S-71 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu viðvíkjandi tyrluflúgving til útoyggjarnar  

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Olgu Biskopstø, løgtingskvinnu, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Í hvønn mun hevur Atlantsflog skyldu at røkja tyrluflúgving til útoyggjarnar?

2.      Um so er, at Atlantsflog hevur skyldur, hvat fevna hesar um, og eru tær staðfestar við lóg?

3.      Hvør ásetir ávikavist ferðaseðlagjaldið og farmagjaldið í samband við tyrluflúgving til útoyggjarnar?

4.      Fyriliggur nøkur ætlan um at lækka verandi ferðaseðla- og flutnings prísir?

5.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja eitt nøktandi tænastustøði í samband tyrluflúgving til útoyggjarnar í framtíðini, serliga í mun til einskiljingina av Atlantsflogi?

Viðmerkingar

Nú eru nøkur ár liðin, síðan tyrlan fór undir at røkja ferðafólka- og farmaflutning til útoyggjarnar. Hetta hevur verið og er eitt gott og umráðandi flutningssamband til oyggjarnar, ið annars høvdu verið avskornar frá meginøkinum ein stóran part av árinum.

 

Tað eru sera fáar samfelagstænastur og almennar heilsutænastur á útoyggj. Hetta ger, at tørvurin á at ferðast inn á meginøkið at leita sær heilsubót, fara til lækna, tann­lækna, banka, keypa o.a. er samsvarandi stórur. Ferðaseðla- og farmakostnaður hevur tí sera stóran týding fyri húsarhaldið og møguleikarnar at liva og virka á útoyggj.

 

Nógv er hent tey seinastu árini við ferðaprísinum í Føroyum, og nógv ferðast bíligari enn nakrantíð til og frá arbeiði. Hesi fólk fáa bjóðað ferðatilboð frá heimi sínum og til arbeiðis við ferðakubba og øðrum líknandi, ið ger tað bíligari. Hesi ferðatilboð kosta ongastaðni í landinum meira enn 80,- kr. tur/retur

 

Treyðugt so noyðast útoyggjafólk at gjalda 290,- kr, 260,- kr og niður í 170,- kr tur/retur, tá tey skulu inn á meginøkið. Og hóast henda høga prísin, so eru tað ikki hesi útoyggjafólk, sum halda rakstrinum av tyrluni uppi, tí inntøkan, sum Atlantsflog fær burtur úr ferðaseðlasøluni, liggur um 50.000,- kr. um árið.

 

Ferðaætlan og ferðaseðlaprísirnir hjá tyrluni, eru ikki broyttir nevnivert, síðan tyrlan byrjaði sína flúgving. Øll hesi árini hava útoyggjafólk goldið ein sera høgan kostnað fyri tænastuna, sæð í mun til, hvat fólk á meginøkinum gjalda fyri flutning til at røkka neyðugum samfelagstænastum. Nú einskiljingin av Atlantsflogi og harvið Tyrlutænastuni er byrjað, er tað sera umráðandi at fáa greiðu á, hvussu henda tænasta verður skipað í framtíðini, bæði viðvíkjandi skyldum og tænastum.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 7. mai 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis

 

Svar

 

 

1.   Í hvønn mun hevur Atlantsflog skyldu at røkja tyrluflúgving til útoyggjarnar?

 

Ad1:

Atlantsflog hevur onga lógarbundna skyldu at røkja tyrluflúgving til útoyggjar. Landsstýrið og Atlantsflog gjørdu í 2005 sáttmála um rakstur um tyrlutænastu landsins.

 

Sambært § 2 í løgtingslóg nr. 82 frá 15. mai 2001 um fólka- og farmaflutning, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 6. mai 2003, er ásett, at:

Landið hevur skyldu til at skipa fyri:

1)      nøktandi sjóvegis fólkaflutningi, farmaflutningi og/ella flutningi av akførum, og

2)      nøktandi landvegis fólkaflutningi, á teimum farleiðum, har tað hevur stóran samfelagsligan týdning, at skipað verður fyri slíkum flutningi.

Stk. 2. Flutningsskyldan fevnir um sjóvegis farleiðirnar millum: Tvøroyri - Tórshavn, Skúvoy - Sand, Skopun - Gamlarætt, Skopun -Hest, Hest - Gamlarætt, Nólsoy - Tórshavn, Sørvág - Mykines, Leirvík - Klaksvík, Klaksvík - Kalsoy, Hvannasund - Fugloy, Hvannasund - Svínoy, umframt tær sjóvegis og landvegis farleiðir, ið landsstýrismaðurin í kunngerð ásetir flutningsskyldu fyri.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann seta reglur um, at farmur skal lúka ávís krøv til stødd, vekt, innihald og innpakking.

