5 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið)
C. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð (Orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Orðaskiftið)

Ár 2007, 16. august, legði Edmund Joensen, løgtingsformaður, vegna seg sjálvan fram soljóðandi

Uppskot 

til 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um val til Føroya Løgting

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til Føroya Løgting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 21. mars 2002 verða gjørdar hesar broytingar:

1) Heitið á løgtingslógini verður broytt til: “Løgtingslóg um val til Løgtingið”.

2) § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Løgtingið hevur 31 limir, sum verða valdir við lutfalsvali.

3) Yvirskriftin til kapittul IV verður: “IV. Løgtingsvalnevnd”.

4) Í § 12 verða orðini: “fyri hvørt valdømi” strikað.

5) Í § 15, stk. 2, 1. og 2. pkt. verður “valnevndunum” broytt til: “valnevndini”, og í 3. pkt. verður “Hesar” broytt til: “Hendan”.

6) Í § 16, stk. 1 verða orðini “í øllum valdømunum” strikað.

7) Í § 17, stk. 1 verða orðini “í einum valdømi” strikað.

8) § 17, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Ein valevnislisti má ikki hava fleiri valevni enn tíggju fleiri enn talið av løgtingslimum, ið veljast skulu. Um henda treyt ikki verður hildin, skal listin verða lýstur ógildugur.”

9) Í § 17, stk. 4 verða orðini: “avvarðandi løgtingsnevnd” broytt til: “løgtingsval-nevndini”.

10) Í § 17, stk. 6 verða orðini “í ymsum valdømum ella” strikað.

11) Í § 18, stk. 1 verða orðini: “í sama valdømi” strikað.

12) Í § 18, stk. 2, 1. pkt. verður “viðkomandi løgtingsvalnevnd” broytt til: “løgtingsval-nevndini”.

13) Í § 29, stk. 3 verða orðini: “løgtingsvalnevndini í viðkomandi valdømi” broytt til: “formanninum fyri løgtingsval-nevndini”.

14) § 30, stk. 1 verður orðað soleiðis: “... Endaliga uppgerðin av valinum verður gjørd av løgtingsvalnevndini í seinasta lagi vikudagin aftaná valið.”

15) Í § 30, stk. 4 verða orðini: “í valdøminum” strikað.

16) Í § 31, stk. 1, 3. pkt. verður orðið “umdømisvaldum” strikað.

17) §§ 32 og 33 verða strikaðar.

18) Í § 34, 1. pkt. verða orðini: “í sama valdømi” strikað, og 2. pkt. verður strikað.

19) Í § 39, stk. 1, 4. pkt. verða orðini “í valdøminum” strikað tvær staðni.

20) Í § 44, stk. 1 verður “løgtingsskriv-stovuni” broytt til: “umsiting tingsins”.

21) Í skjalinum við yvirliti yvir valstøð verður teigurin “valdømi” strikaður. 

 

§ 2 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar:

Síðan Løgtingið var endurreist í 1852 ella fyri 155 árum síðani, hava Føroyar verið býttar í tey 7 valdømini, sum vit øll kenna. Uppbýtið er tað sama sum prestagjøldini vóru.

 

Ásannast má, at nógv er broytt her á landi øll hesi árini, og er vallógin eisini ofta broytt, tó hava sjálvar lógirnar havt langa livitíð. 

 

Galdandi lóg um val til Føroya Løgting er frá 1978, og  kom hon í staðin fyri lóg um Føroya Løgting, sum upprunaliga var frá 1924, t.e., at hóast vit fingu heimastýri í 1948, og tingið var broytt frá at vera ein ráðgevandi myndugleiki til eitt lóggávuting innan karmarnar av heimastýrislógini, so var nýggj vallóg ikki gjørd fyrrenn 30 ár seinni.

 

Spurningur um valdømini hevur ikki verið á breddanum í politiska orðaskiftinum meira enn umleið 20 ár. Í 1989 løgdu løgtingskvinnurnar Karin Kjølbro og Marita Petersen uppskot fyri tingið um, at Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi við 21 tingmonnum, løgtingsmál nr. 14/1989. Grundgevingarnar hjá teimum fyri at seta fram uppskotið vóru, at verandi skipan forðar fyri skynsamari landsplanlegging. Málið fall.

