S-11 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstýrismann, viðvíkjandi fiskivinnupolitikki  

Ár 2008, týsdagin 25. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá ávísum tættum í fiskivinnupolitikki landsstýrisins, serliga:
    1. Hvussu gongur við fyrireikingunum at skipa fiskidagabanka?
    2. Hvussu arbeiðið at gera nýggja fiskiveiðiskipan eftir 2018 er skipað?
    3. Hvørt veiðitrýstið væntast lægri, um fíggjarlig og umhvørvislig burðardygd verður vald heldur enn lívfrøðilig?
    4. Hvussu er ætlanin at skipa arbeiðið at halda rekommandasjón ÚNR 3/2008?
    5. Hvussu denturin verður lagdur í samráðingum um svartkjaftin, tá ið landsstýrismaðurin ikki vil lurta eftir fiskifrøðini, hvussu velur hann so ímillum mótstríðandi vinnusjónarmið?
    6. Hvørjar ætlanir eru at loyva skipaðum fiskiskapi eftir hvítingsbróðri?
    7. Hvørjar stovnsmetingar eru gjørdar av gággu og samsvarandi ætlanir at verja hana sum stovnsrøkt ella sum veiðiavmarking av toski?

 

Viðmerkingar

Nú hevur landsfundur Javnaðarfloksins staðfest, at “allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt búskaparligt avkast. Skipað verður fyri, at fult gjøgnumskygni verður við fiskirættindunum soleiðis, at brúksskyldur fylgja við brúksrættinum til fiskatilfeingið. Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Royndarveiða eftir ótroyttum fiskasløgum verður ment.”

 

Hetta hendir stutt eftir, at Javnaðarflokkurin fekk í lag “disciplinersak” mótvegis landsstýrismanninum, tá ið hann veik frá hesi stevnu, ið tykist vera týðandi fyri Javnaðarflokkin fram um stutttíðaratlit til vinnuna.

 

Henda stevna at seta ‘botnfiskin fram um botnlinjuna’ sæst eisini í tilráðing frá Útnorðurráðnum:

“Vestnordisk Råd støtter bæredygtig udnyttelse af alle levende naturressourcer heriblandt

fugle, fisk og pattedyr.

 

Vestnordisk Råd opfordrer derfor Færøernes Landsstyre, Grønlands Landsstyre og

Islands regering til at tage initiativer, som har til formål at styrke koordineringen mellem

de vestnordiske lande med henblik på at fremme aftaler, som sikrer en bæredygtig

udnyttelse af de vestnordiske bestande af fugle, fisk og pattedyr.”

 

Tí verður spurt:

Hvussu gongur við fyrireikingunum at skipa fiskidagabanka? Fortreyt fyri at fáa neyvar datur viðvíkjandi umsetninginum av fiskidøgum og øðrum kvotum er, at tær verða umsettar um eina nøktandi skipan. Eins og uppboðssølan er fortreyt fyri bæði væl virkandi marknaði og eftirliti við teim ymsu ásetingunum í lóg um vinnuligan fiskiskap, so er fiskidagabanki av onkrum slagi fortreyt fyri nóg virknum og nóg skipaðum marknaði við fiskiloyvum.

 

Hvussu arbeiðið at gera nýggja fiskiveiðiskipan eftir 2018 er skipað? Greitt er, at verður drálað við nýggjari skipan, so er hon dømd at miseydnast, sama hvussu góð hon er. Eigarar av fiskidøgum og øðrum umsetiligum loyvum mugu vita fleiri ár undan 2018, hvør nýggja skipanin er, og mugu fáa høvi at tryggja sær rættindi í nýggju skipanini í góðari tíð undan 2018, skulu íløgur og rakstur varðveitast og leggjast til rættis á skilagóðan hátt.

