4  Uppskot til  samtyktar um ókeypis hítir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008,  11. februar, legði Sigrið Kalsø, vegna 9. b. í Venjingarskúlanum, fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Ungdómstingið tekur undur við, at landsstýrið kannar møguleikan fyri at veita ungum undir 20 ár ókeypir hítir.

 

Viðmerkingar:

Uppskotið hjá okkum er, at øll undir 20 ár skulu hava møguleka fyri at fáa ókeypis hítir. T.d. kundu tey ungu fingið útflýggjað ókeypis hítir á aptoekinum, í fólkaskúlanum og á miðnámskúlunum. Hetta átti eisini at verið ein møguleiki á konsertum og festivalum.

 

Orsøkin til, at vit halda, hetta er so umráðandi, er, at ung skulu sleppa undan óynsktum graviditeti og sjálvsagt eisini sleppa undan kynssjúkum.

 

Vit hava tosað við ymisk um hetta, og tey halda, tað er eitt sera gott hugskot. Tey flestu eru fyri uppskotinum, men skal uppskotið gerast veruleiki krevst sjálvsagt, at peningurin er til taks. Torført er at meta um kostnaðin av hesum, og tí verður heitt á landsstýrið um at kanna møguleikan fyri at veita ungum undir 20 ár ókeypis hítir, herundir at kanna, hvat hetta fer at kosta.

 

1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 12. februar 2008 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Sigrið Kalsø hevur vegna 9. b. í Venjingarskúlanum lagt málið fram 11. februar 2008, og eftir 1. viðgerð er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 11. februar 2008.

 

Nevndin er undir viðgerðin  komin fram á dømir, sum landsstýrismaðurin eigur at kanna, m.a. hava automtir  á størri almennum støðum og at skúlarnir, Náttaravnar og festivalar

fáa hítir til geva ókeypis.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Ungdómstinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 12. februar 2008. Uppskotið samtykt 29-0-4. Málið avgreitt.