S-19 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi munandi broytingum í bygnaðinum hjá løgregluni í Føroyum  

Ár 2009, hósdagin 29. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Karsten Hansen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Hevur Føroya Landfúti ella Danska stjórnin samráðst við ella kunna landstýriskvinnuna/landsstýrið um tær stóru bygnaðarbroytingar hjá føroysku løgregluni sum eru um at verða settar í verk?

2.      Er Landsstýriskvinnan greið yvir, at tann danski “politireformurin”, sum byrjað varð at  seta í verk í  2006, higartil hevur verið eitt satt vónbrot, og hevur millum annað havt við sær, at man nú politiskt hevur gjørt av at steðga arbeiðinum og hevur sagt “ríkispolitiovastan” úr starvi?

3.      Metir Landsstýriskvinnan,  at tað er í lagi, at man í Føroyum heldur áframt við at fremja tær donsku broytingarnar her hjá okkum, tá tað er staðfest, at hvørki danska fólki, starvsfólkið ella politiska skipanin taka undir við teimum? 

4.      Um landsstýriskvinnan ikki kennir til ætlaðu broytingarnar – sum eru reinar sentraliseringar, ætlaðar at fremja í februar-mars 2009 - fer hon so beinanvegin at krevja, at broytingarnar fáa eina politiska viðgerð í Føroyum, áðrenn tær vera framdar?

 

Viðmerkingar

Løgreglan í Føroyum hevur gjøgnum øldir havt sín serstaka bygnað við Føroya Landfúta í Havn og við einum sýslumanni í hvørjari Sýslu. Á summun økjum er Landfútin hægsti myndugleiki, fyrst og fremst í samband við tað (vanliga) løgregluarbeiði, sum rættargangslógin áleggur, meðan sýslumenninir eisini sambært rættargangslógini og sambært øðrum lógum hava hópin av uppgávum vegna Føroya Landstýri, Ríkisumboðið og Sorinskrivaran, og ikki minst Føroya Fólk, viðurskifti sum fútin einki hevur við at gera. Eisini eru  viðurskifti, har fútin og sýslumenninir eru  javnssettir, hvør á sínum øki.

 

Helst fyri at flyta fleiri og fleiri heimildir til Havnar hevur man nú spakuliga driblað soleiðis, at í dag  er eingin sýslumaður í Norðstreymi, eingin í Sandoynni, og í løtuni eingin í Vágum. Arbeiðið hjá hesum trimum verður í dag gjørt út frá Politigarðinum í Havn.

 

Sum eg skilji, so driblar man ikki meira, men er í ferð við at gera restina í einum trekki. Man gerð Tórshavn til eitt øki, og Norðoyggjar, Eysturoy, Streymoy og Vágar til eitt annað løgregluøki, har ovasta, næstovasta og helst triðovasta leiðslan situr á Politigarðinum í Havn og disponerar.

 

Brikkarnir verða fluttir, uttan at nakar varnast, aftaná staðfestir man, at gerandisdagurin ikki er í samsvari við lógaverki. Tá ein tíð er fráliðin, fer man at ilskast inn á politisku skipanina, sum ikki dagførir lógarverkið. 

 

Sum eg skilji, so roynir man at forankra broytingarnar í arbeiðsumhvørvinum, sum skal vera so gott sum gjørligt, men samstundis leggur man ikki upp fyri, hvat tey siga og hugsa, sum skulu inn í hesar nýggju karmar. Tað, sum kanska er mest ørkymlandi, er, at borgarin einki fær at vita, fyrrenn terningarnir eru kastaðir, og man  eins og í Danmark ger eitt stórt afturstig.

 

Tá tvey fólk úr Vágum skulu til átrokandi uppgávur til dømis í Fuglafirði ella Klaksvík ella øvugt, at man skal úr Klaksvík til Vágarnar, so kemur tað sjálvandi at ávirka trygdina og  tænastuna hjá borgaranum.

 

Fyri fólk, sum búgva úti um landið, er tað, sum er við at henda, enn eitt tekin um, at tað verður handlað, uttan at tey verða eftirspurd, at allar týðandi avgerðir skulu takast í Havn.  

 

Eg eri sannførdur um, at um ætlaðu broytingarnar verða settar í verk, so verður tað ikki bíligari, helst øvugt, trygdin verður verri, og borgarin fer at føla seg enn einaferð sum taparin.