S-68 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi rættindum hjá børnum og javnrætti millum kynini  

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá John Johannessen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

1.      Í samgonguskjalinum er avtalað, at málsøkini persóns-, húsfólka- og arvarættur skulu yvirtakast. Kann landsstýriskvinnan greiða frá, hvør tíðarætlanin er fyri hesum, og hvussu langt fyrireikandi arbeiðið higartil er komið?

 

2.      Kann landsstýriskvinnan greiða Løgtinginum frá, hvørjar ætlanir hon í hesum sambandi hevur fyri viðurskiftini kring rættindi hjá børnum og konservativa hugtakið um foreldramyndugleika?

 

3.      Hvørjar lógabroytingar heldur landsstýriskvinnan vera neyðugar fyri at tryggja rættindini hjá børnunum og javnrætt ímillum kynini í sambandi við nýggja lóggávu kring hesi viðurskifti, og ætlar landsstýriskvinnan at taka stig til slíkar?

 

Viðmerkingar

Kjakið um javnstøðu tykist hava vent sær burtur frá javnstøðuhugtakinum og í staðin vera farið at snúgva seg um kvinnurættindi einans. Rættarstøðan hjá pápum og harvið eisini hjá børnunum er út av lagi vánalig í Føroyum. Nú má stundin vera komin at fáa hesi rættindi upp á pláss, ella í minsta lagi fáa tey at vera ítøkiligan part av javnstøðu­kjakinum á jøvnum føti við kvinnurættindini

 

Øll børn skulu hava rætt til bæði foreldur. Tað eigur at vera høvuðsreglan í lóggávuni kring børn og tað, sum vit í dag heldur konservativt kalla fyri foreldrarætt. Men so er ikki í Føroyum. Her hava børn fyrst og fremst rætt til mammuna og so bara møguliga til pápan eisini. Børnini og páparnir eru harvið fyri løgfrøðiligum og ikki minst menniskjaligum og kensluligum órætti.

 

Hetta dømið snýr seg um lógina um foreldramyndugleika. Tað er tó langt frá einasta økið, har tað haltar við javnstøðuni hjá pápum og rættindunum hjá børnum í Føroyum. Vit kunnu til dømis nevna sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, har tað er ásett, at kvinnur skulu hava fult lønarendurgjald, tá tær fara í barnsburðarfarloyvi, meðan menninir ikki hava rætt til fult lønarendurgjald. Men lat okkum kortini dvølja við júst konservativa hugtakið um foreldrarætt eina løtu í fyrsta umfari.

 

Líka frá 1922 og fram til í fjør hevur rættarstøðan verið tann, at ógiftir pápar so at siga ongan løgfrøðiligan rætt hava havt til síni egnu børn – og ikki minst, so hava børnini heldur ongan rætt havt til sínar egnu pápar. Pápar í slíkari støðu hava ikki so mikið sum kunnað greitt atkvøðu til skúlaráðsval og enn minni verið valdir í skúlaráðið, enntá hóast teir liva saman við bæði mammuni og barninum. Heilt galin hevur støðan verið í teimum førum, har foreldrini eru farin frá hvørjum øðrum. Har hevur rætturin einans ligið hjá mammuni og harvið hvørki hjá barninum ella pápanum.

 

Framstig uttan rættindi

Tað eydnaðist í undanfarnu samgongu eftir trýsti frá felagsskapinum Børn Uttan Rættindi og við áhaldandi áheitanum frá Javnaðarflokkinum at fáa bøtt eitt lítið sindur um hesi viðurskifti. Hetta varð gjørt, tá táverandi landsstýrismaður í lógamálum, Jacob Vestergaard, 4. oktober í 2006 legði fyri tingið ríkislógartilmæli, sum hevði við sær, at tað frá 1. januar 2007 bar til hjá ógiftum pørum aktivt at velja felags foreldra­myndugleika. Uppskotið fekk undirtøku frá øllum flokkum í Løgtinginum.

 

Vit hava altso fingið eina nýggja skipan, sum gevur møguleika fyri øktum rættindum, um semja frammanundan er ímillum foreldrini aktivt at biðja myndugleikarnar um at sleppa at fáa felags foreldramyndugleika.

 

Hetta er eitt framstig, men í mínari verð er hetta als ikki nóg stórt framstig. Tí nýggja lógin staðfestir ikki veruliga nakran rætt, og tað er langt burturfrá, at man kann siga, at hon tryggjar javnstøðuna. Hon gloppar bert dyrnar eitt lítið vet fyri øktum rættindum.

 

Skipanin er soleiðis háttað, at um foreldrini ikki eru gift, skal mamman skriva undir uppá, um hon ynskir at deila foreldramyndugleikan við pápan. Tað er í veruleikanum upp til hennara at avgera rættarstøðuna hjá pápanum. Vil mamman ikki, ja so fær pápin ikki foreldramyndugleika, tí soleiðis er galdandi lóggáva.

 

Sama avgerðarrætt hevur mamman í prinsippinum til at ógilda eina avgerð um felags foreldramyndugleika. Tí lógin er soleiðis háttað, at ynskir annað av foreldrunum í eini konfliktstøðu at ógilda felags foreldramyndugleikan, kann viðkomandi fara í rættin og fáa hetta gjørt. Hóast rætturin metir, at bæði eru egnað sum foreldur, skal rætturin skera ígjøgnum og geva antin mammuni ella pápanum allan foreldramyndugleikan. Sambært hagtølum vinna mammurnar í 88 prosentum av tílíkum rættarmálum. Og so er aftur líka vítt sum sítt við javnstøðuni og við rættindunum hjá barninum.

 

Ógvusligar avleiðingar

Slíkt rættarmál kann væl gjøgnumførast uttan nakað slag av mekling ímillum foreldrini frammanundan. Tí kann ein keðilig og spent støða ímillum eitt ógift foreldrapar lættliga hava rættiliga ógvusligar avleiðingar við sær, har tað eru pápin og harvið eftir míni sannføring eisini barnið, sum eru við skerdan lut.

 

Tá avgerðin er tikin, hevur pápin ikki so mikið sum rætt til kunning um grundleggj­andi lívsviðurskifti hjá barninum. Pápin hevur til dømis ikki so mikið sum rætt til at fáa at vita, um ella nær eitt barn flytur bústað, sjálvt um tað kanska enntá flytur til eitt annað land. Pápin hevur ikki rætt at kunna seg um, hvussu tað gongur við skúlagongd­ini, hvussu tað gongur í barnagarðinum og so framvegis. Hann og barnið eru nú í høvuðsheitum rættindaleys í sambandinum hvørt við annað, hóast pápin kortini varð­veitir fíggjarliga partin av sínum skyldum.

 

Ta samveru, sum pápin ynskir við barnið eftir slíka avgerð, skal hann í veruleikanum eisini keypa seg til. Tí meðan foreldur í grannalondum okkara býta ferðakostnaðin, er tað í føroyska førinum soleiðis, at pápin skal rinda allan flutning í sambandi við sam­veru við barnið.

 

Tað er púra rætt, tá ført verður fram, at stakar mammur í Føroyum hava út av lagi vánalig fíggjarlig kor, og tí mugu politisk átøk setast í verk. Men loysnin upp á hendan trupulleikan er ikki at halda støku páparnar í eini verri rættindastøðu á familjurættarøkinum. Í sambandi við fíggjarliga partin kunnu vit harumframt undrast á, at fyrsta spariuppskotið til hvørja einastu fíggjarlóg í hesum landinum er at avtaka ískoytið til pápar fyri at rinda barnapening. Serliga tá vit vita, at hetta eisini gongur ógvusliga út yvir støðuna hjá fyrr nevndu støku mammuni.

 

Avleiðingarnar av stóru ójavnanum eru eftir mínum tykki sjálvsagdur. Ójavnin leggur upp til fleiri syrgiligar søgur, enn tað áttu at verið. Syrgiligar søgur, har sambandið kanska heilt rýkur ímillum pápa og barn, og klandrið ímillum foreldrini gerst óneyðuga stórt. Størstu tapararnir eru óseku børnini, ið eiga at vera framtíðar tilfeingið í samfelagnum.

