1  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Orðaskifti)

Ár 2008,  11. februar, legði Kristina Absalonsen, vegna 10. flokk á Ziskatrøð, fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 66 frá 7. juni 2007, verður gjørd henda broyting:

 

1) Sum § 12, stk. 1, litra l verður sett: “Frukt og grønmeti.”

 

§ 2. 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2008.

 

Viðmerkingar:

Endamálið við uppskotinum er at undantaka frukt og grønmeti frá meirvirðisgjaldslógini, so meirvirðisgjald ikki verður lagt oman á prísin, tá fólk keypa hetta í handlunum. Heldur enn at hækka prísin og/ella avgjald á ósunnum vørum, so halda vit, at tað eisini er skilagott, at meirvirðisgjald ikki verður lagt á frukt og grønmeti.

 

Vit halda fleiri orsøkir vera til at gera hetta, serliga tá hugsað verður um, hvørjar positivar avleiðingar kunnu standast av uppskotinum:

 

 

Vit hava spurt viðkomandi myndugleikar og ein handil um ætlanina at undantaka frukt og grønmeti frá meirvirðisgjaldslógini.

 

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, helt, at peningur eigur at verða settur av til frukt og grønmeti á fíggjarlógini. Hann hevði bara bara gott at siga um broytingina um at lækka avgjaldið á frukt.

 

Pál Weihe, yvirlækni, helt tað vera frálíkt at fáa prísin á frukt niður, tí so fara fólk at eta meira frukt.

 

Ein ónevndur handilsmaður í Klaksvík sigur, at hann hevur lækkað prísin á frukt nógv og vil fegin lækka prísin á grønmeti enn meira, men hetta letur seg ikki gera fíggjarliga.

1. viðgerð 11. februar 2008. Málið beint í Fíggjarnevndina, sum tann 12. februar legði fram soljóðandi

Álit

 

Kristina Absalonsen hevur vegna 10 flokk á Ziskatrøð lagt málið fram 11. februar 2008, og eftir 1. viðgerð er tað beint Fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi 11. februar 2008.

 

Nevndin tekur undir við endamálinum í uppskotinum, men sær onga trygd fyri at frugt verður bíligari at keypa. Nevndin heldur, at landsstýrismaðurin ístaðin eigur arbeiða fyri, at børn fáa ókeypis/bíligari frugt í skúlanum.

 

Ein samd nevnd tekur ikki undir við málinum, og mælir Ungdómstinginum frá  at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. februar 2008. Uppskotið fall 13-20-0. Málið avgreitt.