S-15 Fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi almennum grunnum  

Ár 2009, týsdagin 20. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Kann løgmaður upplýsa fyri Løgtinginum, hvussu nógvir almennir grunnar finnast ?

2.      Hví standa hesir almennu grunnar ikki á løgtingsfíggjarlógini ?

3.      Hvørjir eru hesir grunnar, og hvussu nógvur tøkur peningur finst í teimum ?

4.      Eru ongar ásetingar ella bindingar, sum krevja lógarbroyting, um hesin peningur sambært fráboðan løgmans skal nýtast til gransking, útbúgving v.  m.

5.      Er innistandandi í ALS- og Samhaldsfasta Eftirlønargrunninum við í samlaðu upphæddini, sum løgmaður metir kann nýtast til nevnda endamál ?

6.      Um ja, fer samgongan at fremja neyðugar lógarbroytingar, fyri at ætlanirnar kunnu gerast veruleiki ?

Viðmerkingar

Fíggjarkreppan byrjaði í USA, og seinastu tíðina hevur hon breitt seg kring allan heimin. Nógv lond eru hart rakt, serliga meint munnu grannar okkara í Íslandi kenna sviðan av, at peningarenslið nærum støðgaði. Ein trupulleiki sigst vera, at fíggingarstovnar eru í eini bíðistøðu, tí vilja teir ikki lána pening sínámillum, og í nógv minni mun enn fyrr lána pening út til kundarnar.

Í Danmark er ein bankabjarging framd, ið Føroyar eisini eru knýttar at. Danski forsætisráðharrin boðaði í nýggjársrøðu síni frá, at annar bjargingarpakkin er í ljósmála og skjótt verður veruleiki.

Meðan heimurin sostatt við ljós og lykt leitar eftir reiðipeningi til tess at forða fyri, at fíggjartørvurin skal útloysa eina búskaparliga kreppu, boðar løgmaður frá, at í Føroyum stendur væl til. Vit hava nóg mikið av peningi, nógvir grunnar finnast, og hesir hava innistandandi áleið 4 til 5 milliardir.

Hetta fráboðaða frambrot løgmans mugu øll sjálvsagt fegnast um, tí tað kann viðvirka til at halda neyðina frá durinum.  

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt eina fíggjarlóg fyri tingið, hendan bleiv samtykt fyri sløkum mánaði síðani, og har stendur einki um, at ogn, innistandandi í almennum grunnum, er 4 til 5 milliardir, heldur einki stendur um inn- og útgjald úr hesum grunnum. Løgtingslimir eiga sjálvsagt at fáa allar upplýsingar í sambandi við fíggjarlógarviðgerðina frá viðkomandi landsstýrismanni.

Alt tað almenna virksemi eigur at avspeglast á fíggjarlógini, ið verður endaliga samtykt av Løgtinginum. Í samtykta fíggjarlógaruppskotinum var ein munandi niðurraðfesting gjørd av gransking, skúla og mentan, í mun til ætlanirnar í framlagda uppskotinum. Tí tykist mær, sum ein ávís fjarstøða er millum útsagnir løgmans og veruleikan, tá hann samgongunnar vegna í nýggjársrøðu síni boðar frá øktum virksemi úr ymiskum grunnum til menning og gransking, aftaná at fíggjarlógin fyri 2009 er samtykt.

Somuleiðis kennist tað ikki sørt ørkymlandi fyri meg sum løgtingslim brádliga at verða kunnaður um, at tað almenna skal hava atgongd til áleið 5 milliardir í ymiskum grunnum, tá tað miðjan desember millum annað varð alneyðugt í ótíð at gera eitt inntriv, ið lokaði dagtilhaldini, og samlað kemur at kosta pensjónistunum 10 milliónir.

Á tingfundi 21. januar 2009 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.