SKRÁ UNGDÓMSTINGIÐ 2008
Mánadagin 11. februar 2008
Kl. 9.00
Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Umsitingin kunnar limirnar um mannagongdir v.m.
Kl. 10.00
Løgtingsformaðurin setir Ungdómstingið.
Uppskotssetararnir leggja fram uppskotini.
2 næmingar gera viðmerkingar til hvørt uppskot.
Møguleiki verður hjá hinum ungdómstinglimunum at seta spurningar til uppskotssetararnar og koma við viðmerkingum.
Kl. 12.00
Døgurði í Løgtinginum
Kl. 13.00
Nevndarviðgerðir, har spurningar til landsstýrismenninar verða avgreiddir.
Síðani verða ungdómstingmálini umrødd, og álit verður skrivað í øllum málunum. Í álitunum skal verða mælt til, at minst 1 uppskot skal samtykkjast, og minst 1 uppskot skal fella.
Týsdagin 12. februar 2008
Kl. 9.30
Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 10.00
Ungdómstingfundurin byrjar
Umboð fyri nevndirnar leggja fram álitini.
Uppskotini verða viðgjørd, og atkvøtt verður um tey.
Kl. 12.00
Døgurði í Løgtinginum
Kl. 13.00
Ungdómstinglimirnir møta í Løgtinginum
Kl. 13.30
Munnligir fyrispurningar til løgmann og landsstýrismenn
Kl. 15.00
Móttøka.
Høvi verður hjá fjølmiðlunum at hitta ungdómstinglimirnar