S-2 Fyrispurningur til Kaj Leo Johannesen, løgmann, viðvíkjandi kanning av lásagøluni á Løgmansskrivstovuni  

Orðaskifti

Ár 2008, mikudagin 8. oktober, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann løgmaður vátta, at hansara almenna tilsøgn um at stuðla kanningarstjórakanning av sonevndu lásagøluni stendur við?
  2. Kann løgmaður greiða frá, hvussu hann og løgmansfyrisitingin skilja hugtakið meirinnlit, og hvussu hetta verður praktiserað?
  3. Kann løgmaður greiða frá, eftir hvørji mannagongd innanhýsis skjøl og trúnaðarupplýsingar vórðu latin miðlunum undir hesi gølu?
  4. Kann løgmaður lýsa skipanina við innanhýsis notatum, har embætisfólk skriva um fundir og tilburðir sínamillum?
  5. Kann løgmaður hjáleggja svari sínum yvirlit yvir øll upprit og notat, ið løgmansstjórin og deildarstjórin hava skrivað hetta farna árið – umframt í fullum líki eitt hóskandi úrval, so tingfólk betur kunnu skilja, eftir hvørji siðvenju og í hvørjum høpi uppritini eru gjørd?
  6. Kann løgmaður greiða frá reglunum viðvíkjandi leka av trúnaðarupplýsingum, hvussu lekar verða kannaðir, og hvør avleiðing kann hugsast?
  7. Tekur løgmaður loksins undir við, at kannast má eisini, hvussu meirinnlit verður framt, og serliga hvussu meirinnlit ella lekar eru framd í hesum máli?

 

Viðmerkingar

Sjálvstýrisflokkurin hevur alment skotið upp at fáa kanningarstjóra settan at kanna ta óvirðiligu tilgongd, tá ið fyrri løgmaður og landsstýrismaður hansara komu til ilnar um skrivstovur í Tinganesi.

 

Hvat farið er fram er ógreitt. Men fremsta orsøk at kanna málið nærri er tann niðurgerð av politisku skipanini, ið henda gøla hevði við sær. At enda politiskt samstarv er sín søk, men at leypa á heiður og æru hjá hvørjum øðrum sømir seg ikki fyri fólkavald.

 

Men serliga er støðan margháttlig av leiklutinum hjá embætisfólki, sum bendir á, at embætisfólk vórðu illa viðfarin í málinum – alment nevnd sum “starvsfólkatrupulleiki”. Men annað týðir uppá, at summi starvsfólk vóru við í politiskum stríði – ella vórðu trýst inn í tílíkt stríð.

 

Tvey fólk á Løgmansskrivstovuni - Marjun Hanusardóttir og Kristianna Sjóvará – skrivaðu upprit um, nær og hvar tey hittu onnur embætisfólk, hvat varð sagt og gjørt – og hesi upprit vórðu síðani at síggja í øllum landsins miðlum.

 

Skal politiska skipanin hava nakra sømiliga framtíð, mugu vit vita, nær og hvussu tílík upprit verða gjørd, og so mugu tey vera samheimil allari skipanini, so at ikki summi kunnu leka út upprit og onnur ikki.

 

Tí verður spurt eftir váttan um, at løgmaður tekur undir við kanningarstjóra­kanningini, hvussu meirinnlit verður praktiserað, hvussu likið varð til miðlanna, hvør skipanin er við innanhýsis notatum um fundir og tilburðir, um yvirlit yvir upprit og notat, ið løgmansstjórin og deildarstjórin hava skrivað, hvussu lekar verða kannaðir, og loksins hvørt lekar og meirinnlit mugu kannast í hesum máli.

 

Á tingfundi 9. oktober 2008 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 5. november 2008 svaraði Kaj Leo Johannesen, løgmaður, fyrispurningum soleiðis:

 

Svar:

 

Fyrst av øllum havi eg hug at viðmerkja, at tað sýnist at liggja til grund fyri fyrispurninginum, at Løgmansskrivstovan fer lættliga um trúnaðarupplýsingar, at notatskyldan verður handfarin tilvildarliga, eins og meirinnlitismál verða viðfarin, sum   best ber til. Hesum má eg greitt afturvísa og kann ikki svara fyrispurninginum undir hesum fyritreytum. 

 

Viðvíkjandi 1: Tá ið eg var tingmaður, segði eg, at eg tók undir við eini kanningarstjórakanning av framferðarháttinum hjá løgmanni og landsstýrismanninum. Hetta gjørdi eg, tí at eg sum tingmaður var ein av teimum, sum sbr. stýrisskipanarlógini § 38, stk. 2  kundi seta fram krav um slíka kanning.

