S-77 Fyrispurningur til Hans Paula Strųm, landsstżrismann, višvķkjandi gomlu lęknahśsunum ķ Klaksvķk 

Oršaskifti

Įr 2007, tżsdagin 15. aprķl, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra į Rógvi, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur  

  1. Kann landsstżrismašurin greiša frį, hvussu ręšisrętturin yvir gomlu lęknahśsunum ķ Klaksvķk flutti frį einum stovni til annan, og var fķggjarligt višurlag viš ķ myndini?
  2. Metir landsstżrismašurin, at heimild og orsųk eru til, at ein stovnur undir landsstżrismanninum veršur samsżntur fyri at lata ųšrum stovni undir sama landsstżrismanni ręšisręttindi?
  3. Kann landsstżrismašurin greiša frį, hvųr ętlanin var viš og śrslitiš var av nevndu flyting av ręšisrętti, umframt hvussu vęl eydnaš ętlanin er?
  4. Kann landsstżrismašurin greiša frį ętlanini viš at keypa sethśs, ętlaš autistum, og hvussu vęl eydnaš tann ętlanin er?
  5. Kann landsstżrismašurin serliga greiša frį, hvussu mett veršur um kostnašin av at keypa og umvęla heldur enn at leiga ella byggja til hetta endamįliš?

 

Višmerkingar

Landsstżrismašurin ķ Almanna- og heilsumįlum fyrisitur sera tżšandi part av sonevndu faktisku fyrisitingini ķ Fųroyum. Įhaldandi trupulleiki į mįlsųki hansara er, at jįttan veršur ikki hildin, og fķggjarliga umsitingin ikki minst av bygningum veršur alsamt įtalaš av grannskošanini.

 

Millum tiltųkini ķ hesum hųpi er umskipan av, hvųr skal rįša yvir gomlu lęknahśs­unum ķ Klaksvķk (trimum bygningum undir Lķtlu Brekku). Sum skilst rįddi stovnurin Klaksvķkar sjśkrahśs yvir hesum bygningum, iš eru ręttiliga gamlir og nś ķ sera ringum standi, ikki minst vegna blįmusopp og onnur ellisbrek.

 

Men landsstżrismašurin skipaši fyri, at annar stovnur – Nęrverkiš - fekk ręšisręttin yvir nevndu bygningum. Bišiš veršur ķ fyrsta lagi um frįgreišing um, į hvųnn hįtt ręšisrętturin veršur fluttur, hugsaš veršur um heimild og mannagongd, er talan um keyp og sųlu fyri višurlag ella ašra formliga skrįsetan, tęnastuboš śr erva, ella meiri óformliga um avtalur ella samskipan?

 

Serliga veršur spurt, um pengar lógu ķmillum, hvųr heimildin er at umbóka pening į mįlsųkinum. Er talan um višurlag so ella so, er vandin at hękkaš jįttan ķ veruleikanum goymd sum nakaš annaš.

 

Afturat tķ fķggjarliga veršur spurt um tęr fakligu fyrisitingarligu ętlanirnar, og hvussu tęr eyndašust.

 

Vķšari veršur spurt um verkętlanina at fįa til vega hųli til autistar. Sum skilst hevur landiš valt sera dżra loysn at keypa og umvęla minni egnaši hśs heldur enn ķ frystu atlųgu at leiga og sķšani at byggja egnaši hśs.

 

Serliga veršur spurt um fķggjarligu avleišingina av at velja at fara fram į henda hįtt.

 

Į tingfundi 16. aprķl 2008 varš samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi 7. mai 2008 svaraši Hans Pauli Strųm, landsstżrismašur, fyrispurninginum soleišis:

 

Svar:

Landsstżrismašurin vil fyrst loyva sęr at gera vart viš, at spurningarnir, sum Kįra į Rógvi, lųgtingsmašur, hevur sett, snśgva seg ikki bert um lęknahśsini ķ Klaksvķk, men eisini um keypiš av hśsinum til autistar. Tķskil kann yvirskriftin sżnast misvķsandi.

