trųšna Heima į Garši. Annar Sonurin vil fegin hava jųršina Fyri Heiman, men ikki Fyri Uttan. Hin Sonurin vil fegin hava nakaš av jųrš at velta ķ Nišri viš Į. Jóannes ętlar at selja restina, men vęntar vįnaligan prķs, veršur alt selt ķ einum.

 

Praksis hjį Matrikulstovuni er longu nś soleišis, at til ber at bżta hśsini frį til egna matrikulogn, egiš matrikulnummar, į henda hįtt:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117b

 

 

Bygd:

Hugnavķk

Lutir innangarš:

Stųdd:

Uttangaršs, hagi:

Stųdd:

1        Hśsagųta 3

500 m²

 Einki

Einki

 

Praksis hjį Matrikulstovuni loyvir eisini, at Jóannes selur beiggja sķnum, Pęturi Niklassyni, burtur av jųršini Fyri Uttan, tķ Pętur longu eigur matrikulogn (matrikulnummar) – matr. nr. 118 ķ Hugnavķk – iš eigur ķ haganum Fyri Uttan. Hetta veršur gjųrt į tann hįtt, at ein ogn veršur fyribils bżtt frį, sķšani skal ognarskiftiš tinglżsast, og vešrętturin hjį peningastovninum avlżsast (relakserast). Tį allar treytir eru loknar, veršur fyribils matrikulognin lųgd saman viš matr. nr. 118:

Eigari:

Jóannes Niklasson

Matr. nr.:

117c

 

 

Bygd:

Hugnavķk

Lutir innangarš:

Stųdd:

Uttangaršs, hagi:

Stųdd:

Einki

 

Fyri Uttan

    (matr. nr.  398)

4 gyllin 00 skinn

 

Broytingarnar ķ lógini, sum hetta uppskotiš ber ķ sęr, loyva Jóannesi at bżta ognina meira sundur, og sķšani geva bųrnunum summar lutir, og selja ašrar, t.d. soleišis:

·        matr. nr. 117d – Heima į Garši, 5.379 m²

·        matr. nr. 117e – Nišri viš Į, 5.000 m²

·        matr. nr. 117f – Nišri viš Į, 5.100 m²

·        matr. nr. 117g – Uppi į Fjalli, 9.999 m²

·        matr. nr. 117h – Fyri Heiman, 3 gyllin (henda ognin kann bżtast meira sundur)

·        matr. nr. 117i – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117j – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117k – Fyri Uttan, 1 gyllin

·        matr. nr. 117l – Fyri Uttan, 1 gyllin og 10 skinn

 

Avleišingar

 

Hagarnir verša her mettir at hoyra upp ķ “įvķsar samfelagsbólkar/felagsskapir” heldur enn “vinnuna”.

 

 

Fyri
landiš/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
plįss/ųki ķ landinum

Fyri įvķsar sam-
felagsbólkar/ felagsskapir


Fyri
vinnuna

Fķggjarligar/ bśskaparligar avleišingar

Ja,
Men galdandi gjųld leggja nakaš uppfyri.  

Nei

Ja.
Lęttari og ódżrari at ogna sęr jųrš.

Ja.
Lęttari og ódżrari at ogna sęr jųrš.

Ja.
Lęttari at vešseta jųrš at fķggja annaš virksemi.

Umsitingarligar avleišingar

Ja.
Fleiri mįl skulu višgerast.
 

Ja.
Kommunurnar ummęla sundurbżti.

Nei.

Ja.
Smidligari rakstur og skipan hjį hųgum.

Nei 

Umhvųrvisligar avleišingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleišingar ķ mun til altjóša avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleišingar

-

-

Ja.
Lęttari og ódżrari at ogna sęr jųrš.

Ja.
Lęttari og ódżrari at ogna sęr jųrš.

Nei

 

 

Matrikullógin er sera tżšandi lóg, tķ eftir henni veršur ųll jųrš ķ Fųroyum skrįsett.

 

Henda lógarbroyting órógvar ikki į nakran hįtt skrįsetingina eftir matrikullógini. Allar fastar ognir ķ Fųroyum verša framvegis skrįsettar ķ matriklinum – kortunum hjį Matrikulstovuni. Ųll ognarvišurskifti, eins og onnur ręttindi yvir fasta ogn, td. vešręttindi og servituttir, verša eisini frameftir skrįsett hjį tinglżsingini.

 

Munurin er, at taš nś er upp til fólk sjįlvi at gera av, hvussu tey vilja rįša yvir ognum sķnum. Ein fjald ętlan hevur ligiš ķ matrikullógini um at savna ognarjųršina ķ alsamt stųrri ognir. Henda ętlan veršur viš broyttu lógini slept. Taš er bęši fįfongt, ósannlķkt og ófręlst at brśka reglurnar um ognarskrįseting at noyša fólk at royna at liva av jųršini ella rųkja stųrri brśk, enn tey vilja sjįlvi.

