S-63 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi uppvenjing eftir sjúku 

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 15. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Rósu Samuelsen, løgtingskvinnu, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hevur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum nakra ítøkiliga ætlan um at gera nakað við stóra tørvin á at veita sjúklingum uppvenjing eftir sjúku?

 

  1. Um landsstýrismaðurin hevur tílíkar ætlanir, kann hann so greiða frá, hvørjar ætlanir hann hevur, og hvussu umfatandi tiltøkini verða?

 

  1. Um landsstýrismaðurin hevur tílíkar ætlanir, nær kann so roknast við, at tiltøkini verða sett í verk?

 

  1. Nevnt hevur verið í fjølmiðlunum, at einir 5.000 føroyingar, sum í størri ella minni mun hava tørv á uppvenjing, fáa ikki tilboð um hetta. Kann landsstýrismaðurin vátta ella avsanna, at talið 5.000 er rætt ?

 

 Viðmerkingar:

Fyri stuttari tíð síðani stóð at lesa í einum av bløðunum, at einir 5.000 føroyingar, sum hava brúk fyri uppvenjing eftir sjúku, fáa ikki neyðugu hjálpina. Talan er um fólk við ymiskum giktasjúkum, fólk, sum hava havt blóðpropp í heilanum ella hava havt heilabløðing.

 

Í nógv ár hevur verið tosað um tørvin á eini skipaðari endurvenjing í Føroyum, og í november handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum eitt álit við tilmælum um, hvat eigur at verða gjørt á økinum.

 

Í valstríðnum undan løgtingsvalinum í januar søgdu allir flokkar seg vilja raðfesta tey bleytu virðini, og tað hevur uttan iva skapt eina vón hjá nógvum um, at nú fór nakað at henda.

 

Hesin spurningurin verður settur landsstýrismanninum fyri at varpa ljós á trupulleikan við vón um at tað annaðhvørt kann geva eina váttan um, at loysnin er í eygsjón, ella vera við til at framskunda eina loysn.

 

Á tingfundi 16. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 7. mai 2008 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar:

 

Inngangur

Tá eg tók við sum landsstýrismaður komu nógv sjúklingafeløg á fund við meg fyri at tosa um umstøðurnar hjá teimum ymsu sjúklingabólkunum. Hesi feløgini umboðaðu nógvar og sera ymiskar sjúklingabólkar. Men eg hefti meg skjótt við eitt, at hóast ymiskleikan, so var tað kortini ein røð av viðurskiftum, sum sjúklingafeløgini hvør í sínum lagi vístu á, ið vóru felags fyri so at siga allar sjúklingabólkarnar.

 

Sambært sjúklingafeløgunum eru høvuðstrupulleikarnir vantandi samanhangur í viðgerðum, vantandi viðgerðarmøguleikar, vantandi samband millum teir ymsu almennu stovnarnar og vantandi skipan og samskipan av tilboðum um endurvenjing. Henda støðan hevur við sær eina røð av óhepnum avleiðingum. Sjúklingafeløgini kunnaðu um, at fólk við førleikatarni bert kunnu fáa endurvenjing, meðan tey eru innløgd á sjúkrahúsi. Tá tey verða útskriva, fellur hetta tilboð burtur. Avleiðingin er, at tey, sum hava tørv á endurvenjing rúka lúkst aftur í sjúku, tí tey fáa ikki nøktandi uppvenjingar- og eftirviðgerðartilboð. Sambært sjúklingafeløgunum er tað ein stórur trupulleiki, at sambandi millum teir ymsu almennu stovnarnar antin ikki riggar ella ikki riggar nóg væl. Harumframt eru tilboðini til tey, sum hava tørv á endurvenjing, hvørki nóg væl skipað ella samskipað. Ein óheppin avleiðing av hesum kann verða, at brúkarar ikki fáa tey tilboðini og viðgerðirnar, sum tey annars hava heimild til at fáa. Av somu orsøk kann vandi vera fyri, at tað verður tilvildarligt, hvør fær tær einstøku veitingarnar.

