S-74 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi eftirliti løgmans við, at landsstýrismenn sita fyri málsøkjum sínum  á lógligan og fullgóðan hátt 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann løgmaður greiða frá, hvussu eftirlitsstarv hansara fer fram við atliti at einstøkum málum, serliga við atliti til, hvussu mál verða tikin upp, hvussu tey verða upplýst, og hvørjar fylgjur tey kunnu fáa?
  2. Kann løgmaður í hesum høpi lýsa eftirlitisstarvið við støði í samskiftinum við undanfarna landsstýrismann í fiskivinnumálum í døgunum 23. til 31. januar um Atlantic Navigator/Voygager/Næraberg?
  3. Metir løgmaður tað vera rætt, at løgtingsmenn skulu hava útreiðslur av teirra eftirliti við løgmanni og landsstýri?

 

Viðmerkingar

Løgmaður hevur eftir stýrisskipanini skyldu at ansa eftir, at landsstýrismenn umsita málsøki síni á lógligan og fullgóðan hátt. Lóg um ábyrgd landsstýrismanna ásetir nærri um skyldur og ábyrgd teirra, og er løgmaður serliga tann, ið má kanna og taka stig í tílíkum málum.

 

Løgtingið hevur í sínum lagi eftirlit við løgmanni og landsstýri, men løgmaður má metast at hava eftirlitið í fyrstu atløgu og vera tann, ið tekur stig til nógv tey flestu mál í so máta.

 

Sitandi løgmaður hevur mangan í fjølmiðlum tikið til, at eitthvørt mál “er málsøki hjá tí ávísa flokkinum,” ella “málsøki hjá tí ávísa landsstýrismanninum.” Hetta gevur ta fatan, at løgmaður ikki leggur seg út í einstøk mál, uttan heldur ger einhvørja heildarmeting av umsitingini og annars fremst av øllum samskiftir við landsstýrismenn um lógaruppskot og annað á almennum politiskum stigi heldur enn ítøkiligum fyrisitingarligum stigi.

 

Men slík fatan er neyvan røtt. Øll málsøki eru málsøki løgmans, tí eftir stýrisskipan okkara ræður hann fyri málsøkjabýtinum, setir landsstýrismenn og hevur eftirlit við teimum niður á málsstig, tá ið hann skal meta um fyrisiting “á lógligan hátt” (SL § 33(3)).

 

Tí verður spurt, hvussu stig verða tikin til einstøk eftirlitismál, hvør reisir tey; er talan um einstakar borgarar, um embætisfólk í ráðum og stovnum, ella kanska um eftirlitisfólk hjá løgmanni? Hvussu lýsir løgmaður málini, verða fyrisitingarlig mál stovnað, verða tey viðgjørd sum tænastumál eins og mótvegis lægri embætisfólki, verða hoyringar framdar og landsstýrismonnum veitt fyrisitingarlig rættindi sum í agamálum? Hvørjar eru fylgjurnar, verður bert skilt ímillum at koyra landsstýrismann frá ella ikki, ella eru fleiri streingir at spæla á, finnast fleiri ymsar fylgjur sum ávaringar, tænastuboð ella flytan av málum til annan landsstýrismann?

 

Heilt aðra fatan enn vanligu “armsfrástøðuna” millum løgmann og landsstýrismann fáa vit av samskiftinum hjá løgmanni við landsstýrismannin Bjørn Kalsø um innflutningsloyvi og aðra fyrisitingarliga avgreiðslu av m/s Voyager og Atlantic Navigator.

 

Løgmaður tykist í tí málinum at hava ríkað landsstýrismannin “yvirskipaðum sjónarmiðum” uttan tó greitt vilja fremja nakað veruligt eftirlit ella at vilja geva boð um loysn av ítøkiliga málinum. Hetta samskiftið gevur fatan av løgmanni, ið alsamt samskiftir við landsstýrismenn um einstøk fyrisitingarlig mál og roynir at ávirka tey.  

 

Var talan um serligt eftirlit í sambandi við avmarkingar hjá starvstjórn, so mátti løgmaður greitt havt sagt, hvar markið gongur millum loyvda avgreiðslu og óheimilaða politiska støðutakan, serliga við atliti til upptikna málið – og ikki jánkasliga um “virkisavmarkingar, sum vit hava álagt okkum.”

 

Hvat innliti viðvíkur, so er sera ymiskt, hvussu stjórnarráðini virða Løgtingið. Løgmansskrivstovan svaraði ikki alt fyri eitt, men boðaði so frá, at tingmaðurin “kundi koma eftir fløgu við skjølum Úti í Tinganesi.” Fiskimálaráðið gav innlit í posti, men ikki uttan svørðsløg um eyðmerking av málinum; við innlitisbrævinum lá rokning stílað Kára á Rógvi, Sjálvstýrisflokkinum, á Vaglinum í Havn. Munur er á umstøðum á tingi okkara og á øðrum parlamentum, har starvsmenn frá ministerium eru á trappuni í nærum somu stund, sum biðið verður um innlit.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 8. mai 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurningum soleiðis:

 

Svar:

 

Til 1. Stýrisskipanarlógin § 33, stk. 3 ásetur, at ”Løgmaður hevur eftirlit við, at hvør einstakur landsstýrismaður situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.”

 

Í fyribúgving lógarinnar eru nærum ongar viðmerkingar til greinina. Í stýrisskipanarálitinum verður í viðmerkingunum bara endurtikið, at løgmansins starv í hesum viðfeingi er at ”hava eftirlit við, at starv landsstýrismanna fer fram á lógligan og forsvarligan hátt”[1].

 

Greinin lógarfestir í veruleikanum í føroysku stýrisskipanini ta reglu, sum í donsku stýrisskipanini á meira ella minni ólógásettum grundarlagi er til. Jens Peter Christensen, professari, sigur[2] um spurningin, at ”ministrene er formelt sideordnede, men det antages alligevel, at der påhviler statsministeren en særlig tilsynspligt i forhold til ressortministrene. Pligten kan i et vist omfang støttes på den fremskudte placering, som statsministeren i grundloven er tildelt som regeringens leder, jf. grundlovens § 14, 15, 32, 38, 39, og pligten kan støttes på rigsrettens dom i ...”

 

Fokussið fyri eftirlitinum hjá løgmanni er landsstýrismaðurin. Tað er leiklutur hansara, sum verður kannaður. Soleiðis fevnir løgmanseftirlitið við landsstýrinum sum útgangspunkt, ikki um eftirlit við virkseminum hjá starvsfólkunum hjá landsstýrismanninum ella starvsfólkunum á undirstovnum. Tó er eitt óbeinleiðis eftirlit í hesum sambandi eftir § 4 í landsstýrismannaábyrgdarlógini við tað, at landsstýrismaður verður mettur at hava medvirkað til gerðina hjá einum undirmanni, tá
1) hann hevur verið vitandi um, at gerðin fór at verða framd, og hann hevur latið vera við at royna at forða hesum,
2) gerðin hevur verið eitt neyðugt ella natúrligt miðal til at seta í verk eina avgerð, sum landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av,
3) hann, við ikki í rímiligan mun at hava ført eftirlit og ásett reglur, hevur virkað fyri, at gerðin er vorðin framd.

 

Eftirlitið fevnir um sitandi landsstýrismenn. Er landsstýrismaðurin farin frá, hevur løgmaður onga eftirlitisskyldu við tí, sum hann hevur fingist við. Endamálið við eftirlitisskylduni er, at løgmaður hevur eftirlit við, at sitandi landsstýrismenn liva upp til embætisskyldur sínar. At eftirkanna, hvat fráfarnir landsstýrismenn hava gjørt, fellur uttan fyri hesa skyldu. Jens Peter Christensen vísir á, at hvørki í sokallaða tamilamálinum ella í einum ríkisrættardómi frá 1910 er givið nakað grundarlag fyri at halda, at eftirlitisskylda er við virkseminum hjá fráfarnum ráðharrum.[3]  Í slíkum førum má nýggi landsstýrismaðurin taka málið upp av nýggjum og meta um, hvørt hann fær broytt nakað upp á okkurt, sum hent er undir gamla landsstýrismanninum. Hann kann enntá hava skyldu til tess í ávísum førum.

