7 Uppskot til  broyting í Tingskipanini

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Val § 25 nevnd
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 8. august, løgdu tingmenninir Kári P. Højgaard og Kári á Rágvi vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

broyting í Tingskipanini

 

§ 1

 

1)      Í § 8 verður orðið “tríggjar” strikað og sett inn: “fýra”.

2)      § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Flokkarnir, sum umboðaðir eru á Løgtingi, uttan flokkurin, løgtingsformaðurin er úr, tilnevna eftir stødd tingmann til 1., 2., 3. og 4. næstformann. Stendur á jøvnum, ræður lutakast. Eru fleiri enn fimm flokkar umboðaðir í Løgtinginum, ræður lutakast, hvør teirra fær síðsta ella síðstu formenninar, um semja ikki fæst.

3)      § 20 verður orðað soleiðis: “Løgtingið velur stjóra Løgtingsins eftir mannagongdini í § 50 á fyrstu ólavsøku eftir løgtingsval, og annars tá ið nýggjur stjóri skal setast. Formansskapur Løgtingsins loysir úr starvi stjóra Løgtingsins og ger tilmæli til nýggjan stjóra.”

4)      Í § 22 verður strikað punktið “ansar eftir, at øll tingmál eru løgfrøðiliga og málsliga røtt,”.

 

 

5)      Í § 24 verður sum nýtt stk. sett: “Stk. 6. Løgtingsnevndir kunnu taka ímóti borgarabólkum, ið vilja hitta nevndina um viðkomandi mál.”.

6)   Eftir § 53 verður sett: “§ 53a. Eftir umrøðu av frágreiðing frá løgmanni ella landsstýrismanni og svari upp á skrivligar fyrispurn­ingar kann løgtingsmaður skjóta upp niðurstøðu upp á í mesta lagi 150 orð.”

7)   Í § 57, stk. 1, nr. 1 verða orðini “grundlóg ríkisins, heimastýrislógini” strikað.

8)   Í § 61, stk. 1 verður lagt afturat eftir orðið “skránni”: “og nær fundur endar.”, og í stk. 5 verður eftir “komandi” sett: “14”.  

 

§ 2

Hóast ásetingina í § 86 í tingskipanini, kemur henda broyting í gildi beinanvegin.

Stk. 2. Eftir gildiskomu verður fyrsta val eftir broyttu § 20 framt.

 

Viðmerkingar

Uppskotið hevur til endmáls at fáa bøtt um tingskipanina, so smáu flokkarnir fáa umboðan í formansskapinum, nøkur viðurskifti hjá umsiting tingsins verða bøtt, nevndararbeiðið verður styrkt, tillaging verður gjørd til heimastýrisskipanina, greiðari verður, nær tingfundur er, og tingið fær høvi at gera niðurstøður í umrøðumálum.

 

Til 1)

Broytingin førir við sær, at formansskapurin verður størri og fær stakt limatal (5) eins og tingið sjálvt (33). Sum støðan er á tingi í dag, verður gjørligt hjá smærru flokkunum at fáa umboðan í formansskapinum.

 

Til 2)

Broytingin ger, at lutakast verður millum smærru flokkarnar um, hvør teirra sleppur – eins og størru flokkarnir – at vísa á ein næstformann. Til ber eisini hjá viðkomandi flokkum at semjast um eitt næstformansevni.

 

Til 3)

Eins og Løgtingið velur løgtingsformann eftir hvørt val, verður hildið rættast at tingið fær høvi at velja egnan stjóra eftir hvørt val, tó so at seinking verður løgd í fram til fyrstkomandi ólavsøku, so møguliga nývaldur formansskapur hevur høvi at umráða seg. Sum heild eru tíðarmarkað embætisskeið týðandi fyri ábyrgd og virkni hjá embætum. Eins og tingfólk eiga ávís hægri embætisfólk at standa fyri vali við ávísum millumbili. Nýtt ting og nýggjur formansskapur eiga eyðvitað at fáa høvi at seta sín dám á, eins og dugnaligu embætisfólk okkara eiga at ferðast í ymisk týðandi størv og harvið økja um felags fatan og vitan í embætisverkinum. Ongin broyting verður gjørd í heimildini hjá formansskapinum at loysa stjóran úr starvi.