 

Henda støðan er als ikki nøktandi fyri nakran, hvørki fyri tann einstaka ella fyri samfelagið. Við støði í tí, sum sjúklingafeløgini føra fram, er týdningurin av og tørvurin á eini vælvirkandi endurmenning eyðsýndur. Av somu orsøk setti eg mær fyri at fara undir arbeiði at betra um hesi viðurskifti, so teimum ymsu bólkunum koma at standa góð og nøktandi tilboð í boði, sum hóska til tørvin og brekið hjá hvørjum einstøkum.

 

Til tess at røkka hesum málið havi eg boðað frá, at tað skal gerast ein endurmenningarætlan fyri Føroyar. Av tí, at hetta er eitt sera umfevnandi og orkukrevjandi arbeiði, skal tað gerast í stigum. Fyrsta stigið er at orða eina endurvenjingarætlan – og síðani verður farið undir næstu stigini, sum snúgva seg um endurútbúgving, rúmligan arbeiðsmarkna, bústaðarviðurskifti o.s.fr.

 

Í 2006 setti eg ein verkætlanarbólk, sum í november 2007 handaði mær
”Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni – ein liður í eini endurmenningarætlan”. Verkætlanarbólkurin var mannaður við umboðum fyri Almannastovuna, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús, Nærverkið, Ráðið fyri Leiðarar á Eldraøkinum, Kommunulæknafelag Føroya, Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum, Almanna- og heilsumálaráðið umframt uttanhýsis ráðgeving.

 

Arbeiðssetningurin hjá verkætlanarbólkinum var at orða eitt álit um eina endurvenjingarætlan, har Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús eru høvuðsmiðdeplar. Innihaldið í álitinum fevnir um eina lýsing av verandi virksemi, uppskot um slag av tilboðum, hvar endurvenjingin kann skipast, hvat krevst av fasilitetum í mun til sjálva endurvenjingina, bústað hjá brúkarum og eina kostnaðarmeting. Álitið snýr seg serliga um endurvenjing eftir sjúkrahúsviðgerð hjá fólki við førleikatarni.

 

Í álitinum eru 15 tilmæli um, hvussu støðan kann broytast og betrast til gagns fyri brúkaran. Felags fyri tilmælini er, at tey seta brúkaran í miðdepilin, og harumframt eru tey bæði slóðbrótandi og nýskapandi. Í høvuðsheitum snúgva tey 15 tilmælini seg um:

 

·        At øll, sum hava førleikatarn og hava tørv á endurvenjing, fáa lógarfesta trygd fyri endurvenjing.

·        At endurvenjing verður skipað bæði kring landið, t.v.s. í nærumhvørvinum hjá brúkaranum og á teimum trimum sjúkrahúsunum.

·        At skipa og samskipa økið.

 

Sambært álitinum skulu øll hava ein lógartryggjaðan rætt til endurvenjing. Hetta merkir, at fólk skulu fáa eina endurvenjingarskrá, soleiðis at tey hava trygd fyri, at endurvenjingin verður sett í verk. Tí má lóggevast fyri, at øll fáa endurvenjing, sum hava tørv á tí. Spurningurin er ikki, um fólk við førleikatarni skulu hava endurvenjing, men heldur hvar og hvussu tey kunnu fáa endurvenjing.

 

Verkætlanarbólkurin mælir til at taka stig til at endurskoða lóggávu innan almanna- og heilsuøkið, so lóggávan í Føroyum livir upp til ST-konventiónina fyri fólk við skerdum førleika. Lóggávan eigur at verða gjørd tíðarhóskandi í mun til rættindi hjá borgarum við skerdum førleika, um at hava møguleika at liva eitt virkið lív og luttaka í samfelagnum á jøvnum føti við onnur. Somuleiðis eigur lóggávan í sambandi við skúlagongd, útbúgving, arbeiðsmarknaðin, byggilóggávu og lóggávu í sambandi við bústaðarmøguleikar at verða endurskoðað við javnbjóðis møguleikum fyri eyga.