 

Í 1992 setti Bjarni Djurholm, tingmaður, fram uppskot um tað sama, løgtingsmál nr. 54/1992. Skotið var upp, at tingmannatalið varð 27. Grundgevingarnar fyri uppskotinum vóru partvís tær somu sum í 1989, og at lokalpolitikkur spælir ein ov stóran leiklut, tá samgongur skulu skipast og avgerðir takast, og speglast hetta aftur í ov stórum íløgukostnaði við skattahækkingum til fylgju. Eisini hetta uppskotið fall.

Í 1995 roynir Bjarni Djurholm seg aftur í løgtingsmálið nr. 27/1995. Hetta uppskotið verður lagt fram, tá kreppan er í hæddini, og ber uppskotið dám av hesum, t.d. at skotið verður upp, at tingmannatalið verður 21. Heldur ikki hetta vann frama.

 

Í 2006 – løgtingmál nr 21/2006 - leggur Kári P.Højgaard uppskot til samtyktar fyri tingið um, at landsstýrið leggur fram uppskot um at skipa Føroyar sum eitt valdømi,  hesaferð við 33 tinglimum. Uppskotið kemur eftir, at arbeiðsbólkur, sum landsstýrismaðurin í innlendismálum setti stutt eftir, at samgongan varð skipað, hevði latið frá sær álit, har skotið var upp ikki at broyta valdømisskipanina, men uppgerðarháttin. Eisini hetta uppskotið fall.

 

Í samgonguskjalinum frá 31. januar 2004 varð avtalað, at vallógin skuldi endurskoðast. Grundarlagið fyri hesum var ikki, at Føroyar skuldu skipast sum eitt valdømi, men meira, at valúrslitið ikki endurspeglaði seg í tingmannatalinum. Bæði Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin høvdu fleiri atkvøður enn Tjóðveldisflokkurin, men fekk hann 8 tingmenn, meðan hinir báðir fingu 7 hvør.

 

Landsstýrimaðurin setti niður ein arbeiðsbólk at gera uppskot til nýggjan útrokningarhátt, sum kom við einum uppskoti í 2005.  Henda skipan bygdi á 7 valdømir, men at tað í útrokningarháttinum var tryggjað, at flokkarnir fingu tingmenn í mun til atkvøðutalið, og at øll øki í landinum fingu umboð. Skipanin við eykamonnum var burtur. Uppskotið vann hvørki undirtøku í landsstýrinum ella millum tingmenn,  og boðaði landsstýrismaðurin síðani frá, at hann bert fór at koma við uppskoti um nakrar tekniskar broytingar í vallógini seinast í løglistanum, sum var lagdur saman við løgmansrøðuni 2007. 

 

Fyriliggjandi  uppskot merkir, um tað verður samtykt, at Føroyar verða eitt valdømi, og at tingmannatalið verður 31.

 

Sum sæst av tí, sum er ført fram omanfyri, so hevur spurningurin um Føroyar sum eitt valdømi regluliga verið frammi tey seinastu skjótt 20 árini, og heldur uppskotsstillarin, at tíðin nú er búgvin til, at farið verður frá skipanini, sum hevur verið galdandi í 155 ár, og at stigið eigur at verða tikið fult út, soleiðis at Føroyar verða 1 valdømi heldur enn at fara at pjøssa upp á verandi skipan við nýggjum býtisskipanum.

 

Sum grundgevingar fyri hesum kunnu nevnast:

Infrakervið í  Føroyum er nú vorðið so gott, at 85% av fólkinum í bili kann náa 80% av landinum innan fyri ein tíma.

 

Alt fleiri uppgávur verða lagdar og fara at verða lagdar til kommunurnar at umsita, eins og talið av kommunum er nógv lækkað og fer at lækka enn meira. Ásannast má eisini, at í sambandi við, at heimastýrið hevur yvirtikið alt fleiri uppgávur at umsita, er málsræðið hjá tinginum víðkað. Hetta hevur við sær, at Løgting og  landsstýri skulu taka sær av teim meira yvirskipaðu landspolitisku uppgávunum, meðan  kommunurnar og  teir kommunalu felagsskapirnir taka sær av tí meira lokalpolitiska.

 

Í  vallógini frá 1978 er  talið av umdømisvaldum í teim einstøku valdømunum við hesum útgangsstøði gjørt við støði í, hvussu fólkatalið var býtt upp á valdømini tá. Hetta er nógv broytt hesi knapt 30 árini. Fólkatalið í Streymoynni er t.d. frá1977, til  2003 vaksið við 29,7% , í  syðru helvt av Eysturoynni við 21,3%,  meðan tað í Sandoynni og Suðuroynni er minkað við góðum 12%. Hesi tøl vísa greitt, at grundarlagið undir verandi vallóg er burtur, og at um skipanin við valdømum skal verða varðveitt, so eigur tingið at taka støðu til eitt geografiskt heldur enn eitt demografiskt býti, grundarlagið undir verandi skipan er burtur. 

