3 Uppskot til  løgtingslóg um rættarskipanarnevnd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð  (Orðaskifti)

Ár 2008, 5. august, løgdu Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi vegna Sjálvstýrisflokkin fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um rættarskipanarnevnd

 

§ 1. Sett verður rættarskipanarnevnd at gera uppskot til grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar. Rættarskipanarnevndin tekur við arbeiðinum hjá nevndunum, ið higartil hava arbeitt við føroyskari grundlóg og stjórnarskipan.
Stk. 2. Rættarskipanarnevndin skal lata landsstýrinum álit og uppskot til rættarskipan í seinasta lagi 31. august 2009. Tilmæli nevndarinnar skal fevna um bæði dagført uppskot um rættargangslóg (lov for Færøerne om rettens pleje) og um ætlan fyri yvirtøku av málsøkinum og stovnan av føroyskum dómstólum.

 

§ 2. Í rættarskipanarnevndini sita:

1)      Tvey umboð fyri hvønn flokk á tingi við fýra tingmonnum ella fleiri. Eitt umboð fyri hvønn av smærru flokkunum á tingi. Landsstýrismenn fara av tí býti, flokkarnir fáa tillutað.

2)      Tveir landsstýrismenn, harav annar skal varða av lógamálum, hin av uttanlandsmálum.

3)      Fýra fólk við samfelagsvísindaligari útbúgving.

Stk. 2. Limirnir verða valdir á henda hátt:

1)      Flokkarnir á tingi velja limirnar at umboða flokkarnar, hesir skulu vera løgtingsmenn.

2)      Landsstýrismenninir eru limir embætisins vegna.

3)      Løgmaður velur formannin. Formaðurin velur næstformannin og umboðini við hægri samfelagsvísindaligum útbúgvingum.

Stk.3. Henda broytingar á tingi ella í landsstýri, fara limir úr nevndini ella verða valdir í hana samsvarandi. Flokkar við eittans umboði í nevndini kunnu velja varamann á tingi sum varalim.

 

§ 3. Landsstýrismaðurin veitir nevndini skrivstovuhjálp, ið skipast skal sum tænastuavtala við Fróðskaparsetrið ella annan granskingarstovn.
Stk. 2. Nevndin útgreinar arbeiðssetningin eftir tilmæli frá formanninum. Nevndin kann umframt taka upp evni eftir egnari meting, eins og allir limir eiga rætt at fáa sína hugsan við í álit og frágreiðingar hjá nevndini.
Stk. 3. Er helmingurin av limunum møttur á fundi, kann nevndin taka støðu. Skal nevndin atkvøða um støðu sína, ræður vanligur meiriluti. Stendur á jøvnum, ræður formaðurin.

 

§ 4. Meðan nevndin arbeiðir, skipar hon fyri at kunna og hoyra føroyska fólkið.
Stk. 2. At tryggja innlit og ávirkan fólksins skal nevndin lata landsstýrinum fyribils álit og uppskot til dagførda rættargangslóg. Nevndin skipar síðani fyri hoyringum, har fólk og áhugabólkar fáa høvi at ummæla arbeiðið hjá rættarskipanarnevndini. Rættarskipanarnevndin skipar somuleiðis fyri evnisfundum um innihaldsligar partar av uppskotinum.

 

§ 5. Landskassin rindar eftir játtan kostnaðin av nevndararbeiðinum og øðrum tiltøkum eftir hesi løgtingslóg.
Stk. 2. Landsstýrismaður ásetir í reglugerð nærri um samsýning.

 

§ 6. Løgtingslógin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar

Uppskotið hevur sína fyrimynd í løgtingslóg nr. 10 frá 11. februar 1999 um grundlógarnevnd.

 

Eftir § 1, stk. 4 í teirri lógini skuldi nevndin “harumframt gera uppskot til eina føroyska rættarskipan.” Hetta arbeiðið varð gjørt partvíst sum skrivstovuarbeiði, ið nevndarskrivari og parttíðarsett gjørdu at ritstjórna og dagføra rættargangslógina, partvíst var undirnevnd sett at gera tilmæli, partvíst vóru orðaðar ásetingar í uppskotinum um stjórnarskipan. 

