S-8 Fyrispurningur til Jacob Vestergaard, landsstżrismann, višvķkjandi vetrarfrišing 

Oršaskifti

Įr 2008, tżsdagin 18. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra į Rógvi, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Tekur landsstżrismašurin undir viš at dagfųra lógarįsetingar um vetrarfrišing?
  2. Tekur landsstżrismašurin undir viš, at festi (serliga viš einbżttum haga) eftir umsókn ella partvķsari uppsųgn verša vetrarfrišaš, og at festari fęr endurgjald av festikonto?
  3. Tekur landsstżrismašurin undir viš, at endurgjald, iš ognarhagi ella felagshagi viš ognarjųrš og landsjųrš eiga, frameftir veršur at gjalda haganum beinleišis og hvųrki bśnašargrunni ella į festikonto?
  4. Er landsstżrismašurin til reišar viš lógaruppskotum hesum višvķkjandi?

Višmerkingar

Ķ gomlum dųgum var greiš bygdarplanleggin ķ Fųroyum. Fólk bśleikašust ķ heimrustunum, seyšur og onnur krķtatśr gingu į biti ķ haga og į vetri eisini į bųi. Tį iš fólkavųkstur tók seg upp, fór bygging fram ķ bųnum, į innlųgdum geršum og trašum, og seinni enntį ķ haga.   

Tķverri eydnašist ikki at skipa hesa tilgongd nóg vęl. Bit og ból komu at liggja hvųrt um annaš, og greiša markiš millum bśųki og bitųki hvarv. 

Hagalógin (172/1937) hevur įsetingar um bitiš į “opdyrkede Trųer,” iš įvķkavist “Ejer” og “Haugeejer” kunnu “forlange endeligt aflųst.” Vansi er, at ongin įseting er um gamla bųin, um fjųru ella haga, men helst eru analog ręttindi galdandi. Verri er, at ongin mannagongd er um kommunala ella ašra almenna vetrarfrišing, og ongin įseting er ķ lóg bygdarętlanir og bżarskipan um skipan av vetarbiti og vetrarfrišing. Heimildirnar liggja hjį grannastevnum og hagafundum og hjį einstųkum eigarum. 

Her kann neyvan vera ivi um, at dagfųringar eru kravdar. 

Men tį iš tųrvurin er stašfestur, er mįtin eftir.  

Spurt veršur tķ serliga, um landsstżrismašurin tekur undir viš, at teir mongu hagar, iš landiš eigur, og sum liggja soleišis fyri, at vetrarbit er ķ bygdum ųki, verša frišašir viš fķgging av festikonto. 

Hugsanin er, at um festi, iš hevur veriš fyri nógvum ognartųkum og hevur rķka festikonto, og har festarin ikki sęr annan mųguleika enn at minka įseyšatališ, kann fįa avtalu ķ lag um at taka allan seyšin av bųnum og fįa endugjald fyri mistu inntųkuna. Alternativt ella samstundis kann fķgging fįast at gera įbųtur į haga og byggja fjós til seyšin, men partur av loysnini eigur at verša, at hesin almenni hagin tekur seg aftur av bųi og trašum ķ bygdum ųki um veturin.  

Harumframt veršur vķst į, at óhepna skipanin ķ § 37a ķ lógini ķ dag fųrir viš sęr tvęr órķmiligar tilgongdir.  

Onnur er, at ognarhagar viš hvųrt – men ikki altķš – sķggja endurgjald sķtt fyri mist bit fara ķ bśnašargrunnin, og mugu teir tį sųkja um pengarnar. 

Hin nógv verra er, at felagshagar viš bęši ogn og kongs sķggja part av sķnum endurgjaldi fara į festikonto – soleišis at t.d. bert helvtin av endurgjaldinum kemur haganum til góšar, men hin helvtin ķ besta fųri kemur einstaka festinum til góšar. Hetta mį metast beinleišis ognartųka, tķ ognarhelvtin ķ hesum dųminum mį lata sęr lynda, at bert helvtin av hennara avloysingarbót kemur henni til góšar – hin helvtin kemur festijųršini til góšar. 

