S-23 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstżrismann, višvķkjandi samrįšingum viš Noreg um fiskiveiširęttindi  

Įr 2009, tżsdagin 10. februar, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Tórbjųrn Jacobsen, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

1.      Nęr samdust fųroyskir og norskir myndugleikar um, at farast skuldi undir samrįšing, um sķnįmillum veiširęttindi fyri 2009, samsvarandi rammusįttmįlanum frį 7. februar 1979?

 

2.      Nęr vitsti landsstżrismašurin og nęr vitsti samrįšingarleišarin ķ tvķlandasamrįšingini, Noreg og Fųroya ķmillum, į fyrsta sinni um semjuna, sum varš gjųrd um makrelin ķ London hin 31. oktober 2008, har avrįtt varš samsvarandi ANNEX IV, stk. 5: ”In the light of the unilateral quota established by the European Community, the Delegation of the Faroe Islands and the Delegation of Norway declared their intention of establishing corresponding unilaterial quotas”?

 

3.      Er semjan, sum gjųrd var ķ London, konfirmeraš politiskt, og um so er, av hvųrjum, įšrenn hon varš endaliga undirskrivaš?

 

4.      Hvųr hevši formligu įbyrgdina av samrįšingini og avtalunum, sum gjųrdar vóru ķ London 31. oktober 2008, Fiskimįlarįšiš ella Uttanrķkisrįšiš?

 

5.      Hvussu langt var frįlišiš ķ tķš eftir semjuna ķ London, tį iš partarnir fóru undir at samskifta um bżtiš av hesi nżįsettu kvotu av makreli į 35.819 tons, og hvussu mikiš įvegis heldur landsstżrismašurin ķ fiskivinnumįlum, at partarnir vóru komnir eini semju, fyri tvķlandasamrįšingarnar, sum vóru ķ Fųroyum 7.-8. januar 2009?

 

6.      Var taš eitt ultimativt krav frį norsku samrįšingar-sendinevndini, at bżtiš av nżįsettu makrelkvotuni, sorópta noršurkomponentinum, skuldi verša 15:85 til įvikavķst Fųroyar og Noreg, tį iš samrįšingarnar slitnašu ķ Tórshavn 8. januar 2009?

 

7.      Hvat var móttrekkiš hesum višvķkjandi hjį fųroysku samrįšingarnevndini, hvųrjum bżtislykli royndi hon seg viš - afturķmóti?

 

8.      Hevši landsstżrismašurin heitt į Noreg um at fįa nżggjar samrįšingar ķ lag, įšrenn hann baš Uttanlandsnevnd Lųgtingsins um rįšfųrslu hin 28. januar 2009?

 

9.      Kann landsstżrismašurin ķ stuttum siga frį, hvųr nišurstųšan var ķ einum uppriti um stųšu og ętlanir, sum hann hevši latiš Uttanlandsnevndini frammanundan rįšfųrsluni?

 

10.  Samsvarandi geršarbók Uttanlandsnevndarinnar var nżggjur fundur settur um mįliš 29. januar 2009, har nevndin umrųddi stųšuna, og sagt veršur frį, at ein samd nevnd oršaši landsstżrismanninum eitt svar um sķna nišurstųšu. Kann landsstżrismašurin greiša frį innihaldinum ķ hesum svari, og hartil greiša frį, hvussu hann hevur tulkaš svar nevndarinnar?

 

11.  Hevši landsstżrismašurin ķ fiskivinnumįlum frammanundan rįšfųrsluni ķ Uttanlandsnevndini havt mįliš til višgeršar į landsstżrisfundi, og um so er, hvųr var nišurstųša landsstżrisins um, hvussu farast skuldi fram ķ mįlinum, hašani og frameftir?

 

12.  Umhugsaši landsstżrismašurin nakrantķš tann mųguleikan at lyfta samrįšingina upp į eitt politiskt stig fyri at loysa knśtin m.a. į tann hįtt, at makrelurin varš skeklašur burturśr aftur samrįšingunum um botnfiskin?

 

13.  Ķ Degi & Viku frķggjakvųldiš 30. januar er samrųša viš landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum, og sagt veršur ķ innslagnum, at fųroyingar fult og heilt fara at slaka fyri ultimativa kravinum frį noršmonnum um bżtiš av makrelinum (15:85). Heldur landsstżrismašurin taš vera skilagott, at varpa eina slķka nišurstųšu śt til almenningin, og harviš til hin samrįšingarpartin, at man frį fųroyskari sķšu longu hevur slakaš, 4 dagar fyri samrįšingina ķ Keypmannahavn?