 

Víst verður annars til tingmálini 66/1998, 60/2002 og 136/2007.

 

Føroyar eru land, hvørs stjórnarskipan hevur uppruna í fólksins undirtøku og søgu. Í sjálvstýris­tilgongd okkara er eydnast at endurreisa Løgtingið, yvirtaka mong málsøki, samtykkja lógir og skipa fyrisiting og venju.

 

Men enn er sera týðandi táttur ikki á føroyskum hondum: Rættarskipanin. Hetta er helst fyri stóran part av gloymsku ella misgávum, tí søguliga høvdu føroyingar egna rættarskipan, so seint sum undir krígnum virkaði føroysk rættarskipan, á búnaðarøkinum er skipanin við landbúnaðarstevnum mest sum føroysk serrættarskipan (við kærurætti til hægstarætt), á fyrisitingarliga økinum fer fram roynd í kærunevndum og hjá Løgtingsins umboðsmanni, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skipað fastan gerðarrætt, umframt at føroyskir dómarar og fulltrúar í Føroya rætti hava dømt á føroyskum í meira enn  mansaldur.

 

Tó at stýrisskipanarlógin sigur rættarskipan vera part av valdsbýtinum, er bert hendinga dømi at finna um dóm, ið skákar vald tingsins ella landsstýrisins og verjir og lýsir valdsbýti, rættindi og siðvenju. Skuldu týðandi dómar verið sagdir, eru teir ikki lættir at finna, tí síðani Bjørk, sorin­skrivari, í 1950’árunum royndi seg, er onki føroyskt dómsavn givið út.

 

Tørvurin á føroyskari rættarskipan verður alsamt størri, jú fleiri málsøki verða yvirtikin og jú fleiri lógir, lógarviðmerkingar og tingviðgerðir bert eru á føroyskum máli.

 

Serliga landsrætturin er í dag í sera truplari støðu, trý fólk, ofta komin nakað til árs, skulu seta seg inn í samfelagsligar fortreytir, søgu, tingviðgerðir, alment kjak, myndugleikabygnað, lógir og viðmerkingar í landi á máli, sum tey ikki skilja, hvørki málsliga ella sum høpi.

 

Fyri vanliga føroyingin er støðan trupul at skula greiða frá støðum, orðum og fatanum, ið søgd og upplivað eru, á føroyskum á fremmandum máli. Fyri fyrisitingina og málspartar er sera dýrt at umseta skjalatilfar í rættarmálum til danskt. Eisini hevur hetta ofta sera drúgva og trupla málsviðgerð við sær.

 

Fyri valsdbýtið í landinum, ið eftir stýrisskipanarlógini eisini er ásett at vera skákan millum lóggevandi og dømandi vald og útinnandi og dømandi vald, er fullkomiliga óhóskandi, at eitt av vøldunum virkar á øðrum máli og uttan at vera partur av sama samfelagsliga høpi.

 

Fyri royndirnar at tryggja Føroyum dugnalig fakfólk er eisini óheppið, at størv ikki eru til teirra fremstu og vísastu lógkønu. Nevnast kann tann mikli dómari Daniel Nolsøe, ið virkaði sum dómari bæði í Kjøbinhavn og í báðum landsrættunum donsku og umboðaði Føroyar á havrættarráðstevnum; honum stóð ongantíð í boði at døma í føroyskum málum, og fekk hann tí heldur ongantíð høvi at leggja parttíðar gransking og undirvísing eftir seg í Føroyum. Slík samrennan av at døma og granska er sera vanlig aðrastaðni, og sera týðandi er, at innlendis lógkøn hava starvið sum kærudómari (landsdómari) at síggja fram til sum løn fyri avrik á løgfrøðiliga økinum.

 

Tíbetur er avrátt ríkisins og landsins millum, at rættarskipan kann yvirtakast, eisini at stovna egnar dómstólar í fyrstu atløgu og kærurætt. Lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka ásetir, at “Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar,” er málsøki at yvirtaka, og at “Dómstólar, sum føroyskir myndugleikar seta á stovn, hava dómsvaldið á øllum málum og málsøkjum í Føroyum.”

 

Vit eiga at taka av hesi avbjóðing sum skjótast.

 

Tá ið arbeiðið partvíst er gjørt, og savn er tøkt hjá grundlógar/ stjórnarskipanarnevndini, og Fróðskaparsetrið er klárt at fara undir gransking í lógkunnleika, ræður um at fara undir fyrireikingarnar alt fyri eitt.

 

Fíggjarligar avleiðingar

Kostnaðurin verður mettur til kr. 500.000 í 2008 og kr. 1.250.000 í 2009.

 

Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Fyrra stykki ásetir, at nevnd skal setast, og at hon tekur við arbeiði og øllum savni og tilfari hjá undanfarnu nevndunum. Partur av hesum tilfari er í løtuni í varðveitslu á Løgmansskrivstovuni og verður við hesum latið nevndini og skrivstovu hennara á Fróðskaparsetrinum.

 

Seinna stykki ásetir, at galdandi lóg, ið er sera fløkt samansett av donsku lógini og mongum frávíkum og broytingum, skal samanskrivast og orðast sum eitt ella fleiri ríkislógartilmæli um serliga lóg fyri Føroyar um rættargang. Henda ella hesar skulu leggja upp fyri, at føroyskir dómstólar verða stovnaðir, og at hægstirættur áhaldandi verður felags nakað enn.

 

Eisini skal nevndin gera ætlan fyri yvirtøkuna.

 

Freistin verður mett ivaleys, tí arbeiðið er fyri part gjørt og er sera týðandi og átrokandi.

 

Til § 2

Hvør størri flokkur fær tvey umboð, smærri eittans – tilsamans 10 politisk umboð. Av teimum verða tveir landsstýrismenn.

 

Umframt skulu fýra fakfólk vera. Formaðurin verður helst biðin aftur úr stjórnarskipanararbeiðnum, umframt onnur teirra, ið longu eru inni í málinum.

 

Til § 3

Skrivstova má skipast, og verður hon eyðvitað best skipað á Fróðskaparsetrinum, eins og júst undanfarna stjórnarskipanarnevnd var.

 

Til § 4

Kunningararbeiði skal til, eins og vit kenna tað frá stjórnarskipanararbeiðnum higartil.

 

Ávegis álitið skal fevna um alment kunnandi part at vera grund undir eitt nú aðalorðaskifti á tingi og almennari umrøðu. Men serliga skal ávegis álitið innihalda (í øllum førum ávegis) tilmæli um dagførda dansktmælta rættargangslóg, møguliga skift sundur í fleiri lógir eins og gjørt er í Noregi.

 

Á henda hátt verður í øllum førum gjørt tøkniligt dagføringararbeiðið av rættargangslógini, ið eisini hægstirættur hevur eftirlýst. Á henda hátt liggur nakað eftir nevndini, tó at endaliga tilmælið um møguliga yvirtøku ikki verður fylgt ella ikki verður fylgt í hesum valskeiði.

 

Til § 5

Landið rindar kostnaðin, ið verður mettur til kr. 500.000 í 2008 og kr. 1.250.000 í 2009.

1. viðgerð 14. august 2008. Málið beint í Rættarnevndina, sum tann 22. oktober 2008 legði fram soljóðandi

Álit

 

Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt málið fram tann 5. august 2008, og eftir 1. viðgerð tann 14. august 2008 er tað beint Rættarnevndini.