Loksins veršur spurt, hvųrt landsstżrismašurin er til reišar viš lógaruppskotum hesum višvķkjandi. Hugsandi kunnu įbųtur gerast į kap. 8 ķ hagalógini, umframt at įsetingar kunnu gerast ķ lóg um landsjųrš, bżarskipanir og grannastevnur. 

Er landsstżrismašurin ovbyrjašur, kann Sjįlvstżrisflokkurin įtaka sęr at smķša uppskotini, men best var helst, um tingfólk śr ųllum flokkum lųgdu tķlķk uppskot fram.

Į tingfundi 18. november varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast

Į tingfundi 27. januar 2009 svaraši Jacob Vestergaard, landsstżrismašur fyrispurninginum soleišis:

Svar:

 

Til nr. 1:

Sum kunnugt er Hagalógin ein 71-įra gomul lóg. Lógin kom ķ gildi ķ 1937. Sum tķšin er lišin, hevur taš vķst seg, at neyšugt er viš dagfųringum serliga viš atliti at endurgjaldi ķ sambandi viš m.a. vetrarfrišing. Tikiš veršur tķ undir viš, at hagalógin veršur dagfųrd hesum višvķkjandi.

 

Til nr. 2:

Hesin spurningur tykist ógreišur. Orsųkin er, at eftir galdandi lóggįvu ber hvųrki til at vetrarfriša festi, ella at festari kann fįa endurgjald av festikonto. Taš tykist viš ųšrum oršum bland vera komiš ķ įvikavist vetrarbits- og festikonto.

Pengar, sum fara į festikonto, er sųlu- ella leiguinntųka av jųrš. Peningur į festikonto veršur śtgoldin sambęrt kap. 5 ķ kunngerš nr. 97 frį 2004 um Bśnašargrunn. Vetrarbitskonto er ikki festikonto. Peningur į vetrarbitskonto veršur śtgoldin sambęrt grein 37a ķ Hagalógini. Bśnašargrunnurin umsitur bęši festi- og vetrarbitskonto.

 

Peningur, sum er inngoldin į vetrarbitskonto, er peningur, sum yvirliggjandi hagin eigur. Hesin peningur kann verša śtgoldin eftir umsókn til eitthvųrt, t.d. hegn, tašing, vegagerš og til ašrar hentar og tķšarhóskandi atgeršir at bųta um seyšabrśkiš ķ haganum.

 

Lóg um landsjųrš kom ķ gildi 1. november 2007. Peningur fyri vetrarfrišing av landsjųrš eftir hesi lóg veršur fluttur beinleišis til yvirliggjandi haga. Hetta er sambęrt grein 9, stk. 4 ķ lógini.

 

Skal uppskotiš ķ spurninginum verša fylgt, merkir hetta, at jaršaeigarar verša ymiskt višgjųrdir alt eftir, hvųr eigur yvirliggjandi haga. Taš er og eigur framhaldandi at vera viškomandi, sum ynskir vetrarfrišingina gjųgnumfųrda, sum rindar fyri vetrarfrišing, m.a. ein kommuna ella persónur, sum skal ogna sęr lendi til t.d. bygging. Landsstżrismašurin tekur tķ samanumtikiš ikki undir viš, at vetrarbitskonti ella festikonti skulu rinda endurgjald fyri mųguliga mista inntųku, sum kann standast av hesum.

 

Til nr. 3:

Hesin spurningur tykist eisini ógreišur. Bland tykist vera komiš ķ įvikavist festi- og vetrarbitskonto. Vķst veršur til svar til nr. 2 hesum višvķkjandi.

 

Tikiš veršur tó undir viš, at alt endurgjald fyri mist vetrarbit veršur goldiš beinleišis til yvirliggjandi haga.

 

Til nr. 4:

Ķ tann mun taš veršur mett neyšugt, taki eg undir viš, at neyšug lógaruppskot verša gjųrd hesum višvķkjandi.

 

Mįliš avgreitt.