 

Til 4)

Hildið verður ikki, at umsitingin skal fáa ta heldur ódámligu uppgávu at “ansa eftir” tinginum. Sambært stýrisskipanini eru tað útinanndi og dømandi vøldini, ið skulu skáka lóggevandi valdið; umsiting tingsins skal ráðgeva sum ásett aðrastaðni í somu grein. Broytingin lættir um hjá umsitingini og tryggjar, at løgfrøðilig ivamál verða viðgjørd í viðkomandi tingnevnd og í orðaskifti í salinum heldur enn at verða burturvíst og harvið ikki koma til viðgerðar í nevnd ella plenum.

 

Til 5)

Talan er um vælkendu skipanirnar við borgarasendinevndum (deputasjónum), gevur bólkum av borgarum høvi at seta seg í samband við viðkomandi tingnevnd og kunna tingið um mál, ið eftir teirra tykki eiga at verða tikin upp; høvi verður tá hjá tingfólki úr øllum flokkum at meta um, hvørt og á hvønn hátt at viðgera víðari.

 

Til 6)

Ásetingin samsvarar við tað, sum í Danmark fyrr nevndist “motiveret dagsorden,” nu kallað “folketingsvedtagelse,” har tingið fær høvi at enda umrøtt mál við at gera støðu sína greiða. Er til dømis aðalorðaskifti ella skrivligur fyrispurningur um sendistovur landsins, kann hugsast, at tingmaður skjýtur upp at “taka undir við ætlan landsstýrisins,” men annar skjýtur upp at leggja afturat orðingina: “tó ikki at seta á stovn sendistovu í Moskvu;” eftir vanligum meginreglum verður so atkvøtt um mest víðgongdu orðingina fyrst, síðani møguliga hina. Tá gerast løgtingsorðaskifti ikki so endaleys sum í dag, og landsstýrið veit, hvør politikkur hevur undirtøku á Løgtingi. Hetta er ikki minst neyðugt í okkara tíð við minnilutastjórn.

 

Til 7)

Áseting er í heimastýrislógini § 6, stk. 2 um nevnd við hægstarættardómarum á odda og við luttøku av umboðum fyri ríkisstjórn og landsstýri, ið skulu viðgera møgulig brot á heimastýrisskipanina, tí verður ikki mett rætt at áleggja umsiting tingsins at gera slíka meting at leggja fyri formansskapin, ið síðani ger tilmæli til antin at vísa burtur ella ikki uttan tingviðgerð. Betri man vera, at tingið viðger møgulig brot á ella mýkjan av stjórnarrrættarligu støðuni, og at henda sera væl samansetta nevnd síðani fær høvi at viðgera møgulig mál, eins og ríkismyndugleikarnir fáa høvi at lata sær nýskipanir av ríkisrættarligu støðuni lynda, um hetta er í felags áhuga okkara.

 

Til 8)

Ásetingin hevur til endamáls at geva tingfólki betri høvi at leggja arbeiðsdagar sínar til rættis til gagns fyri húsfólk, veljarar og starvsfólk.

1. viðgerð 1. oktober 2008. Uppskot um at beina máli í eina § 25-nevnd samtykt 20-1-7.

Á tingfundi 8. oktober 2008 varð § 25 nevnd vald við 10 limum at viðgera málið. Í nevndini eru limirnir í formansskapinum og 1 limur úr hvørjum flokki. Nevndin situr, til arbeiðið er liðugt, ella til tingsetan 2008 endar.

Á tingfundi 27. november 2008 legði § 25 nevndin fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 8. august 2008, og eftir 1. viðgerð tann  14. oktober  2008 varð málið beint í § 25 nevnd, sett saman av Formansskapinum saman við einum umboði fyri hvønn flokk á tingi.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 5. og 19. november  2008.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Alfred Olsen, John Johannessen, Sjúrður Skaale, Helgi Abrahamsen, Bjarni Djurholm, Andrias Petersen og Jenis av Rana) førir fram, at meirilutin eftir eina meira gjølliga viðgerð kundi tikið undir við nøkrum av teim broytingunum, sum skotnar eru upp.

 

Meirilutin heldur, at Løgtingið bert í heilt serligum føri eigur at gera broytingar í Tingskipanini uttan so, at øll Tingskipanin hevur verið til viðgerðar og ikki bert partar av henni.

 

Áðrenn stýriskipanarlógin kom í gildi í 1995, var eitt stórt arbeiði gjørt fyri at fáa ein Tingskipan, sum bæði var  í samljóði við nýggju stýrisskipanina, men eisini var gjørd við grundarlagi í teim tingskipanunum, sum verið høvdu síðan 1948. Tí varð í 1994 sett nevnd, mannað av táverandi løgtingsformanni saman við teim fyrrverandi tingformonnum, sum enn vóru á lívið, at gera uppskot til hesa Tingskipan, sí løgtingmál nr. 112/1994.