 

Foreldraábyrgd og barnarættur

Mín áskoðan er, at vit mugu flyta okkum burtur frá hugtakinum um foreldrarætt, har hugsað verður um rættin hjá einstaka foreldrinum til at “eiga” barnið. Í staðin eiga vit at tosa um foreldraábyrgd, har einstaka barnið hevur rætt til bæði foreldur. Ynskiliga rættarstøðan skal vera, at barnið “eigur” eina mammu og ein pápa og hevur eins góðan rætt at hava samband við og vera saman við teimum báðum. Ikki fyrr enn tá uppfylla vit neyðugu rættindakrøvini hjá barninum og neyðugu javnstøðukrøvini hjá pápanum.

 

Tað kann ikki vera meiningin, at vit í 2008 – meðan kjakið gongur lívliga um javnstøðu og rættartrygd – góðtaka eitt lógaverk, har rætturin so at siga einans liggur hjá einum av trimum pørtum.

 

Vit eiga tí helst at yvirtaka familjurættarøkið og fáa sett nýtt lógaverk í gildi, sum líkist tí norska, íslendska og teirri nýggju broytingini í Danmark, har rætturin er fluttur yvir til barnið, ið harvið hevur krav upp á bæði foreldur. Og lat okkum gera sum í framkomnu grannalondum okkara, har dómararnir kunnu velja at lata bæði foreldur hava tann sokallaða foreldramyndugleikan, um tey bæði verða mett skikkað til tess.

 

Tað er vísindaliga prógvað, at børnini við góðum sambandi við bæði foreldur eru munandi betur fyri á fleiri økjum enn tey, sum ikki sleppa at hava samband við annað foreldrið. Og royndirnar vísa eisini, at tá bæði foreldur eru tvungin at hava ábyrgd, hóast tey eru farin frá hvørjum øðrum, so er lættari at finna semjur um, hvussu hetta skal leggjast til rættis.

 

Vónandi fáa vit at síggja í verki, at tey mongu væl meinandi tingfólkini, sum dagliga tosa nógv um rættindi og javnstøðu, fara at leggja veruligu merkingina í hugtøkini, so tað eisini verður arbeitt fyri javnstøðu og dagførdum rættindum á hesum øki. Eg gleði meg í øllum førum til eitt gott samstarv.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

 

Á tingfundi 9. mai 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Samgongan hevur sett sær fyri at fremja fleiri týdningarmiklar yvirtøkur í hesum valskeiði.

 

Á tí rættarliga økinum snýr tað seg um Fíggjarrætt, Reglur um advokatar, Revsirætt, Persóns- húsfólka og arvarætt, og Útlendingaøkið og Marknaeftirlit.

 

Sambært yvirtøkulógini krevja allar hesar yvirtøkur samráðingar við ríkismyndugleikarnar. Harafturat kemur, at nakrar av hesum yvirtøkum krevja, at settir verða á stovn myndugleikar í Føroyum, ið skulu sita fyri nevndu málsøkjum. Eitt av hesum málsøkjum er Persóns-, húsfólka- og arvarættur.

 

Sambært lógini um uttanríkispolitiskar heimildir kunnu Føroyar gera avtalur á fult yvirtiknum málsøkjum.

 

Samgongan er samd um at taka upp samráðingar við EFTA við atliti til limaskap í felagsskapinum.

 

Áðrenn hetta verður gjørt, er neyðugt at yvirtaka málsøkini Fíggjarrætt, Reglur um advokatar, og Útlendingamál og Marknaeftirlit. Gera vit ikki tað, hava vit sambært lógini um uttanríkispolitiskar heimildir ikki hemildirnar at gera tær avtalaur, sum eru neyðugar, áðrenn EFTA limaskapur kann fremjast í verki.

 

Løgmálaráðið hevur tí raðfest arbeiðið at taka yvir hesi málsøki hægri enn yvirtøkuna av málsøkinum Persóns, húsfólka og arvarætt. Tað merkir, at bíðað verður at seta veruliga gongd á yvirtøkuarbeiðið av hesum málsøki til eftir, at arbeiðið at taka yvir Útlendingaøkið og marknaeftirlit er liðugt – vónandi tíðliga í 2009.

