14 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2008

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 9. september, legði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri september 2008


 

Høvuðsyvirlit                          



 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 § 8 Almanna- og heilsumál

A. Yvirlit

Játtanaryvirlit

Tús. kr.

Nettotal

Útreiðslur

Inntøkur

Útreiðsluætlan

30.600

30.600

-

Skattur o.t. (ætlan)

-

-

-

Løguætlan

-

-

-

 

 

Heilsumál …………………………………………….................

30.974

-

8.20.3. Sjúkrahúsverkið v.m.……..........………………................

30.974

-

Almannamál..……………………………………….................

-374

-

8.21.7. Sosialar skipanir  ……………..........………………................

-374

-

 

B. Játtanir

 

 

 

Útreiðslur

Inntøkur

8.20.3.  Sjúkrahúsverkið v.m.

 

 

 

8.20.3.04. Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

J

345.462

-

 

EYJ

28.374

-

8.20.3.10. Klaksvíkar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

J

55.680

-

 

EYJ

1.600

-

8.20.3.15. Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

J

43.018

-

 

EYJ

1.000

-

8.21.7.  Sosialar skipanir

 

 

 

8.21.7.01. Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

J

140.350

4.400

 

EYJ

-374

-

 

 

 

 

 

 Almennar viðmerkingar

Hjálagt er 1. eykajáttanaruppskotið frá landsstýrinum, sum verður lagt fyri Løgtingið fyri fíggjarárið 2008. Samlaði kostnaðurin av uppskotinum er 30,6 mió. kr.

Eykajáttanin kann greinast soleiðis:

Higartil í ár hevur landsstýrið biðið um tilsamans 8,7 mio. kr í eykajáttanum, íroknað fíggjarnevndarskjøl.

Á § 8 Almanna- og heilsumál verður biðið um at hækka rakstarjáttanina hjá Landssjúkrahúsinum við 28.374 tús. kr., hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi við 1,6 mió. kr. og hjá Suðuroyar sjúkrahúsi við 1 mió. kr. Eisini verður biðið um at lógarbundna játtanin til Vanliga forsorg verður lækkað við 374 tús. kr.

§ 8 Almanna- og heilsumál 

8.20.3.04.                Landssjúkrahúsið (Rakstrarjáttan)

Landssjúkrahúsið hevur gjørt framskrivingar, grundaðar á bókføringar, fram til hálvan juni, sum vísa, at verandi virksemi fer at hava við sær ein kostna, sum er 30 mió. kr. hægri enn samtykta fíggjarlógarjáttanin fyri 2008. Hóast virksemið á Landssjúkrahúsinum verður tálmað við, at hildið verður aftur í íløgum og skurðviðgerðum, at færri skurðseingjarpláss verða tøk longri tíð enn ætlað, og at aðrar rakstrarútreiðslur verða hildnar aftur, verður neyðugt við 28 mió. kr. í eykajáttan.

 

Samtykta fíggjarlógarjáttanin til Landssjúkrahúsið í 2008 er 345,4 mió. kr. ella tilsaman 3 mió. kr. hægri enn nýtslan í 2007, sum var íalt 342,2 mió. kr. Hetta er ein øking, sum er undir 1%. Við broyttum lønarsáttmálunum og kendu hækkingunum í prísum til heilivág, orku, mat v.m. verður neyðugt við eini munandi eykajáttan til sjúkrahúsið.

 

Í 2007 var meirnýtslan hjá Landssjúkrahúsinum tilsaman 20 mió. kr. ella 6%. Talan var um eina meirnýtslu á lønarøkinum upp á 8,5 mió. kr., konsulenttænastur/vikarar 4,2 mió. kr., heilivágur 4,1 mió. kr. og aðrar útreiðslur (orka, matur og annar rakstur) upp á einar 3 mió. kr. Ein orsøk til meirnýtsluna innan lønarøkið er manglandi játtan til nýggjar lønarsáttmálar. Trupulleikar við at fáa til vega neyðug starvsfólk til heilsufaklig serøki á sjúkrahúsinum vóru orsøkir til øktu nýtsluna av konsulentum og vikarum, umframt at meiri er goldið út í úrtíðarløn.

 

Ein umbøn um eykajáttan til Landssjúkrahúsið áljóðandi 7 mio. kr. varð løgd fram í Løgtinginum í september 2007, men henda var ikki liðugt viðgjørd og fall tí burtur, tá ið val varð skrivað út í desember.

