S-61 Fyrispurningur til Hans Paula Strųm, landsstżrismann, višvķkjandi mįlsgongdum, serliga višgerš av portųrmįli 

Oršaskifti riggar ikki


Įr 2007, hósdagin 27. mars, bošaši formašurin frį omanfyri nevnda fyrispurningi frį Kįra į Rógvi, lųgtingsmanni, sum var soljóšandi:

Fyrispurningur 

  1. Hvųr er vanliga mįlsvišgeršartķšin ķ kęrumįlum um starvsfólkamįl į stovnum undir Almanna- og heilsumįlarįšnum?
  2. Hvussu nógv veršur uttanhżsisrįšgeving brśkt ķ slķkum mįlum, og hvussu nógv hevur henda rįšgeving kostaš seinastu tvey fķggjarįrini?
  3. Hvųr er gongdin į mįlinum um suspenderašu portųrarnar, nęr fęr landsstżrismašurin kunnleika um mįliš, į hvųnn hįtt og hvussu leingi er taš višgjųrt ķ stjórnarrįšnum hjį landsstżrismanninum?
  4. Hvķ veršur avgerš śtsett ferš eftir ferš, og hvķ verša avleišingar ikki tiknar av įliti umbošsmansins?

 

Višmerkingar

Eftir til fįnżtis at hava heitt į Landsstżrismįlanevndina um at taka mįliš um suspenderašu portųrarnar til višgeršar, veršur hetta nś reist sum fyrispurningur. Tķverri hevur nevndin ikki ręttiliga gįaš eftir, hvųrt Umbošsmašurin hevur višgjųrt mįliš, og hvųr er hęgsti stovnur landsins; nevndin hevur heldur ikki hoyrt tann, iš reisti mįliš; harmiligt, tķ mįliš er betur egnaš at višgerast ķ nevndini. (Skjal 1 – Kęra send landsstżrismįlanevndini).

 

Men hetta gevur hųvi at reisa ašrar prinsippiellar spurningar. Greišar įbendingar eru um, at starvsfólkamįl eru trupul į mįlsųkinum. Serliga tykist sera drśgv višgeršartķš vera. Hvųrt hetta er, tķ landsstżrismašurin antin als ikki syrgir fyri, at mįlini verša avgreidd gjųgnum nųktandi mįlsgongdir, ella tķ landsstżrismašurin fer ov nógv ķ smįlutir, er ilt at meta um. Greitt er ķ ųllum fųrum, at uttanhżsis rįšgeving veršur nógv brśkt, at mįl draga śt, og at įkoyringar koma frį umbošsmanni og ųšrum royndarstovnum um mįlsvišgeršina.

 

Tķ veršur spurt, um mįlsvišgeršatķš ķ starvsfólkakęrumįlum og um uttanhżsisrįšgeving ķ fevnd og kostnaši.

 

Serliga veršur mįliš um suspenderašu portųrarnar tikiš upp sum dųmi um hesi mįl. Kunnleiki mķn til mįliš er fyrst og fremst grundašur į įlit, iš Lųgtingsins Umbošsmašur hevur gjųrt (mįl 63 ķ 2007).

 

Sum skilst, er talan upprunaliga um, at tveir starvsmenn hjį sjśkrabilatęnastuni vóru farnir eftir sjśklingi. Óheft av stųšuni hjį sjśklinginum valdi annar teirra ķ góšum starvsbrųšraligum anda at geva hinum įbreišslu um almennu tilbśgvingina hjį viškomandi. Ķ slķkari tęnastu, har standast kann um lķv ķ knappari vending, er tżšandi, at starvsfelagar eru opnir og erligir, so tilbśgvingin altķš er dagfųrd og umhugsaš.

 

Men avleišingin ķ hesum fųri gjųrdist, at bįšir starvsfelagarnir vóršu sagdir śr starvi fyribils og mįliš tikiš upp sum mįl um aga (disciplinermįl) ķ sambandi viš tiltak teirra tann dagin, og įbreišslan tulkaš sum ķtųkilig įbreišsla um atburšin jśst ta feršina. Mįliš gerst ręttiliga ógvusligt ķ fjųlmišlavišgerš, tķ sjśklingurin ķ mįlinum varš deyšur, og hendingin kundi tulkast sum tengd at įbreišsluni og įbyrgdandi fyri portųrarnar.