 

Nevndin hevur tvær ferðir biðið um og fingið longt freistina til at lata Løgtinginum álit í málinum, seinast fram til 29. oktober 2008.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 8., 20. og 22. oktober 2008.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Jóan Paula Joensen, fyrrverandi formann í stjórnarskipanarnevndini, Henrik Møller, fyrisitandi sorinskrivara, umframt við landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Ein meiriluti í nevndini (Alfred Olsen, Gerhard Lognberg, Mikkjal Sørensen, Poul Michelsen og Anfinn Kallsberg) vísir á, at arbeiðið at lýsa eina føroyska rættarskipan upprunaliga var partur av stjórnarlógararbeiðnum, men at arbeiðið varð steðgað fyri at meira av orku kundi leggjast í sjálvt stjórnarlógararbeiðið. Undir nevndarviðgerðini hevur nevndin fingið at vita, at hetta varð gjørt, bæði vegna avmarkaða fíggjar- og arbeiðsorku, og tí at mett varð, at stjórnarskipanararbeiðið skuldi hava 1. prioritet, og at rættarskipanin tískil kom í næstu røð, uttan at hetta tó skuldi merkja, at tað ikki er skilagott at seta eina rættarskipanarnevnd til at gera uppskot til eina rættargangslóg fyri Føroyar. Eitt annað atlit, ið hevur týdning, er, at arbeiðið í rættarskipanarnevndini hervið kann byggja á tað grundarlagið, ið verður lagt við stjórnarskipanarlógini.

 

Somuleiðis fekk nevndin at vita, at vit hava eina rættargangslóg fyri Føroyar, sum virkar væl, og um hendan bert bleiv regluliga dagførd, so høvdu vit eina rættargangslóg, ið var á sama støði sum okkara grannalond.

 

Samgongan hevur sett sær fyri, at farast skal undir arbeiðið við stjórnarskipanini og hevur sett í samgonguskjalið, at “arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram í grein 25 nevnd, umboðandi allar flokkar á tingi”.

 

Meirilutin heldur tí, at tað er meira átrokandi at fara undir at gera stjórnarlógararbeiðið liðugt, ið hevur verið ávegis í 10 ár, og tekur meirilutin undir við orðingini í samgonguskjalinum um, at “arbeiðið við stjórnarskipanini heldur fram í grein 25 nevnd, umboðandi allar flokkar á tingi”.

 

Við hesum viðmerkingunum tekur meirilutin ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini  (Heini O. Heinesen og Bjørt Samuelsen) taka fult undir við uppskotinum at seta eina rættarskipanarnevnd at gera uppskot til grundleggjandi rættargangslóg fyri Føroyar.

 

Tað er stórur tørvur á at fáa gjørt eitt uppskot til eina føroyska rættarskipan. Sum sæst av viðmerkingunum til lógaruppskotið, eru fleiri vansar við verandi rættarskipan, og alneyðugt er at fáa lýst, hvussu rættarskipanin í Føroyum kann verða styrkt, og hvat fyrireikandi arbeiði skal til fyri at kunna taka fulla ábyrgd av einari føroyskari rættarskipan.

 

At gera uppskot til føroyska rættarskipan var upprunaliga partur av setninginum hjá Grundlógarnevndini, men datt hesin partur av setninginum burtur.

 

Skilagott er, at knýta arbeiðið við stjórnarskipanarlógini (føroysku grundlógini) saman við arbeiðinum við rættargangslógini. Rættarskipanarnevndin eigur tí at hava tætt samskifti og samstarv við ta § 25-nevnd, sum vónandi í næstum verður sett at gera fyrireikandi arbeiði at fáa uppskotið til stjórnarskipan út til fólkaatkvøðu. Í løtuni valdar óvissa um, nær § 25-nevndin verður sett, og hvør arbeiðssetningurin verður – einki uppskot til at seta hesa nevnd er enn komið í Løgtingið.

 

Arbeiðið at gera uppskot til føroyska rættarskipan hevur longu bíðað í alt ov mong ár. Eingin orsøk er at drála við at seta hetta arbeiðið í gongd, og tí eigur rættarskipanarnevndin at verða sett sum skjótast.

 

Minnilutin vísir til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 3/2008 um uppskot til løgtingslóg um rættarskipanarnevnd, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 4. november 2008. Uppskotið fall 13-0-18. Málið avgreitt.