 

Av teimum 28 mió. kr., søkt verður um fara 8,5 mió. kr. til lønir, av hesum 3 mió. kr. til skurðseingjardeildina A3, sum lat upp aftur á heysti 2007, eftir at sjúkrahúsið hevði fingið 1 mió. kr. í eykajáttan til hetta. Av tí at tvørligt er at manna fleiri av røktarstørvunum, eru útreiðslurnar til úrtíðarlønir øktar. Harumframt vísir innanhýsis lønarætlanin á sjúkrahúsinum, at fíggjarligi virknaðurin av nýggju sáttmálunum fyri sjúkrahúsið er meiri, enn framskrivaða lønarhækkingin á 3,75%.

 

Sjúkrahúsið má hava eina eykajáttan til heilivág áljóðandi 7 mió. kr. Landssjúkrahúsið hevði eina meirnýtslu til heilivág áljóðandi 4 mió. kr. í 2007 og roknað verður við, at vøksturin í heilivágsútreiðslunum heldur áfram í 2008. Tað er serliga nýggjur biologiskur heilivágur til gikta- og krabbameinsviðgerð, sum er orsøk til útreiðsluvøksturin.

 

Útreiðsluvøksturin til vørur til viðgerð og røkt er stórur, og má játtanin økjast við 1,5 mió. kr. til hetta endamálið.

 

Grundað á fyrra hálvár 2008 verður roknað við, at orkuútreiðslurnar á Landssjúkrahúsinum verða 2 mió. kr. hægri í 2008 í mun til 2007. Sjúkrahúsini brúka nógva orku, og við útlitunum til støðugt øktar oljuprísir má roknast við, at hesar útreiðslur framhaldandi fara at hækka.

 

Tá ið heilsufaklig serfrøðiøki ikki kunnu mannast við egnum starvsfólkum, er neyðugt at fáa hjálp frá útlendskum konsulentum ella vikarum. Slík skipan hevur í fleiri ár verið galdandi innan læknaøkið, men seinastu 2 árini hevur hetta, eisini gjørt seg galdandi fyri sjúkrarøktarøkið. Tað hevur serliga verið talan um at manna vaktir innan intensiva og neonatala økið, sum er til ov tíðliga fødd børn. Tað tekur tíð at útbúgva nýggj starvsfólk til hesar seruppgávurnar, og tí má roknast við, at útreiðslur til útlendskar vikarar fara at halda áfram í 2008 og nøkur ár afturat. Roknað verður við, at játtanin til hetta øki má økjast við umleið 4 mió. kr.

 

Stórar økingar hava verið í matvøruútreiðslunum, umframt at fleiri rannsóknarkanningar verða gjørdar m.a. í sambandi við MRSA. Innan fyri medicotekniska økið eru service- og viðlíkahaldsútreiðslurnar øktar munandi, eftir at størsti parturin av medicoteknisku játtanini seinastu 3 árini er farin til talgildu røntgenskipanina. Neyðugt er at skifta út allar matvognarnar, sum flestir eru yvir 30 ára gamlir og ikki lúka nútíðar heilsufrøðilig krøv.

Generella viðlíkahaldið á sjúkrahúsinum tørvar eina hægri játtan fyri at muna nakað. Samlað er tørvur á 5 mió. kr. í meirjáttan til hesi endamálini.

 

Um Landssjúkrahúsið ikki fær hesa eykajáttan, verður neyðugt við munandi skerjing av tí ætlaða virkseminum á sjúkrahúsinum. Hetta kann gera, at tað frameftir verður trupult at fáa heilsustarvsfólk. Umframt hetta, má sjúkrahúsið fremja stórar skerjingar í heilivági eitt nú innan krabbameins- og giktaøkið.

 

Uppskot til kunngerð um hoyritól er orðað og sent til hoyringar. Við uppskotinum verður eisini nýggj tilskotsskipan sett í verk soleiðis, at til ber hjá persónum, ið eru 18 ár og eldri, at fáa tilskot frá Almannastovuni til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. Ætlanin er, at kunngerðin kemur í gildi í heyst. Samstundis verður raksturin av hoyritólaklinikkini settur undir vanliga virksemið hjá Landssjúkrahúsinum, og inntøkufíggjaða virksemið verður niðurlagt. Fluttar verða 374 tús. kr. frá  høvuðskontu 8.21.7.01. Vanlig forsorg fyri rakstur av Hoyritólaklinikkini frá 1. oktober 2008.  