 

Broytingar eru síðan gjørdar í  Tingskipanini í 1996, 1999, 2007 og 2008. Hesar broytingar eru allar uttan ein - dagføring í sambandi við, at Føroyar gjørdust eitt valdømi í 2007 - gjørdar á tann hátt, at Løgtingið hevur valt § 25 nevnd, sum eftir at hava viðgjørt tingskipanina sum heild hevur lagt broytingaruppskot fyri tingið.

 

Løgtingsformaðurin, sum eisini er formaður í nevndini, upplýsti á seinasta fundinum í nevndini, at Formanskapurin hevur avgjørt at leggja uppskot fyri tingið at seta § 25-nevnd at endurskoða Tingskipanina.

 

Við støði í hesum mælir meirilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið

 

Minnilutin Kári á Rógvi staðfestir, at breið undirtøka er fyri at broyta Tingskipanina. Tíverri eru tó tey, ið skulu orða meginreglur Føroya og slóða fyri føroysku tjóðini, bundin av vanahugsan og tvørrandi hugdirvi.

 

Tá ið Sjálvstýrisflokkurin ferð eftir ferð hevur lagt fram lógaruppskot um ábøtur á galdandi lóg ella um nýmæli á ymsum økjum, alt frá skattalóg til verju teirra í andanum fátøku, alt frá at bøta umstøður pensjónista til at bøta rættarskipanina, so er niðurlagið hvørja ferð tað sama frá teimum flokkum, ið sita í stjórn: Vit í samgongu arbeiða við málinum; uppskotið er frálíkt ella viðkomandi ella áhugavert, men okkurt kundi verið øðrvísi – landsstýrismaðurin fer tí at seta eina nevnd ella fer at biðja umsitingina kanna málið ella fer at umhugsa støðuna.

 

Tá ið Sjálvstýrisflokkurin hesa ferð hevur lagt fram uppskot um ábøtur á Tingskipanina, verður sama niðurlag brúkt, tó verða “allir flokkar” og “Formansskapurin” nevndir heldur enn “samgongan” og “landsstýrismaðurin.” Allir flokkar skulu nú eftir uppskoti frá Formansskapinum sessast at viðgera alla Tingskipanina, ikki minst uppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið er bæði áhugavert og viðkomandi.

 

Hetta er sjálvsagt at fegnast um í sjálvum sær. At endurskoða alla skipanina er eyðvitað gott. Men kortini tykist hetta nakað møtumikið at fara undir – alla Tingskipanina uttan nakra orðaða stevnu. Skal tingið styrkjast? Skal málið gerast betri? Skal fólkaræðið hava rúmari ræsir? Skulu skipanir aðrastaðni kannast? Hvørji eru málini? Hvørjir miðlarnir? Hvørjar fyrimyndirnar?

 

Minnilutin hevur ikki bestu vónir um slíka lagabót, men ynskir Formansskapinum alt tað besta við endurskoðanini.

 

Minnilutin vil tó benda tingfólkum á, at heldur enn bert at stara at fuglameinginum í nevndarbjørgunum, so ber til at fáa til høldar hetta fitta kók, ið vit nú hava millum handa.

 

Í stuttum sagt var ætlanin at fáa bøtt um tingskipanina, so smáu flokkarnir fáa umboðan í Formansskapinum, at bøta nøkur viðurskifti hjá skrivstovu tingsins, at nevndararbeiðið varð styrkt, at tillaging varð gjørd til heimastýrisskipanina, at greiðari varð, nær tingfundur er, og at tingið fær høvi at gera niðurstøður í umrøðumálum.

 

Ongin mótstøða hevur innihaldsliga verið ímóti nøkrum av hesum. Var frítt at atkvøða uttan navnakall, hevði meiriluti verið fyri øllum uppskotunum.

 

Tó skal sigast, at til tey fyrstu fýra punktini eru nakrar atfinningar komnar um mátan at skipa rættarbøturnar. Tí verður skotið upp at bíða við teimum til Formansskapurin fer undir sína nevnd. Sum skilst er full semja um at taka hesi evni upp. Serliga er vert at nevna, at tilsøgn varð givin frá CHE flokkunum um at stuðla, at enn víðgongdari uppskot fekk frama, nevniliga at allir flokkar á tingi fingu umboðan í Formansskapinum. Fleiri aðrir mátar eru at skipa hetta, so bíða verður í spenningi eftir nýggju nevndini.

