S-73 Fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann, viðvíkjandi  tí at frítaka umhvørvisvinarlig tól frá gjøldum ella heldur at stuðla slíkum tólum

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Metir landsstýrismaðurin, at neyðugt er at tryggja umhvørvið og búskapin við at stimbra brúkinum av streymsparandi og oljusparandi tólum sum spariperum, lágorkutólum og hitapumpum?
  2. Heldur landsstýrismaðurin, at til ber at frítaka slík tól frá meirvirðisgjaldi og møguliga øðrum gjøldum?
  3. Heldur landsstýrismaðurin, um fyrisitingarligar forðingar eru, at stuðulsskipan í staðin kann brúkast, so avgjaldsinntøkur frá slíkum tólum fyri part kunnu mótsvarast av stuðli til tól sum jarðhitapumpur, aðrar hitapumpur, ljóskyknur, eins og sparandi útbúnað?
  4. Vil landsstýrismaðurin áseta krøv í sambandi við almenna bygging og almennan rakstur, at nýtt verða tól og útbúnaður, ið spara búskap og umhvørvið, um enn raksturin hjá einstøkum stovni tyngist í fyrstu atløgu?

 

Viðmerkingar

Sjálvstýrisflokkurin hevur í norðurlendskum høpi strongt á og fingið samtykt átøk at betra um umhvørvið og búskap við at taka atlit til viðvarandi orku og orkusparing. Unga Sjálvstýri hevur víst á møguleikar at sleppa umhvørvismerktum tólum og útbúnaði undan gjøldum, grundað á vælkenda og løggilda umhvørvismerking.

 

Spurt verður tí um støðuna hjá landsstýrismanninum til streymsparandi og oljusparandi tól sum spariperur, lágorkuhvítvørur og hitapumpur, og serliga hvørjar avleiðingar takast skulu í avgjaldskipan og fíggjarskipan landsins.

 

Grundað á fortreytina, at til ber greitt at skilja ímillum tól alt eftir umhvørvismerking, antin talan er um norðurlendska svanamerkið ella europeiska blómumerkið ella serstaka føroyska markan, verður spurt, hvørt landsstýrismaðurin metir skipan verða gjørliga ið undantekur tól og útbúnað frá meirvirðisgjaldi og/ella øðrum gjøldum.

 

Verður hetta ov trupult ella fyrisitingarliga tungt, heldur landsstýrismaður tó, at annar máti er at stuðla slíkum tólum antin eftir umsókn ella á einhvønn lættari hátt til dømis í sambandi við bygging? Fyrrenn ikki máttu vit kunna játtað nakað somu upphædd, sum fæst inn í gjøldum frá umhvørvistólum í stuðli, so umhvørvið og búskapur fáa nyttuna av, at fólk hóast egnan eykakostnað velja at keypa umhvørvisvinarliga.

 

Til ber til dømis á velja nøkur ávís tól sum hitapumpur, ætlaðar sethúsum, ella lágorkuhvítvørur og lata fólki stuðul til slíkar. Eisini ber til at veita sølustøðum stuðul eftir umsókn fyri sølu av spariperum fyri lágan prís.

 

Landið eigur at ganga á odda í hesum høpi – ikki minst við atliti til samtyktina hjá Norðurlandaráðnum um viðvarandi orku í almennari bygging. Landsstýrismaðurin eigur at nýta heimildir sínar eitt nú í viðmerking til fíggjarlóg at krevja av almennum stovnum, at íløgur eins og rakstur skulu taka hesi atlit við at brúka umhvørvisvinarlig tól og spariperur.  

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 6. mai 2008 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Ad. 1. Eg haldi tað hava týdning, at landið ger sítt til at eggja øllum brúkarum í Føroyum til at brúka minni olju- og eisini elorku, tí olja verður brúkt til størsta partin av føroysku el­framleiðsluni. Fyri umhvørvið er fremsta endamálið at minka um útlátið av vandamiklum veður­lagsgassum og fyri búskapin er endamálið at gera okkum minni bundnan av oljuni, sum øll verður innflutt. Føroyska oljunýtslan er tí ógvuliga tyngjandi fyri føroyska handilsjavnan.

