S-10 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi  kommunalari stjórnarskipan og valreglum

Ár 2008, týsdagin 25. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at lokala fólkaræðið skal styrkjast við ábótum á kommunalu stjórnarskipanina?
  2. Tekur landsstýrismaðurin undir við, at vit mugu broyta býtistølini við uppgerð av kommunuvali til antin ‘størsta brøk’ ella ‘Sainte-Laguë’ ella samsvarandi rættvísari uppgerðarhátt?

Viðmerkingar
Í forum bygdu norðbúgvar Føroyar og skipaðu seg við Altingi á Tinganesi fyri landið alt og við Vártingum úti í sýslunum. Eyðvitað hava føroyingar tikið fólkaræðisliga mentan við sær, men ein og sagt verður um reglurnar í Seyðabrævinum, so var mikið galdandi í Føroyum, “sum lógbók tykkara sjálvs váttar áður.” 

Tíverri er støðan nú tann, at fólkaræðið í Føroyum verður lagt í spenn av donskum lógum, umsettum í meturmáli uttan fyrilit fyri umstøðum, tørvi og vilja lands og tjóðar. Sama aðalráð, ið gav okkum skúlastýrini, har annar hvør pápi ikki hevur valrætt, tvíheldur um at umsita óhóskandi reglur heldur enn at taka upp orðaskifti við tey fólkavaldu um nýmæli. 

Men eyðvitað er vónin, at tann á kommunuvalinum 2004 valda Annika Olsen fer at ganga fólkaræðinum á møti og fremja hesar lagabøtur: 

 Á tingfundi 26. november 2008 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 24. februar 2009 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis

Svar til spurning 1

Kári á Rógvu, løgtingsmaður, spyr fyrst, um eg taki undir við, at lokala fólkaræðið skal styrkjast við ábótum á kommunalu stjórnarskipanina, og hetta, hugsar hann, kann gerast við m. a. at loyva kommununum at seta fleiri fólkavald í starv í kommunalu fyrisitingini og við at skipa so fyri, at kommunal embætisfólk kunnu veljast beinleiðis, hann nevnir m. a. vatmeistarar í viðmerkingunum. Løgtingsmaðurin metir eisini, at vit kundu styrkt um kommunala fólkaræði við at velja borgarstjórar beinleiðis og at skipa fyri bindandi fólkaatkvøðum.

 

Eg eri samd við spyrjaran, at vit eiga at styrkja tað kommunala fólkaræði, men eg eri ikki samd við spyrjaran um, hvussu vit best gera tað. Mær tykir, at spyrjarin er meiri áhugaður í formi enn innihaldi. Best gongda leiðin at styrkja staðbundna fólkaræðið, meti eg ikki vera, at vit broyta kommunustýrisskipanina soleiðis, at borgarstjórar og kommunal starvsfólk verða vald beinleiðis, ella at tað verður møguligt at senda kommunalar avgerðir til bindandi fólkaatkvøður. Heldur enn at fylla fyrisitingina við politikarum, meti eg, at vit eiga at tryggja, at samsýningarnar til fólkavaldu umboðini eru í samsvari við tað arbeiðið, sum neyðugt er at leggja í at verða valt umboð.

 

Hinvegin meti eg, at tað arbeiði, sum landsstýrið er í ferð við at seta sjøtul á, er rætta leiðin. At styrkja ta kommunalu skipanina, við at skipa burðardyggar kommunalar eindir, sum við eini javningarskipan kunnu átaka sær at umsita mál, sum hava staðbundnan týdning, er rættara leiðin at geva tí staðbundna fólkaræðinum innihald.

 

Seinasti partur í fyrsta spurningi tykist ógreiður. Mín meting er, at best hevði verið, um allar kommunur vóru so stórar, at tær vóru fevndar fult og heilt av § 5, stk. 2 í kommunustýrislógini, sum ásetur, at talið av kommunustýrislimum skal í minsta lagi verða 7 og í mesta lagi 17. Loftið á 17 verður ikki nýtt sum er, tí at Tórshavnar kommuna, sum er størsta kommuna í landinum, og sum eisini hevur flestu kommunustýrislimirnar, hevur valt at hava 13 kommunustýrislimir, meðan næststørsta kommunan, Klaksvíkar kommuna, hevur valt, saman við trimum øðrum kommunum, at hava 11 kommunustýrislimir. Allar hinar hava færri. Eg meti ikki, at tað er tørvur á at hækka loyvda talið av kommunustýrislimum, tá verandi mark ikki tykist at avmarka  kommunurnar. 

 

Svar til spurning 2:

 

Vallógin verður endurskoða í løtuni. Ætlanin, sum eg havi fingið undirtøku fyri, er: “At stytta útskrivingarfreistina í løgtingsvallógini niður í 3 til 5 vikur. Harumframt verður mett, at tað er rætt at áseta eina fasta tinggátt á t.d. 4 %. Bæði uppstillingarmannagongd og ásetingar viðvíkjandi vallistum skulu dagførast, umframt mannagongdir í sambandi við brævatkvøður. Spurningurin um eitt minsta og eitt størsta mark skal ásetast fyri talið av veljarum, ið kunnu velja á einum valstaði, skal eisini viðgerast, umframt at gerast skulu tilmæli um aðrar tekniskar broytingar”

 

Eftirfylgjandi er ætlanin, at kommunustýrisvallógin verður endurskoðað samsvarandi. Ætlanin er sostatt ikki at broyta útrokningarháttin í sambandi við uppgerðina av valinum, í løtuni.

 

Málið avgreitt.