 

14.  Hevur landsstżrismašurin ella fųroyska samrįšingarnevndin frammanundan fundinum ķ Keypmannahavn 3. februar 2009 bošaš norsku samrįšingarnevndini frį, at fųroyingar  nś hųvdu lagt seg undir norska ultimativa kraviš um bżtiš av nżįsettu makrelkvotuni (15:85), og var hetta gjųrt munnliga ella skrivliga. Og tį iš taš stendur skrivaš ķ tķšindaskrivinum hjį Fiskimįlarįšnum: ”Undan samrįšingunum hesaferš hųvdu partarnir samskift um hetta mįliš……..”, hvat varš tį samskift um, tį iš Fiskimįlarįšiš sambęrt egnari heimasķšu einki annaš hevur gjųrt enn kķkaš norsku kravbošunum, og skal hendan śtsųgnin hartil skiljast soleišis, at taš ikki var samskift um mįliš fyri samrįšingarnar 7. - 8. januar 2009?

 

15.  Hevur landsstżrismašurin gjųrt sęr nakra nišurstųšu frį rįšfųrslufundunum ķ Uttanlandsnevndini um, hvat nevndin helt, at bżtiš skuldi verša av hesi nżįsettu kvotu landanna millum?

 

16.  Nś landsstżrismašurin, viš viljaš, hevur latiš seg binda nišur ķ makrelamįlinum, og harviš hevur lagt ein leist fyri bżtinum frameftir, so hevur hann tó, samsvarandi Sosialinum, mannaš seg so fręgt upp av nżggjum, įšrenn blekkiš į avtaluni er tornaš, at hann sambęrt blašnum ętlar at skelda noršmenn nęstu trķggjar mįnaširnar hesum višvķkjandi. Hvat er bżtiš, sum hann ętlar at skelda seg fram til?

 

17.  Vanlig fatan millum manna, og ķ politisku skipanini, man vera, at einki annaš bżtiš enn helvtarbżti var rķmiligt, tį iš tvey lond skuldu gera sįtt um bżtiš av eini heilt nżggjari kvotu, sum als einki hevur viš gamla strandalandabżtiš av makreli at gera yvirhųvur. Nś fingu Fųroyar bert 5.310 tons. Helvtarbżtiš hevši giviš Fųroyum 17.909,5 tons. Kann landsstżrismašurin upplżsa, hvussu stórt avreišingarvirši er fariš fyri skeytiš ķ samrįšingunum, viš hesi manko į 12.599,5 tons, viš mešalprķsunum ķ avreišing į makreli seinastu 5 įrini?

 

18.  Heldur landsstżrismašurin, at ein serligur samrįšingarstovnur įtti at veriš skipašur, viš skikkašum fólki, til at tikiš sęr av ųllum samrįšingum um tilfeingisręttindi ķ sķnįmillum og fleirtjóša avtalum viš onnur lond?

 

Višmerkingar:

Fųroyskir fjųlmišlar eru eitt studium verdir. Undirbrotligheitin mótvegis makthavarunum er markleys. Eftir at landsstżrismašurin ķ fiskivinnumįlum hevur mist į stokkinum ķ samrįšing ķmillum Noreg og Fųroyar um sķnįmillum veiširęttindi fyri 2009, serliga višvķkjandi eini nżįsettari makrelkvotu, skrivar Sosialurin ķ kvųld (04.02.09): ”Vestergaard skeldar noršmenn.” Ķ ųšrum londum hevši hųvušsbordin į forsķšuni ljóšaš: ”Fiskarķministarin sųplaši hundraštals milliónir burtur ķ fiskiveišisamrįšingum.”, ella: ”Landsstżrismašur fremur landsskašiligt virksemi.” Taš er tann višvenda verš, vit liva ķ. Sjįlvt hųvušsvinnan veršur ikki višgjųrd ķ ųšrum enn mikrofonhaldarahųpi. Hendan stųšan stendir bara viš og versnar til miklan skaša fyri samfelagiš og tess framtķš.

 

Aftur til kjarnuna ķ mįlinum. Śtgangsstųšiš og strategiin ķ ųllum samrįšingum um tilfeingisręttindi mį vera framsókn og royndin at vinna tjóšini, samfelagnum og vinnuni so fręg lunnindi sum yvirhųvur gjųrligt.

 

Samrįšingarnar viš Noreg hesaferš gjųrdust merktar av, at ein semja varš gjųrd ķ London 31. oktober 2008 um, at Noreg og Fųroyar ķ felag skuldu gera ein mótleik mótvegis ”autonomu” makrelkvotuni, sum ES-londini hava įsett sęr sjįlvum ķ Biscaya vķkini uttan fyri strandalandaavtaluna millum teir trķggjar partarnar. Fųroyingar hava leingi veriš ónųgdir viš gamla strandalandabżtiš, serliga eftir at makrelurin hevur tikiš upp eitt heilt nżtt feršingarmynstur ķ Noršurhųvum. Hetta sęst eitt nś aftur ķ stóru fiskiveišuni, sum ķslendingar hava rikiš ķ ķslendskum sjógvi eftir makreli hesi seinastu įrini. Tį iš teir um 1-2 įr fara at halda seg hava veitt nóg mikiš til egin sųguligu ręttindi, gerast teir helst partur av strandalandaavtaluni um makrelin, og tį koma fųroyingar aftur undir trżst, og kunnu tį rokna viš, at hini strandalondini fara at krevja, at vit slaka ķ nśverandi bżtislykli, sum vit frammanundan halda vera skeiklašan ķ alt ov stóran mun okkum til ófyrimunar.