 

Av ítøkiligum átøkum hesum viðvíkjandi kann nevnast, at eg fyri nógvum árum síðan tók stig til at strika punktgjøldini á spariperum. Í hesum valskeiðnum er lógaruppskot um avgjøld við skráseting av motorakførum lagt fyri tingið, soleiðis at brúkarin nú sleppur bíligari í avgjøldum, um hann velur at keypa sær ein umhvørvisvinarligan bil. Nýggja lógin fer eisini at steðga innflutninginum av gomlum, dálkandi bussum og lastbilum.    

 

Ad. 2. Tað ber allarhelst til at frítaka slík tól fyri meirvirðisgjald, men eg haldi ikki undantøk í meirvirðisgjaldslógini vera rætta framferðarháttin, um ynski er at stimbra nýtsluna av streymsparandi og oljusparandi tólum. Meirvirðisgjaldslógin eigur at hava so fá undantøk sum gjørligt. Undantøk í meirvirðisgjaldslógini úthola meirvirðisgjaldsskipanina og gera skipanina kappingaravlagandi og trupla at umsita.

 

Meirvirðisgjaldslógin er ein avgjaldslóg, og tí er tað ikki rætt við undantøkum at veita óbeinleiðis stuðul umvegis meirvirðisgjaldslógina til ymisk tiltøk og endamál, sum politisk semja er um at stuðla fíggjarliga.  

 

At veita fíggjarligan stuðul óbeinleiðis við undantøkum í meirvirðisgjaldslógini minkar um gjøgumskygni. Tað er torført at hava eftirlit við um stuðulin fer til rætta endamálið og hvussu stóra stuðulsupphædd landið letur til endamálið.

 

Her hava vit royndir við meirvirðisgjalds­frítøkuni av lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði. Hetta var eitt undantak í meirvirðisgjaldslógini, men nógvar klagur komu frá vinnuni um, at skipanin varð misnýtt, og tað var ógjørligt hjá landinum at hava fullgott yvirlit yvir, hvussu stórur stuðulin hjá landinum í veruleikanum var til hetta endamálið. Nú er hetta broytt soleiðis, at eigarin sjálvur skal søkja TAKS um at fáa meirvirðisgjaldið av lønini afturgoldið. Henda skipanin er nógv greiðari, tí nú er fult eftirlit við, at stuðulin fer til rætta endamálið, og hvussu stórur samlaði stuðulin hjá landinum er til endamálið. Bókhaldið hjá handverkarum er nú eisini einfaldari, tí nú skriva teir allar rokningar við meirvirðisgjaldi.

 

Hetta vóru nakrar av grundgevingunum fyri, at eg ikki haldi tað vera rætt at veita fíggjarligan stuðul við undantøkum í meirvirðisgjaldslógini.

 

Ad. 3. Er politiska ynski at stuðla føroyskum húsarhaldum fíggjarliga at keypa orkusparandi tól og útbúnað, svarandi til avgjøldini av tólunum, so haldi eg tað vera rættast, at brúka stuðuls­skipanina og umstingina á TAKS, sum í dag umsitur stuðulin til meirvirðisgjald av lønum til bygging og umvæling av egnum bústaði, til endamálið.    

 

Hetta kann t.d. gerast soleiðis, at sakkunnleiki á økinum, t.d. Jarðfeingi, allýsir, hvør útgerð og útbúnaður kann fáa stuðul. Sakkunnleikin skal síðan góðkenna hvørja einstaka rokning, áðrenn hon verður send til TAKS, sum rindar meirviðisgjaldið av góðkendu rokningini aftur til keyparan.

 

Ad. 4. Eg haldi, at landið eigur at ganga undan, og at vit eiga at hyggja langt fram í tíðina í sambandi við krøv til tól og útbúnað til almennar bygningar, tá tað snýr seg um at verja umhvørvið og at minka um oljunýtsluna. Tí fari eg sjálvandi at góðkenna størri eingangs íløgur í almennar bygningar, tá tað kann ávísast, at íløgan yvir eitt ávíst áramál verður spard inn aftur við minni oljunýtslu. At minka um oljunýtsluna hevur størsta týdningin, bæði umhvørvis- og búskaparliga. Hetta minkar um útlátið, ger okkum minni bundin av oljuni og bøtir um handilsjavnaúrslitið, har oljan fyllir nógv á innflutningssíðuni.

Málið avgreitt.