 

Hvørt veiðitrýstið væntast lægri, um fíggjarlig og umhvørvislig burðardygd verður vald heldur enn lívfrøðilig? Semja tykist vera um, at lívfrøðiliga forsvarligt veiðitrýst er at taka so nógv, at stovnurin altíð anir so dánt. Veiðitrýstið á tosk undir Føroyum er í besta føri á lívfrøðiligu eggini; stór veiðiminking skal helst til at varðveita toskin lívfrøðiliga. Men fíggjarliga burðadygg veiða – at veiðan skal geva størstu fíggjarligu úrtøkuna – krevur eftir øllum fakmetingum enn lægri veiðitrýst, tí optimala úrslitið fæst við fáum skipum við javnt góðari úrtøku.

 

Hvussu er ætlanin at skipa rekommandasjón 3/2008? Tilráðingar útnorðurráðsins eru millum frægastu stigtøkur til framburð her á landi. Demokratia er besta dømi um, hvussu hugbirtingar í útnorðurhøpi føra til týðandi menning her á landi. Men sum við Demokratiu, kann í so drúgv tíð ganga frá tilráðing til framda ætlan. Tí má arbeiðið at implementera skipast longu áðrenn, tilráðingin er formliga góðkend á Løgtingi.

 

Hvussu denturin verður lagdur í samráðingum um svartkjaftin, tá ið landsstýrismaðurin ikki vil lurta eftir fiskifrøðini, hvussu velur hann so ímillum mótstríðandi vinnusjónarmið? Landsstýrismaðurin var í útvarpinum um dagarnar í almennum villareið, tí tá ið hann strongdi heiti sítt at gera eftir vinnutilmæli og ikki frøðingatilmæli, visti hann ikki, at vinnan hevur ymisk sjónarmið. Skulu vit hava burðardygga veiðu? Um so lívfrøðiliga, fíggjarliga ella umhvørvisliga? Og hvussu skal býtast? Skulu rættindi seljast ella latast ókeypis? Skulu tey latast fyri tosk, fara til ídnað ella matnað?

 

Hvørjar ætlanir eru at loyva skipaðum fiskiskapi eftir hvítingsbróðri? Á sinni varð givist við veiðu eftir hvítingsbróðri, tí vandi var fyri hjáveiðu, serliga hýsuyngli. Men í Norðsjónum er skipað veiða eftir hvítingsbróðri, tí greitt er, um enn leiðirnar umskarast, so ber sambært ICES til at skilja veiðuna at, um leiðirnar verða rætt valdar. Í øllum førum átti royndarveiða at kunna greitt hesi ivamál.

 

Hvørjar stovnsmetingar eru gjørdar av gággu og samsvarandi ætlanir at verja hana sum stovnsrøkt ella sum veiðiavmarking av toski? Kent er, at gágga er góð sum agn, og fleiri hava mælt til at friða gágguna til tess at verja toskin. Men hvørjar stovnstmetingar eru av gogguni sjálvari, og hvør hevði ávíkavist lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardygg gágguveiða verið?

Á tingfundi 26. november 2008 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 18. februar 2009 svaraði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

Svar:

 

Til a. og b.

Í samgonguskjalinum er staðfest at: “Sett verður skipanarnevnd at orða tilmæli til politiska myndugleikan um ta skipan, sum skal vera galdandi, eftir at øll fiskiloyvi sambært løgtingssamtykt fella aftur til landið í 2018. Nevndin skal eisini viðgera spurningin um útlendska kapitalpartin í vinnuni og spurningin um brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum. Arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi á ólavsøku 2010.”

Hendan samgongan er skipað seinast í september 2008, so nú eru góðir tveir mánaðir gingnir, síðani lagt var frá landi. Hetta kann ikki tulkast sum rúm tíð, tá hugsað verður um spurningar av slíkum stórum slag.

 

Eg skal tó kunna um, at spurningurin um skipanarnevndina leysliga hevur verið viðgjørdur í Fiskimálaráðnum. Mest hevur verið tosað um, hvussu arbeiðið skal skipast, men enn er ongin endalig niðurstøða gjørd. Í einum máli sum hesum er sera týðandi, at stundir vera at viðgera spurningarnar út í æsir og tryggja, at tað tilfar, ið lagt verður úr hondum, svarar spurningunum, sum myndugleikin sóknast eftir. Av somu orsøk er freistin, til at arbeiðið skal vera liðugt, longd umleið hálvt annað ár.

