S-9 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstřrismann, vi­vÝkjandi ES-borgarum vi­ f°royskum skipum  

┴r 2008, třsdagin 18. november, bo­a­i forma­urin frß omanfyri nevnda fyrispurningi frß Sj˙r­i Skaale, l°gtingsmanni, sum var soljˇ­andi:

Fyrispurningur   

Hv°rji stig fer landsstřriskvinnan Ý innlendismßlum at taka til tess at tryggja, at ES borgarar, sum eru vi­ f°royskum skipum, beinanvegin koma undir somu skipanir og fßa somu rŠttindi sum f°royingar, i­ eru vi­ somu skipum?

 

Vi­merkingar:

Ta­ hevur leingi sta­i­ ß at fßa manningar til ein part av f°royska fiskiflotanum. Til tess at fßa skipini manna­, kemur vŠl vi­, at til ber at fßa ˙tlendingar at mynstra.

 

Eftirspurningurin eftir arbei­smegi hevur leingi veri­ so stˇrur, at vit hava fingi­ eina fyrit°ku, sum stendur fyri at skapa sambond millum f°royska arbei­smarkna­in og ˙tlendska arbei­smegi.

 

Vi­ teirri lˇgarbroyting, sum vi­ kongligari fyriskipan var­ framd fyrr Ý ßr, skuldi veri­ rŠttiliga einfalt og smidligt at fingi­ arbei­smegi ˙r ES-londunum til F°roya.

 

Men nřggja lˇgin virkar als ikki eftir Štlan.

 

Ta­ er ein stˇrur trupulleiki, at fˇlk, sum koma ˙r ES-londum at manna f°roysk fiskiskip, ikki beinanvegin koma inn Ý tŠr serskipanir, sum eru galdandi fyri sjˇfˇlk.

 

Spyrjarin kennir fleiri d°mi um polakkar, sum eru vi­ f°royskum fiskiskipum, men ikki fßa minstul°n, og heldur ikki av sŠr sjßlvum koma undir tŠr serligu skattareglur, sum eru galdandi fyri f°roysk sjˇfˇlk.

 

Sum skilst, er ors°kin, at ˙tlendingarnir ikki fßa f°royskt p-tal, og tÝ ikki kunnu skrßseta seg Ý teirri kommunu, har teir b˙gva. TÝskil hava teir heldur ikki rŠtt til kommunlŠknahjßlp og a­rar tŠnastur. 

 

Hetta setir rei­ararnar Ý eina sera ke­iliga st°­u mˇtvegis hesum monnum. Ta­ fŠr f°roysku manningina, sum er umbor­ ß somu skipum, at kenna seg illa. Og ta­ er lÝti­ s°miligt fyri okkum sum land, at arbei­sfˇlk, sum koma higar, ikki fßa somu s°mdir sum teirra f°roysku starvsfelagar og onnur fˇlk Ý landinum ľ samstundis sum vit ßleggja hesum ˙tlendingum at rinda fullan skatt.

┴ tingfundi 18. november var­ samtykt uttan atkv°­ugrei­slu, at fyrispurningurin skal svarast

┴ tingfundi 21. januar 2008 svara­i Annika Olsen, landsstřriskvinna, fyrispurninginum solei­is:

Svar

 

Lˇg nr. 462 frß 17. juni 2008 vi­ heitinum ôLov for FŠr°erne om udlŠndinges adgang til opholdstilladelse med henblik pň visse former for beskŠftigelseö kom Ý gildi Ý F°royum tann 1. juli 2008. Endamßli­ vi­ lˇgini er at skapa eina smidliga og skjˇta mannagongd, tß arbei­sgevari setir ein ˙tlending ˙r einum ES-landi Ý starv.

SambŠrt hesi skipan kann arbei­sgevari undir ßvÝsum treytum lata seg forhondsgˇ­kenna hjß danska UdlŠndingeservice solei­is, at hann fŠr loyvi til at taka ES-borgarar Ý starv vi­ at lata eina serliga frßbo­an til UdlŠndingeservice. Hesi mßlini ver­a avgreidd uttan hoyring av f°royskum myndugleikum, og hv°rki ┌tlendingastovan ella Innlendismßlarß­i­ eru vi­ Ý hesi vi­ger­.