 

Spurningur 1: Kann landsstżrismašurin greiša frį, hvussu ręšisrętturin yvir gomlu lęknahśsunum ķ Klaksvķk flutti frį einum stovni til annan, og var fķggjarligt višurlag viš ķ myndini?

 

Svar upp į spurning 1:

Ķ fķggjarlógini fyri 2006 varš ręšisrętturin fluttur frį hųvušskontu 8.20.3.11. Klaksvķkar sjśkrahśs (lųgujįttan) til hųvušskontu 8.21.6.02. Bśstovnar o.a. (lųgujįttan). Talan var um eina śtreišsluneutrala innanhżsis flyting millum almennar stovnar, har prķsurin varš įsettur til 3,5 mió. kr., sum var metta marknašarviršiš. Viš hesum varš brśksrętturin til hśsini fluttur frį Sjśkrahśsverkinum til Serforsorgina (nś Nęrverkiš). Flytingin varš gjųrd ķ samrįš viš Fķggjarmįlarįšiš, sum metti, at heimild skuldi fįast til vega śr Lųgtinginum, um hśsini skulu nżtast til annaš endamįl enn sjśkrahśsverkiš. Talan er um fasta mannagongd ķ slķkum mįlum, sum įšur hevur veriš brśkt, t.d. kann vķsast til mįliš um grundstykkiš į Heygsvegnum, sum varš flutt frį Landssjśkrahśsinum til Serforsorgina (nś Nęrverkiš). 

 

Einki fķggjarligt višurlag var viš ķ myndini, tķ talan var um eina “tekniska” śtreišsluneutrala flyting millum tveir almennar stovnar. 

 

Spurningur 2: Metir landsstżrismašurin, at heimild og orsųk eru til, at ein stovnur undir landsstżrismanninum veršur samsżntur fyri at lata ųšrum stovni undir sama landsstżrismanni ręšisręttindi?

 

Svar upp į spurning 2:

Mett veršur, at spurningurin er svarašur ķ svarinum til fyrsta spurningin. Landsstżrismašurin vil vķsa į, at hann ikki er kunnugur viš nakaš mįl, har ein stovnur undir landsstżrismanninum ķ almanna- og heilsumįlum hevur veriš samsżntur fyri at lata ųšrum stovni undir sama landsstżrismanni ręšisręttindi.

 

Spurningur 3: Kann landsstżrismašurin greiša frį, hvųr ętlanin var viš og śrslitiš var av nevndu flyting av ręšisrętti, umframt hvussu vęl eydnaš ętlanin er?

 

Svar upp į spurning 3:

Ķ fķggjarlógini fyri 2005 varš ein partur av jįttanini undir 8.21.6.02. Bśstovnar o.a. sett av til ķlųgur til sinnisveik og autistar. Klaksvķkar sjśkrahśs hevši tį trż hśs, og mett varš, at hesi kundu brśkast til endamįliš.

 

Landsstżrismašurin sųkti Fķggjarnevndina um eykajįttan ķ oktober 2005 til at flyta brśksręttin į hśsunum. Samstundis sųkti landsstżrismašurin um at flyta ikki brśkta lųgujįttan įljóšandi 1 mió. kr. frį hųvušskontu 8.21.6.02. Bśstovnar (lųgujįttan) til hųvušskontu 8.20.2.11. Klaksvķkar sjśkrahśs (lųgujįttan), soleišis at umvęlingararbeišiš į nųkrum ķbśšum, sum sambęrt ętlanini skuldu umvęlast ķ 2006, kundu umvęlast ķ 2005. Fķggjarnevndin metti ikki, at mįliš hevši skund og avvķsti tķ fķggjarnevndarskjališ. 

 

Almanna- og heilsumįlarįšiš heitti seinni į Nęrverkiš um at arbeiša vķšari viš ętlanini. Fuglų arkitektar fingu til uppgįvu at gera eina kanning av hśsunum og koma viš einum uppskoti til loysn. Frįgreišingin um hśsini varš handaš Nęrverkinum sķšst ķ 2005. Ķ frįgreišingini varš eisini eitt upprit um “skimmelsvamp” – ella blįmusopp – , sum tķverri hevši viš sęr, at vķšari višgerš av mįlinum fyribils stešgaši upp.

 

Į vįri 2007 setti Almanna- og heilsumįlarįšiš seg ķ samband viš Landsverk, tķ rįšiš śt frį teimum upplżsingum, sum vóru ķ mįlinum, ikki metti, at taš var nakaš, sum bendi į, at ętlanin įtti at sleppast. Landsverk varš tķ bišiš um at gera eina nęrri lżsing av mįlinum, viš serligum atliti at “skimmelsvampinum”. Frįgreišingin var Almanna- og heilsumįlarįšnum ķ hendi į sumri 2007. 

 

Ķ september 2007 sendi Almanna- og heilsumįlarįšiš skriv til Landsverk, har bošaš varš frį, at rįšiš ikki metti, at frįgreišingin, sum Landsverk hevši latiš rįšnum, svaraši nóg greitt teimum spurningum, sum rįšiš hevši heitt į Landsverk um at kanna. Tķ varš bišiš um eina nżggja frįgreišing frį Landsverk.

 

Sķšst ķ oktober mįnaši 2007 kunnaši Landsverk Almanna- og heilsumįlarįšiš um, at Landsverk hevur ķ umbśna at heita į DANSK BYGNINGSANALYSE A/S um at kanna, hvat slag av soppum talan er um.

 

Sķšani er einki hent ķ mįlinum, tķ bķšaš veršur eftir, at fķggjarlógin fyri 2008 veršur samtykt, har peningur er settur av til kanningina undir konto 8.21.6.02. Bśstovnar. Kostnašurin av hesum er mettur til umleiš 50.000 – 70.000 kr.

 

Mįliš um lęknahśsini ķ Klaksvķk er tķ ikki lišugt višgjųrt, og sum nevnt, fer ein nżggj kanning at verša gjųrd av hśsunum, tį fķggjarlógin fyri 2008 er endaliga samtykt. Tįstani veršur avgerš tikin, um lęknahśsini kunnu verša nżtt til endamįliš.

 

 

Spurningur 4: Kann landsstżrismašurin greiša frį ętlanini viš at keypa sethśs, ętlaš autistum, og hvussu vęl eydnaš tann ętlanin er?

 

Svar upp į spurning 4:

Sķšani 2003 hevur veriš skipaš fyri umlętting viš Garšavegin ķ Klaksvķk til 5 bųrn viš autismu śr ųllum landinum.

 

Eitt av hesum bųrnum fekk ķ 2004 brįšfeingis tųrv į bśplįssi og flutti tķ inn į bśstovnin į Garšavegnum at bśgva. Hetta hevur veriš ein sera kostnašarmikil loysn fyri Nęrverkiš.

 

Tųrvurin į stovni til bųrn viš autismu er stórur, og ķ lųtuni eru 5 bųrn į bķšilista til bśplįss, og 4 bųrn hava tųrv į umlęttingarplįssi.

 

Hśsiš į Garšavegnum er leigaš frį Klaksvķkar kommunu. Kommunan hevur ofta boriš uppį į mįl at siga leigumįliš upp. Hśsini eru ķ ringum standi, og eru ikki mett hóskandi til bśstovn.

 

Bųrn, foreldur og stušlar eru von viš at feršast til Klaksvķkar, og hava tey veriš vęl nųgd viš umlęttingartilbošiš į Garšavegnum. Fakligi serkunnleikin innan Nęrverkiš hevur, viš teimum royndum og vitan um autismu, mett, at skilabest er at finna onnur hóskandi hųlir til endamįliš ķ Klaksvķk.

 

Nęrverkiš hevur ķ fleiri įr sóknast eftir egnašum hųlum ķ Klaksvķk. Einasta brśkiliga tilbošiš, sum Nęrverkiš hevur fingiš er ognin, sum nś er keypt til endamįliš. Hśsini eru 500 fermetrar til stųddar. Tey eru nżggj, og kjallarahęddin er ikki lišugt innręttaš. Tķ er ķ stóran mun mųguleiki fyri at innrętta hśsini samsvarandi tųrvinum hjį bųrnum viš autismu.

 

Ętlanin var upprunaliga at leiga hśsini; men leiguprķsurin var so mikiš hųgur, at Landsverk ikki vildi góštaka leiguprķsin. Uppskotiš til leigusįttmįla legši upp til, at leigukostnašurin fyri fermeturin var 950 kr. Landsverk segši ķ sķni višmerking til uppskotiš til leigusįttmįlan, at prķsurin fyri bśstovnar/sambżlir į bygd ķ mesta lagi eiga at liggja millum 350 – 650 kr. fermeturin. Hetta mįtti landsstżrismašurin taka til eftirtektar. Ķ sama višfeingi upplżsti Landsverk, at um bygningurin varš bygdur ķ dag, hevši hann kostaš 7 mió. kr. uttan mvg.

 

Landsverk gjųrdi tķ eina stųšulżsing av hśsinum, sum vķsti, at taš fer at kosta įleiš 2,3 mió. kr. at gera hśsini brśkilig til bśstovn.

 

Landsstżrismašurin gjųrdi tķ av at fara ķ keypssamrįšingar viš įnaran av hśsinum. Hśsini vóru eftirfylgjandi keypt fyri 5. mió. kr.

 

Ķ eykajįttanini ķ juni 2007 vóršu 6 mió. kr. fingnar til vega til endamįliš, harav 5 mió. kr. til keyp og 1 mió. kr. til at umbyggja fyri. Ķ fķggjarlógaruppskotinum fyri 2008 į kontu 8.21.6.02 Bśstovnar (lųgujįttan) eru avsettar 1,2 mió. kr. til endamįliš.

 

Landsstżrismašurin mį įsanna, at mįliš viš umbyggingini ikki hevur gingiš so vęl, sum ętlanin var. Į fundi viš Landsverk, Fuglų arkitektar, Nęrverkiš og Almanna- og heilsumįlarįšiš hin 22. aprķl 2008 er vissa fingin fyri, at umvęlingararbeišiš fer ķ gongd so skjótt, sum fķggjarlógin fyri 2008 er samtykt. Mišaš veršur ķmóti at fįa hśsini klįr ķ hesum fķggjarįrinum, men taš veršur ikki roknaš viš, at hśsini verša klįr at taka ķ nżtslu fyrr enn ķ 1. įrsfjóršingi ķ 2009. 

 

Spurningur 5: Kann landsstżrismašurin serliga greiša frį, hvussu mett veršur um kostnašin av at keypa og umvęla heldur enn at leiga ella byggja til hetta endamįliš?

 

Svar upp į spurning 5:

Landsstżrismašurin og umsiting hansara hava ikki serfrųši, tį taš snżr seg um bygging ella umbygging av ognum til slķk endamįl, og tķ er taš trupult hjį landsstżrismanninum at śttala seg um kostnaš av slķkum.

 

Landsstżrismašurin vil tó geva til kennar, at taš ķ prinsippinum altķš er best at byggja til endamįliš, tķ tį verša slķkir stovnar bygdir frį grundini av nįgreiniliga eftir įheitan frį serfrųšini.

 

Taš kemur tó meira enn so fyri, at brįšfeingismįl stinga seg upp, og tį ber ikki til, at landsstżrismašurin bķšar eftir, at bygt veršur til endamįliš. Landsstżrismašurin mį tį heldur gera skjótt av, tķ royndirnar vķsa, at taš at byggja av nżggjum tekur drśgva tķš, mešan taš ofta er skjótari at keypa og umbyggja ognir til slķk endamįl.

 

Mįliš avgreitt.