 

Løgmálaráðið hevur ikki neyðuga starvsfólkaorku til at fara undir fleiri stór yvirtøkumál samstundis.

 

Tá ið løgtingsvalið í 2004 varð útskrivað, var frágreiðingin, sum føroyskir og danskir embætismenn gjørdu viðvíkjandi yvirtøku av málsøkinum Persóns, húsfólka og arvarætti, at kalla liðug.

 

Frágreiðingin er væl úr hondum greidd og  kann nýtast, tá ið arbeiðið verður tikið upp aftur, og tað verður munandi skjótari at fáa yvirtøkuna av hesum málsøki framda enn um alt arbeiðið skuldi verðið gjørt umaftur.

 

Samstundis, sum undanfarna landsstýri arbeiddi við at seta ríkislógina um felags foreldramyndugleika í gildi fyri Føroyar, arbeiddu ríkismyndugleikarnir við at taka av somu lóg, og í staðin fyri at gera eina nýggja lóggávu, “Lov om forældreansvar”. Hendan lóg var sett í gildi í Danmark 1. oktober 2007.

 

Grundarlagið undir arbeiðinum í Danmark um lov om forældreansvar var eitt álit um royndirnar við lógini  um felags foreldramyndugleika.

 

Í staðin fyri at seta lov om forældreansvar í gildi í Føroyum valdi landsstýrð at bíða við hesum, til danir høvdu gjørt sær royndir við nýggju lóggávuni á økinum.

 

Skipanin við felags foreldramyndugleika er ikki lýtaleys, tí, sum spyrjarin førir fram, so virkar hon bert til fulnar, um bæði foreldrini eru samd.

 

Hinvegin, so er spurningurin, um vit á hesum øki kunnu lóggeva okkum burtur úr øllum støðum, ið koma. Eg eri tó samd við spyrjaran um, at útgangsstøðið má vera, at barnið hevur rætt til bæði foreldrini. At tað verða atlitini til rættindi barnsins, sum eru útgangsstøðið fyri framtíðar føroyskari lóggávu um foreldramyndugleika.

 

Skipanin við felags foreldramyndugleika í Føroyum hevur bert virkað síðani 1. januar 2007. Vit hava sostatt heldur ikki gjørt munagóðar royndir í Føroyum, hvussu henda nýggja rættarstøðan virkar.

 

Enn vita vit eisini rættiliga lítið um, hvørjar royndir danir hava gjørt í sambandi við nýggju lóggávu teirra um forældreansvar, eins og okkum eisini tørvar størri vitan um, hvussu samsvarandi lóggáva virkar á hesum øki í hinum norðurlondum, ið vit vanliga plaga at samanbera okkum við.

 

Sum eg nevndi í byrjanini av svarinum, eru tað stór og fyri tann einstaka føroyingin týðandi málsøki, ið henda samgongan hevur sett sær fyri at yvirtaka, ikki minst at modernisera allan familjurættin. Meginreglan eigur at vera, at vit yvirtaka so neyva og so dagførda lóggávu sum møguligt. Eisini við atliti til Rættargangslógina, sum í mongum førum má broytast, og sum skal leggjast fyri Fólkatingið, um so er, at Føroyar velja at samtykkja nútímans reglur á hesum øki.  Hinvegin verður neyðugt, tá ið málsøkini eru yvirtikin, at endurskoða alla lóggávu á hesum øki við atliti til føroysk viðurskifti.

 

Tað vísir seg, at júst á persóns-, familju- og á arvarættarøkinum er nógv lóggáva í Føroyum sera gomul. Og hugburðurin, sum spyrjarin ber fram um javnstøðu millum kynini, hevur ikki havt sama týdning, tá ið galdandi lóggáva var orðað og samtykt, sum í dag.

 

Tað er tí sera vælkomið, at ein tílíkur spurningur sum hesin setur hol á eitt neyðugt alment orðaskifti, hvussu vit vilja hava, at karmarnir skulu verða skipaðir, tá ið tað t.d. snýr seg um foreldramyndugleika, barnarættindi, reglur viðv. hjúnalagi, adoptión og arvarætti, og hvønn hugburð vit í Føroyum hava til ein hóp av altjóða konvensjónum á økinum.

 

Málið avgreitt.