S-60 Fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi fígging av hægri undirvísing og gransking 

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2007, hósdagin 27. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvussu nógv vil landsstýriskvinnan biðja Løgtingið um at játta eyka í fíggjarárinum 2008 (meira enn játtanina fyri 2007)?
  2. Er landssstýriskvinnan samd í, at kravda játtanin til útbúgvingar, ið klárar eru at seta í verk í heyst, er áleið kr. 4.500.000 fyri Fróðskaparsetur Føroya, áleið kr. 1.200.000 fyri ávíkavist Læraraskúlan og kr. 1.200.000 fyri Heilsuskúlan?
  3. Um semja ikki er um hesar upphæddir, hvørji eru so raðfestu útbúgvingartilboðini?
  4. Á hvønn hátt fer landsstýriskvinnan at biðja um hesa fígging - við broyting í fyribilsjáttanarlóg, fíggjarnevdarskjali ella sum eykajáttanarlóg?

 

Viðmerkingar

Nú Løgtingið tvær ferðir í hesi tingsetu hevur viðgjørt uppskot um lóg um Fróðskaparsetur Føroya, har lagt verður upp til at leggja saman hægru skúlarnar Fróðskaparsetur Føroya (Føroyamálsdeild, Náttúruvísindadeild og Søgu- og Samfelagsdeild), Føroya Læraraskúla (og Pedagogskúla) og Heilsuskúla (Heilsurøktarfrøðingaskúla), er neyðugt at fáa fulla greiði á fíggingini av samanlegging og ætlaðum øktum virksemi hjá stovnunum.

 

Í samgonguskjalinum stendur: “Neyðug játtan verður givin til at seta í verk útbúgvingartilboð, sum eru klár at seta í verk á Fróðskaparsetri Føroya.”

 

Henda greiða politiska tilsøgn kemur afturat greiðum stuðli frá andstøðusíðu á tingi, ikki minst frá Sjálvstýrisflokkinum.

 

Verandi játtan Fróðskaparsetursins er ásett í bráðfeingis játtanarlóg fyri 2008 (Ll.123/2007), ið loyvir landsstýrinum  “at rinda neyðugar útreiðslur soleiðis, at landshúsarhaldið ótarnað kann fara fram, og átiknar skyldur verða hildnar.” Henda lóg kann í mesta lagi tulkast at heimila somu útreiðslum sum í fjør fyri nevndu skúlar – ikki at økja útreiðslurnar við at seta á stovn nýggjar útbúgvingar, seta fleiri fólk í starv, taka upp fleiri flokkar ella víðka um verandi virksemi.  

 

Greitt er tí, at játtanin skal økjast í 2008.

 

Tí verður spurt í fyrsta lagi, hvussu nógv landsstýriskvinnan fer at biðja Løgtingið um at játta til tess at økja útboðið. Síðani verður spurt, um semja er um, at neyvaru tølini fyri teir tríggjar skúlarnar eru sum ásett. Um ikki semja er um tølini, verður spurt, um raðfestingina innan fyri tær útbúgvingar, ið skúlarnir sjálvir hava lýst at vera klárar at seta í verk.

 

Loksins verður spurt um játtanarformin. Mint verður á, at vit hava sera strangar ásetingar í stýrisskipan okkara; tær krevja, at játtan verður fingin, áðrenn landsstýrismaður ella stovnsleiðari binda landið. Fyrivarni kunnu ikki loysa hesa vandastøðu, tí at søkja eftir fólki ella bjóða út útbúgvingar í heyst við fyrivarni um játtan er at halda bæði stovnar og umsøkjarar fyri gjøldur og seta tey í órímiliga tvístøðu.

 

Formarnir eru broyting í fyribilsjáttanarlóg – eins og í tingmáli nr. 116/2007, fíggjarnevndarskjal eftir SL § 44 (2) ella eykajáttanarlóg eftir SL § 44 (3).

Á tingfundi 1. apríl 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. apríl 2008 svaraði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Ad. 1: Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008 eru fylgjandi meirjáttanir (í 1.000 kr.):

 

                                                                                       herav              herav             

                                                                 Íalt                 framskriv.       raðfesting

Fróðskaparsetur Føroya                            4.503             1.403             3.100

Føroya Læraraskúli                                    2.430             1.130             1.300

Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya                    458                208                250

 

Íalt                                                             7.391             2.741             4. 650

 

 

Ad. 2

Tá umræður Fróðskaparsetur Føroya, so er rætt, at um farið varð í gongd við nýggju útbúgvingarnar, núverandi útbúgvingar vórðu útbjóðaðar á hvørjum ári v.m., so vildi hetta kravt eina meirjáttan – útyvir framskrivingar – á umleið 4,5 mió. kr. til Fróðskaparsetur Føroya.

 

Tá umræður Læraraskúlan, so verður ein eyka flokkur til læraranæmingar mettur at kosta uml. 1.400.000 kr. árlig og ein eyka flokkur til námfrøðinganæmingar umleið 990.000 kr. árliga. Tá skúlaárið byrjar august 2008, verður mett, at meirjáttan svarandi til 5/12 av omanfyrinevndu upphæddum er neyðugar fyri, at taka ein eyka flokk á 24 næmingar til læraraútbúgvingina og ein eyka flokk á 24 næmingar til námfrøðiútbúgvingina í 2008. Harumframt er játtan sett av til nýggja lesivegleiðaraútbúgving og samskipara av eftirútbúgvingum á Læraraskúlanum.

 

Skal leggja afturat, at arbeitt verður við at gera lógir, ið uppstiga verandi lærara- og námsfrøðingaútbúgvingar til BA-støði. Ætlanin er, at nýggju útbúgvingarnar skulu vera klárar at seta í verk eftir summarfrítíðina.

 

Tá umræður Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, so er avgjørt at byrja nýggju ískoytisútbúgvingina, ið gevur verandi sjúkrarrøktarfrøðingum møguleika at uppstiga sína útbúgving til BA-støði í Føroyum. Ein flokkur verður upptikin til hesa nýggju útbúgving, ið er part-tíðarútbúgving, eftir summarfrítíðina. Mettur kostnaður er 250.000.

Gongur sum ætlað, er somuleiðis æltanin at taka enn fleiri lesandi inn á BA-sjúkrarrøktarfrøðiútbúgvingina í februar 2009.

 

Ad 3:

Tá umræður Fróðskaparsetrið, eru fylgjandi nýggj útbúgvingartilboð raðfest í 2008:

-         Løgfrøði

-         KT-verkfrøði

-         Hav- og Jarðfrøði

-         Lívfrøði

-         Støddfrøði (tvørgangandi fak)

 

Tá umræður Læraraskúlan, eru fylgjandi tilboð raðfest í 2008:

-         Ein eyka flokk á 24 næmingar til læraraútbúgvingina

-         Ein eyka flokk á 24 næmingar til námfrøðingaútbúgvingina

-         Nýggj lesivegleiðaraútbúgving

-         Samskipara av eftirútbúgvingum

 

Tá umræður Sjúkrarøktarfrøðiskúlan, eru fylgjandi tilboð raðfest:

-         Nýggj ískoytisútbúgving, har verandi útbúgving kann uppstigast til BA-støði

-         Ætlanin er, at upptaka fleiri til sjúkrarrøktarfrøðiútbúgvingina í februar 2009

 

Ad. 4: Landsstýriskvinnan hevur umbiðið Løgtingið um fígging til meirjáttan svarandi til upphæddirnar nevndar í svarinum til spurning 1, í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2008.

Málið avgreitt.