 

Mįliš er višgjųrt bęši į Landssjśkrahśsinum og ķ stjórnarrįši undir landsstżrismanninum Hans Paula Strųm.

 

Lųgtingsins umbošsmašur įtalar ķ įliti sķnum Almanna- og heilsumįlarįšiš (AHR), iš landsstżrismašurin stendur til svars fyri mótvegis Lųgtinginum, fyri:

·        At mįliš ikki er nųktandi upplżst.

·        At įbreišslan móti ųšrum portųrinum “eftir ųllum at dųma [er] slept”

·        At so stórur ivi er um, hvat fariš er fram, at nišurstųšan hjį AHR tķ er ivasom.

·        At rętturin at verša hoyrdur, serliga at sleppa į fund, įšrenn avgerš veršur tikin, ikki er virdur.

·        At rętturin til umbošan ikki er nųktandi virdur, tķ ivasamt er, hvųrt sama umboš kann umboša teir bįšar.

·        At AHR ikki metti nakra nyttu vera ķ at hitta viškomandi į fundi.

·        At skoriš veršur yvir ein kamb ķ mįlinum hjį bįšum starvsfelųgunum.

·        At hetta samanlagt gevur grundarlag fyri įtalu.

 

Lųgtingsins umbošsmašur heitir sķšani į AHR um “at taka mįliš uppaftur til višgeršar viš atliti at spurninginum, hvųrt grundarlag veruliga var fyri uppsųgn av teimum bįšum portųrunum.”

 

Serliga er at undrast į, hvķ landsstżrismašurin sum ovasti embętismašur į ųkinum, tį iš fręttist um mįliš, ikki tekur mįliš upp og syrgir fyri fullgóšari loysn.

 

Skjal 1: Kęra send landsstżrismįlanevndini

 

Į tingfundi 1. aprķl 2008 varš samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Į tingfundi 24. aprķl 2008 svaraši Hans Pauli Strųm, landsstżrismašur fyrispurninginum soleišis:

 

Svar

 

Sp. 1: Hvųr er vanliga mįlsvišgeršartķšin ķ kęrumįlum um starvsfólkamįl į stovnum undir Almanna- og heilsumįlarįšnum?

 

Svar sp. 1:

Taš er sera torfųrt at siga, hvussu lang vanliga mįlsvišgeršartķšin er ķ Almanna- og heilsumįlarįšnum ķ kęrumįlum frį starvsfólkum ķ undirliggjandi stovnum. Taš veldst um, hvussu mįliš er samansett.

 

Tey seinastu 2 įrini hava veriš 12 kęrur av hesum slagnum. Višgeršartķšin ķ Almanna- og heilsumįlarįšnum hevur veriš śr 1 mįnaši til umleiš 1 įr. Ķ 8 av teimum 12 mįlunum hevur višgeršartķšin veriš undir 4 mįnašir. Taš sum ofta tekur langa tķš ķ slķkum mįlum er, at upplżsingar frį pųrtunum skulu sendast til hoyringar partanna millum. Mangan veršur hetta ķ fleiri umfųrum, fyri at fįa mįliš fult upplżst, įšrenn avgerš veršur tikin.

 

 

Sp. 2: Hvussu nógv veršur uttanhżsisrįšgeving brśkt ķ slķkum mįlum, og hvussu nógv hevur henda rįšgeving kostaš seinastu tvey fķggjarįrini?

 

Svar sp. 2:

Almanna- og heilsumįlarįšiš brśkar ķ įvķsan mun uttanhżsis lųgfrųšiliga rįšgeving ķ višgeršum av meira torfųrum starvsfólkakęrum. Ķ 2006 vóršu soleišis brśktar 29 tśs.kr. og ķ 2007 ķalt 60 tśs.kr.

