S-65 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi skrivstovuhølum hjá Strandferðsluni á Tvøroyri  

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Er tað politikkur hjá Løgmálaráðnum, at  almennir skrivstovubygningar skulu liggja í ávísum FO nummari?
  2. Um so er, kann landsstýriskvinnan so greiða frá hesi reglu?
  3. Finst eingin slík regla, hvussu kann landsstýrismaðurin so annulera eina nærum liðugt samrádda avtalu við tilvísing til FO nummarið sum einastu grundgeving?
  4. P/F Seta upplýsti í skrivi á vári 2006, at avtala var gjørd um leigumál viðvíkjandi smiðjuni. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, nær Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismaður gjørdi avtalu við P/F Seta um leigu av smiðjuni til skrivstovuhølir?
  5. Kann ein landsstýrismaður gera slíka avtalu av sínum eintingum?
  6. Hví varð ætlaða avtalan um leigumálið í Øravíkarlíð av ongum?
  7. Var embætisverkið við til at taka avgerð um, at leigumálið í Øravíkarlíð ikki skuldi blíva veruleiki?
  8. Hvat er tað, sum ger, at smiðjan er betri egnað til at hýsa skrivstovuhølunum hjá Strandferðsluni, enn t.d. ætlaða leigumálið í Øravíkarlíð?
  9. Hvussu nógv hevur Strandferðslan goldið av umbyggingini av smiðjuni?
  10. Hvør er leigan, sum Strandferðslan rindar?
  11. Er støðan viðvíkjandi parkeringsplássum kring smiðjuna í lagi?

 

Viðmerkingar

Høvuðssætið hjá Strandferðsluni lá í mong ár úti við Strond. Men ein dag boðar  táverandi landsstýrismaður í innlendismálum, Jacob Vestergaard, frá, at høvuðssætið hjá Strandferðsluni skuldi flytast til Suðuroyar. Hesi boð elvdu til ruðu- og sorgarleikir, men bleiv flytingin framd, sum Jacob Vestergaard hevði ætlað og fráboðað.

 

Tá Strandferðslan flytur til Suðuroyar er greitt, at neyðugt er við skrivstovuhølum á staðnum. Táverandi stjóri á Strandferðsluni fekk eisini avtalu í lag um leigu av hølum í Øravíkarlíð. Avtalan snúði seg um leigu av bygningi, sum skuldi byggjast til endamálið, og var tí talan um leigumál, sum leyk allar treytir og allan tørv. Táverandi strandferðslustjórin og aðrir høvdu hugt at nøkrum alternativum, m.a. smiðjuni hjá Jørgen Mortensen, har Strandferðslan heldur til nú,  men vóru teir samdir um, at leigumálið í Øravíkarlíð var nógv tað besta valið.

 

Brádliga komu harraboð frá Jacob Vestergaard um, at avtalan um leigumálið í Øravíkarlið ikki skuldi staðfestast, í staðin skuldi Strandferðslan leiga eina fyrrverandi smiðju inni á Tvøroyri, sum P/F Seta hevði keypt. Smiðjan varð nú umvæld og umbygd soleiðis, at hon kundi húsa skrivstovuhølunum hjá Strandferðsluni. Smiðjan skuldi rúma skrivstovuhølir til 15 starvsfólk, tó vóru bert pláss fyri 4 parkerings­plássum kring smiðjuna. Høvuðsgrundgevingin fyri hesi brádligu og óvæntaðu vend var, at skrivstovuhølini hjá Strandferðsluni skuldi liggja á FO 800. Øravíkarlíð liggur FO 827, men eru bæði numrini partar av Tvøroyrar kommunu.