 

Í álitinum verður mælt til at skipa endurvenjingina soleiðis, at serkøn endurvenjing verður á Landssjúkrahúsinum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi verður fyrst og fremst almenn endurvenjing. Almenna endurvenjingin í Nærverkinum skal styrkjast og endurvenjingar-tænasta verður sett á stovn við økisterapeutum og egnum leiðara.

 

Í sambandi við serkønu endurvenjingina, sum fer fram á sjúkrahúsi, er neyðugt við fakliga serkønum fólkum. Hetta hevur við sær, at nøkur fakøki skulu styrkjast. Í sambandi við endurvenjing er serfrøði innan neurologi og reumatologi sera týdningarmikil. Í vetur varð sett í verk eitt neurologiskt ambulatorium á Landssjúkrahúsinum, sum byggir á eina konsulenttænastu, sum verður keypt uttanlands. Á reumatologiska økinum er eingin serlækni í starvi, og tí verður henda tænasta somuleiðis keypt uttanlands.

 

Í apríl 2006 samtykti Løgtingið at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið. Hetta arbeiðið fer eftir ætlan at verða gjørt í tveimum stigum, sum fevna um tíðarskeiðini 2006 til 2008 og 2009 til 2015. Mett verður, at samlaði kostnaðurin fer at verða umleið 350 mió. kr. Fyrsta stigi í hesi endurskoðaðu byggiætlanini gongur út við árslok, og sum eitt framhald av hesum verður farið undir næsta byggistig í 2009, har dentur m.a. fer at verða lagdur á at byggja eina heilt nýggja endurmenningardeild á Landssjúkrahúsinum. Í 1999 varð ein ætlan gjørd um útbyggingina av Landssjúkrahúsinum. Men í sambandi við at bygginevndin í 2004 fór undir eina endurskoðan av byggiætlanini, var tað eitt av mínum hjartamálum at endurmenningin fekk eina munandi hægri raðfesting, enn í upprunaligu ætlanini. Ein nýggj og meira ítøkilig raðfestingarætlan fyri útbyggingina á Landssjúkrahúsinum verður løgd fyri Løgtingið í heyst. Hetta fer m.a. at hava við sær, at í framtíðini verður ergo- og fysioterapiøkið skipað sum ein endurmenningareind, har arbeitt verður í toymum við ymiskum yrkisligum førleikum. Endamálið er eitt betri endurmenningartilboð og tættari samstarv millum fakbólkar. Uppvenjingin skal fevna um allar sjúklingabólkar – ortopædi, onkologi, gerontologi, kardiologi, rhematologi, lungnasjúku, neurologi o.s.fr. Sjúklingarnir verða styttri innlagdir á sjúkrahúsi, og fleiri ambulantar funksjónir verða. Somuleiðis kemur endurmenningareindin eisini at hava tørv á betri møguleikum til ambulanta viðgerð.

 

Tey bæði smærru sjúkrahúsini skulu verða endurvenjingarmiðdeplar. Samstundis skal tað kannast, hvussu hetta kann samansjóðast við umstøðum á t.d. røktarheimum. Umstøðurnar til endurvenjing eru góðar ymsastaðni í landinum, og tí ræður um eisini at gagnnýta hesar møguleikar. Í Klaksvík verður neyðugt at byggja út til endamálið. Á Tvøroyri er ein møguleiki at verandi røktarheim, sum ikki longur lýkur nútíðartreytir sum røktarheim, verður umskipað til endurvenjingardepil. Verður tað gjørt, skal eitt nýtt røktarheim byggjast á Tvøroyri í samráð við kommununa.

 

Sambært verkætlanarbólkinum er tað umráðandi, at endurvenjingin verður miðvís, tíðaravmarkað og samskipað. At hon er miðvís merkir, at tann við førleikatarni sjálvur eigur at kunna seta sær málini fyri sína endurvenjing í samráð við heilsustarvsfólk. Tíðaravmarkað merkir, at tað kann mátast, nær málið fyri endurvenjingini er rokkið, og samskipað merkir, at stovnar og heilsustarvsfólk mugu draga somu línu, so fólk við førleikatarni kunnu náa síni mál við endurvenjingini skjótast til ber og aftur liva eitt virkið lív. 

