13 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)

Ár 2008, 9. september, legði Annka Olsen, løgtingskvinna, vegna Fólkaflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ættleiðingarstuðul

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 51 frá 3. mai 1994 um ættleiðingarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 125 frá 22. desember 2000, verður gjørd henda broyting:

Í § 1, stk. 1 verður “50.000” broytt til: “75.000”.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum er at betra um fortreytirnar fyri ættleiðing av útlendskum børnum við at hækka ættleiðingarstuðulin úr kr. 50.000 upp í kr. 75.000.

 

Krøvini fyri at ættleiða gerast strangari, og prísirnir eru øktir munandi hesi seinastu árini, í miðal einar 30-40.000 krónur fyri hvørja ættleiðing. Í dag hevur ein ættleiðing millum 130.000-140.000 kr. við sær í útreiðslum. Hetta ger tað truplari fyri hjún at ættleiða, og fyri láglønt og miðallønt er hetta næstan ómøguligt. Almenni stuðulin til ættleiðing  er í løtuni 50.000, og ger hetta, at mong, ið ætla sær at ættleiða børn, mugu setast aftur, tí tað als ikki ber til fíggjarliga. Havast skal eisini í huga, at oljuprísir, matvøruprísir, bústaðir, rentan v.m. eisini eru hækkað tey seinastu árini, hetta tyngir somuleiðis um gerandisdagin hjá føroysku familjuni.

 

Ættleiðingarfelagið hevur víst á, at best hevði verið, um stuðulin varð hækkaður upp í 100.000, og Løgtingið eigur at kanna, um rúm er fyri tí á fíggjarlógini fyri 2009. Tað er ein týdningarmikil samfelagsuppgáva at betra um korini hjá teimum, ið vilja ættleiða børn, tí børnini eru virðismiklasta tilfeingið, eitt samfelag eigur. Barnsburðartalið stendur mest sum  í stað í Føroyum. Sambært Hagstovu Føroya vórðu 712 børn fødd í 2005, 662  í 2006 og 672 børn vórðu fødd í 2007. Um  vit kunnu betra um karmarnar fyri ættleiðing, er tað eitt stig tann rætta vegin fyri at hækka barnatalið í Føroyum. Sambært ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum 2008 vórðu 10 útlendsk børn ættleidd til Føroya í 2007.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Játtanin á fíggjarlógini til ættleiðing var fyri 2007 kr. 850.000, men bara kr. 550.000 vórðu nýttar. Í 2008 eru somuleiðis kr. 850.000 játtaðar á fíggjarlógini, og tískil er rúm fyri at hækka stuðulin úr kr. 50.000 upp í kr. 75.000 fyri barnið, soleiðis sum uppskotið mælir til. Hækkingin er harvið útreiðsluneutral, um talið av ættleiðingarloyvum verður tað sama sum í 2007.

 

Á tingfundi 30. september 2008 boðaði formaðurin frá, at málið er tikið aftur av uppskotsstillaranum. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, tóku Bergtóra Høgnadóttir Joensen og Kári á Rógvi uppskotið upp aftur.

 

1. viðgerð 1. oktober 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina.

 

Á tingfundi 18. desember 2008 boðaði formaðurin frá, at málið er tikið aftur av uppskotsstillaranum. Upp á fyrispurning frá formanninum, sambært § 55, tók eingin málið upp aftur. Málið avgreitt.