6 Uppskot til  samtyktar um Samhaldsfasta Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnin

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš (Oršaskifti riggar ikki)
C. Įlit
D. 2. višgerš

Įr 2008, 8. august, lųgdu Kįri P. Hųjgaard og Kįri į Rógvi, tingmenn, vegna Sjįlvstżrisflokkin fram soljóšandi  

Uppskot

til

samtyktar

 

Lųgtingiš heitir į landsstżriš um at kanna, hvųrt Samhaldsfasti arbeišsmarknašareftir­lųnargrunnurin er ķ ósamsvari viš noršurlendsku konvensjónina um “Social Sikring,” iš Fųroyar hava bundiš seg til, og leggja neyšug lųgtingslógaruppskot ķ hesum sambandi fyri Lųgtingiš, so at henda skipan javnstillar fųroyingar viš borgarar ķ hinum Noršanlondunum.

 

Višmerkingar

Samhaldsfasta śtgjaldiš vaks seinasta samgonguskeiš śr 700 krónum mįnašarliga upp ķ kr. 2.230. Allir persónar ķ Fųroyum, sum eru fyltir 67 įr fįa hesa arbeišsmarknašarpensjón hvųnn mįnaš sum ķskoyti til fólkapensjónina. Stóri trupulleikin er, at gjógvin millum teir bólkar, sum hava eina nųktandi pensjón, og tey, sum bara hava almennu pensjónirnar at lķta į, veksur, tķ višbótin er tann sama, mešan pensjónshękkingin liggur ķ Samhaldsfasta, sum ųll fįa śtgoldiš uttan mótrokning.

 

Fųroyingar, iš flyta av landinum missa śtgjaldiš śr Samhaldsfasta Arbeišsmarknašareftir­lųnargrunninum, tķ treytin fyri śtgjaldi er, at tś skalt bśgva ķ Fųroyum. Her er talan um, at fųroyingurin er fyri įlvarsligum mismuni samanboriš viš śtlendingar, iš koma higar at bśgva og einki hava goldiš inn ķ skipanina; tķ fųroyingar, iš flyta, fįa ikki samhaldsfųstu pensjónina viš sęr ķ onnur lond.

 

Trivnašarnevndin hevur ķ tveimum fųrum įšur, bęši ķ 2004 og 2005, tį broytingar hava veriš ķ lógini, ķ įliti sett fram ynski um, at landsstżrismašurin ķ almanna- og heilsumįlum  kannaši, um Samhaldsfasti Arbeišsmarknašareftirlųnargrunnurin er ķ samsvari viš meginreglu Noršurlandarįšsins, at beina burtur foršingar hjį noršbśgvum, iš bśseta seg hvųr hjį ųšrum. Trivnašarnevndin hevur enn ikki fingiš svar.

 

Ķ munnligum fyrispurningi frį Kįra P. Hųjgaard til landsstżrismannin ķ fķggjarmįlum, Bįrš Nielsen, var hesin ivi enn einaferš reistur. Landsstżrismašurin gav spyrjaranum rętt ķ, at taš kundi ikki avvķsast, at vantandi samsvar var millum lógina um arbeišsmarknašareftirlųnargrunn og ”nordisk konvention om social sikring”.

 

Eins og Trivnašarnevndin er ivasom og ynskir svar frį landsstżrismanninum, metir  Fķggjarnevndin ķ įliti 28. november 2006, taš vera sera óheppiš, um lógin ikki uppfyllir ”nordisk konvention om social sikring”. Hetta serliga, tį śtgjaldiš er įleiš ein fjóršing og tķ gerst ein tżšandi partur av tķ almennu pensjónsskipanini. Nevndin heldur, at śtgjaldiš įtti at komiš undir somu reglur sum fólkapensjónin, iš gjųgnum skipanina viš brųkpensjón lżkur treytirnar ķ ”nordisk konvention om social sikring”.