 

Í embæti mínum sum løgmaður havi eg onga støðu til slíka kanning, tí løgmansembætið hevur ongan leiklut í spurninginum, um hvørt slík kanning skal setast í verk ella ikki. Sum undanmaður mín í embætinum hevur greitt spyrjaranum frá í svari uppá fyrispurning s74-2007, er tað uttanfyri embætisábyrgd løgmans at hava eftirlit við, hvat fyrr sitandi løgmenn ella landsstýrismenn hava fingist við. Avgerðina at mæla løgtingsformanninum til at seta ein kanningarstjóra hevur landsstýrismálanevndin eftir stýrisskipanarlógini § 38, stk. 2 ella tveir fimtingar av løgtingsmonnunum. Eg meti ikki, at tað er fyri neyðini, at eg sigi landsstýrismálanevndini ella tveimum fimtingum av tingmonnunum, hvørja støðu teir eiga at taka. Teir hava eftir mínum tykki fullan førleika sjálvir at taka støðu til spurningin.

 

Viðvíkjandi 2: Í lógini um alment innlit er sum kunnugt ásett, at altavgerandi høvuðsreglan er, at rættarkrav er um alment innlit í øll skjøl sbr. lógarinnar § 4. Undantikin eru tey føri, sum nevnd eru í § 7 - § 14. Frá undantakinum er eitt týdningarmikið undantak, nevniliga eftir § 11, stk. 1, at upplýsingar í skjølum, ið eru umfatað av § 7 og § 10, nr. 1-4, um veruligar umstøður, sum eru av stórum týdningi fyri málið, skulu latast í samsvari við vanligu reglur lógarinnar.

 

Er skjalið hóast slíka meting framvegis ikki fevnt av innlitisrættarkravi, so kann myndugleiki sbr. § 4, stk. 1 seinna lið “geva loyvi til skjalainnlit í størri mun, um ikki annað fylgir av reglum um tagnarskyldu v.m.”. Hetta sum verður nevnt meirinnlit. 

 

Verður biðið um meirinnlit, er fyrsta stigi hjá fyrisitingini tí at kanna eftir, hvørji saklig atlit liggja aftanfyri ikki at lata skjølini út. Hetta kann m.a. verða gjørt við at spyrja tann, sum framleitt hevur skjalið til ráðs, um grundirnar fyri ikki at lata almenninginum skjalið, og hvørja støðu hann hevur til, at skjølini verða útflýggjað. Høvuðsreglan hjá fyrisitingin er, at slík skjøl verða útflýggjað, eru ikki saklig grundgeving fyri at goyma tey. 

 

Viðvíkjandi 3: Í hesum máli sendu fleiri fjølmiðlar umbøn um at fáa innlit í øll skjøl í málinum. Av tí at ein systursonur løgfrøðiliga ráðgevan á Løgmansskrivstovuni var ein av umsøkjarunum um innlit, bar løgfrøðiligi ráðgevin seg undan at siga nakað løgfrøðiliga um, hvussu málið stóð og varð tí løgfrøðiligi ráðgevin í Almanna- og heilsumálaráðnum settur at taka sær av løgfrøðiligu ráðgevingini. Í telduposti til løgmansstjóran 16. september 2008 kl. 15.44 sigur hesin soleiðis:

 

Eg havi nú gjøgnumgingið tey 7 skjølini, sum tú í samráð PGH sendi mær viðvíkjandi ”skrivstovumálinum”, við atliti til innlitslógina.

Skjølini eru hesi:

1.      Semja um skrivstovuhølir (15.02.2008)

2.      Teldubræv frá HH til JE (3. sept. 2008)

3.      Teldubræv frá JE til HH (4. sept. 2008)

4.      Upprit um samrøðu millum MH og HS (5. sept. 2008)

5.      Upprit frá KS um hending viðv. læstari skrivstovu (5. spet. 2008)

6.      Teldubræv frá EL til MH um, hvat er hent við hurðini (5. sept. 2008)

7.      Teldubræv frá HH til JE (4. sept. 2008)

Greiða útgangspunktið í innlitslógini er, at ein og hvør hevur rætt til innlit í øll skjøl í einum fyrisitingarligum máli (§§ 4 og 5).

Tað krevst sotatt ein positiv heimild í kap. 3 í lógini fyri at nokta innliti.

Sambært § 7 í lógini fevnir rætturin til innlit ikki um innanhýsis skjøl (í fullum líki), men sambært § 11 fevnir rætturin til innlit eisini um upplýsingar um fakta av týdningi, sum eru at finna í slíkum innanhýsis skjølum.