 

Viðgerðin av, hvussu arbeiðið skal skipast heldur fram komandi vikurnar, og mett verður, at fyrireikingin av sjálvari skipanarnevndini er liðug tíðliga í 2009.

 

Viðvíkjandi fiskidagabanka loyvi eg mær at minna á, at samgongan – sambært samgonguskjalinum – ynskir serliga viðgerð av spurningunum innan hugtøkini útlendskan kapitalpart, brúksskyldu og umsetiligheit av fiskidøgum.

 

Til c.

Í innleiðsluni til orðingar um fiskivinnuna í samgonguskjalinum stendur: “Allar tilfeingisvinnur skulu vera lívfrøðiliga, fíggjarliga- og umhvørvisliga burðardyggar og geva størst møguligt avkast.”

 

Politikkur landsstýrisins verður at tryggja eina so góða javnvág millum hesi hugtøk, sum á nakran hátt tilber. Hugtøkini eru øll tengd hvørt at øðrum, og eru fyritreytirnar fyri einum teirra ikki til staðar, so verður torført at fáa nøktandi avkast grundað á hini hugtøkini.

 

Spyrjarin spyr tó einsæris, við atliti at hugtøkunum fíggjarliga og umhvørvisliga øðrumegin, mótvegis lívfrøðiligari burðardygd hinumegin.

 

Spurningurin kann vera torførur at greina, tí mong atlit eru at taka. Og tó, hyggja vit at flotanum eina, út frá einum teoretiskum sjónarhorni, so viðførur fíggjarlig- og umhvørvislig burðardygd ofta lægri veiðitrýst, samanborið við lívfrøðiligan burðardyggleika.

 

“Lívfrøðilig burðardygd” er í hesum føri allýst sum: mest møguliga veiða, roknað í tonsum í langtíðarjavnvág (sokallað “MSY”).

 

Besta figgjarliga tillagingin (- burðardygd) er tað veiðitrýst, ið tryggjar tað størst møguligu grundrentuna. Hendan rentan er munurin millum samlaðu inntøkurnar til flotan og allar útreiðslurnar, ið beinleiðis kunnu setast í samband við fiskiskapin. Í útreiðslunum er íroknað eitt nattúrligt marknaðaravkast til eginpeningin. Harvið verður grundrentan allýst, sum yvirskotið “omaná” vanligt avkast til eginpeningin. Grundrentan kann bert tryggjast, um rammur tryggja, at vinnan tillagar seg til fíggjarliga burðardygd.

Sum sagt, so er veiðitrýstið – út frá teoretiskari meting – lægri við fíggjarligari burðardygd, heldur enn lívfrøðiligari. Tá veiðitrýstið er lægri, verður samlaði kostnaðurin eisini lægri, roknað fyri allan flotan.

 

Eitt lægri veiðitrýst og lægri kostnaðir, sum millum annað verða nýttir til “nýtslu” (olju, reiðskap, viðlíkahald v.m.) er meira umhvørvisvinarligt, samanborið við støður við hægri veiðitrýsti. Harvið kann sigast, at “fíggjarlig burðardygd” og “umhvørvislig burðardygd” eru hugtøk, sum eru samantvunnin og fylgjast.

 

Við atliti at svari mínum skal eg minna á, at lýsingin bert er umfatað at fíggjarligum atlitum, sum beinleiðis kunnu  setast í samband við sjálvan flotan.

 

Til d.

Rekommendatiónin, sum spyrjarin vísir til, hevur verið til 1. viðgerðar á Føroya Løgtingi seint í november 2008 og síðani beint í Uttanlandsnevndina, har málið liggur nú.

 

Hetta merkir, at málið er í viðgerð, og nevnda rekommendatión er ikki samtykt. Tískil hevur Fiskimálaráðið ikki gjørt nakað fyrireikandi arbeiði beinleiðis við atliti at nevndu rekommendatión.