 

Søgan um søluna ella keypið av smiðjuni er rættiliga áhugaverd. Í 2005 lýsti P/F Jørgen Mortensen smiðjuna til sølu. Felagið setti seg m.a. í samband við Tvøroyrar býráð við fyrispurningi, um áhugi var fyri at keypa. Tvøroyrar býráð segði tá, at áhugi var ikki fyri at keypa. Síðan kemur P/F Seta inn í myndina sum áhugaður keypari, men var teirra boð ikki nóg høgt. Seinni økist tørvurin hjá Tvøroyrar býráð fyri skrivstovuhølum, fleiri starvsfólk vóru sett í starv. Tí vendir býráðið sær aftur til P/F Jørgen Mortensen og vísir sín áhuga fyri smiðjuni við at geva eitt tilboð. Nakað seinni hendir tað, at býráðið og býráðslimir á Tvøroyri fáa eitt rættiliga ágangandi og kanska eisini hóttandi bræv frá P/F Seta. Í sama brævi verður skrivað, at P/F Seta longu hevur gjørt avtalu viðvíkjandi smiðjuni, og at teir hava roknað við sum givið, at keypsav­talan við seljaran var ílagi. At enda í skrivinum stendur, at P/F Seta vónar, at býráðið tekur sítt tilboð aftur. Tað ger býráðið so, tí teir vilja jú ikki leggja fótonglar fyri vinnulívinum í býnum.

 

Nú eru  øll greið yvir, at avtalan, sum P/F Seta sipar til í skrivinum til býráðið, er avtalan um, at smiðjan skal hýsa skrivstovuhølunum hjá Strandferðsluni. Tað løgna og ivasama við hesum er bert, at skrivið til býráðið og býráðslimir er dagfest nærum eitt ár, áðrenn avgerðin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar varð tikin. Um avtalan er gjørd longu tá, hvussu ber tað so til, at táverandi strandferðslustjórin fer í holt við at gera  avtalu um heilt annað leigumál? Kann tað vera soleiðis, at Jacob Vestergaard hevur gjørt undirhonds avtalu við P/F Seta  um, at Strandferðslan skuldi halda til í smiðjuni? Og kann ein landsstýrismaður gera slíka avtalu, uttan at embætisverkið er vitandi um hana?

Á tingfundi 16. apríl varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 15. mai 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Sum nýggj landsstýriskvinna fyri Strandferðsluna vil eg fegin byrja við at siga, at eg ongan lut havi havt í teimum avgerðum, sum endaðu við, at Strandferðslan varð flutt til Suðuroyar.

 

Eg fari niðanfyri eftir førimuni at svara teimum spurningum, sum løgtingsmaðurin hevur sett.

 

Løgmálaráðið hevur ongan politikk ella áseting um, at almennir skrivstovubygningar skulu liggja í ávísum postnummari. Avgerðin um at flyta Strandferðsluna til Suðuroyar varð tikin á fundi 22. februar 2007 millum landsstýrismannin í innlendismálum og løgmann í sambandi við, at teir viðgjørdu uppskot til framtíðar virksemi hjá Strandfaraskipum Landsins við støði í eini frágreiðing, sum ein arbeiðsbólkur hevði latið landsstýrismanninum, Arbeiðsbólkurin hevði ikki viðgjørt spurningin um at flyta Strandfaraskip Landsins.

 

Upprit til landsstýrisfund um ætlan fyri virksemi og staðfesting hjá Strandfaraskipum Landsins, dagfest 23. februar 2007, endar landsstýrismaðurin við at kunna um, at avgjørt er, at SL frá 1. januar 2008 verður flutt til Suðuroyar. Á landsstýrisfundi týsdagin 27 februar 2007 var avtalað, at landsstýrismaðurin beinanvegin skuldi kunna um, at  stovnurin skuldi flytast til Tvøroyrar fyri at sleppa undan kjakinum um, hvar í Suðuroy stovnurin skuldi liggja. Í  tíðindabrævi um framtíðarvirksemi hjá  Strandfaraskipum Landsins, sum Innlendismálaráðið sendi út sama dag, stóð m.a.:

 

“Landsstýrismaðurin hevur gjørt av at flyta fyrisitingina hjá Strandfaraskipum Landsins í Tórshavn til Suðuroyar/Tvøroyri tann 1. januar 2008.

 

Á fyrisitingini hjá Strandfaraskipum Landsins í Tórshavn starvast 20 starvsfólk. Teimum stendur í boði at flyta starvsstað til Suðuroyar/Tvøroyri.

