S-69 Fyrispurningur til Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, viðvíkjandi samanseting av veiðiflotanum  

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvussu sær landsstýrismaðurin fyri sær eina øðrvísi samanseting  av flotanum, soleiðis at CO­2 útlátið minkar samstundis, sum búskaparliga avkastið økist?

 

  1. Ætlar landsstýrismaðurin við lóg at broyta samansetingina í skipabólkunum í mun til tað, sum vit kenna teir í dag?

 

  1. Kann roknast við, at minni orkukrevjandi veiðihættir við lóg verða álagdir skipum fram um aðrar meira orkukrevjandi veiðihættir?

 

  1. Arbeiðir landsstýrismaðurin við ætlanum um meira umfatandi kanningum av korallunum við Føroyar?

 

  1. Kann roknast við, at stig fara at verða tikin til at steingja fleiri øki fyri at verja korallir?

 

Viðmerkingar:

Á heilari opnu í Vinnuvitan nú fyri kortum greiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, umvegis ein blaðmann, frá fleiri av sínum ætlanum á fiskivinnuøkinum komandi fýra árini. Í einum brotið, sum snýr seg um burðardygga veiðu og lóggávu í sambandi við gagnnýtslu av livur og rogni, kemur landsstýrismaðurin eisini inn á áhugaverda spurningin um CO2 - útlát og samanseting av flotanum.

 

Landsstýrismaðurin verður soleiðis endurgivin: ”Við burðardygga veiðu sigur Tórbjørn seg eisini hugsa um eina øðrvísi samanseting av flotanum, soleiðis at CO2 – útlátið minkar, samstundis sum búskaparliga avkastið økist”.

 

Eitt er dálkandi útlátið frá orkunýtsluni hjá fiskiskipunum, sum sjálvandi er skilagott at avmarka í tann mun, tað er gjørligt, bæði við ymsari tøkni og mátanum, fiskurin verður veiddur. Annað er vernd av botninum og umhvørvinum í havinum í síni heild, sum væl eisini verða havd í huga, tá landsstýrismaðurin úttalar seg um hendan spurning.

 

Vísindin vil m.a. vera við, at korallir upptaka CO2 úr sjónum, umframt at tey eru uppvakstrarøki hjá fleiri fiskasløgum. Tí verður stórur dentur lagdur á frá altjóða samfelagnum um ikki at skæla korallini, tá fiskað verður. Í undanfarnu samgongu vóru trý øki undir Føroyum stongd fyri troling fyri at verja korallir. Fiskirannsóknarstovan hevur síðan gjørt nakrar kanningar á øðrum økjum fyri m.a. at kortleggja korallir og kanna lívið uttan um tær. Ætlanin við kanningunum var eisini fyri ein part at gera metingar av, um onnur øki umframt áðurnevndu áttu at verðið stongd fyri troling fyri at verja korallir.

 

Fyrr í vár setti eg hendan spurning nakað minni umfatandi munnliga til landsstýrismannin. Tá fekst einki greitt svar, sum kundi greina útsøgnina í Vinnuvitan. Nú er nakað fráliðið, og eg meti framvegis spurningin vera áhugaverdan. Tí fari eg enn eina ferð at gera eina roynd at fáa at vita, hvørjar tankar landsstýrismaðurin hevur gjørt sær um nevndu viðurskifti, og um hann nú hevur eitt boð uppá eina nýggja meira umhvørvisvinarliga og betri búskaparliga samanseting av flotanum. Tí hesir spurningar:

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 7. mai 2008 svaraði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis

 

Svar:

 

Ad 1)

Í samgonguskjalinum frá februar 2008 verður millum annað staðfest, at fiskivinnupolitikkurin hevur sum høvuðsmál, at ríkidømið í havinum verður umsitið sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum. Brúksrættindi skulu umsitast gjøgnum ein almennan fiskirættindamarknað, sum skal virka sum ein liberal skipan. Fiskivinnan skal skipast sambært vanligum marknaðar- og kappingartreytum, og á tann hátt verður vinnan sjálvregulerandi við atliti at kørmum og príslegum.

 

Sum rímiliga nývaldur landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum skal eg boða frá, at vit júst fara at grunda okkara politikk á kjarnuhugtøkini í samgonguskjalinum, nevniliga liberalar,  sjálvregulerandi marknaðar- og kappingartreytir.

 

Tað er mín fatan, at tað mangan hevur verið tosað um hesi hugtøk í føroyskum politikki, men aloftast hevur áræðið skortað at føra tey út í lívið. Mangan hevur andsøgnin valdað, har politiski myndugleikin hevur sett hópin av tiltøkum í verk, ið hava havt til endamáls at seta alla sjálvregulering úr gildi. Úrslitið hevur verið ein búskaparlig vanlukka, ið hevur útihýst øllum møguleikum fyri nøktandi búskaparligum avkasti.

 

Boðskapurin skal tískil vera, at endamálið við fiskivinnupolitikki okkara verður at føra frælsa marknaðarpolitikkin fult út í lívið, og at taka av allar politiskar forðingar hesum viðvíkandi. Á tann hátt finna tey vinnurekandi sjálvi vegin fram til bestu samansetingina av flotanum – innan teir karmar sum skipabólkarnir seta - ið tryggjar minst møguliga útlátið av CO2 og hægri búskaparligt avkast. 

