S-62 Fyrispurningur til Hans Paula Strøm, landsstýrismann, viðvíkjandi leiðbeining um vard størv  

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2007, týsdagin 1. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

1.      Hvør er orsøkin til, at fyritíðarpensjónistar, sambært leiðbeining um vard størv,  ikki eru javntsettir við onnur, hetta eina mest tá tað snýr seg lønarendurgjald til arbeiðsgevaran?
 

2.      Kann landsstýrismaðurin greiða frá heimildini fyri leiðbeiningini um vard størv, og hvat heimildin byggir á?
 

3.      Ætlar landsstýrismaðurin at javntseta fyritíðarpensjónistar við onnur, tá tað snýr seg um møguligt arbeiðsgevaraendurgjald í mun til vard størv?

 

Viðmerkingar

Vit hava hoyrt fyritíðarpensjónistarnar siga tað, og vit hava hoyrt tey, sum royna at fáa fyritíðarpensjónistarnar, siga tað, og nú hoyra vit eisini tey frá Granskingardeplinum siga tað. Nevniliga, at tað er so trupult at finna fyritíðarpensjónistum pláss úti á arbeiðsmarknaðinum, og at tað er ein viðvirkandi orsøk til, at hesin bólkur í nógvum førum hevur lægri og verri lívsvirði enn onnur í samfelagnum.

 

Orsøkirnar til, at tað ikki er so lætt at fáa fyritíðarpensjónistar út á arbeiðsmarknaðin, t.d. í vard størv, eru helst fleiri. Tað er ikki siðvenja, hvørki á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum, at bjóða hesum bólki størv. Ávísar kommunur hava roynt at ganga á odda í so máta, men  hava hvørki landið ella privati arbeiðsmarknaðurin víst sama hugburð. Løgtingið hevur annars samtykt yvirlýsingar og áheitanir á almennar og privatar arbeiðsgevarar um at gera arbeiðsmarknaðin meira rúmligan. Men enn er tað heldur undantakið enn reglan, at fólk við skerdum førleika eru at finna á arbeiðsmarknaðinum.

 

Spyr tú tey, sum dagliga arbeiða við at fáa m.a. fyritíðarpensjónistar út á arbeiðsmarknaðin, fært tú at vita, at júst fyritíðarpensjónistar eru verri fyri í so máta enn onnur, ið royna at koma í vard størv. Og er tað ein leiðbeining, sum táverandi landsstýrismaður orðaði í 2002, ið tey kenna sum størstu forðingina. Leiðbeiningin sigur, at endurgjaldið, sum arbeiðsgevarin skal fáa endurrindað frá Almannastovuni fyri ta løn, sum hann rindar tí, ið er í varda starvinum, skal vera lægri fyri fyritíðarpensjónistar enn onnur. Hetta hevur ta avleiðing, at arbeiðsgevarin er minni áhugaður fyri at taka fyritíðarpensjónistar í vard størv enn onnur. Tí verður landsstýrismaðurin spurdur, um hann hevur ætlanir um at javntseta fyritíðarpensjónistar við onnur, tá tað um arbeiðsgevaraendurgjald fyri vard størv  ræður.

 

Í § 18a í forsorgarlógini um vard størv, sum kom í gildi 1. januar 1998, stendur, at lønarískoyti til vardu størvini kann veitast. Tó sæst ongastaðni at vera útgreinað, at landsstýrismaðurin kann gera mun á, hvussu nógv arbeiðsgevarin fær í lønarískoyti, alt eftir um talan er um fyritíðarpensjónistar ella onnur. Tí verður eisini spurt um tað.

 

Á tingfundi 3. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 24. apríl 2008 svaraði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

Spurt verður: 1. Hvør er orsøkin til, at fyritíðarpensjónistar, sambært leiðbeining um vard størv, ikki eru javnsettir við onnur, hetta eina mest tá tað snýr seg lønarendurgjald til arbeiðsgevarar?

 

Endamálið við vardum størvum er at geva persóni, sum orsakað av avlamni ella øðrum varandi arbeiðsforðingum, ikki kann fáa ella halda fast við arbeiði undir vanligum treytum, møguleikan at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, heldur enn at móttaka almannaveiting.

 

Hetta er ein gomul skipan, sum áðrenn 1. januar 1998 varð játtað eftir § 18, stk. 1 í forsorgarlógini. Men eftir at ivi varð reistur um heimildina at játta vard størv, varð § 18a ásett í lógini, og kom henda áseting í gildi 1. januar 1998. Siðvenjan á økinum var at veita stuðul til ikki-pensjónistar. Lønarbýtið var soleiðis, at Almannastovan rindaði 40% og arbeiðsgevarin 60%.