 

Eg loyvi mær tó at viðmerkja, at havsins tilfeingi í Útnorðri er partvíst felags tilfeingi millum øll trý londini ella bara tvey teirra. Annað egið tilfeingi (støðufast) fellur bert undir hvørt landi sær.

 

Londini í Útnorðri samstarva um felags tilfeingi á ymiskum mótum. Londini luttaka í felags samstarvi um fiskasløg sum svartkjaft, norðhavssild, kongafisk og svartkalva. Grønland er ikki strandarland í svartkjafta- og sildahøpi, og er tí ikki beinleiðis við í tí samstarvinum. Samstarvið um svartkalva hevur frá byrjan havt eina trilvandi byrjan, men vónir eru nú um, at gongd fer at koma á.

 

Viðvíkjandi týðandi hugtøkum í rekommendatiónini, so sum “bæredygtig udnyttelse af alle levende naturressourcer” kann verða nevnt, at landsstýrið hevur sum stavnhald at føra ein fiskivinnupolitikk, ið júst byggir á hesi hugtøk.

 

Nøkur dømi úr skipan okkara, sum stuðla undir stavnhaldið, eru hesi:

·        Talið av døgum í fiskidagaskipanini verður viðgjørt á hvørjum ári, og er lækkað yvir 20%, síðani skipanin var sett í verk

·        Øll húkaveiða við størri førum er ikki loyvd innan fyri 6 fjórðingar

·        Øll trolveiða við størri førum er ikki loyvd innan fyri 12 fjórðingar

·        41 % av víddini á leiðum millum 12 fjórðingar og “Ringin” eru stongd fyri troli

·        Friðingar í sambandi við gýting og ungfisk er týðandi og natúrligur partur av skipanini

·        Í strandarlandasamráðingum um felagsstovnarnar hava tilráðingarnar frá fiskifrøðingunum verið fylgdar seinasta árið fyri sild og makrel. Veiðisetningurin fyri hesar stovnar er í samsvari við fiskifrøðiligu ráðgevingina og innanfyri burðardyggar karmar. Viðvíkjandi svartkjafti er mest loyvda veiðan í 2009 góð 500-túsund tons, ið er umleið 1 mió. tons lægri, enn tilráðingin frá fiskifrøðingunum var fyri 3 árum síðani, og seinasta árið er gott samsvar millum tilráðing og kvotu.

 

Eisini skal verða nevnt, at veiðitrýstið á tosk og hýsu er munandi lægri í dag enn útlutaða talið av døgum gevur møguleikar fyri, og júst hetta er eitt prógv um, at fiskidagaskipanin er sjálvregulerandi.

 

Landsstýrið er fult tilvitað um, at vernd at stovnum okkara er ein tann mest týðandi hornasteinurin í skipan okkara. Júst tí staðfestir samgonguskjalið at:

·        Arbeitt verður áhaldandi við at fáa lívfrøðiligu ráðgevingina at hvíla á so neyvum grundalagi sum gjørligt.

·        Økis- og gýtingarfriðingarnar vera varðveittar og støðugt eftirmettar við atliti at verju av høvuðsfiskasløgunum

·        Umráðandi verður at menna samstarv og forstáilsi millum vinnu og serfrøði.

 

Til e.

Eg kann ikki siga, at eg eri samdur í orðingini um, at “tað ikki verður lurtað eftir fiskifrøðingum”, tá talan er um svartkjaft í 2009. Samsvar er ímillum tilráðingarnar frá fiskifrøðingum og ásettu kvoturnar. Sjálvt um ásettu tølini ikki eru neyvt tey somu (ICES tilmæli mótvegis kvotu), so liggja tølini tætt at hvørjum øðrum og á sama støði, samanborið við tilsvarandi tøl, tá veiða og tilmæli vóru í hæddini.

