5 Uppskot til samtyktar um ting- og stýrisskipan Føroya
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)
Ár 2008, 11. februar, legði Heidi Christiansen, vegna 10. flokk í Sørvágs skúla, fram soljóðandi
til
samtyktar
Ungdómstingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, sum broyta ting- og stýrisskipan Føroya og tillaga aðrar lógir sambært niðanfyri nevndu punktum.
Viðmerkingar:
Sum er, er tað ein ógvuliga lítil partur av borgarunum, sum tekur avgerðir, ið eru galdandi fyri allar borgarar.
Í landstýrinum eru 7 limir
Í Løgtinginum eru 32 limir
Í Løgtingi og landsstýri eru 39 limir
Í bý- og bygdarráðum eru 211 limir[1]
Í Løgtingi, landsstýri og bý- og bygdarráðum eru 250 limir. Hetta er 0,7% av veljarafjøldini.
Hugsanin við uppskotinum er at styrkja fólkaræðið og at vekja størri áhuga fyri samfelagsmálum millum borgararnar. Tá atkvøtt verður um uppskot, er fjartingið javnsett við Løgtingið. Fjartingð luttekur ikki sum stovnur í orðaskiftinum og leggur ikki uppskot fyri Løgtingið. Tað áliggur tí Løgtingi og landsstýri at sannføra fjartingið um tað skilagóða í uppskotum, ið mett vera neyðug at fremja. Hagfrøðisliga verður umboðanin í fjartinginum so breið landafrøðiliga[2], útbúgvingarliga, í aldri og starvi, at ikki ber Løgtinginum til at gera innanhýsisavtalur, ella at fremja uppskot, løgtingslimir persónliga fáa frama av.
Mett verður, at tá ein og hvør borgari í landinum í einum tíðarskeiði fær beinleiðis ávirkan og ábyrgd av lóggávu landsins, fer hetta at fremja orðaskifti millum borgarar og harvið skapa áhuga fyri samfelagsmálum.
Viðmerkingar til einstøku uppskotini
Ad 1. Tankin er at Hagstovan skipar fyri lutakastinum. Talið 600 eru vit komin fram til soleiðis:
Veljarar eru øll, ið eru fylt 18 ár. Tey eru tilsamans 35.045 fólk (2007).
Miðallivialdurin í Føroyum er 79 ár.
Vit velja í 61 ár.
Vit skulu tí velja 35.045 veljarar/61 ár = 576 limir – fyri eitt ár í senn – um allir føroyingar eina ferð í lívinum statistist skulu kunna verða umboðaðir á tingi. Talið verður hækkað til 600, so er hædd eisini tikin fyri fólkavøkstri.
Ad 2. Valrættur og valbæri er tað sama sum til Løgtings- og kommunuval.
Ad 3. Serligar umstøður at bera seg undan vali hava tey, sum t.d. vegna ringa heilsu, starv ella virki teirra ella tílíkt hava góða grund til at biðja um at sleppa undan vali. Hetta eru somu grundgevingar, sum nevndar eru í § 24 í løgtingslóg um val til føroysku kommunurnar.
Ad 5. Elektronisk fjaratkvøða er roynd aðrastaðni. Donsku kommunurnar hava nýtt eina skipan frá KMD[3], har kommunal ráð eru vald yvir internetið. Trygdin verður mett sum nóg góð til slík val, hóast ivi enn er um at brúka fjarval til Fólkating og kommunur.
Ad 8. Valdið hjá fjartinginum liggur í, at uppskot, har Løgting og fjarting eru ósamd, verða send til fólkaatkvøðu. Hetta er eisini ein treyt fyri, at arbeiðið í fjartinginum verður tikið í fullum álvara.
At krevja eina eyka atkvøðugreiðslu, tá ósemja er millum Løgting og fjarting, skal forða fyri, at mál av lítlum[1] Upptalt eftir heimasíðunum hjá báðum kommunufeløgunum.
[2] Við nýggju vælskipanini er hugsandi at løgtingsumboðanin verður miðsavnað um høvuðsstaðarøkið. Og at persónlig fíggjarstøða kann ávirka møguleikan at føra valstríð og verða vald/ur
[3] Donsk, kommunal KT-samskipan
1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Vinnunevndina, sum tann 12. februar 2008 legði fram soljóðandi
Heidi Christiansen hevur vegna 10. flokk í Sørvágs skúla lagt málið fram, og eftir 1. viðgerð 11. februar 2008 er tað beint Vinnunevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi og hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin í nevndini (Sigrið Simona S. Kalsø, Jóhanna Magnusardóttir, Dávid Fossdalsá, Ingibjørg Hansen, Margit Joensen, Heri Arge, Johild Maria Madsen, Páll Lauritsen, Árni Egholm og Bergtóra Patursson) heldur, at møguleikarnir hjá tí einstaka at fáa síni sjónarmið fram eru til staðar í fjølmiðlunum, og við at ein 4. hvørt ár kann nýta sín valrætt. Meirilutin tekur tí ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.
Minnilutin í nevndini (Heidi Christiansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Í eini roynd at fáa uppskotið at vinna frama, mælir minnilutin tó til at broyta uppskotið soleiðis, at talið av fjartinglimum verður broytt til 33, og soleiðis at atkvøðugreiðslan hjá Fjartinginum bara skal verða vegleiðandi.
Tí setir meirilutin fram soljóðandi broytingaruppskot:
b r o y t i n g a r u p p s k o t
1) Í nr. 1 í samtyktini verður 600 broytt til 33.
2) Nr. 8 í samtyktini verður orðað soleiðis: ”8. Fjartingið atkvøður, áðrenn uppskotið fer til 2. viðgerð í Løgtinginum. Atkvøðugreiðslan hjá Fjartinginum er vegleiðandi.”
Við hesi broyting tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 12. februar 2008. Broytingaruppsktið samtykt 23-1-9. Uppskotið soleiðis broytt fall 27-1-5. Málið avgreitt.