 

Í leiðbeiningini frá 25. oktober 2001 var eingin beinleiðis áseting um vard størv til fyritíðarpensjónistar. Um fyritíðarpensjónistur kom undir skipanina, so varð pensjónsútgjaldið fyribils steðgað, sambært § 25, stk. 2 í almannapensjónslógini. Sambært hesi áseting kann Almannastovan avgera fyribils at steðga útgjaldi av fyritíðarpensjón, tá fyriskipan eftir forsorgarlógini verður sett í verk við tí endamáli at menna ella endurmenna arbeiðsevni pensjónistsins. Hetta førdi til ávísa misnøgd, og tí varð leiðbeiningin frá 1. mai 2002 broytt soleiðis, at fyritíðarpensjónistar eisini kunnu fáa játtað vart starv, samstundis sum teir varðveita pensjónsútgjaldið.

 

Orsøkin til, at fyritíðarpensjónistar og onnur ikki eru javnsett viðvíkjandi lønarendurgjaldinum er, at fyritíðarpensjónistar longu við pensjónini fáa eina kompensatión frá tí almenna fyri skerda arbeiðsførið. Fyri ikki at yvirkompensera, og fyri at samanhangur skal vera millum skipanirnar, er neyðugt at innhugsa fyritíðarpensjónina, tá endurgoldið verður fyri løn í sambandi við vard størv til fyritíðarpensjónist.

 

Mett hevur verið, at ein sum fær lægstu fyritíðarpensjón, kann arbeiða umleið 15-20 tímar um vikuna og ein, ið fær miðal, 10-12 tímar. Við støði í hesum restarbeiðsevnum hevur verið mett, at tað er rímiligt, at tað almenna endurrindar í mesta lagi ein 1/3 av lønarútreiðslunum.

 

Spurt verður: 2. um landsstýrismaðurin kann greiða frá heimildini fyri leiðbeiningini um vard størv, og hvat heimildin byggir á?

 

Heimildin at játta vard størv er eins og oman fyri nevnt í § 18 a í forsorgarlógini. Í lógargreinini stendur nágreiniliga, at játtast kunnu vard størv, og at lønarískoytið til vardu størvini kann veitast.

 

Í lógargreinini eru ikki reglur fyri, hvussu lønarískoytið skal ásetast. Hetta merkir, at ein ítøkilig meting av skerjingini í arbeiðsførinum og harvið lønarbýtinum verður gjørd í tí einstaka málinum. Landsstýrismaðurin ásannar, at reglurnar fyri lønarískoytið, sum í dag eru ásettar í eini vegleiðing, høvdu verið betri orðaðar í lógargreinini. Landsstýrismaðurin fer at taka stig til at fáa hesi viðurskifti í rætt lag.

 

Spurt verður: 3. um landsstýrismaðurin ætlar at javnseta fyritíðarpensjónistar við onnur, tá tað snýr seg um møguligt arbeiðsgevaraendurgjald í mun til vard størv.

 

Landsstýrismaðurin metir, at neyðugt er at endurskoða skipanina við vardum størvum, tí tá ið talan er um lønarendurgjald fyri fyritíðarpensjónistar, eru vansar við skipanini. Frá arbeiðsmarknaðar-deildini hjá Almannastovuni er upplýst, at tað í einstakum føri hevur víst seg, at arbeiðsgevarar hava valt ikki-fyritíðarpensjónist fram um fyritíðarpensjónist, tí at størri lønarpartur varð endurgoldin frá Almannastovuni. Fyri arbeiðsgevaran kann trupulleikin verða, at lønarendurgjaldið er ov lágt í mun til restarbeiðsevni hjá fyritíðarpensjónistinum.

 

Tó er umráðandi, at talan ikki verður um at yvirkompensera, eins og greitt er frá í svarinum til spurning 1. Fyri at samanhangur skal vera millum skipanirnar, er neyðugt at innhugsa fyritíðarpensjónina, tá endurgoldið verður fyri løn í sambandi við vard størv til fyritíðarpensjónistar.

 

Tí eigur spurningurin at verða tikin uppaftur, hvussu hetta skal gerast. Fyritíðarpensjónistar kunnu javnsetast við onnur í sambandi við vard størv, um pensjónsútgjaldið hjá viðkomandi verður fyribils steðgað, eins og var siðvenja fyrr. Á henda hátt er møguligt hjá fyritíðarpensjónistum at royna møguleikan á arbeiðsmarknaðinum uttan at missa rættin til pensjónina. Samstundis eigur at vera umhugsað, at reglurnar verða øðrvísi og stuðulin minni enn fyri ikki pensjónistar, um pensjónistar velja at varðveita pensjónsútgjaldið.

 

Til samanberingar kann nevnast, at skipanin við vardum størvum í Danmark (Fleksjob) sambært lóg um aktiv beskæftigelsesindsats bert fevnir um persónar við varandi niðursettum arbeiðsførleika, ið ikki fáa fyritíðarpensjón (§70). Tá ið talan er um starvssetan av fyritíðarpensjónistum verða lønar- og arbeiðsumstøður ásettar eftir avtalu millum arbeiðsgevaran og viðkomandi persón. Hetta verður gjørt í samstarvi við fakfeløgini (§57). Treytin er tó, at talan er um meirarbeiði. Við setan av fyritíðarpensjónisti fær arbeiðsgevarin eitt ískoyti á umleið 20 kr. um tíman (§64, stk.6).

 

Málið avgreitt.