4 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Værgemålsloven"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008, 5. august, løgdu Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi 

Uppskot 

til 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Værgemålsloven” 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven”. 

Viðmerkingar

Galdandi lóg um verju av ómyndugum er frá 1922 um enn við seinni broytingum; seinast er lógin broytt at fáa í lag felags foreldramyndugleika fyri ógift foreldur.

 

Helsti vansin við verandi lóg er tann óliðiliga skipan, ið er fyri sálarsjúk og onnur veik; tey kunnu antin ómynduggerast ella lágverjast, men tá bert um tey sjálvi vilja.

 

Rættast er eyðvitað at orða lóg út frá føroyskum fortreytum. Kortini man vera best at byrja við at seta galdandi donsku lóg í gildi og síðani taka upp til viðgerðar yvirtøku av málsøkinum og at smíða hóskandi føroyska lóg.

 

Høvuðsfyrimunir við donsku lógini eru:

 

Í mun til donsku lógina er Ríkisumboðið ásett at vera fyrisitingarligur myndugleiki.

 

Skotið er upp, at løgmálaráðharrin í kunngerð ásetir, nær fyriskipanin kemur í gildi. Orsøkin til hetta er, at í sambandi við gildisseting av værgemålsloven er neyðugt at broyta eini 15 - 20 aðrar ríkislógir, sum eru galdandi í Føroyum.

 

Neyðugt er eisini við broyting í tinglýsingarlógini, og uppskot um hetta verður lagt fram saman við hesum ríkislógartilmælinum.

Skjøl:
Skjal 1:
Anordning om ikrafttræden for Færøerne af værgemålsloven
Skjal 2: Forslag til værgemålslov (lovforslag nr. L 191)  

1. viðgerð 14. august 2008. Málið beint í Rættarnevndina, sum tann 21. oktober 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 5. august 2008, og eftir 1. viðgerð tann 14. august 2008 er tað beint Rættarnevndini.

 

Nevndin hevur tvær ferðir biðið um og fingið longt freistina til at lata Løgtinginum álit í málinum, seinast fram til 29. oktober 2008.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8. og 20. oktober 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Landsstýrismaðurin upplýsti, at bæði Innlendismálaráðið og viðkomandi danskir myndugleikar leingi hava arbeitt við at fyrireika hetta mál. Orsøkin til, at tað hevur tikið so langa tíð, er stóra mongdin av fylgibroytingum, sum skulu gerast í bæði løgtingslógum og ríkislógum, áðrenn “værgemålsloven” kann verða sett í gildi. Sambært landsstýrismanninum eru hesar 55 í tali.

 

Landsstýrismaðurin vónar, at tað ber til at leggja uppskot til kongliga fyriskipan fyri Løgtingið í november, har uppskot til allar neyðugar fylgilógarbroytingar eru við. Hinvegin ber neyvan til at seta hetta í gildi fyrr enn á ólavsøku 2009, av tí at neyðuga fyrireikingin av umsitingini, sum skal verða hjá Ríkisumboðnum, ikki væntast at verða liðug fyrr enn tá.

 

Nevndin er samd um, at átrokandi tørvur er á at dagføra lóggávuna á hesum øki. Hóast nevndin sostatt fult og heilt tekur undir við ”værgemålsloven”, so er nevndin av teirri fatan, at tað er

ikki rætt at samtykkja eitt uppskot, sum ikki er greitt at seta í gildi beinanvegin ella til ein nærri

ásettan dag. Nevndin væntar eisini, at landsstýriskvinnan leggur nógv fyri til tess at kunna leggja øll uppskotini til tingsins viðgerð í komandi mánaði.

 

Nevndin tekur tí ikki undir við málinum, og við hesum viðmerkingum mælir nevndin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 4. november 2008. Uppskotið fall 4-4-22. Málið avgreitt.