 

Veruleikin er, at taš er sera avmarkaš, hvussu nógv fólk kunnu fįa inntųku av bśnašarjųrš ķ Fųroyum, og taš er tķ ikki til nakra nyttu at hava strangar avmarkingar ķ ognarvišurskiftunum. Tvųrurķmóti foršar matrikullógin fyri, at fólk kunnu selja jųrš, tey ikki rųkja, og at onnur kunnu keypa sęr jųrš, tey vilja rųkja, til trivnaš og signing hjį sęr og sķnum.

 

Tann fjalda ętlanin at gera brśkini stųrri (landbśnašarpolitikkur) hoyrir heldur ikki lógartekniskt heima ķ matrikullógini, iš er lóg um ognarskrįseting.

 

Ųkt fręlsi til sundurbżti tekur ikki ręttindi frį nųkrum. Longu eftir verandi skipan er greiš sišvenja galdandi, tį matrikulognir (matrikulnummur) verša bżttar sundur. Tį sundurbżti eftir verandi praksis fer fram – sum ķ dųmunum omanfyri viš matr. nr. 117b og 117c – fylgja vešręttindi, servituttir, forkeypsręttir og onnur avmarkaš ręttindi viš. 

 

Ķ summum fųrum kunnu servituttir vera lżstir, iš įseta, at ogn ikki kann bżtast sundur uttan samtykki (td. frį Jaršarrįšnum, nś Bśnašarstovuni). Allir slķkir servituttir verša varšveittir, og viškomandi eigari skal framvegis bišja um samtykki, įšrenn hann brśkar rętt sķn eftir nżggju įsetingini at bżta sundur ognina.

 

Eingin missir tķ ręttindi eftir hesi broyting.

 

Fyri hagarnar – iš hvųr hevur sķtt matr. nr. – er taš stórur fyrimunur, at hvųr gyllin kann fįa sķtt nummar. Tķ so kunnu fólk, iš ikki hava hug at fįast viš uttangaršsjųrš, selja; og onnur meiri hugaš kunnu keypa, og allir eigarar kunnu velja at minka ella vaksa um ognarlut sķn, og harviš velja, hvussu nógvar gyllin teir vilja hava. 

 

Serligar višmerkingar
Vanligt er, at sama matrikulnummar fevnir um lutir av ymsum slagi.

 

Eigarin kann nś krevja sundurbżti ķ fleiri matrikulognir (matrikulnummur):

a)            So hvųr lutur innangaršs gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

b)            So jųršin uttangaršs gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

c)            So jųrš uttangaršs ķ ymsum hųgum gerst ogn (matr. nr.) fyri seg.

 

Eigaranum nżtist ikki at krevja sundurbżti eftir ųllum reglunum ķ senn, men kann avmarka seg til taš bżti, sum hóskar honum best.

 

Rętturin til sundurbżti mį eisini vķkja fyri servituttum ella ųšrum almennum ella privatum reglum, iš forša sundurbżti ella binda eigaran at sųkja samtykki. Um so er, skal samtykki fįast til vega. Samtykki krevst tó – eins og eftir verandi praksis – ikki frį vešhava ella ųšrum, iš ikki missa rętt ella verša verri sett, av sundurbżtinum.

 

Skipanin veršur frameftir tann, at innangaršs og uttangaršs jųrš kunnu skipast ķ matrikulognir (matrikulnummur) fyri seg, men eigarin kann tó sjįlvur velja at halda jųrš innangaršs og uttangaršs saman. Eigarin mį so, mųguliga ķ samrįš viš nęstringar, arvingar ella įhugašan keypara, sjįlvur gera av, hvussu ognirnar verša sundurbżttar ella samanlagdar. Tó skulu minstumųrkini viršast.

 

Uttangaršsjųrš er eins og partabrųv ķ partafelagi. Hvųr eigari eigur eitt lutfall av haganum, ein brotpart av ręttindum og skyldum. Eigarar eiga sjįlvir at kunna gera av, hvussu stóran brotpart av haganum, teir vilja eiga, so leingi ognarlutirnir ikki eru óhepnir, t.d. brotpartar av skinnum ella einans fį skinn.

 

Einasta mųguliga ręttvķsa avmarking er at siga, hvųr minsti luturin er. Vanliga fara eigararnir so at eiga skiftandi fald (multiplum) av minstueindini.

 

Įsetingin ger, at minstaeindin veršur sett til 1 gyllin. Mišaš veršur viš įsetingini ķmóti, at hvųr gyllin viš tķšini fęr sķtt nummar. Jśst sum hvųrt partabręv ķ partafelagi hevur sķtt nummar.