 

Tann fimta broytingin í uppskoti hevði viðført, at vit straks fingu bøtt um stóran vansa í dagsins tingstarvi, at nevndirnar ikki fáa arbeitt sum aðrar nevndir, uttan bert virka á sama hátt sum kærunevndir og onnur “henskydningsnævn,” virka eftir áheitan frá løgtingsformanninum innan teir trongu karmar, sum løgtingslógaruppskot og onnur tingmál seta.

 

Nú um dagarnar kom áheitan frá bispi á Mentanarnevndina at hitta klerka at umrøða støðuna prestagarðanna, nú kirkjan er yvirtikin, men øll mál enn ikki laga til bata. Bispur mátti rópa sum ein í oyðimørkini, og tingfólk svara, at blást varð ikki í rætta lúðurin; bankað varð, men ikki upplatið; biðið varð, men ikki fingið.

 

Hetta gevur enn eina ábending um, at løgtingsnevndirnar mugu loysast úr fjøtrum. Tí verður hildið fast um hina fimtu broytingina, tó við víðari orðing, so talan bæði verður um vælkendu skipanirnar við borgarasendinevndum (deputatiónum), ið gevur bólkum av borgarum høvi at seta seg í samband við viðkomandi tingnevnd og kunna tingið um mál, ið eftir teirra tykki eiga at verða tikin upp, umframt at víðka málbókkin til stovna eisini.

 

Sama er við sættu broyting. Áseting er í heimastýrislógini § 6, stk. 2 um nevnd við hægstarættardómarum á odda og við táttøku av umboðum fyri ríkisstjórn og landsstýri, ið skulu viðgera møgulig brot á heimastýrisskipanina, tí verður ikki mett rætt at áleggja umsiting Løgtingsins at gera slíka meting at leggja fyri Formansskapin, ið síðani gera tilmæli til antin at vísa burtur ella ikki uttan tingviðgerð. Betri man vera, at tingið viðger møgulig brot á ella mýkjan av stjórnarrrættarligu støðuni, og at henda sera væl samansetta nevnd síðani fær høvi at viðgera møgulig mál, eins og ríkismyndugleikarnir fáa høvi at lata sær nýskipanir av ríkisrættarligu støðuni lynda, um hetta er í felags áhuga okkara.

 

Eisini sjeynda broyting hevur skund. Ásetingin hevur til endamáls at geva tingfólki betri høvi at leggja arbeiðsdagar sínar til rættis til gagns fyri húsfólk, veljarar og starvsfólk. Tó verður í fyrstu atløgu skotið upp at áseta áleið, nær tingfundur endar.

 

Somuleiðis áttanda broyting eigur at fáast í lag sum skjótast. Ásetingin samsvarar við tað, sum í Danmark fyrr nevndist “motiveret dagsorden,” nú kallað “folketings­vedtagelse,” har tingið fær høvi at enda umrøtt mál við at gera støðu sína greiða. Er til dømis aðalorðaskifti ella fyrispurningur um sendistovur landsins, kann hugsast, at tingmaður skjýtur upp at “taka undir við ætlan landsstýrisins,” men annar skjýtur upp at leggja afturat orðingina: “tó ikki at seta á stovn sendistovu í Moskvu;” eftir vanligum meginreglum verður so atkvøtt um mest víðgongdu orðingina fyrst, síðani møguliga hina. Tá gerast løgtingsorðaskifti ikki so endaleys sum í dag, og landsstýrið veit, hvør politikkur hevur undirtøku á Løgtingi. Hetta er ikki minst neyðugt við óstøðugari stjórn ella minnilutastjórn.

 

Loksins verður tikið undir við tilmæli frá fleiri um at bíða við gildiskomuni til komandi tingár.

 

Við hesum viðmerkingum verður sett fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1)      § 1, nr. 1-4 verða strikað.

2)      § 1, nr. 5 verður orðað soleiðis: “Í § 24 verður sum nýtt stk. sett: “Stk. 6. Løgtingsnevndir kunnu taka ímóti borgarabólkum ella umboðum fyri stovnar, ið vilja hitta nevndina at umrøða viðkomandi mál. Nevndarformaður samskipar slíkar móttøkur við nevndararbeiðið annars.”

3)      § 2 verður orðað soleiðis: “Samsvarandi § 86 í Tingskipanini kemur broytingin í gildi á ólavsøku 2009.”
 

2. viðgerð 2. desember 2008. Broytingaruppskot frá minnilutanum í § 25 nevndini, Kára á Rógvi, fall 1-0-23. Uppskotið fall 1-0-23. Málið avgreitt.