 

Ásannast kann eisini, at í teim smáu valdømunum er talan um eitt demokratiskt undirskot, soleiðis at skilja, at veljarin veit, at tað er nyttuleyst at velja ávísar flokkur, tí flokkurin ikki hevur nakran møguleika at fáa tingmann valdan.

 

Tað er ein sannroynd, at  kvinnurnar eru undirumboðaðar á tingi, og at hon er ein tann lægsta í Europa. Roknast kann við, at um Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi, so fer hesin ójavnin at minka.

 

Eftir stýrisskipanarlógini kann tingið í mesta lagi hava 33 limir og eftir vallógini millum 27 og 32 limir, men hevur tað, síðan lógin kom í gildi, verið 32.

 

Mett verður, at tað er betri, at talið av tingmonnum er eitt ólíka tal, og verður tí skotið upp at seta tað til 31. Í verandi lóg er treytin fyri at fáa eykamann, at flokkurin hevur 1/27 part av atkøvðunum ella 3,7%. Við einum tingmannatali upp á 31 fer hetta markið niður á 1/31 part ella 3,2%.

 

Sum er, kann einstaklingur stilla upp í einum valdømi. Hetta merkir, at viðkomandi bara kann verða valdur, um hann ella hon verða umdømisvald, tí viðkomandi tekur ikki lut, tá í tey eykavaldu verða býtt. Um Føroyar verða eitt valdømi, verður tað lættari hjá einstaklingum at verða vald, tí tey eins og tey, sum eru stillað upp hjá flokkunum, fáa atkvøður í øllum landinum. Vansin er, at um viðkomandi fær nógvar atkvøður, so verður spillið av atkvøðum stórt.  

 

Kap. 2. Serligar viðmerkingar:

 

Til nr. 1 og 20: Málsligar broytingar.

 

Til nr. 2: Tingmannatalið verður 31 í mun til 32, og Føroyar verða skipaðar sum eitt valdømi.

 

Til nr. 3, 4, 5, 9, 12, 13 og 14: Talan er um broytingar orsakað av, at skipað verður ein løgtingsvalnevnd fyri alt landið í mun til í dag, har ein løgtingsvalnevnd er í hvørjum valdømi.

 

Til nr. 6, 7, 10, 11, 15, 16, 18, 19 og 21: Talan er um broytingar uttan innihald orsakað av, at landið verður skipað í eitt valdømi.

 

Til nr. 8: Við einum tingmannatali upp á 31, kunnu flokkarnir stilla upp 41 valevni. Higartil hava flokkarnir sambært § 17, stk. 2 kunnað stillað upp trý fleiri valevni enn talið av løgtingsmonnum, tó ongantíð meira enn tað dupulta, ið veljast skuldi í valdømunum, t.v.s. íalt 45 valevni.

 

Til nr. 17: Ásetingarnar um útrokning av eykaumboðum verða strikaðar.

 

Skjal 1: Broytingar í mun til verandi lóg

1. viðgerð 4. september 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 17. oktober 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Edmund Joensen, løgtingsformaður hevur lagt málið fram tann 16. august 2007, og eftir 1. viðgerð tann 4. september 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 24. september, 1. og 8. oktober 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Petur Zachariassen, hagfrøðing, Halgir W. Poulsen, advokat, Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðing, Sjúrð Skaale, Ingibjørg Berg, Jóanes N. Dalsgaard, stjórnmálafrøðingar, Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóra, umboð fyri Javnstøðunevndina og Demokratia og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Frá Javnstøðunevndini og Demokratia hevur nevndin fingið skriv við trimum uppskotum um at broyta vallógina, frá Peturi Zachariassen hevur nevndin fingið yvirlit yvir uppgerð av valinum við tveimum ymiskum uppgerðarhættum, og frá Steinbirni O. Jacobsen hevur nevndin fingið avrit av blaðgrein um eitt valdømi. Herumframt hevur nevndin frá øðrum fingið skrivligar viðmerkingar til uppskotið og annað tilfar.

 

Undir nevndarviðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti (Poul Michelsen, Kaj Leo Johannesen, Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) tekur undir við málinum.

