10 Uppskot til samtyktar um at nýta teldur til fráfaringarroyndir í fólkaskúlanum
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
Ár 2008, 11. februar, legði Jóhanna Magnusardóttir, vegna 9. d. í Eysturskúlanum, fram soljóðandi
til
samtyktar
Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið tekur stig til at tryggja, at øllum næmingum stendur í boði at nýta teldur til skrivligu fráfaringarroynd fólkaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Viðmerkingar:
Vit halda, at tað skal standa í boði hjá øllum næmingum at hava teldur við til skrivligu fráfaringarroynd fókaskúlans og víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans, og at tað í lærugreinunum føroyskur stílur, danskur stílur og enskur stílur skal vera møguligt at hava teldur við. Á henda hátt verður eingin munur gjørdur á skriftini hjá næmingunum, tí við hond skriva summi vakurt, og onnur ikki. So er heldur eingin ivi, hvat skrivað stendur, tí skriftin er ótýðilig. Tá ið skrivað verður við hond, fær ein krampa í hendur og akslar og fær tí ikki gjørt sítt besta síðstu løtuna av royndini. Tey flestu skriva stílar við teldu gjøgnum alla skúlagongdina og venjast við henda arbeiðshátt.
Skúlin skal útvega printara og syrgja fyri, at allar teldur verða bundnar í printaran, og tískil mugu allar teldur vera í royndarhølunum 24 tímar, áðrenn royndin byrjar. Hvør næmingur skal vera atskildur frá hinum við skermum ella tílíkum, so ikki sæst millum teldurnar, hvat skrivað verður. Næmingar hava sínar egnu teldur við, men tær farteldur, ið skúlin eigur, skulu vera tøkar, so næmingar kunnu skriva seg upp til hesar í góðari tíð.
Tað skal vera loyvt at nýta teldutøkar orðabøkur, tí teldutøkar orðabøkur eru nógv skjótari at nýta enn vanligar orðabøkur, eins og stavi- og grammatikkontrol skal vera loyvt undir royndini.
Vit koma ongantíð aftan á fólkaskúlan at skriva stílar og ritgerðir við hond, alla aðrastaðni verður telda nýtt sum hjálparamboð.
1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Mentanarnevndina, sum tann 12. februar 2008 legði fram soljóðandi
Jóhanna Magnusardóttir hevur vegna 9.d. í Eysturskúlanum lagt málið fram tann 11. februar 2008, og eftir 1. viðgerð er tað beint Mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 11. februar 2008.
Meirilutin (Gunnvá Jacobsen, Silja Poulsen, Magnus Danberg, Jógvan K. Joensen, Jósva Debes, Sakaris Ludvík Súnason, Hannemia H. Breckamann, Maria F. Mouritsen, Flemming Højgaard og Emma Niclasen) heldur, at næmingar skulu kunna hava møguleikan at nýta teldur til fráfaringarroyndirnar, men hetta skal ikki vera tvungið fyri allar næmingar, tí summir næmingar duga kanska ikki so væl við teldum, og onnur skriva kanska heldur ikki so skjótt á teldu.
Meirilutin heldur, at møguleiki skal vera fyri at kunna nýta teldutøkar orðabøkur, og at næmingarnir skulu kunna hava sín egna printara við.
Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið.
Minnilutin (Kristian Gásadal) tekur undir við uppskotinum, men hevur hesar viðmerkingar:
Um eingin telduundirvísing er í einum skúla, og onkrir næmingar ikki duga at brúka teldu, so fara hesi ikki at velja at brúka teldu til fráfaringarroyndirnar. Um tað ikki eru øll, sum brúka teldu til fráfaringarroyndirnar, so heldur minnilutin, at so skulu tey, sum brúka telduna, ikki hava loyvi til at brúka teldutøkar orðabøkur, tí annars fáa tey ein stóran fyrimun fram um hini, sum mugu leita í vanligu orðabókunum.
2. viðgerð 12. februar 2008. Uppskotið samtykt 21-2-10. Málið avgreitt.