12 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit

Ár 2008, 22. august, legði Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, vegna Fólkaflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almannapensjónir

 

§ 1.

Í løgtingslóg nr. 48 frá 10. mai 1999 um almannapensjónir o.a., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 112 frá 11. desember 2007 verður gjørd henda broyting:

Í § 19, stk. 1, 1. pkt. verður “60 %” broytt til: “30 %”.

§ 2.

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.

Viðmerkingar
Endamálið við uppskotinum at seta mótrokningarprosentið, sum viðbótin til fólkapensjón verður lækkað við, úr 60% niður í 30% av inntøkugrundarlagnum.

Prísvøksturin í dag hevur givið vanliga húsarhaldinum eina meirútreiðslu upp á meira enn kr. 3.000 um mánaðin. Tann komandi pensjónsreformurin, sum samgongan hevur boðað frá, hjálpir ikki upp á teir trupulleikar, sum pensjónistarnir hava í dag. Uppskotið fer at geva pensjónistum við arbeiðsførleika munandi batar, men afturat hesum verður neyðugt at gera aðrar ábøtur.

 

Føroyum vantar arbeiðsmegi. Vit mugu hava útlendsk arbeiðsfólk higar til lands, er orðalagið. Ímeðan hava vit skipanir, sum beinleiðis forða føroyingum at sleppa til arbeiðis. Pensjónistar og fólk við fyritíðarpensjón hava livað undir skipanum, sum halda teimum vekk frá arbeiði. Løgtingið broytti í 2007 skipanina við mótrokning fyri fyritíðarpensjónistar. Nú eigur Løgtingið at gera tað sama fyri fólkapensjónistar.

Almennir stovnar hava sum reglu, at á tínum 70 ára føðingardegi er uppsagnarbrævið í postkass­anum.

Stavnhaldið eigur at vera, at fólk skulu hava rætt til pensjón, tá tey gerast 67 ár. Men tey skulu eisini hava rætt at arbeiða meir, um tey heldur velja tað.

Eisini skulu fólk hava rætt at arbeiða niðursetta tíð á eldri árum. Sjálvandi skulu fólk verða á arbeiðsmarknaðinum so leingi, tey orka og vilja tað.

Næsta forðingin fyri arbeiði eftir pensjónsaldur er mótrokning í pensjón. Tá ein pensjónistur hevur forvunnið gott kr.  54.000, verður viðbótin minkað. 

Fyri hvørjar 100 kr., pensjónisturin forvinnur, verða 60 kr. trektar av pensjónini. Harafturat skal rindast lands- og kommunuskattur. Hetta ger sjálvandi, at fólk velja arbeiði frá, tí tað loysir seg ikki.

Forða teimum tað ikki

Fyriliggjandi uppskot er at lækka mótrokningina í viðbótini og pensjónini úr verandi 60 kr. fyri hvønn forvunnan 100 krónuseðil, heilt niður í 30 kr. Tað merkir, at vit á henda hátt fyri landskassans viðkomandi lækka "marginal"-skattin úr 60 % niður í 30%.

Hjá øllum, sum hava førleika, skal tað loysa seg at arbeiða. Tað kostar pengar, sigur onkur. Nei, loysir tað seg at arbeiða, fáa vit peningin fleri ferðir innaftur í búskapin og í landskassan.

Hví skal samfelagið skýggja gráa gullið. Her eru nógvar og góðar kreftir, sum samfelagið hevur brúk fyri. Forða teimum tað ikki.

Jú fleiri, ið lyfta hvør sær, jú meiri lyfta vit saman. 


Fíggjarligar avleiðingar

Tað hevur ikki verið gjørligt at fingið atgongd til neyðug tøl at gera eina fíggjarliga meting av uppskotinum.

 

Hinvegin so er einki at ivast í, at ein vanlig útrokning av avleiðingunum av uppskotinum neyvan hevði verið eftirfarandi, tí uppskotið hevði viðført eina munandi broyting í atferðini hjá pensjónistum. Fleiri høvdu fingið sær okkurt smávegis arbeiði, nú tá møguleiki var fyri ikki at verða brandskattaður við 60%.

 

Av teimum 6.300 pensjónistunum eru 1100, sum bara fáa grundupphæddina, og 1000, sum fáa skerda viðbót. Hesir umleið 2000 pensjónistarnir eru teir, sum í fyrstu syftu høvdu fingið ágóðan av uppskotinum. Men sum sagt, øll tey, sum vegna uppskotið nú høvdu sæð sær møguleikan at fingið okkurt burturúr við at arbeiða, høvdu eisini fingið gagn av uppskotinum.

 

Tað hevur tíðum verið ført fram, at eitt slíkt uppskot bert gagnar teimum, sum sjálvi hava spart upp til egna pensjón. Tvørturímóti, tað ber ikki til at fáa fólk sjálvi at spara upp til egna pensjón, um samfelagið afturfyri straffar tey við brandskatting.

1. viðgerð 9. september 2008. Málið beint í Trivnaðarnevndina, sum tann 16. desember 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Fólkaflokkurin hevur lagt málið fram tann 22. august 2008, og eftir 1. viðgerð 9. september 2008 er tað beint í Trivnaðarnevndina.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 4. november og 1., 11. og 15. desember 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almannamálum.

 

Nevndin hevur harumframt fingið skrivligar upplýsingar frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum viðvíkjandi komandi pensjónsreformi. Landsstýrismaðurin hevur upplýst, at ætlanin er at leggja uppskotið fyri Løgtingið um ársskiftið 2008/09.

 

Landsstýrismaðurin í almannamálum hevur fyri nevndini upplýst, at arbeitt verður við at leggja uppskot fyri landsstýrið í næstum.

 

Nevndin er samd um ikki at taka undir við málinum, nú landsstýrismaðurin hevur boðað frá at eitt slíkt uppskot kemur frá landsstýrinum, og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.