 

Meirilutin er tó ikki samdur við uppskotssetaranum um at minka talið av tingmonnum, men heldur er rætt at økja talið upp í 33 samsvarandi ásetingini í stýrisskipanarlógini. Tí setir meirilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1, nr. 2 verður “31” broytt til: “33”.

 

Soleiðis broytt mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Marjus Dam, Kristian Magnussen og Sverre Midjord) tekur ikki undir við uppskotinum og hevur hesar viðmerkingar:

 

Avtalað er í samgonguskjalinum, at valskipanin skal endurskoðast. Nevnda uppskot kann ikki metast at vera ein endurskoðan, fyriskipað av samgonguni, tí uppskotið hevur ikki verið til viðgerðar í samgonguni. Heldur er talan um eina kollvelting av valskipanini, uttan at nøkur saklig og grundig viðgerð er farin fram yvirhøvur. Í londum, okkum annars dámar at samanbera okkum við, hevði politiska skipanin sett kommissjónir við fakfólki at arbeiða við einum fyri fólkaræði so grundleggjandi máli.

 

Minnilutin vísir á

 

Minnilutin vísir somuleiðis á, at fíggjarliga vælbjargað og kend fólk, eins og fíggjarliga sterk áhugamál í størri og minni mun kunnu koma at avgera, hvør í framtíðini verður valdur á ting. Hetta uppskot fer, um tað verður samtykt, at skunda undir hesa skeivu og ódemokratisku gongd. Tí undrar tað minnilutan, nú eitt so kollveltandi uppskot liggur á tingborði, at ongar ásetingar eru um fígging av valstríði og gjøgnumskygni í fíggjarviðurskiftum hjá valevnum og flokkum í sambandi við valstríð.

 

Fleiri hava víst á, at talan kann vera um “gerrymandering”, t.v.s. at valskipanin verður broytt til eins egna fyrimun, og mæla til, at eitt løgtingsval eigur at verða hildið, áðrenn eitt tílíkt uppskot verður sett í gildi.

 

Ásannandi at uppskotið kann verða samtykt, so heldur minnilutin, at tað eigur ikki at koma í gildi fyrr enn eftir komandi val.

 

Minnilutin setir tískil fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

2) § 2 verður soljóðandi:

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. februar 2008.

 

2. viðgerð 23. oktober 2007. Uppskot frá Henrik Old  um at beina málið aftur í nevnd fall 15-0-17.Broytingaruppskot frá minnilutanum í rættarnevndini, Marjus Dam, Kristian Magnussen og Sverra Midjord til § 2 fall 14-0-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í rættarnevndini, Poul Michelsen, Kaj Leo Johannesen, Finni Helmsdal og Bill Justinussen til § 1 samtykt 17-2-13. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-13. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

Á tingfundi 25. oktober 2007 løgdu tingmenninir Marjus Dam, Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, Gerhard Lognberg og Kristian Magnussen fram soljóðandi  

 

Broytingaruppskot

til 

3. viðgerð

 

1)      § 2 verður orðað soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi, tá tað í kunngerð verður ásett av landsstýrismanninum.”

 

Viðmerkingar:

Uppskotsstillararnir halda, at Føroya fólk eiga at fáa høvi at siga sína hugsan um málið, áðrenn broytingin um eitt valdømi kemur í gildi. Skotið verður tí upp, at landsstýrismaðurin fær heimild at seta lógina í gildi við kunngerð, og hevur hetta til endamáls at geva honum eitt skotbrá at skipa fyri vegleiðandi fólkaatkvøðu um málið. Nú val til Fólkatingið er útskrivað at verða 13. november, halda uppskotsstillararnir, at fólkaatkvøðan kann verða hildin sama dag. Hetta er eisini í tráð við tað, sum løgmaður nevndi í ólavsøkurøðu síni í ár, har hann segði: “At skipa Føroyar sum eitt valdømi er so stór broyting og grundleggjandi broyting, at hon uttan iva eigur at verða løgd til fólkaatkvøðu, áðrenn Løgtingið tekur endaliga støðu.”

 

3. viðgerð 25. oktober 2007. Uppskot frá Hergeir Nielsen um at beina málið í serliga nevnd fall 14-0-18. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Marjus Dam, Jógvan við Keldu, Anfinni Kallsberg, Gerhard Lognberg og Kristian Magnussen fall 14-0-18. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-13. Málið avgreitt.

Ll.nr. 97 frá 01.11.2007