8  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008,  11. februar, legði Hannemia Høj Breckmann, vegna 9. b. í Argja skúla, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin)

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt (skattalógin) við seinni broytingum verður gjørd henda broyting:

 

1) Í § 46, stk. 1 verður sum nýtt 3. pkt. sett:

„Frá 1. mars 2008 verður eingin kommunuskattur álíkanaður skattskyldugu inntøkuni frá 0 – 60.000 kr. hjá teimum, sum eru undir 18 ár.“ 

§ 2.

 

Hendan løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Vit halda, at markið fyri skattafríkortinum er ov lágt. Vit halda, at í staðin fyri, at ein bert kann forvinna sær 28.000 kr. um árið, áðrenn ein fer at gjalda skatt, skal ein hava møguleikan til at forvinna sær 60.000 kr., áðrenn ein fer at gjalda skatt. Tó halda vit, at hetta einans skal vera galdandi fyri tey, ið eru undir 18 ár. Tey, ið eru oman fyri 18 ár, skulu gjalda skatt eftir teimum fyrrverandi reglunum.

 

Grundgevingarnar fyri uppskotinum eru hesar:

 

·        Ein er ikki myndugur, áðrenn ein er 18 ár.

·        Man hevur ikki valrætt og á tann hátt onga ávirkan á, hvat ið skattapengarnir vera nýttir til.

·        Vit halda, at ikki er neyðugt hjá persónum , ið ikki eru myndugir, at gjalda ov nógvan skatt, tá ið veruleikin er tann, at foreldur skulu forsyrgja børnum sínum, sum eru niðan fyri 18 ár.

·        Ein, ið er undir 18 ár og hevur forvunnið sær 28.000 kr, hevur arbeitt fyri minni tímaløn og hevur tí arbeitt harðari fyri inntøkuna.

·        Í Danmark kann ein lesandi føroyingur hava eina inntøku upp á 80.000 kr., áðrenn hann byrjar at gjalda skatt.

·        Hækkingin av skattafríkortinum kann vekja hugin hjá ungum at arbeiða eitt sindur meira og harvið gerast meira sjálvstøðug.

·        Tað er ikki hugaligt hjá nøkrum at arbeiða fyri undir 50 kr. um tíman, og í hesum tíðum við tørvi á arbeiðsmegi er neyðugt at faa hugagóð starvsfólk.

 

Magni Laksáfoss hevur í samrøðu upplýst, at lógaruppskot er á veg um at hækka skattafríkortið til 40.000 kr., men hetta halda vit ikki vera nøktandi.

 

Vónandi tekur Ungdómstingið væl ímóti hesum uppskoti.

 

1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 12. februar 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Hannemia Høj Breckmann hevur vegna 9. b. í Argja skúla lagt málið fram 11. februar 2008, og eftir 1. viðgerð er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi í dag.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta

 

Meirilutin (Jannick Hjaltalin,  Liljan Tornefeldt, Kristina Absalonsen, Sonja Thomsen,  Beinta Bak Lamhauge, Elsbet Petersen, Maria Winther Olsen og Bjørg Seloy) tekur ikki undir við málinum, og mælir Ungdómstinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Katarina Saxov, Elin S. Holm og Barbara Arge Brekká) tekur undir við málinum, og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. februar 2008. Uppskotið fall 7-24-2. Málið avgreitt.