 

§ 33, stk. 3 býtir eftirlitisskyldu løgmans sundur í eitt politiskt eftirlit og eitt rættarligt eftirlit. 

 

Politiskt eftirlit: 

Politiska eftirlit løgmans er fullkomiliga subjektivt. Hvat dámar løgmanni tey stig, einstøku landsstýrismenninir taka, ella ikki taka, og gera teir tað á ein hátt, sum eftir hansara hugsan eru fullgóð. Her er eingin avmarking í, hvørji sjónarmið kunnu telja hjá løgmanni. 

 

Rættarligt eftirlit: 

Rættarliga eftirlitið er verri at fáast við. Hetta reisir 4 undirspurningar. Hvør hevur definisjónsrættin, hvat er rætt/skeivt, hvussu kann reparerast upp á avleiðingarnar av ólógligum avgerðum, og hvussu og nær skal revsirættarlig ella endurgjaldsrættarlig avleiðing verða. Harumframt kemur spurningurin um, í hvønn mun løgmaður hevur fráboðanarskyldu mótvegis tinginum um ólógliga framferð hjá landsstýrismanni.

 

Rætt og skeivt: 

Arbeiðshátturin hjá løgmanni, tá ið hann skal gera av, hvat ið er rætt og skeivt, er avgerandi. Løgmaður skal meta um, hvat ið galdandi lóggáva í landinum sigur. Men ein og hvør tekstur kann útleggjast á ymiskan hátt. Og hvussu verður hann rætt útlagdur. Vanligasti arbeiðsháttur at gera hetta av í dag er á tann hátt, sum Alf Ross, professari, defineraði galdandi rætt. Hann definerar galdandi rætt til tað úrslit, sum ovasti dómstólur í málinum vil koma til. So galdandi rætt vita vit ikki fyri vist, fyrr enn ovasti dómstólur hevur dømt. Vit mugu so frammanundan hetta gera eina prognosu yvir, hvat ið galdandi rættur er á økinum. Í landsstýrismannaábyrgdarmálum ger nevningating endaliga av, hvussu ein lógartekstur skal útleggjast sbr. landsstýrismannaábyrgdarlógini § 11. Tá so gerast skal av, um landsstýrismaður hevur borið seg rætt ella skeivt at, má so ein prognosa gerast, hvat úrslit eitt nevningating vildi komið til í málinum. Hetta grundarlag er heldur óvist í ávísum førum. Her vil verða ein veksulvirkningur millum prognosu og endaligt úrslit. Prognosan metir seg eftir, hvat nevningatingið vil koma til, og nevningatingið letur seg ávirka av prognosuni. Umframt liggur eitt politiskt filtur inn í millum. Málið kemur ikki fyri nevningating, uttan so er, at antin løgmaður ella Løgtingið gera tað av.

 

Í  eftirlitisarbeiði sínum eigur løgmaður at vera mest ansin við málum, har

o       landsstýrismaðurin ikki syrgir fyri at svarað verður

o       landsstýrismaðurin er ógegnigur

o       tað er púra greitt, at landsstýrismaðurin tekur ósaklig atlit

o       tað ikki verður givið alment innlit, har rættarkrav er upp á tað.

o       heilt greitt ólógliga er atborið.

 

Løgmaður má gera sær púra greitt í eftirlitisskyldu síni, at hann er ikki nakar kærustovnur fyri avgerðum hjá landsstýrismanninum. Hann skal bert taka støðu til, hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið seg innan lógarkarmarnar og ikki gera niðurstøðu í teimum reint fakligu metingunum. Eisini eigur løgmaður og umsiting løgmans at sýna størsta varsemi við at lógartulka fyri landsstýrismenn ella fyrisiting teirra áðrenn avgerð. § 38 nevnir, at løgmaður hevur ”eftirlit”, t.e. at hann, tá ið avgerðin er tikin, tekur støðu til, um lógliga er atborið. Heldur løgmaður seg ikki til hesa reglu, tá flytur ein stórur partur av avgerðunum eitt fet, og eitt eftirlitislið er minni, tí at løgmaður tók avgerðina. Tað kunnu tó verða føri, har samskipan løgmans ger tað neyðugt, at hann svarar rættarligum spurningi, áðrenn avgerð verður tikin, eitt nú um starvandi landsstýrismaður spyr, um hann hevur heimild at taka ávísa avgerð. Her má hann hava at vita frá løgmanni, hvør generella linjan er.

 

Serliga torført er løgmanseftirlitið, tá ið umræður, hvørt ein avgerð er ósaklig ella ikki. Tað kann í førum verða rættiliga torført at gera av, um landsstýrismaður hevur tikið ósaklig atlit, og í førum er kanska frægast, at løgmaður ikki tekur støðu, men vísir klagaranum til at stevna og fáa málið neyvt lýst í rættarmáli.

 

Alment má sigast, at fleiri ferðir ákærur koma fram um ólógliga fyrisiting hjá landsstýrismanni, jú størri gerst ábyrgdin hjá løgmanni sjálvkravdur at seta í verk kanningar av virkseminum hjá landsstýrismanninum.

 

Byrjunarstøði má vera, at løgmaður leggur til grund, sum galdandi rættarstøðu, tær niðurstøður, sum løgtingsgrannskoðararnir, landsstýrismálanevndin, kanningarstjóri ella løgtingsumboðsmaðurin koma til. Løgmaður eigur ikki at lata kanna hesar niðurstøður við atliti at møguliga at koma til aðra niðurstøðu, eru ikki heilt serligar grundgevingar, sum gera seg galdandi. Er landsstýrismaðurin, sum verður sagdur at hava borið seg at ólógliga, ónøgdur, má hann í ringasta føri stevna teim nevndu fyri ærumeiðing eftir § 267, í tann mun tað ber til.

 

Løgmansins reaksjónsmøguleikar tá ið ikki fullgott ella ólógliga er atborið: 

1.      Óformliga heita á landsstýrismannin um at taka málið upp til nýggja viðgerð

Hetta vil vera tað vanliga. Málið verður umrøtt á landsstýrisfundi, og løgmaður greiðir so landsstýrismanninum frá, at eftir hansara meting er ikki fullgott fyrisitið ella ólógliga atborið. Aloftast vil landsstýrismaðurin geva seg undir sjónarmið løgmans. Er talan um eina tyngjandi avgerð fyri borgaran, so kann landsstýrismaðurin sjálvsagt broyta avgerðina borgaranum til fyrimunar. Verri er, tá ið avgerðin er borgaranum til fyrimunar. Tá kann landsstýrismaðurin ikki uttan í heilt serligum undantaksførum broyta avgerðina, og tá má svíða, sum svøllur.

 

2.      Frátaka málsøkið og leggja til annan

Íkemur tann støðan, at løgmaður metir, at ikki fullgott er fyrisitið, ella ólógliga hevur verið atborið, men landsstýrismaðurin er ósamdur og vil ikki broyta avgerðina, so hevur løgmaður heimild til at broyta málsøkisbýti millum landsstýrismenninar við heimild síni í stýrisskipanarlógini § 33, stk. 1, og landsstýrismaðurin, málið verður lagt til, ella kanska enntá at løgmaður leggur málsøkið til sín sjálvs, tekur tá støðu í málinum. Spurningurin er bara, um løgmaður politiskt klárar at yvirliva slíkt stig.

 

3.      Fráseta landsstýrismannin

Sum ein ógvusligari variant av tí, sum nevnt er omanfyri, so kann løgmaður velja at koyra landsstýrismannin frá og seta ein annan í staðin. Var illa politiskt statt við teirri fyrru loysnini, verður hvaðna verri við teirri seinnu.

