S-7 Fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstżriskvinnu, višvķkjandi fyrireikingum at seta ķ gildi dagfųrdu verjulógina 

Įr 2008, tżsdagin 18. november, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra į Rógvi, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur   

  1. Nęr metir landsstżrismašurin, at fyrireikingarnar at seta ķ gildi verjulógina eru at enda komnar?
  2. Hvussu leingi vęntar landsstżrismašurin fer at ganga frį samtykt į Lųgtingi, til nżggj skipan fęst at virka?
  3. Kann landsstżrismašurin geva Lųgtinginum yvirlit yvir tęr lógarbroytingar, iš ętlanin er at gera įšrenn ella samstundis sum dagfųring verjulógarinnar, herundir navn, nummar, slag av broyting og višmerking um gongdina ķ broytingarfyrireiking?
  4. Kann landsstżrismašurin greiša frį samskiftinum viš rķkismyndugleikarnar į hesum felagsmįlsųki, vilja rķkismyndugleikarnir gera sķn part, at sama verja veršur veitt teimum veiku ķ Fųroyum sum ķ hinum samveldislondunum?

 

Višmerkingar

Sjįlvstżrisflokkurin hevur tvęr reisur lagt fram rķkislógartilmęli um at seta ķ gildi verjulógina (vęrgemålsloven) sum henda er dagfųrd ķ Danmark.

 

Sjįlvstżrisflokkurin hevur mett, at ķ Fųroyum er tųrvur į at yvirtaka mįlsųkiš frį at vera felagsmįl til at vera sermįl – og at lógarsmķš eigur at fara ķ gongd sum skjótast at evna til best hugsandi fųroyska verjulóg fyri tey ķ andanum fįtųku, iš tųrva verju ella skerdan fųrleika til teirra egnu verju.

 

Men at óheft av yvirtųku og įtųkum at smķša ta allar fręgastu fųroysku loysnina, vil Sjįlvstżrisflokkurin, at vit seta ķ gildi nżggjaru donsku lógina heldur enn at hava ta frį 1922 framhaldandi ķ gildi.

 

Fyrimunirnir viš nżggjaru lógini eru til fulnar lżstir ķ tingmįlunum 159/2007 og 4/2008. Men ķ stuttum sagt eru fyrimunirnir:

 

Hvųrja ferš mįliš veršur nevnt ķ kjaki ella reist į tingi, hoyra vit somu undanfųrslur um, at hetta tekur so drśgvar stundir at fyrireika. Bęši ķ vįr og ķ heyst segši Innlendismįlarįšiš seg vera komiš vęl įleišis, men tó ikki heilt komiš į mįl viš fyrireikingum. Hesar grundgevingar gerast tķverri alsamt minni sannfųrandi. Tķ talan er bert um at seta somu lóg ķ gildi sum ķ Danmark viš einari broyting – oršiš Rķkisumbošiš skal standa heldur enn navniš į danska formyndarķnum. Sķšani skulu mįlsligar og ašrar konsekvensbroytingar gerast – harav Sjįlvstżrisflokkurin hevur lagt fram uppskot um ta einu (broyting ķ tinglżsingarlógini, tingmįl 160/2007 og 5/2008), og mangar ašrar rśmast ķ teirri donsku fylgilógini, iš hevur heimild til kongliga fyriskipan.

 

Avrįtt var ķ CHE – D samstarvinum, at uppskot Sjįlvstżrisfloksins skuldu samtykkjast, og at Innlendismįlarįšiš skuldi leggja fram hinar broytingarnar, men enn rųkist ikki fyri, at rįšiš avger sķn part.

 

Tķ veršur spurt, hvussu gongur viš mįlinum.

 

Ķ ųšrum lagi, nęr skipanin vęntast at fara at virka.

 

Ķ trišja lagi, veršur bišiš um yvirlit yvir broytingarnar ad modum:

Navn

Nummar

Slag

Višmerking

Tinglżsingarlóg

55/1962

Tųknisk, mįlslig

Er klįrt.

 

Ķ fjórša lagi veršur spurt um gongdina ķ samskiftinum mótvegis rķkismyndug­leikunum. Eyšvitaš mugu danir śtinna vald sķtt ķ oyggjunum eins vęl, og teir gera nišri hjį sęr sjįlvum, tķ mugu vit vęnta, at trygd er fingin fyri, at bķšast skal ikki eftir rķkismyndugleikanna luti ķ hesum mįli, uttan heldur stašfesta, at trygd er fingin fyri, at kongliga fyriskipanin, samtyktir į fólkatingi, umsiting og jįttan alt samalt fęst upp į plįss so skjótt, fųroyskir myndugleikar eru klįrir ķ nęstum.

 

Į tingfundi 18. november varš samtykt uttan atkvųšugreišslu, at fyrispurningurin skal svarast

 

Į tingfundi 17. februar 2009 svaraši Annika Olsen, landsstżriskvinna, fyrispurninginum soleišis

 

Svar

 

Til spurning 1:

Tann seinasta frįbošanin frį lųgmįlarįšnum er, at uppskotiš er nęrum klįrt og vęntast at verša sent landsstżrinum ķ nęstum.

 

Tį Innlendismįlarįšiš hevur fingiš uppskotiš, veršur taš sent til hoyringar hjį viškomandi felųgum, stovnum og myndugleikum. Hoyringsfreistin veršur vęntandi sett til 1 mįnaša. Samstundis kann Innlendismįlarįšiš gera tey uppskot til fylgilógarbroytingar, sum eru neyšugar at gera ķ lųgtingslógum.

 

Um hoyringsvišmerkingarnar ikki hava viš sęr, at neyšugt veršur at senda uppskotiš aftur til lųgmįlarįšiš, kann uppskotiš sķšani verša lagt fyri Lųgtingiš til višgeršar og stųšutakan, vónandi ķ februar 2009. Tį samtyktin hjį Lųgtinginum fyriliggur, eigur taš at vera ein avgreišsluspurningur hjį lųgmįlarįšnum at fįa kongaligu fyriskipanina lżsta.

 

Til spurning 2:

Vęntandi sęst hetta meira nįgreiniligt, tį uppskotiš hevur veriš til hoyringar. Men taš, sum Innlendismįlarįšiš hevur fingiš at vita higartil, er, at Rķkisumbošiš metir seg at skula brśka ½ įr at fyrireika seg til at umsita nżggju lógina. Og gongur sum ętlaš, skuldi nżggja skipanin kunna virka frį tķšliga ķ heyst. 

 

Til spurning 3:

Innlendismįlarįšiš hevur ikki sęš uppskotiš og hevur ikki eitt fullfķggjaš yvirlit yvir tęr lógarbroytingar, iš skulu gerast ķ sambandi viš dagfųring av verjulógini. Ķ einum uppriti frį lųgmįlarįšnum frį mai 2008 er upplżst, at tį verjumįlslógin var sett ķ gildi ķ Danmark tann 1. januar 2007, vóršu gjųrdar fylgibroytingar ķ 55 lógum, sum vķsa til myndugleikalógina. Allar hesar rķkislógir eru ikki ķ gildi ķ Fųroyum, og ķ įvķsan mun snżr taš seg eisini um lógir į yvirtiknum mįlsųkjum, so neyvan verša taš eins nógvar fylgilógarbroytingar hjį okkum.  

 

Til spurning 4:

Landsstżriš baš ķ mars 2006 rķkismyndugleikarnar gera uppskot til kongaliga fyriskipan um at seta ”vęrgemålsloven” ķ gildi. Ķ september 2007 bošaši  danska lųgmįlarįšiš frį, at arbeišiš viš uppskotinum var seinkaš nakaš, av tķ at taš var neyšugt at gera broytingar ķ ręttargangslógini samstundis. Og ķ aprķl 2008 upplżsti danska lųgmįlarįšiš fyri Innlendismįlarįšnum, at višgeršin av uppskotinum hevši veriš nógv drśgvari enn vęntaš, av tķ at taš vķsti seg, at taš var neyšugt at gera fylgibroytingar ķ sera nógvum lógum. Ķ mai 2008 fekk Innlendismįlarįšiš eitt upprit um ķgildissetan ķ Fųroyum av verjumįlslógini, og upplżst var, at danska lųgmįlarįšiš arbeiddi viš at gera eitt lógaruppskot.

 

Innlendismįlarįšiš hevur javnan havt samband viš lųgmįlarįšiš og spurt, hvussu gongur viš mįlinum. Lųgmįlarįšiš vęntaši at vera lišugt viš uppskotiš seinast ķ oktober, men hetta dróg śt. Seinast ķ november hildu teir seg vera lidnar viš uppskotiš, men eftir at uppskotiš hevši veriš ķ statsministerinum mįttu nakrar broytingar gerast.

 

Men uppskotiš er nś komiš so mikiš įleišis, at lųgmįlarįšiš vęntar at kunna senda taš umvegis statsministeriet til landsstżriš heilt skjótt.

 

Mįliš avgreitt.