7 Uppskot til samtyktar um fleiri undirvísingartímar í ítrótti
A. Upprunauppskot
B. 1. viđgerđ (Orđaskifti)
C. Álit
D. 2. viđgerđ (Orđaskifti)
Ár 2008, 11. februar, legđi Gunnvá Jacobsen, vegna 9. d. í Eysturskúlanum, fram soljóđandi
til
samtyktar
Heitt verđur á landsstýriđ um at kanna mřguleikan at hćkka taliđ av undirvísingartímum í ítrótti í fólkaskúlanum.
Viđmerkingar:
Skúlavikan er í dag 5 dagar, og bara tveir tímar verđa brúktir til ítrótt. Okkara uppskot er at gera so, at tađ verđa 2 undirvísingartímar í ítrótti um dagin 4 dagar um vikuna - mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag. Eisini skal styrkivenjing og renning verđa í minsta lagi 1 ferđ um vikuna. Úrslitiđ er, at nćmingarnir blíva nógv frískari av meira ítrótti og koma í betri form.
Miđast skal eftir at hava tímarnar seint á degi, tí nćmingarnir blíva slřvir av at sita í einari skúlastovu allan dagin, og tí er tađ gott at sleppa at renna eina lřtu.
Eisini skulu skiftirúmini gerast střrri og meira brúsir vera í skúlunum.
1. viđgerđ 11. februar 2008. Máliđ beint í Mentanarnevndina, sum tann 12. februar 2008 legđi fram soljóđandi
Gunnvá Jacobsen hevur vegna 9.d í Eysturskúlanum lagt máliđ fram tann 11. februar 2008, og eftir 1. viđgerđ er tađ beint Mentanarnevndini.
Nevndin hevur viđgjřrt máliđ á fundi tann 11. februar 2008.
Meirilutin (Magnus Danberg, Emma Niclasen, Flemming Hřjgaard, Jógvan K. Joensen, Jósva Debes, Maria F. Mouritsen, Kristian Gásadal, Hannemia H. Breckmann og Silja Poulsen) í nevndini tekur ikki undir viđ uppskotinum.
Meirilutin heldur, at nógvir nćmingar eru als ikki so áhugađir í ítrótti, og meirilutin er bangin fyri, at um tađ verđur tvungiđ, at nćmingarnir skulu hava so nógvar tímar í ítrótti, so verđur úrslitiđ bara, at nćmingarnir fara at skulka meira.
Ađrir nćmingar íđka nógvan ítrótt, og um tey eisini skulu hava fleiri tímar í ítrótti, so verđur tađ alt ov nógv fyri tey.
Meirilutin heldur, at ítróttur heldur kundi veriđ skipađ sum valfak, og tá skuldi tađ eisini veriđ á hćgri střđi, enn tađ er í dag. Střđiđ kundi veriđ hćgri, um lćrararnir vóru betur útbúnir innan fyri onkra einstaka ítróttargrein.
Meirilutin tekur ikki undir viđ uppskotinum og mćlir Ungdómstinginum til at fella uppskotiđ.
Ein minniluti (Sakaris L. Súnason) heldur, at tađ er gott at hava nógvar tímar í ítrótti, men at tađ er nakađ nógv viđ 8 tímum. Tađ hevđi veriđ betur, um tađ kanska vóru einir 4 tímar. Hesin minnilutin mćlir Ungdomstinginum til at samtykkja uppskotiđ.
Ein annar minniluti (Gunnvá Jacobsen) tekur ikki undir viđ uppskotinum og mćlir Ungdómstinginum til at fella uppskotiđ.
2. viđgerđ 12. februar 2008. Uppskotiđ fall 28-2-3. Máliđ avgreitt.