 

4.      Ákæra landsstýrismannin

Er heilt út av lagi illa statt við fyrisitingini, sum landsstýrismaður hevur útint, kann løgmaður gera av, sbr. landsstýrismannaábyrgdarlógini § 9, at reisa ákæru við nevningating ímóti landsstýrismanni. Landsstýrismanni er so nógv sagt, tí tá tað er komið so langt, er hann uttan fyri allan iva frásettur áðrenn av løgmanni. Sum nevnt omanfyri, hevur løgmaður tó ongantíð skyldu til tess. Eftirlitisskylda hansara er við sitandi landsstýrismonnum. Eru teir fráfarnir, er upp til tingið at gera av, um ábyrgd skal gerast galdandi. Hetta snýr seg bert um krav um revsing. Haldast má tó, at løgmaður hevur eina skyldu til at stevna landsstýrismanni eftir endurgjaldskravi, metir hann, at landskassin kann fáa mistan pening aftur frá honum fyri skeivar gerðir, sjálvt um hann er fráfarin. 

 

Upplýsingarskylda mótvegis tinginum: 

Í § 5 í landsstýrismannaábyrgdarlógini er ásett, at løgmaður verður revsaður, um hann tilætlað ella av grovum ósketni mótvegis Løgtinginum tigur við upplýsingum, sum eru av stórum týdningi fyri tingsins meting av málinum.

 

Hetta merkir, at løgmaður í eftirlitisvirksemi sínum eigur at vera sera opin mótvegis Landsstýrismálanevndini fyri at tryggjað sær, at hann ikki sjálvur ífellir ábyrgd eftir § 5. Eitt nú við at senda avrit av átalum til Landsstýrismálanevndina.

 

Eftirlitismannagongd: 

Eingin serliga skipað mannagongd er fyri, hvussu eftirlitismál verða tikin upp av løgmanni. Onkuntíð hendir tað seg tí, at klagað verður til løgmans, onkuntíð tí at løgmaður frættir um málið í fjølmiðlunum ella tí, at løgmaður annars gerst varugur við málið. Tað er eisini ymiskt millum ymsu løgmenninar, sum verið hava, hvussu teir hava skipað eftirlitisarbeiði sítt. Formliga eru góð 50 eftirlitismál stovnað í journal, síðan verandi skrásetingartíðarskeið tók við 1. januar 2005, men tað kemur meira enn so fyri, at óformligt eftirlit er, har mál ikki verður stovnsett, tí at einki skrivligt samskifti hevur verið.

 

Til 2.  Eg haldi ikki, at málið mótvegis landsstýrismanninum í fiskivinnumálum um at útskriva eitt veiðiloyvi til eitt skip fyri Atlantic Navigator er eitt eftirlitismál sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 3, men eitt løgmanssamskipanarmál sbr. stýrisskipanarlógini § 33, stk. 2 at samskipa arbeiðið í sambandi við, at val varð útskrivað.

  

Landsstýrismaðurin hevði uttan iva fulla rættarligar heimildir at taka avgerðina tá. Spurningurin snúði seg um, hvørt man vegna tess, at valið varð útskrivað av politiskum grundum, átti at steðgað við hesi avgerð, til nýggj samgonga varð skipað eftir løgtingsvalið, og um tað var lógheimilað at gera tað.

 

Til tingsins kunnleika kann eg upplýsa, at eg havi latið spyrjaranum avrit av øllum 13 skjølunum í lms. j. nr.  123-047/08, so at hann hevur havt møguleikar at seta seg inn í tær neyvaru smálutirnar í hesum máli. 

 

Til 3.  Løgmaður hvørki kann ella skal hava nakra meining um hendan spurning. Hvussu eftirlitið fer fram við løgmanni og landsstýrismonnum og fíggjarumstøðurnar í hesum sambandi, er spurningur, sum Løgtingið sjálvt ger av. At spyrja løgmann um, hvussu hann heldur, at eftirlitið við honum skal vera, er heldur øvugt. Spurningurin er ein spurningur um skipan av arbeiði tingsins og átti tí av røttum at verið settur formansskapi Løgtingsins.

 

[1] Stýrisskipanarálitið bls. 189.

[2] Jens Peter Christensen, Ministeransvar,  Jurist- og Økonomforbudets Forlag 1997 side 382.

[3] Somuleiðis bls. 382.

Málið avgreitt.