 

Sp. 3: Hvųr er gongdin į mįlinum um suspenderašu portųrarnar, nęr fęr landsstżrismašurin kunnleika um mįliš, į hvųnn hįtt og hvussu leingi er taš višgjųrt ķ stjórnarrįšnum hjį landsstżrismanninum?

 

Svar sp. 3:

 

Gongdin ķ mįlinum hevur veriš henda:

19. januar 2007

Sjśkraflutningurin fer fram, sum fųrir til uppsagnarmįliš.

9. mars 2007

Landsjśkrahśsiš sendir portųrunum ętlanarskriv um uppsųgn, eftir at mįliš hevur veriš višgjųrt innanhżsis į sjśkrahśsinum.

30. aprķl 2007

Landssjśkrahśsiš sendir uppsųgn viš gildi frį 1. mai 2007 til portųrarnar, eftir at mįliš hevur veriš til hoyringar.

2. mai 2007

Almanna- og heilsumįlarįšiš móttekur kęru frį Sigmundi Poulsen, adv. vegna portųrarnar.

26. juni 2007

Almanna- og heilsumįlarįšiš stašfestir, eftir hoyringar og višgerš, avgeršina hjį Landssjśkrahśsinum, tó viš višmerkingum um, at Landssjśkrahśsiš skal koma viš nęrri grundgevinum fyri hvųnn einsęris.

17. juli 2007

Portųrarnir senda klagu til Lųgtingsins Umbošsmann.

4. des. 2007

Umbošsmašurin kemur viš įliti, har iš męlt veršur til, at kęrumįliš veršur tikiš upp til nżggja višgerš.

20. des. 2007

Almanna- og Heilsumįlarįšiš bošar pųrtunum frį, at mįliš veršur tikiš upp til nżggja višgerš.

9. jan. 2008

Almanna- og heilsumįlarįšiš bošar pųrtunum frį, at ein tęnastumanna-lķknandi kanning veršur gjųrd av Eyšfinni Jacobsen, advokati. Vęntandi tekur ein slķk kanning umleiš 2 mįnašir.

26. mars 2008

Tęnastufrįgreišing um uppsųgn av portųrum į  Landssjśkra-hśsinum veršur latin śr hondum av Eyšfinn Jacobsen, adv.

 

Landsstżrismašurin fęr sostatt kunnleika um mįliš viš kęru frį advokatinum hjį portųrunum tann 2. mai 2007.

 

Ķ fyrsta umfari er mįliš višgjųrt ķ umleiš 2 mįnašir, frį 2. mai til 26. juni. Eftir at Lųgtingins Umbošmašur er komin til eina ašra nišurstųšu ķ mįlinum tann 4. desember 2007, byrjar ein nżggj višgerš ķ Almanna- og heilsumįlarįšnum. Henda višgeršin veršur vęntandi lišug ķ aprķl mįnaši, soleišis at samlaša višgeršartķšin er umleiš 4½ mįnašir ķ ųšrum umfari.

 

 

Sp. 4: Hvķ veršur avgerš śtsett ferš eftir ferš, og hvķ verša avleišingar ikki tiknar av įliti umbošsmansins?

 

Svar sp. 4:

Taš er ikki rętt, at avgeršin er śtsett ferš eftir ferš. Avgjųrt var at seta eina tęnastumanna-lķknandi kanning ķ verk, fyri at fįa mįliš betur upplżst, eftir at Lųgtingsins Umbošsmašur var komin til eina ašra nišurstųšu enn Almanna- og heilsumįlarįšiš var komiš til. Henda avgerš var jśst ein avleišing av įliti umbošsmansins.

 

Fariš varš undir hesa kanningina ķ byrjanini av januar mįnaši, og hon var lišug seinast ķ mars mįnaši. Tęnastufrįgreišingin hevur sķšani veriš hjį pųrtunum til hoyringar. Vęntandi veršur avgerš tikin ķ mįlinum ķ aprķl mįnaši.

 

Mįliš avgreitt.