S-75 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi yvirtøkuni av Fíggjareftirlitinum 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Magna Laksáfoss, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Vísandi til tann iva og kritikk, ið er komin fram undir kjakinum um yvirtøku av Fíggjareftirlitinum – bæði frá føroyskum og útlendskum serfrøðingum – heldur løgmaður framvegis tað vera rætt at yvirtaka Fíggjareftirlitið, soleiðis sum tað er nevnt í Samgonguskjalinum?
  2. Hevur løgmaður umhugsað tær sera álvarsomu avleiðingar fyri fíggjarvinnuna, ið koma at standast av yvirtøkuni? Kann løgmaður leggja fram nakrar konsekvensútrokningar?
  3. Vísandi til almenna kjakið um rættleikan av yvirtøkuni av Fíggjareftirlitinum, har víst verður á hægri kostnað fyri fíggjarvinnuna – er løgmaður samdur við kritikkinum um, at økti kostnaðurin fyri fíggjarvinnuna av eini yvirtøku av Fíggjareftirlitinum vil føra til verri kappingarføri og verri menningarmøgu­leikar fyri føroysku fíggjarvinnuna?
  4. Økti fíggjarkostnaðurin vil sjálvsagt eisini merkja verri kappingarføri fyri vinnuna annars – heldur løgmaður tað vera rætt, orsakað av eini misskiltari nasjonalismu, at fremja yvirtøkuna av Fíggjareftirlitinum – hóast vinnan verður verri fyri?
  5. Í kjakinum er eisini komið fram, at sethúsaeigararnir eisini fara at merkja økta fíggjarkostnaðin. Heldur løgmaður tað vera rætt at gera støðuna hjá føroysku familjunum verri?
  6. Eftir at tað er komið fram frá øllum síðum, at yvirtøkan er til so stóran skaða fyri føroyska samfelagið, soleiðis sum serfrøðingarnir hava greitt frá, heldur løgmaður tað tá ikki vera rættast at taka yvirtøkuna av aftur skránni og boða fíggjarvinnuni og øllum føroyingum frá hesum, soleiðis at skaðin verður avmarkaður?

 

 

Viðmerkingar

Í Samgonguskjalinum er nevnt, at Fíggjareftirlitið skal yvirtakast í hesum samgonguskeiðinum. Hetta hevur elvt til alment kjak um, hvørt tað er rætt at yvirtaka Fíggjareftirlitið, og hvørjar avleiðingar hetta hevur fyri fíggjarvinnuna, vinnuna annars og fyri sethúsaeigararnar.

 

Millum teir serfrøðingar, ið hava úttalað seg alment um málið, tykist semja vera um, at ein yvirtøka vil merkja minni trúðvirði á føroyska fíggjargeiran, hægri kostnað til umsiting av økinum, hægri kostnað fyri fíggjarvinnuna og harvið eisini hægri kostnað fyri vinnuna annars og fyri sethúsaeigararnar – tvs. tær føroysku familjurnar.

 

Spurningurin er settur fram fyri at fáa greiðu á, hvørt samgongan veruliga hevur umhugsað avleiðingarnar av avgerðini at yvirtøka Fíggjareftirlitið, ella um yvirtøkan  einans er úrslit av eini misskiltari nasjonalismu, ið kom fram á eini heitari nátt undir samgongusamráðingunum.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 8. mai 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurningum soleiðis:

 

Svar:

 

Eg undrist stórliga á tað máttloysi, ið spurningarnar hjá Magna Laksáfoss, tingmanni, benda á. Spurningarnir bera boð um eina grundleggjandi fatan av, at føroyingar megna ikki at taka ábyrgd av egnari tjóð. Tað kann eg slettis ikki foreina meg við. Vit hava sett okkum sum mál at gerast meira sjálvbjargin, og merkir hetta m.a., at vit yvirtaka málsøkið Fíggjareftirlit, ið er eitt av týdningarmiklu stigunum á leiðini.

 

Eg ásanni, at tað er stór avbjóðing at yvirtaka Fíggjareftirlitið. Tí fer landsstýrið at gera sær stóran ómak við at fáa eina trygga og holla tilgongd í málinum, har allir viðkomandi partar eisini verða tiknir við.

 

Hetta er í mínum hugaheimi ikki “misskilt nationalisma”, líka so lítið sum tað var misskilt nationalisma, tá vit fingu okkara egna mál í skúla og kirkju, tá vit fingu telefon og vegir í Føroyum, ella tá vit fingu okkara egna flagg.

 

Vit mugu taka meira og meira ábyrgd av okkara landi og av okkum sjálvum. Tað er heilt natúrligt fyri eitt fólk, sum er ført fyri at hugsa og draga andan. At ásanna, at vit ikki kunnu taka ábyrgd, tí vit megna tað ikki, er væl saktans tann ultimativa kapituleringin hjá eini tjóð.

 

At yvirtaka Fíggjareftirlitið merkir, tað eru vit føroyingar, ið hava evstu ábyrgdina. Avbjóðingin hjá okkum er at skipa eftirlitið so, at tað ikki kemur at nerva álitið á okkara fíggjarstovnar. Tað ber til dømis til at keypa tænastur úr øðrum londum eitt nú úr Danmark. Tað ber kanska eisini til at hugsa sær eina skipan, har alt er júst sum nú - einans við tí muni, at tað eru vit sjálvi, sum hava endaliga orðið at skulu hava sagt. Men vit skulu sjálvandi gjalda fyri tær tænastur, vit fáa onnur at gera okkara vegna. Lógarverkið viðvíkjandi Fíggjareftirliti er fyri tað nógva regulerað í ES-lóggávu, so talan verður í stóran mun um at implementera ES-lóggávu.

