S-29 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi fiskivinnu- og sjóvinnuútbugving 

Ár 2009, týsdagin 24. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Nú fiskivinnuskúli verður handaður, metir landsstýrismaðurin, at tíðin er komin at játta skúlavirkseminum munandi hægri upphædd og flyta aðrar sjóvinnuútbúgvingar í henda skúlan?
  2. Nú menningin á Fróðskaparsetrinum steðgar, fer eisini menningin av fjarlestri at steðga?
  3. Hvussu gongur at skipa nýggjar útbúgvingar á hægri stigi so sum útbúgving innan seafood-management?
  4. Hvussu gongur at menna Vinnuháskúlan at skipa útbúgvingar á bachelor-stigi?
  5. Hvussu gongur at seta nevnd at kanna møguleikar at leggja saman maritimar útbúgvingar, serliga:
    1. Er nevnd sett – og hvør situr í henni?
    2. Hvør er arbeiðssetningur ella ætlaður arbeiðssetningur?
    3. Hvørji tilmæli ella ávegis tilmæli eru latin?
    4. Hvørjar útbúgvingar verður hugsað um?
    5. Hvørji støð verður hugsað um?

 

Viðmerkingar

Fastalávintsmánadag verður fiskivunnuskúlin í Vestmanna handaður. Hesin stásiligi bygningur kann gerast prýðiligur karmur um miðvísa gransking og undirvísing, lagað til høvuðsvinnu okkara.

 

Men tá ið kransakøkur eru komnar niðurum, og Martin Joensen skald hevur sungið “at tú eigur dagin og ljósið,” standa vit við spurninginum, antin hesin skúli bert eigur nátt og niðu; tí skúlastjórin hevur boðað frá, at ikki bert eru smá útlit at menna skúlan sum mentanarstovn – ráð eru ikki so frægt sum til at seta skúlavørð at halda og verja sjálvan bygningin.

 

Í samgonguskjalinum stendur:

“Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini vera fyri fjarlestri.

Nýggjar útbúgvingar verða skipaðar á hægri stigi so sum útbúgving innan seafood-management.

Vinnuháskúlin verður mentur til eisini at kunna skipa útbúgvingar á bachelor-stigi.

Nevnd verður sett at kanna møguleikarnar fyri at leggja allar maritimar útbúgvingar saman á einum staði.”

 

Nú er greitt, at menningin av Fróðskaparsetrinum ikki skal halda fram. Samgonguleiðarin í fíggjarnevndini hevur greitt víst á, at Fróðskaparsetrið skal vaksa við smáum dagføringum, eitt nú prís- og lønarhækkan, men ikki mennast í týdninginum gerast reelt størri við betri hølis-, granskingar- og útbúgvingarumstøðum. Landsstýrismaðurin hevur váttað, at so verður, í besta lagi verður eykajáttað, so Setrið stendur í stað.

 

Men enn eru trinnanda lyfti í samgonguskjalinum, ið kunnu haldast.

 

Tí verður spurt um hægri útbúgvingar so sum seafood-management, hvussu gongur at skipa tær, á hvørjum skúla tær skipast skulu, hvør granskingar- og útbúgvingar­framleiðsla er ætlað, og hvør fíggjarkarmur verður skotin upp.

 

Tí verður somuleiðis spurt um at menna Vinnuháskúlan, so skúlað verður á lærdum stigi. Nú kunnu vit fáa ta øvugu fatan, tá ið maskinistútbúgving verður niðurraðfest, og lærarar sagdir úr starvi, men ætlanin má væl framvegis vera at menna útbúgving innan høvuðsvinnuna? Sum tey siga í menningarlæruni: tú skalt skunda tær bert at standa í stað; skulu føroyskir maskinmenn og føroyskir skiparar framvegis vera heimsins bestu – og hava pappír upp á tað – mugu vit sanniliga skunda okkum bert fyri at standa í stað.

 

Tí verður eisini spurt, hvussu gongur at seta nevnd at kanna at leggja saman sjóútbúgvingar. ES-kanningarnevndin sigst megna setning sín eftir trimum mánaðum (um bert hon verður sett). Vónandi er henda sjóútbúgvingarnevnd longu sett og liðug við setning sín. Men um ikki, verður spennandi at frætta, hvat landsstýrismaðurin heldur – hvørjar útbúgvingar skulu samskipast – og hvar?

Á tingfundi 25. februar 2009 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast