S-6 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann, viđvíkjandi  fíggjarlógini fyri 2009

Ár 2008, hósdagin 6. november, bođađi formađurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára Petersen, lřgtingsmanni, sum var soljóđandi:

Fyrispurningur   

  1. Hevur sitandi landsstýriđ sett sćr nakađ mark fyri, hvussu stórt halliđ kann vera á fíggjarlógini 2009?
  2. Hvussu stórt verđur strukturella (konjunkturneutrala) halliđ á fíggjarlógini 2009?
  3. Hvussu stórt hall heldur landsstýriđ tađ vera ráđiligt at hava komandi árini?
  4. Hvřnn málsetning hevur landsstýriđ sett sćr um, hvussu stórt halliđ í mesta lagi kann vera í fíggjarlógunum 2010, 2011 og 2012?
  5. Hvussu stóran prosentvísan vřkstur í rakstrarútreiđslunum ćtlar landsstýriđ at loyva nćstu árini?
  6. Hevur landsstýriđ slept ćtlanunum at stovna búskapargrunn?

 

Viđmerkingar

Landsstýrismađurin í fíggjarmálum og ađrir samgongulimir hava í fjřlmiđlunum bođađ frá, at roknast má viđ, at halliđ á fíggjarlógini 2009 verđur meir enn 300 mió. kr.

 

Leysliga mett er strukturella halliđ 100-200 milliónir střrri, t.e. umleiđ 500 mió. kr.

 

Hetta merkir, at hevđi virksemiđ ikki veriđ so stórt, viđ m.a. lágum arbeiđsloysi og stórum skatta- og avgjaldsinntřkum, so hevđi úrslitiđ á fíggjarlógini veriđ út viđ 500 mió. kr. í halli.

 

Vanliga halliđ verđur, sum nevnt, vćntandi 3-400 mió. kr. Tađ er vert at leggja merki til, at halliđ ikki stavar frá munandi lćgri inntřkum í 2009. At fíggjarlógin er farin frá yvirskoti á 150 mió. kr. í 2007 til vćntađ hall á 3-400 mió. kr. í 2009 stavar í hřvuđsheitum frá einari sera stórari og ótálmađari útreiđsluřking.

 

Rakstrarútreiđslurnar řktust yvir 300 mió. frá 2007 til 2008, og řkjast aftur viđ yvir 300 mió. kr. frá 2008 til 2009 viđ yvir 300 mió. kr. Upp á tvey ár eru útreiđslurnar řktar meir enn 650 mió. kr.

 

Heldur hendan gongdin fram, so řkir landsstýriđ skuld landskassans viđ út viđ 1,4 mia. nćstu 4 árini.

 

Vandin er sostatt, at ABC-samgongan heldur fram, har hon slepti, og fřrir ein politikk, har hon bert letur standa til, letur útreiđslurnar vaksa og undirgravar tryggu fíggjarstřđuna hjá landskassanum.

 

Tađ er alneyđugt, at landsstýriđ longu nú byrjar at tálma útreiđsluvřkstrinum, so halliđ á fíggjarlógini 2009 kann fáast minni, og so tađ ikki verđur enn torfřrari at fáa meira javnvág á fíggjarlógini.

 

Politisku myndugleikarnir í flestu londum bćđi vćnta og vóna um gongdina í skatta- og avgjaldsinntřkunum. Tađ er tó ein sannroynd, at myndugleikarnir bert kunnu stýra útreiđslugongdini.

 

Eingin vćntar av landsstýrinum, at halliđ fćst burtur eftir einum ella tveimum árum, men tađ er neyđugt at byrja nú. Tađ er neyđugt at seta avmarkingar viđ at áseta eitt hámark, te. ein ávísan árligan maksimalan útreiđsluvřkstur í prosentum.

 

Tađ hevđi tí veriđ sera áhugavert at hoyrt, hvřrjar avmarkingar í útreiđslugongdini landsstýriđ hevur sett sćr sjálvum, og hvřrjar ćtlanir landsstýriđ hevur um at tálma útreiđsluvřkstrinum til tess at fáa javnvág aftur á fíggjarlógini.

 

Á tingfundi 6. november 2008 varđ samtykt uttan atkvřđugreiđslu, at fyrispurningurin skal svarast