Eg dugi ikki at síggja nakra grundgeving fyri at nokta innlit í skjølini 1, 2, 3 og 7. Samskiftið millum LMS og URR er ikki at meta sum innanhýsis samskiftið, og er tí ikki vart av § 7. Talan er heldur ikki um samskiftið, sum er vart eftir § 10, nr. 1 ella 2 (fundarfrásagnir frá fundum millum lstm. ella samskifti um lóggávu o.l.)

Skjal 4 er eitt innanhýsis skjal frá einari samrøðu, sum skal lýsa, hvat er hent í sambandi við skrivstovuna. Eftir mínari fatan eru hesir upplýsingar fevndir av § 11 og harvið rættinum til innlit.

Sama støða ger seg galdandi við skjali 5, sum er ein frágreiðing um, hvat fór fram, tá lásasmiðjurin var á vitjan, og skjal 6, sum er ein støðulýsing frá húsavørðinum.

 

Sbr. hesum tilmæli løgfrøðiliga ráðgevans var latið fjølmiðlunum innlit í málið. Í hesum føri snúði tað seg sotatt ikki um meirinnlit sambært 4, men um eitt mett rættarkrav til innlit.

 

Viðvíkjandi 4: Alt skrivligt tilfar í umsitingini, sum ikki fer úr húsinum, er fyri so vítt eitt innanhýsis notat, sjálvt um tað formliga ikki er nevnt notat, og sjálvt um tað liggur í privatu notesbókini hjá einstaka málsviðgerðanum, er ein tilvildarligur gulur lepi, ein teldupostur, eitt sms ella líknandi. Hvør málsviðgeri ger sjálvur av, eftir ítøkiligari sakligari meting, hvat tilfar hann letur skjalaskrásetingini av hesum.

 

Tó hevur hann eftir innlitislógini skyldu at fylgja innlitislógini § 6, stk. 1, har sagt verður, at

í málum, har avgerð fer at verða tikin av einum myndugleika, skal myndugleiki, sum munnliga tekur ímóti upplýsingum viðvíkjandi teimum veruligu umstøðunum, ið hava týdning fyri avgerðina í málinum, ella sum á annan hátt er kunnugur við sovorðnar upplýsingar, skriva upp innihaldið av teimum. Hetta er tó ikki galdandi, um upplýsingarnar annars síggjast í skjølunum í málinum.

og lata skjalaskrásetingini avrit av hesum. 

 

Viðvíkjandi 5: Spurningurin er sera torførur at svara, tí sum nevnt undir svari 4, verða nógv notat ikki latin skjalagoymsluni og tí ikki skrásett.

 

Men skjalaskráseting løgmansskrivstovunnar hevur stovnað 346 mál higartil í 2008, og í ama tíðarskeiði eru 1377 skjøl skrásett (her er UR ikki við). Løgmansstjórin hevur skrivað 29 formliga skrásett notat um ymiskt í 2008, og deildarstjórin hevur skrivað 7 notat um ymiskt í sama tíðarskeiði. Íalt eru 111 skjøl skrásett sum notat, men hetta er av ymsum orsøkum ikki eftirfarandi. T.d. eru skráir og frágreiðingar til landsstýrisfund skrásett sum notat.

 

Viðvíkjandi 6: Allar flestu upplýsningar, sum Løgmansskrivsstovan hevur um hendi, eru ikki av trúnaðarslagi. Eru teir tað, er tað ofta fyri stutt tíðarskeið. Men uppaftur týdningarmiklari eru teir, sum eru, og skrivstovan fer altíð við varsemi við slíkum upplýsingum. Verður leki uppdagaður við slíkum upplýsingum, verður tað í fyrsta lagi tikið upp sum eitt agamál í móti viðkomandi starvssettum. Í álvarsligari føri verður málið latið løgregluni til víðari viðgerðar, sum brot á § 152 og § 152a – 152f í revsilógini um tagnarskyldu hjá alment settum. Undanmaður mín hevur í svari uppá fyrispurning 100-12/2004 frá Finni Helmsdal givið svar uppá líknandi spurning, og fari eg at vísa til hetta svar hansara.

 

Viðvíkjandi 7: Tað er eftir mínum tykki einki, sum bendir á, at Løgmansskrivstovan hevur givið meirinnlit í ítøkiliga málinum (sí svar frá løgfrøðiligum ráðgeva). Skuldi onkur havt aðra løgfrøðiliga meting um hetta, hevur tað so undir ongum umstøðum snúð seg um trúnaðarupplýsingar. Hevur onkur ta fatan, at í ítøkiligum máli er meirinnlitismál ikki rætt viðgjørt, haldi eg, at rætta mannagongd er, at kært verður til løgtingsumboðsmannin um málið, og at hon so metir um tað.

 

Málið avgreitt.