11 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 15. august, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, fram soljóðandi

Uppskot

til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum verður § 2, 1. pkt. orðað soleiðis:

 

“Økini, sum verða boðin út í 3. útbjóðingarumfari, eru hesir teigar og partteigar á landgrunninum:

 

5908/1-3;

5909/1-5;

6004/b2-3, 4-5, b6-8, 9, 11, b12, 13, b16;

6005/b5, 6, 10-11, b14, 15-25;

6006/1, 5-7, 10-13, 15-26;

6007/1-20, 25-27, 30;

6008/5, 8-10, 12-30;

6009/11-30;

6103/b1, 9;

6104/1-8, 11-13, 15, b16-17, 18-20, 22-24, 27-29;

6105/3-5, 8-10, 13-15, 17-21;

6106/25, 30;

6107/16-18, 21-24, 26-30;

6108/20, 25;

6201/1-2, 6;

6202/4-18, 21-23, 26;

6203/10-27;

6204/11-21, 26, b29-30;

6205/14-15, 19-20, 24-25, 29-30;

6301/26-28.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Orsøkin til hetta lógaruppskot er, at samsvar ikki er ímillum lógartekstin og fylgiskjal A í løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum.

 

Endamálið við lógaruppskotinum er tískil at fáa samsvar millum lógartekstin og fylgiskjal A í løgtingslóg nr. 45 frá 28. mai 2008 um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum, soleiðis at lýsti lógarteksturin er í samsvari við tað, sum ætlanin er at gera.

 

Viðmerkjast skal í hesum sambandi, at løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi ásetir í grein 7, stk. 2, 1. punktum, at áðrenn lýst verður eftir umsóknum, verður ásett í løgtingslóg, hvørji øki verða bjóðað út, v.m.

 

Í uppskotinum og samtyktu lógini um triðja útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum var økið, sum verður bjóðað út, ásett við, at teigarnir vóru lýstir eftir European Terrestrial Reference System 1989 (ETRS89) t.d. 6006/1, samstundis sum víst varð til kort við økinum, ið var lagt við sum fylgiskjal A.

 

Nú hevur tað víst seg, at ikki allir teigarnir, ið eru við á kortinum, eru við í tekstinum. Kortið vísir rætta økið, ið skuldi bjóðast út, og eigur lógarteksturin tí at verða broyttur samsvarandi.

 

Í tíðarætlanini fyri útbjóðingini hevur oljuvinnan fingið at vita, at útbjóðingin fór at verða stutt eftir, at Løgtingið hevði samtykt lógaruppskotið. Mett verður tí, at skilabest er at halda seg til tíðarætlanina, samstundis sum tað ikki verður mett sum ein trupulleiki í mun til ásetingina í kolvetnislógini um, at Løgtingið ásetir økið, ið skal bjóðast út. Hetta tí, at mett hevur verið, at í løgtingsviðgerðini hevur tað verið kortið, ið hevur ligið til grund fyri støðutakanini, og eisini hevur hetta kortið, í allari kunningini, verið nýtt. Harafturat verða leitiloyvini ikki latin fyrr enn móti ársenda, og tá hevur Løgtingið havt møguleika at viðgera hetta lógaruppskot.

 

Í løgtingslóg nr. 31 frá 16. mars 1998 um kolvetnisvirksemi er ásett í grein 7, stk. 2, 2. og 3. punktum, at í viðmerkingunum til lógaruppskotið skal metast um, hvørjar avleiðingar kolvetnisvirksemið kann hava fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, náttúru-, umhvørvis-, og onnur samfelagsáhugamál, og eisini hvat íkast virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu.

 

Grundað á, at ongar broytingar eru í hesum lógaruppskoti, sum ikki vóru tilætlaðar við upprunaliga lógaruppskotinum, sum varð samtykt á Løgtingi fyrr í ár, verður mett, at kolvetnisvirksemið kann hava somu avleiðingar fyri sigling, fiskiskap og aðrar vinnur, náttúru- og umhvørvis-, og onnur samfelagsáhugamál, sum mett í upprunaliga uppskotinum. Eisini verður mett, at virksemið fer at geva búskapi og arbeiðsvinnu sama íkast, sum mett í upprunaliga lógaruppskotinum. Víst verður í hesum sambandi til upprunaliga lógaruppskotið og viðmerkingarnar í hesum. (Løgtingsmál nr. 171/2007)

 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Grundað á, at ongar broytingar eru í hesum uppskoti, sum ikki vóru tilætlaðar við upprunaliga lógaruppskotinum, sum varð samtykt á Løgtingi fyrr í ár, verður mett, at uppskotið ikki hevur aðrar avleiðingar við sær enn upprunaliga uppskotið. Tí verður mett, at :

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1.

Teigarnir lýsa økið, ið bjóðað verður út til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum í triðja útbjóðingarumfari.

Útboðsøkið sæst í fylgiskjali A til verandi lóg. Skjalið er lagt við hesum broytingaruppskoti til kunningar (skjal A).

 

Til § 2.

Áseting um gildiskomu.

 

Skjal A: Kort yvir útboðsøkið.

 

1. viðgerð 22. august 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 8. oktober 2008 legði fram soljóðandi 

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15. august 2008, og eftir 1. viðgerð 22. august 2008 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 2. oktober 2008.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 22. oktober 2008. Uppskotið samtykt 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 4. november 2008. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.