 

Eigur onkur meiri enn viškomandi orkar at rųkja, ber eftir hesi broytingini til at selja burturav. Eftir gomlu reglunum var neyšugt at selja alla ognina (matrikulnummariš), til bar ikki at selja burturav – hetta veršur nś broytt.

 

Tann, iš vil hava meira, kann nś keypa afturat. Eftir broytingini er frķtt at keypa heilar gyllin. Eftir galdandi reglum ber einans til at flyta ķmillum eftir góškenning frį Matrikulstovuni.

 

Ķ summum fųrum kann lutur uttangaršs longu vera ķ brotnum gyllin. Td. kann onkur eiga 1 gyllin og 10 skinn ella 7 gyllin og 15 skinn. Ķ teimum fųrunum mugu skinnini framvegis liggja afturat luti viš heilum gyllin. Tann fyrri eigarin kann ikki bżta sundur. Tann seinni kann bżta sundur ķ ķ mesta lagi 7 ognir (matr. nr.). Bįšir kunnu tó framvegis eftir longu galdandi reglum og praksis bżta skinni frį til fyribils matr. nr., iš skulu afturat ųšrum ognum, t.d. so at heilar gyllin fįast burturśr.

 

Mišast skal ķmóti, at hvųr matrikulogn (matrikulnummar) er mett ķ heilum gyllin, so skinnini hvųrva.

 

Minsti luturin, iš eigarin kann krevja innangaršsjųrš sundurbżtta ķ, veršur 5.000 m² til stųddar.

 

Hetta merkir, at lutur, iš er 10.000 m² til stųddar, kann bżtast sundur ķ tveir lutir į  5.000 m² hvųr. Annar lutur uppį 9.999 m² til stųddar kann ikki bżtast sundur.

 

Er luturin 14.999 m², kann hann einans bżtast ķ tvey, tķ 5.000 gongur fęrri enn trķggjar feršir upp ķ 14.999. Hinvegin kann eigarin velja tvęr hóskandi stųddir ķmillum 5.000 m² og 9.999 m², sum tilsamans geva 14.999 m².

 

Eigarin kann sjįlvur velja, hvųr av hesum lutum skal liggja saman viš uttangaršsjųrš.

1. višgerš 9. oktober 2008. Mįliš beint ķ Ręttarnevndina, sum tann 4. november 2008 legši fram soljóšandi

Įlit

 

Sjįlvstżrisflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 19. september 2008, og eftir 1. višgerš tann 9. oktober 2008 er taš beint Ręttarnevndini.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 30. oktober og 3. november 2008.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš umboš fyri Fųroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Fųroya, umboš fyri Fųroya Óšalsfelag, landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum, saman viš umbošum fyri Bśnašarstovuna og viš landsstżrismannin i innlendismįlum, saman viš umbošum fyri Lendisfyrisitingina į Umhvųrvisstovuni.

 

Nevndin hevur śtvegaš sęr kort viš yvirliti yvir ognarjųrš og kongsjųrš, sum Matrikulstovan hevur gjųrt ķ 2005 og latiš Vinnunevndini ķ sambandi viš višgeršina av lųgtingsmįli nr. 31/2004. Frį Óšalsfelagnum fekk nevndin eintak av Óšalstķšindi vol. 8, nr. 2, 2008.

 

Nevndin heldur taš ongan iva vera um, at lógin um matrikulering og sundurbżti hevur tųrv į, at verša endurskošaš og dagfųrd, og at taš ķ nógvum fųrum er órķmiligt, sum višurskiftini eru ķ dag. Hinvegin er nevndin greiš yvir, at talan er um eitt flųkt mįlsųki, har sera ymisk višurskifti gera seg galdandi kring landiš og at slķk endurskošan og dagfųring tķ krevur eina djśptgangandi višgerš.

 

Frį landsstżrismanninum ķ innlendismįlum fekk nevndin at vita, at arbeišiš at endurskoša og dagfųra lógina er fariš ķ gongd, og at lógaruppskot vęntandi veršur klįrt at leggja fyri Lųgtingiš ķ hesi tingsetuni, har stųša eisini veršur tikin til ivamįl mótvegis nżggju lógini um landsjųrš.

 

Nevndin heldur tķ, at Lųgtingiš eigur at bķša viš at gera broytingar ķ lógini beint nś og heldur fyrst hyggja at uppskotinum frį landsstżrinum, įšrenn Lųgtingiš tekur stųšu til, hvat er rętt at gera.

 

Ein samd nevnd tekur tķ ikki undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

 

2. višgerš 6. november 2008. Uppskotiš fall 1-0-23. Mįliš avgreitt.