S-21 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi Sandoyartunlinum  

Ár 2009, týsdagin 10. februar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bjørt Samuelsen, løgtingskvinnu, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Ætlar landsstýrið soleiðis, sum staðfest er í samgonguskjalinum, at fara undir at bora Sandoyartunnilin í 2011?

2.      Hvussu sær ítøkiliga ætlanin fyri sandoyartunnilin út?

3.      Fer landsstýriskvinnan at taka av lógina, sum staðfestir, at farast skal undir Sandoyartunnilin 1. november 2009? (Løgtingslóg nr 36/2007)

4.      Ætlar landsstýriskvinnan, at tunnilin skal fíggjast á fíggjarlógini?

5.      Um ja, hvussu stórar upphæddir ætlar landsstýrið at seta av á fíggjarlógini, og yvir hvussu langt áramál?

6.      Um nei, hvussu er ætlanin at fíggja undirsjóvartunnilin?

 

Viðmerkingar:

Í samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni verður lyfti givið sandoyingum um, at farið verður undir at bora undirsjóvartunnilin til Sandoynna í 2011. Sandoyingar hava einaferð áður fingið eitt slíkt greitt lyfti – nevniliga tá Løgtingið 5. desember 2007 samtykti, at farast skuldi undir sandoyartunnilin tann 1. november 2009. Tað er bæði rætt og rímiligt - fyri sandoyingar og fyri Føroya fólk - at fáa staðfest, hvørjar ætlanir sitandi samgonga hevur fyri hesa íløgu, sum verður av teimum allar størstu nakrantíð í føroyska samferðslukervið.

 

Í samgonguskjalinum stendur:

“• Sandoyartunnilin:.... farið verður í gongd í 2011.”

 

Hetta er skrivað í september 2008, tá trongu útlitini fyri búskapin vóru kend. Tá samgongan gevur eitt slíkt lyfti, mugu vit ganga út frá, at ítøkiligar ætlanir eru um at fara undir at bora í hesum valskeiðnum.

 

Í samgonguskjalinum verður sandoyartunnilin nevndur sum ein av fimm teimum tyngstu íløgunum fyri samfelagið. Eingin kann ivast í, at ein raðfesting av undirsjóvartunlinum til Sandoynna kemur at ávirka aðrar raðfestingar á komandi fíggjarlógum. Tí er umráðandi, at Løgtingið fær at vita, hvør ítøkiliga ætlanin hjá landsstýrinum er fyri hesa verkætlan.

 

Fígging av tunlinum

Um fígging stendur í samgonguskjalinum: “Tá liðugt er at gjalda til norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til sandoyartunnilin ...”.

Spyrjarin vil fegin vita júst, hvussu nógv ætlanin er at seta av árliga til tunnilin.

 

Upphæddin á fíggjarlógini til norðoyatunnilin hevur verið 32,5 mió. kr. árliga (burtursæð frá 2009, har seinasta útgjaldið er 42,5 mió. kr.). Útrokningar, sum Vinnumálaráðið hevur latið gera, vísa, at hesar upphæddir ikki røkka at fíggja rentur og avdráttir upp á sandoyartunnilin. Sambært hesum útrokningum, skulu einar 80 milliónir setast av árliga, um tunnilin skal fíggjast yvir 10 ár – tá partvíst fíggjaður úr landskassanum og partvíst við láni. Verða 50 mió. kr. settar av árliga, tekur tað sambært útrokningunum fleiri enn 20 ár at gjalda tunnilin aftur. Skal sandoyartunnilin fíggjast allur sum hann er á fíggjarlógini, meðan hann verður bygdur, so tosa vit um á leið 175 mió. kr. árliga í 4 ár.

 

CHE-samgongan vildi hava sandoyartunnilin inn í ein fíggjarliga forsvarligan leist, so farast kundi undir hesa megnar uppgávu innan eitt rímiligt áramál, uttan at hetta gjørdist ein óforsvarliga tung fíggjarlig uppgáva fyri samfelagið.

 

Raðfestingin hjá samgonguni

Búskaparútlitini eru ikki júst batnað. Fíggjarlógin hevur metstórt hall, samstundis sum samgongan hevur raðfest aðrar tunnilsverkætlanir í hundraðtalsmilliónaklassanum.

 

Tí er ikki nógv, sum bendir á, at fíggjarorka verður at fara undir sandoyartunnilin longu um tvey ár. Kortini er tað hetta, sum samgongan lovar sandoyingum og øðrum við.  

 

Av tí at hetta er íløga, ið fer at hava sera stóra ávirkan á íløguorkuna hjá landinum, er  bæði áhugavert og neyðugt at fáa fram, hvør ætlanin er fyri undirsjóvartunnilin millum Sandoynna og Streymoynna.

 

Á tingfundi 11. februar 2009 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast