S-76 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi vantandi hagtølum um samfelagsviðurskifti 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Magna Laksáfoss, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur 

  1. Vísandi til týdningin av nøktandi hagtølum á samfelagsøkinum og til lóg nr. 33 frá 7. mai 1991, har Hagstova Føroya verður áløgd at savna, viðgera og almannakunngera hagtøl um samfelagsviðurskifti - heldur landsstýrismaðurin tað tá vera nøktandi, at eingi hagtøl finnast fyri gjaldsjavna, uttanlandsskuld og tjóðarroknskap seinastu mongu árini?
  2. Í so fall, at hetta ikki er nøktandi, kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørji viðurskifti ikki eru nøktandi, og hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera við viðurskiftini?
  3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, nær roknast kann við, at hagtøl um uttanlandsskuld, gjaldsjavna og tjóðarroknskap liggja fyri seinastu árini?
  4. Ein møgulig orsøk til vantandi hagtølini kann vera manglandi starvsfólk -
    kann landsstýrismaðurin greiða frá starvsfólkatalinum á Hagstovu Føroya í árunum 1980, 1990, 2000 og hvørt árið frá 2001 og fram til í dag?
  5. Ein onnur møgulig orsøk er ov lág játtan - kann landsstýrismaðurin greiða frá gongdini í játtann í árunum 1980, 1990, 2000 og hvørt árið frá 2001 og fram til í dag?
  6. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørt játtanin frá 2000 og fram til í dag er vaksin spakuligari, ájavnt ella skjótari enn prísgongdin í samfelagnum annars?

 

Viðmerkingar

Eins og eitt virki má hava ein roknskap fyri at hava eina ábending um, tað er á rættari kós, má eitt samfelag eisini hava uppgerðir yvir tjóðarroknskap, uttanlandsskuld og gjaldsjavna.

 

Hesi týdningarmiklu hagtøl fyriliggja tó ikki fyri tey seinastu mongu árini. Hetta er ikki ein nøktandi støða fyri eitt framkomið samfelag.

 

Í lógini um Hagstovu Føroya stendur einki beinleiðis um, hvørji hagtøl stovnurin skal savna, viðgera og almannakunngera, men einans at talan er um  hagtøl um samfelagsviðurskifti. Tjóðarroknskapur, uttanlandaskuld og gjaldsjavni eru tó so týðandi hagtøl um samfelagsviðurskiftini, at roknast má við, at hesi áttu at verið almannakunngjørd.

 

Fyrispurningurin er tí settur fyri at fáa staðfest støðuna viðvíkjandi hagtølum og fyri at finna út av, hvørjar møguligar orsøkir kunnu vera til støðuna – t.d. vantandi starvsfólkatal e.l. Harnæst er ætlanin at fáa at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at taka nøkur stig fyri at betra um støðuna og greiða frá, nær roknast kann við at nøktandi hagtøl fyriliggja.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 6. mai 2008 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

AD 1-3. Eg haldi tað vera sera óheppið, at vit mangla nevndu hagtøl, men ymiskar orsøkir eru til tess, sum greitt verður frá niðanfyri.

Stjórin á Hagstovu Føroya upplýsir, at tjóðarroknskapurin, gjaldsjavnin og uppgerðin av uttanlandsskuld fyri árini 2004, 2005 og 2006 verða útgivin í mai 2008. Út á árið koma so fleiri aðrar útgreinandi uppgerðir av m.a. almennu útreiðslunum og almennu nýtsluni, uppgerð av virðisøkingini eftir vinnugreinum (sum ikki er gjørd áður), roknskaparhagtøl og aðrar útgreiningar av tjóðarroknskapinum.

Eftir at Hagstovan í 2006 misti mestsum alla manningina, sum var til tjóðarroknskap, gjaldsjavna og skuldaruppgerð, kom stígur í uppgerðirnar, sum tá stutt síðan vóru byrjaðar. At fáa nýggj starvsfólk inn í uppgávurnar tekur tíð, men mett verður, at hetta hevur gingið heilt væl.

Samstundis hevur Hagstovan víðkað skránna av hagtølum um hesi evnini og broytt uppgerðarhættirnar.

Fyrsti umgangur av hagtølum er á gáttini til útgávu, og Hagstovan hevur sett sær sum mál at fáa fyrsta partin út 1.juni í ár.

Hagstovan sigur, at hon við verandi manning ætlar at fáa munandi meira burturúr, enn latið er av búskaparhagtølum higartil.

Tað, sum verður útgivið 1.juni, er bruttotjóðarúrtøkan, gjaldsjavni og uppgerð av ogn og skuld landsins fram til 2006. Higartil eru tjóðarroknskapirnir (1998 til 2003) komnir hálvtannað ár eftir uppgerðarárið. Men tjóðarroknskapirnir fyri árini 2004 og 2005 hava vegna starvsfólkatrot ikki verið útgivnir. Uppgerðirnar fyri 2006 koma, sum ætlað, hálvtannað ár eftir árslok.

 

AD 4-5:  

Niðanfyri er talva, sum vísir útreiðslurnar í landskassaroknskapinum, arbeidda tímatalið á stovninum og tal fulltíðarstørvum í árinum (2.000 tímar).

 

Ár

Tímar

Útreiðsla

Full-tíðarstørv

1980

 

1.083.600

7

1990

 

4.329.472

10

1993

18.020

3.465.210

9,0

1994

19.149

3.548.448

9,6

1995

19.938

3.650.167

10,0

1996

22.142

3.951.014

11,1

1997

23.999

4.577.000

12,0

1998

23.096

4.748.000

11,5

1999

22.746

4.862.000

11,4

2000

21.716

4.709.000

10,9

2001

22.984

4.782.000

11,5

2002

26.747

6.002.000

13,4

2003

27.203

6.621.000

13,6

2004

24.480

6.619.000

12,2

2005

26.285

6.686.000

13,1

2006

23.345

6.950.000

11,7

2007

30.083

8.302.000

15,0

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fyri at fáa betur yvirlit, eru roknað miðaltøl fyri fimm ára skeið.

Ár

Tímar

Útreiðsla

Fulltíðarstørv

1993-1997

20.650

 

10,3

1998-2002

23.458

5.020.600

11,7

2003-2007

26.279

7.035.600

13,1

 

At talið av fulltíðarstørvum í árinum er so óstøðugt, kemur av barsils- og sjúkrafarloyvum, at størv hava verið ósett eftir uppsagnir í árinum, at verkætlanarsett fólk hava verið í starvi, og at fólk av ymsum øðrum ávum hava arbeitt skerda tíð.

Síðani 1997 hevur skrásetta árliga tímatalið ligið um tey 22-24 túsund, men hevur einstøk ár verið oman fyri 26 túsund. Í 2007 fór játtanin munandi upp, tí at trý fólk vórðu sett aftrat, og tímatalið er eisini samsvarandi vaksið.

Hermann Oskarson, stjóri á Hagsovuni, upplýsi,r at við hækkaðu játtanini eru eisini sett nýggj mál. Ein fyrsta bráðfeingis útgáva av tjóðarroknskapinum skal koma út fimm mánaðir eftir árslok. Onnur útgáva kemur 13 mánaðir eftir árslok, og endaliga útgávan 22 mánaðir eftir árslok av uppgerðarárinum. Vit vænta ikki at megna bráðfeingis útgávuna í ár, men í mai/juni mánaði 2009 kemur bráðfeingis útgáva av tjóðarroknskapinum fyri 2008.

 

Gjaldsjavni og skuldaruppgerð koma 12 mánaðir eftir árslok av uppgerðarári. 22 mánaðir eftir árslok kemur gjaldsjavnin integreraður í endaligu uppgerðina av tjóðarroknskapinum. Enn er ikki avgjørt, nær bráðfeingis útgáva av gjaldsjavna kann gerast.

 

Tjóðarroknskapirnir 2005 og 2006 verða haraftrat útbygdir nakað, við tað at virðisøkingin verður gjørd upp eftir vinnugreinum.

Eisini verður góðskan betri í fleiri av pørtunum av tjóðarroknskapinum. Eitt, sum ikki sæst, men sum bøtir um álitið á rættleikan í tølunum.

Betri skjalfesting av tilfari og mannagongdum skal gerast, so at skaðin av at skifta manning ikki verður so ógvusligur sum hesa ferð.

Næsta stigið verður at fáa uppgerðirnar í føstum prísum, men enn er ætlanin ov fesk til, at sigast kann, nær úrslitini av tí koma fram.

 

AD 6: Eg eri ikki greiður yvir, hvat spyrjarin hugsar ella meinar við, tá hann tosar um prísgongdina í samfelagnum annars, men eg kann upplýsa, at játtanin hjá Hagstovuni er vaksin 76 prosent frá 2000 til 2007. Miðal árliga brúkaraprístalið er vaksið 13 prosent sama tíðarskeið.

 

Málið avgreitt.