 

 

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

345.462

28.374

373.836

Útreiðslur

379.067

28.374

407.441

Inntøkur

33.605

-

33.605

20.    Vanligt virksemi

 

 

 

 

 

 

 

         Nettoútreiðsla

345.462

28.374

373.836

 

 

 

 

         Útreiðslur

367.209

28.374

395.583

         11.     Lønir v.m.

272.409

8.801

281.210

         14.     Keyp av vørum og tænastum

88.628

19.573

108.201

         15.     Keyp av útbúnaði, netto

4.714

-

4.714

         16.     Leiga, viðlíkahald og skattur

1.073

-

1.073

         19.     Ymsar rakstrarútreiðslur

385

-

385

 

 

 

 

         Inntøkur

21.747

-

21.747

         21.    Søla av vørum og tænastum

16.262

-

16.262

         29.    Ymsar rakstrarinntøkur

886

-

886

         76.    Innanh.flyt.millum almennar stovn.

4.599

-

4.599

 

 

 

 

40.    Inntøkufíggjað virksemi (Vaskarí)

 

 

 

 

 

 

 

         Nettoútreiðsla

0

-

0

 

 

 

 

         Útreiðslur

6.701

-

6.701

         11.     Lønir v.m.

2.998

-

2.998

         14.     Keyp av vørum og tænastum

2.173

-

2.173

         15.     Keyp av útbúnaði, netto

1.043

-

1.043

         16.     Leiga, viðlíkahald og skattur

487

-

487

 

 

 

 

         Inntøkur

6.701

-

6.701

         21.     Søla av vørum og tænastum

6.701

-

6.701

 

 

 

 

50.    Inntøkufíggjað virksemi (Hoyritól)

 

 

 

 

 

 

 

         Nettoútreiðsla

0

-

0

 

 

 

 

         Útreiðslur

5.157

-

5.157

         11.     Lønir v.m.

703

-

703

         14.     Keyp av vørum og tænastum

4.306

-

4.306

         16.     Leiga, viðlíkahald og skattur

87

-

87

         19.     Ymsar rakstrarútreiðslur

61

-

61

 

 

 

 

         Inntøkur

5.157

-

5.157

         21.     Søla av vørum og tænastum

5.157

-

5.157

 

 

 

 


 

8.20.3.10.      Klaksvíkar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

Klaksvíkar sjúkrahús hevur gjørt framskrivingar, grundaðar á fyrra hálvár, sum vísa, at fíggjarliga nýtslan til verandi virksemi verður umleið 2 mió. kr. hægri enn fíggjarlógarjáttanin. Við at tálma virksemið á sjúkrahúsinum í seinna parti av árinum, er møguligt at lækka játtanartørvin nakað, og søkt verður tí um 1,6 mió. kr. í eykajáttan.

 

Samtykta fíggjarlógarjáttanin til Klaksvíkar sjúkrahús í 2008 er 55,7 mió. kr. ella um leið 500 tús. kr. hægri enn nýtslan í 2007, sum var tilsamans 55,2 mió. kr. Hetta er ein øking, sum er undir 1%. Við samtyktu lønarsáttmálunum og kendu hækkingunum í prísum til heilivág, orku, mat v.m. verður neyðugt við eini eykajáttan til sjúkrahúsið.

 

Klakvíkar sjúkrahús hevði í 2007 eina meirnýtslu upp á 3,6 mió. kr. ella 7% í mun til játtanina, sum var 51,6 mió. kr. Ein eykajáttanarumbøn áljóðandi 1,4 mió. kr. varð framløgd í Løgtinginum í september 2007, men henda varð ikki liðugt viðgjørd og fall tí burtur, tá ið val varð útskrivað í desember.

 

Av meirútreiðslunum í 2007 stavaðu 2 mió. kr. frá lønarøkinum, har sjúkrahúsið ikki hevði fingið tørvandi játtan til nýggju lønarsáttmálarnar. Restin av meirnýtsluni stavaði í høvuðsheitum frá hækkingum í orku og medisinútreiðslum.

 

Um Klaksvíkar sjúkrahús ikki fær hesa eykajáttan, verður millum annað neyðugt at útseta eitt stórt tal av ortopædiskum skurðviðgerðum og niðurleggja virksemið á fysiurgiska økinum.

