6  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008,  11. februar, legði Dávid Fossdalsá, vegna 10. flokk á Ziskatrøð, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

§  1

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 15. mai 2007, verður § 2, III, litra c orðað soleiðis:

 

c) Prutl (súkkla við hjálpimotori): Motorakfør á tveimum ella trimum hjólum við motori, hvørs slagvolumen ikki fer upp um 50 cm3 ella við el-motori, og hvørs motorur ikki kann fáa akfarið at ganga skjótari enn 45 km um tíman eftir sløttum. Landsstýrið kann fyriseta aðrar treytir, sum eitt motordrivið akfar skal lúka til tess at verða roknað sum prutl. Har, sum ikki annað er tilskilað, galda reglurnar um súkklur eisini fyri prutl. 

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar:

Ført verður fram, at hámarksferðin fyri prutl skal hækkast frá 30 km/t til 45 km/t, av tí at 30 km/t er ov lítið til at koyra í býnum, og at bilførarar bara ilskast av hesum. Um ferðin skal hækkast, má frálæran eisini hækkast, og tá eru 30 spurningar til skrivligu royndina ikki nóg mikið. Eitt uppskot er, at man fyrst hevur ein tíma, har viðkomandi verður undirvístur í lógum og øðrum, so hevur viðkomandi eina skrivliga roynd, sum skal klárast, og til endans hava eina koyriroynd, har koyrarin vísir, at hann kann føra eitt akfar. Reglur um koyriroynd eru ásettar í kunngerð.

 

Verandi lóg

Eftir verandi lóg skal motorurin vera so tilgjørdur, at hann kann ikki geva súkkluni meira ferð enn 30 km/t fram eftir sløttum, og broyting í hesum má eingin kunna gera, hvørki við broyting í justering ella á nakran annan hátt.

 

Broytt lóg

Við hesum uppskotinum, skal motorurin vera so tilgjørdur, at hann kann ikki geva súkkluni meira ferð enn 45 km/t fram eftir sløttum, og broyting í hesum má eingin kunna gera, hvørki við broyting í justering ella á nakran annan hátt.

 

Uppskotssetararnir hava tosa við Akstovuna, við stjóran Jákup Jacobsen, sum segði, at bæði Akstovan og hann persónliga vóru við uppá at broyta lógina, og hann segði eisini, at alt ov lítið var gjørt burtur úr skutarum.

 

Uppskotssetararnir hava eisini tosað við løgregluna í Klaksvík, og teir søgdu, at teir persónliga eru við uppá tað, men teir hava ikki myndugleika at úttalað seg um tað.

 

1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 12. februar legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Dávid Fossdalsá hevur vegna 10. flokk á Ziskatrøð lagt málið fram, og eftir 1. viðgerð 11. februar 2008 er tað beint Vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið, og tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum, men heldur, at krøvini til trygdina samstundis eiga at verða herd, m.a. við meira eftirliti í tí dagliga og við árligum kanningum av akførum. Somuleiðis heldur nevndin, at krøvini til frálæruna og royndina eiga at verða herd. Fyri at geva landsstýrismanninum stundir at fyrireika kunngerð, ið inniheldur neyðuga grundarlagið fyri, at hesar treytir kunnu verða loknar, mælir nevndin til at útseta gildiskomuna til 1. januar 2009.

 

Tí setir meirilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 2 verður orðað soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009.”

 

Við hesi broyting tekur nevndin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. februar 2008.  Broytingaruppskotið samtykt 30-2-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-3-4. Málið avgreitt.