 

Landsstýrismaðurin vónar somuleiðis, at ein virðilig loysn verður funnin fyri tey starvsfólk, ið ikki flyta starvsstað til Suðuroyar/Tvøroyri.”

 

Eftir at tað gjørdist greitt, at høvuðsskrivstovan hjá Strandfaraskipum Landsins skuldi flytast til Suðuroyar/Tvøroyri, fekk stovnurin tilboð frá seks áhugaðum um at leiga høli frá teimum.

 

Stovnurin boðsendi øllum hesum á fund 14. mai 2007, har umboð fyri SL vóru á Tvøroyri og hugdu at og fundaðust. Talan var um bygningar, sum longu stóðu, og bygningar, sum enn ikki vóru bygdir.

 

Umboðini hjá SL vóru heitast fyri at taka av ætlanum hjá P/F Roest, sum skuldi byggja ein bygning í Øravíkarlíð. Umboðini mettu, at skilabest var, at bygningurin lá so tætt upp at atløguplássinum hjá Smyrli sum møguligt. Somuleiðis var hildið, at við at byggja nýtt, so vildi stovnurin kunna innrætta eftir egnum ynski. Mett varð, at bygningurin kundi vera liðugur í januar 2008. Í telduposti tann 15. mai 2007 kunnar táverandi stjóri (Regin Vágadal) landstýrismannin (Jacob Vestergaard) um, at umboð fyri SL hava verið í Suðuroy og hugt eftir ymiskum hølum, og vóru tey komin til ta niðurstøðu at fara í víðari samráðingar við P/F Roest.

 

Dagin eftir, 16. mai 2008, svarar landsstýrismaðurin aftur í telduposti, at tá politisk avgerð varð tikin um at flyta umsitingina hjá SL til Suðuroyar, varð avgjørt, at umsitingin skuldi liggja á Tvøroyri. Landsstýrismaðurin vísir á, at Tvøroyri er økið millum Froðba og Trongisvág, ella tað økið, sum hevur postnr. FO-800. Økið, sum SL vísir á, er í Øravíkarlíð t.v.s. postnr. FO-827 Øravik. Landsstýrismaðurin segði somuleiðis, at hetta argumentið hevði hann brúkt, tá tosað hevði verið um at byggja eina hædd oman á bygningin á Krambatanga.

 

Hvørki Løgmálaráðið ella Strandferðslan eru vitandi um, at nøkur avtala er gjørd við P/F Seta á vári 2006. Avgerðin um at fara í samráðingar við P/F Seta kann ikki vera tikin fyrr enn 16. mai 2007. Sáttmálin er undirskrivaður 5. september 2007 og góðkendur av Landsverki 13. september 2007. Somuleiðis er vert at nevna, at tað ikki er landsstýrismaðurin, sum hevur undirskrivað leigumálið millum SL og P/F Seta, men at tað er stjórin fyri Strandfaraskip Landsins, sum hevur undirskrivað.

 

Síggja vit burtur frá, á hvørjum postnr. bygningurin skal liggja, so kann sigast, at bygningurin, sum SL nú húsast í á Sjógøtu 8, er ein vælgjørdur bygningur, sum SL er væl nøgt við.

 

Eigarin av bygninginum hevur staðið fyri øllum útreiðslunum av umbyggingini av ”smiðjuni”. SL er ikki vitandi um, hvat umbyggingin hevur kostað. Útreiðslurnar, sum stovnurin hevur havt, eru bert av innanhýsis slagi, og eru hettar útreiðslur, sum stovnurin vildi havt, óansæð hvønn bygning, talan hevði verið um t.d. arkiv og KT-trygd.

 

Bygningurin er 750 m² til støddar í  4 hæddum. Leigan er 485.000 kr. árliga. Til bygningin fylgja við 9 parkeringspláss omanfyri og niðanfyri. Haraftrat eru almenn parkeringspláss millum SL-bygningin og Eik Banka við góðum 12 plássum. So parkeringsviðurskiftini mugu metast at vera í lagi.

Málið avgreitt.