 

Tá veiðan var í hæddini fyri trimum árum síðani, var kvotan sett til 2,10 mió. tons. Sama kvota er sett til 0,59 mió. tons í 2009. ICES tilmælið fyri 2009 var sett til 0,41 tons, og hesi tilráðing tók eg undir við í seinasta samráðingarumfari. Semja fekst tó ikki millum øll londini um annað enn 0,59 mió. tons.

 

Tað er ein sannroynd, at ein so stór lækking í kvotuni fær sera stórar fíggjar- og búskaparligar avleiðingar fyri Føroyar. Kortini er avgerðin tikin, júst fyri atlitinum at lívfrøðiligari burðardygd.

 

Viðvíkjandi møguligum mótstríðandi vinnusjónarmiðum kann eg kunna um, at hetta ikki hevur nervað landsstýrið í samráðingargongdini. Landsstýrisins ætlan hevur verið púra greið, líka frá fyrireikandi fundum til endaumfarið í samráðingunum,  nevniliga at:

·        samvar skal vera millum kvotu og vísindalig tilmæli um heildarkvotuna av felagsstovnunum

·        í samráðingum við russar skuldi miðast eftir størri kvotu av toski og hýsu í russiskum sjógvi, samstundis sum russiska svartkjaftakvotan í føroyskum sjógvi lækkaði.

 

Við samráðingarlok kundi staðfestast, at leisturin er fylgdur.

 

Til f.

Ongin ítøkilig ætlan er um at loyva fiskiskapi eftir hvítingsbróðuri. Veiða hevur verið eftir hvítingsbróðuri áður, men hendan varð steðgað miðskeiðis í nítiárunum. Orsøkin var hjáveiðan av hýsuyngli, og Fiskirannsóknarstovan hevur staðfest, at okkurt árið var hjáveiðan av hýsuyngli yvir 50% av veiðini í fiskiskapi eftir hvítingsbróðuri.

 

Hesi tøl siga okkum, at størsta varsemi má vísast í hesum máli, serstakliga tá vit í hesum døgum kunnu staðfesta, at hýsufiskiskapur og – stovnur eru á sera lágum støði.

 

Tað er eisini ein sannroynd, at marknaðarvirðið fyri hýsu – roknað fyri kilo – er eitt tað hægsta, ið kann fáast fyri føroysk fiskasløg. Hýsan er tískil sera týðandi í fíggjar- og búskaparligum høpi.

 

Seinastu vikurnar hevur samskifti verið millum Fiskimálaráðið og Fiskirannsóknarstovuna um fiskiskap eftir hvítingsbróðuri. Ongin greið niðurstøða er gjørd, og málið krevur eina meira útgreinaða viðgerð, áðrenn farast kann víðari.

 

Til g.

Tað hevur verið vanligt, at útróðrarbátar seta gággulínu ella rúsur til agn til egnan bát. Fiskiskapurin við útróðrarbátum er ikki skipaður, og eingin avmarking er í gággufiskiskapinum hjá vanligum útróðrarbátum. Seinnu árini hava bátar tikið seg saman í størri eindir, fyri í felag at útvega fleiri bátum gággu til agn. Henda veiðan verður ikki avreitt, og eingi hagtøl eru til taks fyri hendan gággufiskiskap, so ilt er at meta um árinini frá hesi veiði.

 

Eitt størri skip, 274 BT, hevur síðan 2005 havt royndarloyvi at veiða við rúsum eftir gággu. Teir kunnu royna á ávísum leiðum innan fyri og uttan fyri 12 fjórðingar. Fyri hesa veiði eru dagbøkur skrásettar, og kanningar eru gjørdar fyri at fylgja við, um broytingar eru í fiskiskapinum, og um gággan broytir vakstrarlag.

 

Stovnsmetingar av gággu eru ikki enn tøkar. Greitt er, at trýstið á gággustovnin er økt seinnu árini. Fiskimálaráðið hevur viðgjørt málið, men hevur ikki enn gjørt nakra endaliga niðurstøðu um, hvussu fiskiskapurin eftir gággu til agn hjá útróðrarbátum skal skipast.

 

Málið avgreitt