S-64 Fyrispurningur til Dan M. Knudsen, ríkisumboðsmann, viðvíkjandi  arbeiðs- og uppihaldsloyvum

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Eru danskir myndugleikar framhaldandi sinnaðir at viðgera mál um arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá útlendingum á sama hátt, sum Bertel Haarder lovaði landstýrismanninum í innlendismálum í skrivi, dagfest 4. september 2004 ?

2.      Hvussu nógvar umsóknir eru um familjusamanføring í Føroyum árliga, og hvussu long er meðal viðgerðartíðin ?

3.      Er nakar munur á viðgerðartíðini av umsókn um familjusamanføring, tá talan er um hjún, har annar hjúnafelagin er føroyingur, enn um báðir hjúnafelagarnir eru útlendingar ?

4.      Vilja danskir myndugleikar positivt viðgera eina áheitan frá føroyskum myndugleikum um, at útlendingar,  ið eru giftir føroyingum, fáa arbeiðsloyvi beinanvegin, meðan umsóknin um familjusamanføring verður viðgjørd ?

5.      Er møguleiki fyri, at viðgerðin av umsóknum um arbeiðs- og uppihalds­loyvi/familjusamanføring kann fara fram hjá myndugleika í Føroyum, annaðhvørt Ríkisumboðnum ella løgregluni ?

 

Viðmerkingar

Viðgerðartíðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum tykist órímiliga long. Til skrivligan fyrispurning frá mær um hesi viðurskifti upplýsti landsstýriskvinnan í innlendismálum fyri Løgtinginum 26. mars í ár, at viðgerðartíðin í Løgmálaráðnum av arbeiðs/uppihaldsloyvum vanliga tók undir ein mánað.

 

Sambært viðlagda skrivi frá Integrasjónsráðharranum, Bertel Haarder, verður greið tilsøgn givin um, at danir vilja viðgera umsóknirnar úr Føroyum soleiðis, sum føroyingar tilmæla. Tí er trupult at skilja, hví tað tekur so langa tíð at avgreiða hesi mál í Udlændingeservice, um viðgerðin í høvuðsheitum er at staðfesta føroyska tilmælið.

 

Støðan hjá føroyingum, sum venda heim á klettarnar at seta búgv, er alt annað enn góð, um hesir hava fingið sær hjúnafelaga uttan fyri Norðanlond. Óteljandi søgur um fólk, sum ganga í ótta og iva í mánaðir, ja í áravís, er gerandiskostur. Ein føroyskur fólkatingslimur hevur í miðlunum greitt frá, at ein stórur partur av fólkatingsarbeiði hansara er at tosa við myndugleikarnar og skumpa undir fyri at fáa mál avgreidd; sama siga aðrir fólkatingslimir.

 

Tað hevur eisini verið mín leiklutur at fingið greiðu á spurningum og viðurskiftum hjá útlendingum, tí eingin skrivstova ella stovnur finst her á landi, ið veitir hesa tænastuna.

 

Føroyar hava eitt tað lægsta arbeiðsloysi av Norðurlondum, og nærum allar vinnugreinar mangla arbeiðsmegi. Tí kundi ein  vænta, at donsku myndugleikarnir fóru at lurta eftir og fylgja einum ynski úr Føroyum um at fáa eina skjótari og smidligari avgreiðslu. Støðan, sum nú er galdandi fyri útlendingar, giftir føroyingum, er ótolandi. Tey fáa at vita, at um tey søkja um familjusamanføring, er ikki neyðugt at søkja um arbeiðs- uppihaldsloyvi, tí tað fáa tey samstundis, sum umsókn teirra um familjusamanføring verður gingin á møti. Trupulleikin er sjálvsagt, at viðgerðin av umsókn um familjusamanføring tekur nógv longri tíð, enn tá talan er um viðgerð av arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Føroyar eru í einari serstøðu mótvegis ríkispartinum Danmark. Føroyskur ungdómur fer í nógv størri mun uttanlands at nema sær hægri útbúgving, og við ÚTSUN-skipanini verður tað ein alt størri partur av hesum ungdómi, ið leitar víðari út í heim at lesa. Tí verður tað sjálvsagt eisini ein alt størri partur av hesum ungu, ið velja sær hjúnafelaga uttan fyri Norðurlond, og øll hesi koma undir heiti útlendingar.

 

Føroyingar eru ein siglandi tjóð, og koma sjómenn okkara kring allan knøttin. Eisini hesar fortreytir gera, at spurningurin um útlendskan hjúnafelaga gerst meira viðkomandi fyri føroyingar enn aðrar norðurlendingar.

 

Seinastu kanningarnar vístu, at áleið 2000 færri kvinnur enn menn liva í Føroyum. Føroyar er eitt lítið land við áleið 48.400 íbúgvum, og sjálvsagt hava vit ikki sama trupulleika við proforma hjúnaløgum sum aðrastaðni. Sum støðan er í dag, missir føroyska samfelagið nógv av sínum unga fólki við góðari útbúgving til onnur lond, tí tey ikki hava valt sær norðurlendskan hjúnafelaga, men ein útlending. Við viðgerðartíðini, ið nú er galdandi av umsókn um familjusamanføring, er tað nærum ógjørligt at venda heimaftur, tí eingin hevur ráð at bíða í mánaðir ella áravís uttan arbeiði. Harafturat kemur so óvissan um framtíðar lagnuna, verður umsóknin ikki gingin á møti.

 

Skjal:

Skjal 1: Skriv frá Bertel Haarder