ES-borgarar, sum koma Ý starv eftir hesi skipan, skulu sostatt ikki ľ sum meginreglan annars er sambŠrt ˙tlendingalˇgini ľ bÝ­a eftir einum arbei­s- og uppihaldsloyvi fyri at kunna byrja at arbei­a. Teir kunnu fara til arbei­is beinanvegin, og arbei­s- og uppihaldsloyvi ver­ur so ˙tskriva­ seinni, tß UdlŠndingeservice hevur vi­gj°rt mßli­.

┴­renn ES-borgarin hevur fingi­ formligt arbei­s- og uppihaldsloyvi, er hann Ý eini fyribilsst°­u, vi­ ta­ at galdandi lˇggßva fyriskrivar, at P-tal ikki kann ˙tskrivast til ein ˙tlending, fyrrenn hann hevur fingi­ uppihaldsloyvi Ý F°royum. Og tß a­rar skipanir  - eitt n˙ sj˙krakassin, skattalˇggßvan og lˇgin um minstul°n v.m. eru knřttar til P-tali­ og/ella f°stum b˙sta­i, er ta­ sera ˇheppi­, um ta­ gongur ov long tÝ­, til endaliga loyvi­ er fingi­. Men vi­vÝkjandi tÝ manglandi minstul°nini er tˇ vert at hava Ý huga, at hetta ikki sleppur arbei­sgevaranum undan at rinda ˙tlendinginum ta l°n, i­ ˙tlendingurin hevur sßttmßla um.

Hinvegin so fßa ES-borgarar frß TAKS eitt fyribils p-tal, so l°n kann ˙tgjaldast yvir skattaskipanina, og vi­ at lata TAKS ney­ugar upplřsingar til skattaskrßsetingina, kann ES-borgarin eisini ver­a rŠtt skattaskrßsettur beinanvegin. Vi­vÝkjandi lŠknahjßlp eru hesir ˙tlendingar Ý somu st°­u sum t.d. fer­afˇlk, og teir kunnu fßa lŠknahjßlp Ý sambandi vi­ ska­a og kunnu fara til kommunulŠkna vi­ at rinda fyri vi­taluna.

Innlendismßlarß­i­ og ┌tlendingastovan hava umr°tt hesar trupulleikar og eru samd um, at veruligi trupulleikin liggur Ý, at vi­ger­artÝ­in hjß danska UdlŠndingeservice hevur veri­ ov long. Innlendismßlarß­i­ hevur tÝ hildi­, at ta­ Ý fyrstu syftu var rŠttast at royna at fßa UdlŠndingeservice at avgrei­a mßlini skjˇtari.

╠ november 2008 var fundur ß embŠtismannastigi millum donsku og f°roysku myndugleikarnar, i­ var­a av ˙tlendinga°kinum, og tß var m.a. vi­ger­artÝ­in av f°roysku mßlunum vi­gj°rd. Og fyri nřggjar umsˇknir var­ umr°tt at seta somu vi­ger­arfreist  sum Ý donskum mßlum av hesum slag, t.e. 2-3 mßna­ir.

 

UdlŠndingeservice hevur upplřst, at ta­ hava veri­ nakrir byrjunartrupulleikar vi­ skipanini, og at tey pr. 25. november 2008 h°vdu mˇttiki­/avgreitt hesi mßl:

Forhondsgˇ­kendir arbei­sgevarir:   36
Umsˇkn um forhondsgˇ­kenning:  0
Frßbo­an um starvssetan av ES-borgara hjß f°royskum arbei­sgevara: 170
Umsˇkn frß ES-borgara Ý sambandi vi­ starv ß f°royskum virki:    128
Givin arbei­s- og uppihaldloyvir eftir ES-skipanini:   10

 

UdlŠndingeservice vi­merkir til t°lini, at Ý fleiri f°rum hevur sami persˇnur fleiri mßl samstundis, og at tali­ av persˇnum tÝ ikki er ta­ sama sum tali­ av mßlum   

UdlŠndingeservice vŠntar at kunna avgrei­a meginpartin av verandi mßlum ß­renn ßrsskifti­, men hetta er treyta­ av, at ta­ snřr seg um fult upplřst og ikki torgreidd mßl.

Mßli­ avgreitt.