 

Eftir samráðingarnar í juni 1998 varð sagt, at nú skuldu føroyskir myndugleikar fáa somu kunning sum danski búskaparmálaráðharrin um føroyskar fíggjarstovnar. Men higartil hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ongantíð fingið somu kunning sum danski búskaparmálaráðharrin um okkara egnu peningastovnar. Løgið at hugsa sær eina støðu, har ein útlendskur ráðharri veit meira um støðuna í Føroya Banka ella Eik enn okkara egni landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað er støðan í dag.

 

Øll, sum fylgdu við í samfelagnum, tá stóra kreppan herjaði í byrjanini av 90´unum, minnast og hava síðan fingið tað staðfest í stóru bankakanningini, at danska Fíggjareftirlitið í samstarvi við  danskar myndugleikar gjørdu kreppuna munandi verri, enn neyðugt var. Tað er skipanin, sum Sambandsflokkurin nú verjir við hond og fót.

 

So til spurningarnar:

 

Til 1: Eg haldi framvegis, tað er rætt, at vit halda okkum til tað, sum vit hava avtalað í samgonguskjalinum. Men eg leggi dent á, at landsstýrið fer at fyrireika málið væl og virðiliga áðrenn yvirtøkuna, so at eingi óráð vera tikin fyri.

 

Til 2: Ongar konsekvensútrokningar av at yvirtøka Fíggjareftirlitið eru gjørdar. Yvirtøkufyrireikingarnar eru ikki byrjaðar enn. Ein partur av yvirtøkuarbeiðinum verður at gera ætlan fyri, hvussu eitt føroyskt Fíggjareftirlit skal fíggjast, herundir hvussu eftirlitið skal mannast, og hvørjar tænastur skulu keypast uttanlands. Um fíggjarligar avleiðingar av at yvirtaka Fíggjareftirlitið kann generelt sigast:

 

Í dag gjalda peningastovnarnir sjálvir Fíggjareftirlitið. Kostnaðurin er so lítil, at hann onga ávirkan hevur á kappingarførið hjá peningastovnunum.

 

Um føroysku peningastovnarnir skulu gjalda eitt føroyskt Fíggjareftirlit, verður kostnaðurin fyri teir munandi hægri enn í dag. 

 

Samgongan, ið sat frá 2002 til 2004, arbeiddi eisini við at yvirtaka Fíggjareftirlitið. Arbeiðsbólkurin, ið fyrireikaði yvirtøkuna tá, hevði uppskot um ikki at áleggja peningastovnunum allan henda eykakostnað, men heldur gjalda part av kostnaðinum av fíggjarlógini.

 

Sum nevnt, er arbeiðið at yvirtaka Fíggjareftirlitið ikki byrjað enn. Tí er heldur ikki tikin støða til spurningin um. hvør skal gjalda kostnaðin av einum føroyskum Fíggjareftirliti.

 

Til 3: Ført hevur verið fram, at ein yvirtøka av Fíggjareftirlitinum fer at gera tað dýrari hjá føroyskum fyritøkum og serliga føroyskum bankum at taka lán í útlandinum. Tað ber neyvan til at fara út og spyrja altjóða fíggjarmarknaðin, um yvirtøka av Fíggjareftirlitinum fer at kosta føroyskum lántakarum eyka rentu, og um tað kostar eyka rentu, hvørji prosentstig skulu leggjast oman á verandi marknaðarrentu.

 

Sambært teimum størstu føroysku peningastovnunum verður talan helst um ein munandi eyka rentukostnað. Men teir kunnu ikki seta eksakt tøl á. Teir hava seinastu árini økt um virksemið við at taka lán frá altjóða bankum í til dømis Sveis, Týsklandi, Eysturríki og USA. Teir eru lítlar fyritøkur í tí høpinum, og er nakar ivi um bankaumhvørvið í Føroyum, er vandin, at føroysku peningastovnarnir als ikki fáa lán. Hetta ger seg ikki minst galdandi í verandi turbulenta fíggjarmarknaði, meta føroysku peningastovnarnir.

 

Sigurd Poulsen, stjóri í Landsbanka Føroya, metir hinvegin ikki, at ein yvirtøka av Fíggjareftirlitinum nýtist merkja nakran eykakostnað fyri føroyskar lántakarar. Hetta er treytað av, at yvirtøkan og uppbyggingin av einum føroyskum Fíggjareftirliti verður gjørd á ein tryggan og skipaðan hátt.

 

Til 4: Landsstýrið ætlar ikki at áleggja vinnuni størri byrðar orsakað av hesari yvirtøkuni. Um hetta kann gerast ein avleidd fylgja, er ilt at meta um, men vónandi ikki.

 

Til 5: Sjálvandi ætlar landsstýrið heldur ikki at seta sethúsaeigararnar verri fyri. Hesir hava tað, sum er, ivaleyst nóg trupult, sum er við hækkandi rentustøði, hækkandi matvøruprísum og hækkandi oljuprísum.

 

Til 6: Vísandi til svarið til fyrsta spurning, so havi eg ikki annað at leggja aftrat til henda spurningin.

Málið avgreitt.