 

Ķ Fķggjarnevndini hevur landsstżrismašurin greitt nevndini frį, at hann ętlar at fįa hetta vantandi samvar viš skipanina og noršurlendskar reglur ķ ręttlag ķ sambandi viš arbeišiš viš einum pensjónsreformi.  Eisini Magni Laksįfoss, iš tók viš eftir Bįrš Nielsen sum landsstżrismašur ķ fķggjarmįlum, tók undir viš hesum sjónarmiši, at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag.

Stżrisskipanin sigur greitt, at altjóša įsetingar skulu haldast, og tķ mį landsstżrismašurin fįa hesi višurskifti ķ ręttlag skjótast gjųrligt. Ķ § 55 ķ Stżrisskipan Fųroya stendur: Lųgtingslóg ella partur av lųgtingslóg hevur ikki gildi um

a)      hon gongur móti millumtjóšasįttmįla, heimastżriš hevur gjųrt viš onnur lond

b)      hon gongur móti millumtjóšasįttmįla, Danmark hevur gjųrt viš onnur lond og sum eisini fevnir um Fųroyar.

 

Uppskotiš byggir į tingmįl nr. 142/2007, og veršur vķst til višgeršina av tķ.

1. višgerš 22. august 2008. Mįliš beint ķ Trivnašarnevndina, sum tann 11. februar 2009 legši fram soljóšandi

Įlit

 

Sjįlvstżrisflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 8. august 2008, og eftir 1. višgerš 22. august 2008 er taš beint Trivnašarnevndini.

 

Mįliš hevur tvęr feršir fingiš longda freist frį formanninum, fyrru ferš var viš skrivi, dagfest 22. september 2009, tį varš freistin longd til 13. oktober 2008, og seinnu ferš var viš skrivi, dagfest 15. desember 2008, tį varš freistin longd til 23. januar 2009.

 

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum 2. og 8. september, 10. oktober, 5. november, 1. og 15. desember 2008, 27. januar og 10. februar 2009.

 

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš Sigurd Poulsen, formann fyri Arbeišsmaknašareftirlųnargrunnin, og Jóannes Eidesgaard, landsstżrismann ķ fķggjarmįlum.

 

Formašurin fyri Arbeišsmaknašareftirlųnargrunninum greiddi frį, at grunnurin hevši sent eina įheitan į Fķggjarmįlrįšiš um at broyta lógina soleišis, at grunnurin lżkur noršurlenskar avtalur. Viš įheitanini hevši grunnurin sent eitt uppskot til lógarbroyting hesum višvķkjandi.

 

Landsstżrismašurin ķ fķggjarmįlum hevur viš skrivi, dagfest 30. januar 2009, greitt nevndini frį, at Fķggjarmįlarįšiš hevur móttikiš įheitan frį grunninum og at lógaruppskotiš veršur lagt fyri tingiš ķ hesi tingsetuni.

 

Undir višgeršini hevur nevndin bżtt seg ķ ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jįkup Mikkelsen, Andrias Petersen, Jaspur Vang og Helgi Abrahamsen) vķsir til, at tį landsstżrismašurin hevur bošaš frį, at hann ķ hesi tingsetuni fer at leggja fyri tingiš uppskot til lógarbroyting, sum loysir tann trupulleika, sum verandi uppskot vķsir į, heldur meirilutin ikki, at grundarlag er fyri uppskotinum.

 

Meirilutin tekur tķ ikki undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Tórbjųrn Jacobsen og Bergtóra Hųgnadóttir Joensen) tekur undir viš mįlinum. Mįliš er lagt fram 8. august 2008 og ķ trķggjar mįnašir hevur taš ikki eyšnast nevndini at fįa svar frį landsstżrismanninum ķ fķggjarmįlum um landsstżrisins stųšu til mįliš, tó at taš nś fręttist, at landsstżriš ętlar at leggja uppskot frį grunninum sjįlvum fyri tingiš ķ nęstum. Minnilutin er ikki kunnašur um uppskotiš, men tekur ķ prinsippinum undir viš uppskotsstillarunum og męlir Lųgtinginum til at taka undir viš uppskotinum.

 

2. višgerš 24. februar 2009. Uppskot til samtyktar fall 14-0-15. Mįliš avgreitt.