 

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

55.680

1.600

57.280

Útreiðslur

73.736

1.600

75.336

Inntøkur

18.056

-

18.056

20.    Vanligt virksemi

 

 

 

 

 

 

 

         Nettoútreiðsla

55.680

1.600

57.280

 

 

 

 

         Útreiðslur

73.736

1.600

75.336

         11.     Lønir v.m.

61.074

-

61.074

         14.     Keyp av vørum og tænastum

10.962

1.600

12.562

         15.     Keyp av útbúnaði, netto

1.000

-

1.000

         16.     Leiga, viðlíkahald og skattur

400

-

400

         19.     Ymsar rakstrarútreiðslur

300

-

300

 

 

 

 

         Inntøkur

18.056

-

18.056

         21.     Søla av vørum og tænastum

1.000

-

1.000

         29.     Ymsar rakstrarinntøkur

100

-

100

         76.     Innanh.flyt.millum almennar stovn.

16.956

-

16.956

 

 

 

 

 


8.20.3.15.      Suðuroyar sjúkrahús (Rakstrarjáttan)

Suðuroyar sjúkrahús hevur gjørt framskrivingar grundaðar, á fyrra hálvár, sum vísa, at fíggjarliga nýtslan til verandi virksemi verður umleið 1,3 mió. kr. hægri enn fíggjarlógarjáttanin. Við at tálma virksemið á sjúkrahúsinum í seinna parti av árinum, er møguligt at lækka játtanartørvin nakað, og søkt verður tí um 1,0 mió. kr. í eykajáttan.

 

Samtykta fíggjarlógarjáttanin til Suðuroyar sjúkrahús í 2008 er 43,0 mió. kr. ella umleið 500 tús. kr. hægri enn nýtslan í 2007, sum var tilsamans 42,5 mió. kr. Hetta er ein øking, sum er 1,2%. Við samtyktu lønarsáttmálunum og kendu hækkingunum í prísum til heilivág, orku, mat v.m., verður neyðugt við eini eykajáttan til sjúkrahúsið.

 

Suðuroyar sjúkrahús hevði í 2007 eina meirnýtslu upp á 2,4 mió. kr. ella 6% í mun til játtanina, sum var 40,1 mió. kr.. Ein eykajáttanarumbøn áljóðandi 1,3 mió. kr. varð framløgd í Løgtinginum í september 2007, men henda varð ikki liðugt viðgjørd og fall tí burtur, tá ið val varð útskrivað í desember.

 

Av meirútreiðslunum í 2007 stavaðu 0,9 mió. kr. frá lønarøkinum, har sjúkrahúsið ikki hevði fingið tørvandi játtan til nýggju lønarsáttmálarnar. Restin av meirnýtsluni stavaði í høvuðsheitum frá hækkingum í orku og medisinútreiðslum.

 

Neyðugt verður at hækka játtanina við 1,0 mió. kr., um virksemið á Suðuroyar sjúkrahúsi skal halda fram.

 

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Nettoútreiðslujáttan

43.018

1.000

44.018

Útreiðslur

57.715

1.000

58.715

Inntøkur

14.697

-

14.697

20.    Vanligt virksemi

 

 

 

 

 

 

 

         Nettoútreiðsla

43.018

1.000

44.018

 

 

 

 

         Útreiðslur

57.715

1.000

58.715

         11.     Lønir v.m.

47.541

-

47.541

         14.     Keyp av vørum og tænastum

7.866

1.000

8.866

         15.     Keyp av útbúnaði, netto

1.276

-

1.276

         16.     Leiga, viðlíkahald og skattur

785

-

785

         19.     Ymsar rakstrarútreiðslur

247

-

247

 

 

 

 

         Inntøkur

14.697

-

14.697

         21.     Søla av vørum og tænastum

800

-

800

         29.     Ymsar rakstrarinntøkur

100

-

100

         76.     Innanh.flyt.millum almennar stovn.

13.797

-

13.797

 

 

 

 

 


 

8.21.7.01       Vanlig forsorg (Lógarbundin játtan)

Uppskot til kunngerð um hoyritól er orðað og send til hoyringar. Við uppskotinum verður eisini nýggj tilskotsskipan sett í verk, soleiðis at tilber hjá persónum, ið eru 18 ár og eldri, at fáa tilskot frá Almannastovuni til keyp av hoyritóli frá góðkendum privatum veitara. Ætlanin er, at kunngerðin kemur í gildi í heyst. Samsvarandi verður raksturin av hoyritólaklinikkini lagdur undir vanliga virksemið hjá Landssjúkrahúsinum, og inntøkufíggjaða virksemið verður niðurlagt. Fluttar verða 374 tús. kr. til høvuðskontu 8.20.3.04. Landssjúkrahúsið fyri rakstur av Hoyritólaklinikkini frá 1. oktober 2008.