 

Fyri at røkka hesum málum er tað neyðugt, at Nærverkið, Økisterapi og Heimarøkt verða nøktandi útbygd. Ein endurvenjingareind skal skipast innan Nærverkið. Harafturat skulu tvørfaklig økistoymi skipast, sum hava til endamáls at samskipa og tryggja, at fólk við førleikatarni fáa skipað tilboð. Tað er av størsta týdningi, at økið sum heild verður skipað og samskipað. Hetta verður gjørt við at seta á stovn eina deild fyri Endurvenjingartænastu í  Nærverkinum. Fyrsta uppgávan hjá hesi deildini verður at byggja upp økið, sum snýr seg um almenna endurvenjing. Av tí, at hetta økið er bæði víðfevnt og sera fjøltáttað, verður neyðugt at útbyggja tað í stigum. Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2009 fer at verða arbeitt við at skipa hesa deild.

 

Ein serlig skipan skal gerast í sambandi við menningartilboð til børn. Her er skjøtil longu settur á við eini royndarætlan um venjingartilboð fyri børn við førleikatarni av neurologiskum orsøkum. Higartil hava eingi tilboð verið til hesi børn her á landi, og tí var neyðugt at senda tey við avvarðandi til Skotlands ella Svøríkis at fáa viðgerð. Hendan royndarætlanin fer fram á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og verður fíggjað av játtanini, sum annars varð nýtt til uttanlandsviðgerð. Í royndartíðini kemur ein útlendskur serlækni til Føroyar at skipa fyri og vegleiða. Fleiri fyrimunir eru í at veita hesa tænastu í Føroyum. Børnini sleppa undan at fara til fremmandar umstøður, og vit verða før fyri at byggja upp eina servitan á økinum. Hædd skal eisini takast fyri ætlanini í sambandi við fíggjarætlanina fyri 2009, hóast talan helst verður meira um at flyta játtan av einari kontu á aðra, heldur enn at neyðugt verður at játta størri upphædd.

 

Vit mugu ásanna, at tað fer at taka tíð og krevja bæði fakliga, umsitingarliga og fíggjarliga orku at skipa og menna endurvenjingarøkið, so fólkum við førleikatarni koma at standa góð og nøktandi tilboð í boði. Í álitinum kemur verkætlanarbólkurin við eini røð av ítøkiligum tilmælum um, hvussu og nær hetta kann gerast. Í Almanna- og heilsumálaráðnum eru vit farin undir arbeiðið at leggja eina miðvísa og stigvísa ætlan fyri menningini av hesum øki. Eg fari í hesum sambandi at upplýsa, at tey tilmæli, sum hava fremstu raðfesting hjá mær snúgva seg um: lógarfest rættindi til endurvenjing, serkøna endurvenjing, almenna endurvenjing, endurvenjingareind innan Nærverkið og menningartilboð til børn.

 

Spurt verður somuleiðis um tað er rætt, at einir 5.000 føroyingar, sum í størri ella minni mun hava tørv á uppvenjing ikki fáa tilboð um hetta. Sambært verkætlanarbólkinum eru eingi hagtøl, sum lýsa, hvussu nógvir føroyingar hava førleikatarn, men einir 5.000 føroyingar hava varandi sjúku, sum teir hava stóran ampa av. Av tí, at eingi føroysk hagtøl finnast hesum viðvíkjandi, hevur verkætlanarbólkurin nýtt donsk hagtøl sum grundarlag fyri sínum metingum av talinum av førleikatarnaðum í Føroyum. Sambært verkætlanarbólkinum er einki skipað tilboð um uppvenjing til hesi. Men hóast tey ikki fáa eitt skipað tilboð um uppvenjing, fáa summi teirra uppvenjing, meðan onnur ikki gera tað. Tað eru eingi hagtøl sum lýsa, hvussu nógv av hesum fáa tilboð og hvussu nógv ikki gera tað. Tað er við støði í hesi støðu, at verkætlanarbólkurin mælir til, at øll tey, sum hava førleikatarn, og sum hava tørv á tí, skulu hava eini lógarfest rættindi til uppvenjing.

 

Málið avgreitt.