 

Ad 2)

Nei, bygnaðurin í síni heild verður varðveittur. Bólkauppbýtið hevur til endamáls at spjaða veiðu á so stórt øki, sum til ber, og at so mong fiskasløg, sum til ber, vera grundarlag undir allari vinnuni. Hetta er eisini í samsvari við samgonguskjalið, har staðfest verður, at mest møgulig virðisøking úr føroyskum tilfeingi liggur eftir í Føroyum, og at allir úrdráttir av veiddum fiski koma til virkingar og gagns í framleiðsluni. 

 

Ad 3)

Í samgonguskjalinum verður m.a. sagt, at: “Orkuráð verður sett at ráðgeva og upplýsa borgarar og vinnu, byggisamtyktir verða gjørdar, ið vegleiða og seta krøv til orkusparing, krøv verða sett um, at ný- og umbygging verður orkuvinarlig, og at vinna á sjógvi og landi skula fylgja fremstu altjóða málum fyri orkunýtslu”. Landsstýrismaðurin í fiski- og tilfeingismálum fer at fylgja hesum leisti og ikki minst lata alt tilfar, ið eitt nýtt orkuráð letur úr hendi viðvíkjandi fiskiflotanum, vera partur av tí tilfari, sum annars verður nýtt í førda politikki okkara.

 

Loyvi mær annars at vísa til svarið til fyrsta spurningin um, at tað týdningarmesta er ikki at leggja krøv á vinnuna sum so, men heldur taka burtur forðingar við atliti at sjálvregulering til karmar, príslegu og útreiðslur.

 

Yvirskipað hevur landsstýrið júst í hesum døgum tikið spurningin upp viðvíkjandi orku og veðurlagsøkinum. Løgmálaráðið hevur sett sjøtul á eitt arbeiði, ið hevur til endamáls at skipa eina virkisætlan, ið verður grundfest á breiðum politiskum og fyrisitingarligum stigi. Bygnaðarliga skal arbeiðið skipast um ein politiskan stýringsbólk, fyrisitingarliga samskipan og verkætlanarbólk. Seinasti bólkurin verður mannaður við fakfólki frá viðkomandi stovnum, soleiðis at hann er væl skikkaður á øllum økjum, ið hava týdning fyri yvirskipaða málið. Verkætlanarbólkur skal gera tilmæli, sum við kønari hond og nágreinan skal lýsa mong ymisk øki innan orku- og CO2 økið.

Givið er, at alt tilfar frá nevnda bólki, ið viðkemur umsitingarøkinum hjá Fiski- og tilfeingismálaráðnum, verður nágreiniliga viðgjørt, við tí fyri eyga at styrkja okkum at taka ímóti framtíðar avbjóðingum, tað veri seg bæði av orku-, umhvørvisligum og búskaparligum slagi. 

 

Ad 4)

Sum er, eru trý øki stongd fyri at verja korallur: Eitt suður av Suðuroyarbankanum, eitt suður úr Munkagrunninum og eitt vestan fyri Ytra Banka. Harafturat kunnu vit nevna øll tey trolfríu økini eins og alt økið innan fyri 12 fjórðingar. Bert húkareiðskapur hevur atgongd til stongdu økini.

 

Kanningar av korallum hava verið virknar í 4 ár, 2 undankanningar og ein verkætlan, sum verður virkin í ár afturat.

 

Sum beinleiðis svar upp á spurningin skal upplýsast, at tá nevnda verkætlan er liðug, verður niðurstøða gjørd, og grundað á hesa niðurstøðu fara vit at taka støðu saman við serkunnleikanum, hvussu víðari skal farast fram.  

 

Ad 5)

Víst verður til seinasta reglubrotið í undanfarna svari um verkætlanina, ið verður virkin alt hetta árið.

 

Upplýsast kann tó, at Fiskirannsóknarstovan hevur staðfest eitt fjórða øki, har trolfiskiskapur ikki er virkin á nakran hátt, men har fiskimenn hava nevnt um útbreiðslu av korallum. Staðfestingin er grundað á eina spurnarkanning, sum Fiskirannsóknarstovan skipaði fyri, har fiskimenn luttóku.

 

Umsitingin og landsstýrismaðurin hava ikki tikið endaliga støðu til, um hetta økið verður stongt, men bæði vinnu- og vísindaliga eru sjónarmið, sum tala fyri, at hetta kann gerast. Tó verður spurningurin ikki viðgjørdur endaliga, fyrr enn niðurstøðan frá áðurnevndu verkætlan fyriliggur tíðliga í komandi ári.

 

Júst í hesum døgum hevur landsstýrið tikið formliga støðu at byggja nýtt havrannsóknarskip, og bíðað verður nú eftir, hvørja støðu Løgtingið hevur hesum viðvíkjandi, tá ið hetta er ein partur av uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri 2008. Hetta skip verður útgjørt soleiðis, at allur botnurin - og ikki minst koralløki - verða kannað munandi betur enn áður, við tí úrsliti, at vitanin økist almikið. Tekniski “side-scannarin”, er útbúnaður, ið betur “lesur” botnin, og tryggjar harvið meiri fullfíggjaðar upplýsingar enn tann útgerðin, sum nú er um borð á “Magnus Heinason”.

Málið avgreitt.