S-72 Fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi føroyska sang- og sálmaskattinum 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Tekur landsstýriskvinnan undir við at leggja ætlan fyri at goyma føroyska sang- og sálmaskattin í teldutøkum formi?
  2. Hevur landsstýriskvinnan viðgjørt umsókn um at stuðla slíka verkætlan og/ella eru líkar ætlanir á almennum stovnum?
  3. Hvør er støðan viðvíkjandi bandasavni hjá kringvarpi og øðrum loftmiðlum, verður tryggjað, at søvn teirra verða varðveitt og algongd?

 

Viðmerkingar

Sum á so mongum økjum er eisini á hesum øki fyri stóran part talan um sjálvboðið og ósjálvsøkið starv at banda og varðveita føroyskar sálmar og sangir á plátu, bandi fløgu ella øðrum formi.

 

Soleiðis eigur og má eyðvitað vera í livandi mentan. Men vandin er, at virðismikið tilfar fer fyri skeytið ella verður trupult at koma at.

 

Sera áhugaverd verkætlan er at finna á heimasíðuni http://oli-nic.com/ har bæði løg, framførslur og annað verður varðveitt undir at síggja til nøktandi og tryggum umstøðum.

 

Vandamálið hjá øllum eldsálum í hesum landi tykist tó vera, at ongin játtan er nevnd ‘nýbrot hjá eldsálum’ – peningur verður bert játtaður endamálum og verkætlanum, ið longu eru til. Tann stovnsgjørda verkætlanin kann halda fram langt eftir, nyttan var úti, og longu stovnað útreiðslukonto heldur vanliga fram av gomlum vana.

 

Tí verður spurt, hvørjar ætlanir eru á hesum øki, og serliga hvørt nøkur ítøkilig verkætlan er, ið kann brúkast og á nøktandi og kanska ódýran hátt kann náa málum landsins á hesum øki.

 

At einskild tiltøk altíð mugu samskipast og tryggjast á rættan hátt er sjálvsagt, men slíkt man vera avgreiðslumál heldur enn endalig forðing.

 

Serliga viðvíkjandi almennu søvnum og søvnum hjá stovnum, ið heftir eru av almennum sendiloyvi, er týðandi at spyrja, hvør skipan er ella má gerast viðvíkjandi varðveitslu og atgongd.

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð wamtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 7. mai 2008 svaraði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Ad. 1: Føroyski sang- og sálmaskatturin er partur av mentanararvi okkara, og spurningurin um ætlan at goyma føroyska sang- og sálmaskattin í teldutøkum formi skal tí síggjast í samanhangi við tøkniligu menningina á teimum mentanarstovnum, sum hava ábyrgd av skráseting, varðveiting og miðlan av mentanararvi okkara. Tað er lóggávan, ekspertisan og framhaldið í virkseminum á mentanarsøvnunum, ið tryggja mentanararvin fyri komandi ættarlið.

 

Løgtingslóg um bókasøvn ásetur, at endamálið við bókasøvnum er at fremja upplýsing, lærdóm og mentanarligt virksemi, og til hetta endamál hava bókasøvnini til taks bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, sjónbond, fløgur og annað hóskandi tilfar, sum eisini kann fevna um tónleik og teldutøkt tilfar, sum til dømis internet og margmiðlar.
 

Virksemið hjá høvuðsbókasavni føroyinga, Føroya Landsbókasavni, er at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir, og alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Talan er um bøkur, tíðarrit, ljóðbøkur, talgilt og teldutøkt tilfar, tónleik, film og annað AV-tilfar (audio-visuelt), og harundir er eisini at rokna skráseting av øllum tí, sum er innihaldið í hesum tilfari, tvs. eisini skrásetingin av føroyskum sálmum og sangum.

 

Talgilding hevur í fleiri ár staðið ovast á breddanum yvir menningarynski hjá fleiri av søvnunum, og hevur Føroya landsbókasavn eisini søkt um játtan til talgilding av mentanararvinum, men enn hevur ikki verið møguligt at útvega neyðuga játtan til endamálið.

 

Eg havi sett mær fyri, at mentanarsøvnini skulu raðfestast í 2009, og tá verður KT-skráseting, varðveiting og miðling ein av høvuðsspurningunum.

 

Ad. 2: Ja, Mentamálaráðið hevur móttikið og viðger umsókn um stuðul til verkætlan um at savna allan tann føroyska sangskattin og tilhoyrandi løg á alnetinum.

 

Mentamálaráðið hevur eisini javnan fingið áheitanir frá teimum almennu søvnunum um at fáa fígging, so at farast kann í gongd við hesa átrokandi og kostnaðarmiklu uppgávu, men enn hevur ikki eydnast at útvegað ta neyðugu játtanina á løgtingsfíggjarlógini.

 

Mentamálaráðið letur á hvørjum ári stuðul til mentanarlig tiltøk. Í 2007 vóru umleið 1 mió. kr. játtaðar til umsøkjarar, ið søktu um stuðul til at fremja mentanarligar verkætlanir ella mentanarlig tiltøk. Umsóknarfreistin í ár var 15. mars 2008.

 

Á Landsbókasavninum fer ein ávís skráseting fram á hesum øki, men talan er enn ikki um skráseting av tilfari í teldutøkum formi. Á landsbókasavninum eru føroyskir sálmar og sangir skrásettir, men bert nýggjastu skrásetingarnar eru talgildar. Talgilding av øllum mentanararvinum er ein uppgáva, sum søvnini ynskja at menna, so skjótt játtan verður tøk til endamálið. Og tá er tað av týdningi, at skrásetingin verður gjørd, so hon verður samskipað við aðra skráseting á øðrum søvnum, so at leitast kann upp á tvørs av øllum søvnum.

 

Ad. 3: Í kringvarpslógini verður ásett, at Kringvarp Føroya hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu í miðlasavni, ið verður knýtt at Kringvarpi Føroya.

 

Tað er landsstýrismaðurin, sum ásetir nærri reglur um skipan og rakstur av miðlasavninum fyri varðveiting av talgildum tilfari og atgeingi til hetta tilfar. Miðlasavnið kann eisini taka ímóti og varðveita talgilt tilfar (savnindi) frá almennum og privatum stovnum.

 

Farið verður nú undir at orða fyrsta public service-sáttmálan millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya, og í hesum sambandi verður atgeingi hjá almeninginum til bandaða savnið hjá Kringvarpi Føroya viðgjørt.

Málið avgreitt.