 

Sundurgreinað ætlan

Tús. kr.

J

EYJ

J+EYJ

Útreiðslujáttan

140.350

-374

139.976

Inntøkujáttan

4.400

-

4.400

01.    Fyribils hjálp § 9

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

17.600

-

17.600

         52.     Tilskot til einstaklingar

17.600

-

17.600

 

 

 

 

         Inntøkur

4.400

-

4.400

         77.    Flyting frá kommunum

4.400

-

4.400

 

 

 

 

02.    Varandi veiting § 13

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

1.350

-

1.350

         52.     Tilskot til einstaklingar

1.350

-

1.350

 

03.    Stakútreiðslur § 15

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

2.250

-

2.250

         52.     Tilskot til einstaklingar

2.250

-

2.250

 

04.    Meirútreiðslur brekað barn § 17

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

26.100

-

26.100

         52.     Tilskot til einstaklingar

26.100

-

26.100

 

 

 

 

05.    Endurbúgving § 18

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

28.800

-

28.800

         52.     Tilskot til einstaklingar

28.800

-

28.800

 

 

 

 

06.    Hjálparamboð v.m. § 18

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

50.400

-374

50.026

         52.     Tilskot til einstaklingar

50.400

-374

50.026

 

 

 

 

07.    Arbeiðsloysisforsorg § 9,2

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

8.000

-

8.000

         52.     Tilskot til einstaklingar

8.000

-

8.000

 

 

 

 

08.    Hjálp til viðgerð o.a. á serligum stovnum  § 16

 

 

 

 

 

 

 

         Útreiðslur

5.850

-

5.850

         52.     Tilskot til einstaklingar

5.850

-

5.850

 

 

 

 

 

1. viðgerð 1. oktober 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 6. november 2008 legði fram soljóðandi 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 9. september 2008, og eftir 1. viðgerð 1. oktober 2008 er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 22. oktober og 4. november 2008.

 

Fíggjarnevndin heldur, at tað er alt ov stórur munur millum játtan, sum avsett er á fíggjarlógini, og nýtslu. Nevndin skal minna á,  at sambært játtanarskipanini skulu allar útreiðslur setast á fíggjar-lógina, og  bert í teimum førum, har okkurt óvæntað hendir, ið broytir fíggjarætlanarfortreytirnar so nógv, at avvarðandi landsstýrismaður ikki metir tað bera til at spara so nógv uttan at kunna tingið, er møguleiki at søkja um eykajáttan.

 

Verandi eykajáttan til sjúkrahúsverkið lýkur ikki hesa játtanarmeginreglu. Grundgevingin fyri meginpartinum av teimum øktu útreiðslunum er frá hendingum, sum vóru kendar, tá fíggjarlógin varð samtykt.

 

Fíggjarnevndin ásannar tó, at landsstýrismaðurin hevur fingið eina politiska tilsøgn um at fáa hesa játtan, og fíggjarnevndin metir tí ikki, at tað er gjørligt at nokta at ganga umsóknini á møti. Ein treyt fyri tilsøgnini var tó, at gerast skuldi ein kanning av mannagongdini fyri fíggjarætlan á Lands-sjúkrahúsinum. Fíggjarnevndin væntar at fáa úrslitið at hesi kanning til kunningar.

 

Fíggjarnevndin staðfestir, at landsstýrismaðurin undirstrikaði undir fyrstu viðgerð, at henda eykajáttan er tað, sum skal til fyri, at sjúkrahúsverkið heldur seg innanfyri givnu játtan.

 

Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at ætlanin um at flyta hoyritólavirksemið hevur tikið longri tíð enn ætlað, og tí verður virksemið ikki flutt til Landssjúkrahúsið at umsita fyrr enn eftir 1. januar 2009. Samsvarandi hesum setir ein samd nevnd fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

§ 8.  Almanna- og heilsumál

 

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                          - Tús. kr. -

    8.20.3.  Sjúkrahúsverkið v.m.

       20.3.04.  Landssjúkrahúsið (Rakstrarj.)                                               J:         345.462                  -  

                                                                                                      EYJ:      28.000                  -  

    8.21.7.  Sosialar skipanir

       21.7.01.  Vanlig forsorg (Lógarbundin j.)                                             J:         140.350            4.400

                                                                                                      EYJ:              0                  -  

 

 

Við hesum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 14. november 2008. Broytingaruppskot frá samdari Fíggjarnevnd samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. november 2008. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 7-0-23. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 30-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 101 frá 21.11.2008