Sambært løgtingslóg nr. 82 um fólka- og farmaflutning eru ongar beinleiðis lógarásetingar um flutingsskyldur við tyrlu.

 

Sambært § 6 í løgtingslóg nr. 82 um fólka- og farmaflutning er tó ásett, at landsstýrismaðurin kann gera avtalur um gjald fyri innanoyggja tyrluflúgving, og hevur Føroya Landsstýri sáttmála um flúgving millum oyggjarnar við tyrlu, hvørs endamál er at bøta um ferðasambandið til útoyggjar. Vavið av tyrlutænastuni er ásett í sáttmálanum til 515 flogtímar, og kann sáttmálin millum partarnar í fyrsta lagi fara úr gildi 31. desember 2008 – tó so kunnu partarnir sambært § 10, stk. 2 skrivliga siga sáttmálan upp við 6 mánaða freist.

 

Umframt omanfyri nevnda sáttmála hevur Føroya Landsstýri á løgtingsfíggjarlógini eina játtan á høvuðskontu 14.38.2.21 “stuðul til útoyggjar” áljóðandi 1 mió.kr., hvørs endamál sambært løgtingslóg nr. 86 frá 14. desember 1998 um útjavningstuðul til útjaðaraøkið er at javna ein part av meirkostnaðinum av at flyta olju og annan farm hjá fastbúgvandi í útjaðaraøkinum.

 

2.      Um so er, at Atlantsflog hevur skyldur, hvat fevna hesar um, og eru tær staðfestar við lóg?

 

Ad2:

Vísandi til pkt.1 hevur Atlantic Airways ongar skyldur viðv. tyrluflúgving, sum eru ásettar í løgtingslóg, men Føroya Landsstýri hevur sáttmála við Atlantic Airways um flúgving millum oyggjarnar við tyrlu. Hesin sáttmálin hevur gildi frá 1. juni 2005 og kann í fyrsta lagi fara úr gildi 31. desember 2008 - tó so kunnu partarnir sambært § 10, stk. 2 skrivliga siga sáttmálan upp við 6 mánaða freist.

 

 

3.      Hvør ásetir ávikavist ferðaseðlagjaldið og farmagjaldið í samband við tyrluflúgving til útoyggjarnar?

 

Ad3:

Sambært sáttmálanum um tyrluflúgving til útoyggjarnar er ásett í § 4, stk. 2, at inntøkurnar frá ferðaseðlasølu falla til Atlantsflog. Galdandi ferðaseðlaprísr halda fram, til teir verða broyttir sambært avtalu millum partarnar – tvs. broytingar í ferðaseðlaprísinum skulu gerast í samstarvi millum Atlantic Airways og Føroya Landsstýri.

 

Viðv. farmagjaldið er tað Atlantic Airways, sum ásetur hesar prísir.

 

4.      Fyriliggur nøkur ætlan um at lækka verandi ferðaseðla- og flutningsprísir?

 

Ad4:

Tað fyriliggur eingin ítøkilig ætlan um at lækka verandi ferðaseðla- og flutningsprísir, tó skal gerast vart við, at spurningurin, um sáttmálin við Atlantsflog skal sigast upp til at fara úr gildi á nýggjárinum, er til viðgerðar í løtuni.

 

Eg haldi, at tað hevði verið eitt gott hugskot at skipa fyri einari serligari avsláttarskipan í ferðaseðlaprísinum fyri fastbúgvandi fólk á útoyggj. Hesum fari eg sum landsstýriskvinna á økinum at virka fyri. Í samgonguskjalinum stendur at virkast skal fyri at fáa farmaflutningin til útoyggjar at virka betur. Eisini hesum fari eg at virka fyri í samstarvi við Strandferðsluna. Enn er ov tíðliga at siga júst, hvør loysn er tann besta. Landsstýrið ásannar, at regluligur ferða- og farmaflutningur er ein avgerandi fortreyt fyri livilíkindum í útjaðaranum, og at tað ikki er ov kostnaðarmikið.

 

5.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja eitt nøktandi tænastustøði í samband við tyrluflúgving til útoyggjarnar í framtíðini, serliga í mun til einskiljingina av Atlantsflogi?

 

Ad5:

Í sambandi við møguliga endurskoðan av tyrlusáttmálanum um tyrluflúgving til útoyggjar eigur neyðugt atlit at verða tikið í sáttmálanum, soleiðis at eitt nøktandi tænastustøði verður í sambandi við tyrluflúgving til útoyggjarnar í framtíðini.

 

Einskiljing av Atlantic Airways eigur ikki at hava nakra ávirkan á tænastustøði í samband við tyrluflúgving til útoyggjar við tað, at hesar tænastur verða ásettar í sáttmálanum.

 

Málið avgreitt.