 

Taš tykist sum, at tann av noršmonnum ętlaša samrįšing um bżtiš av noršurkomponentinum kom óvart į fųroysku samrįšingarnevndina ķ Tórshavn 7. – 8. januar 2009, góšar tveir mįnašir eftir at avtalan var gjųrd ķ London. Um misskiljingar ķ ella millum fųroysku rįšini eru atvoldin, ella dųlskniš er orsųkin til, at mįliš ikki er tikiš upp einsęris fyri hesar samrįšingar, veit bara landsstżrismašurin og hansara liš av samrįšingarfólki. Norska kraviš, um at bżta noršurkomponentin viš sama bżtislykli, sum nżttur veršur ķ gomlu strandalandaavtaluni, er ķ hvussu er hvųrki sakligt, logiskt ella rationelt skilagott. Hetta er ein ”autonomt” sett kvota, sum als einki hevur viš strandalandaavtaluna at gera, og skuldi taš tķ veriš ręttiliga sjįlvsagt og rķmiligt at śtgangsstųšiš fyri bżtinum var helvtarbżti.

 

At flakatrolararnir gjųrdust gķslar ķ mįlinum, er ein sųga, ein mżta, sum einki hevur viš hetta bżtiš av makrelinum at gera. Teir byrjašu tśr ķ eini roll-over skipan, sum stešgaši tį iš samrįšingarnar ķ Havn slitnašu. Hevši ein loysn veriš funnin į tķ mįlinum fyri samrįšingarnar, hųvdu eingir potensiellir gķslar veriš, og rammuavtalan frį 79 hevši tį veriš einsamalla grundarlagiš undir samrįšingini um sķnįmillum ręttindi - Noreg og Fųroya millum. Og sjįlvt tį iš gķslar so óhóskiliga verša tiknir, sum flakatrolararnir ķ hesum fųrinum, so eiga langtķšar nationalu įhugamįlini altķš at sigra ķ samrįšingargongdini. Eitt so primitivt trżst sum taš, iš noršmenn vartašu upp viš ķ hesum fųrinum, eigur taš undir ongum umstųšum at verša slakaš fyri. Til taš er framtķšar kostnašurin alt og dżrur og stórur.

 

Nś er slakaš og skrivaš undir. Fiskimįlarįšharrin hevur tikiš sakina ķ egnar hendur, hvųr iš hevur stjórnaš honum, kann bara gitast um, og taš kennist undarligt, at hann er vikin so langt frį tķ, sum tey allar flestu hildu vera eitt rķmiligt bżti av hesi nżggju makrelkvotuni ķ Noršurhųvum. Hetta var ķ hvussu er ikki taš śrslitiš, sum ein stórur partur av politisku parlamentarisku  skipanini hevši ętlaš, įšrenn undirskrivaš varš, somikiš haldi eg meg vita.

 

Nś, tį iš taš partvķst hevur eydnast landsstżrismanninum, fyribils ķ hvussu er, at fįa mikrofonhaldararnar ķ fjųlmišlunum at flyta focus frį miseydnašu, fyri ikki at siga skandalųsu, samrįšingini, nś hann alment hóttir viš, at hann fer at skelda noršmenn higani og trķggjar mįnašir fram, fyri at fįa eitt betri bżti um makrelin, hevši taš veriš hugaligt at fingiš at vita, hvųrjum bżti hann mišar eftir, og hvussu langt hann vęntar, at noršmenn fara at toyggja seg, eftir at teir eru voršnir linir ķ kongunum av ųllum tķ fųroyska skeldarķnum. Hetta plagar ikki at vera hin lagaligasti mótstųšuparturin hjį fųroyingum ķ samrįšing, noršmenn vķkja sjįldan frį sķnum nationalu įhugamįlum, serliga tį iš blekkiš er komiš į sįttargerširnar, tķ kunnu śtsagnirnar hjį landsstżrismanninum, eftir at avtalan er undirskrivaš, geva okkum eina įbending um, at noršmenn hava lovaš honum eitthvųrt, sum almenningurin einki veit um at siga enn.

 

Sum stųšan nś stendir, soleišis sum leikfólk skilja hana, hevur fųroyska samrįšingarnevndin sųplaš millum 12 og 13 tśsund tons av makreli burtur ķ eini samrįšing viš Noreg, hetta samsvarar viš eitt fyrstahonds avreišingarvirši į 100-150 milliónir krónur um įriš. Taš skulu góšar grundgevingar til, įšrenn hin meinigi mašurin sęr taš skilagóša ķ hesi avreišing. Įhaldandi sųgan um flakatrolararnar, sum lógu og bķšašu eftir at sleppa ķ norskan sjógv, er ikki haldbar og nóg djśptųkin, mótvegis teimum tjóšarviršum, sum slept eru fyri borš ķ hesi samrįšing viš Noreg.

Į tingfundi 11. februar 2009 varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast