S-59 Fyrispurningur til Jóannes Eidesgaard, løgmann, viðvíkjandi landsstýrisábyrgd - lóg um landsjørð  

Orðaskifti

Ár 2007, mikudagin 26. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kára á Rógvi, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Kann løgmaður greiða frá, hvørt hann er farin at kanna embætisførsluna hjá undanfarna landsstýrimanni í vinnumálum?
  2. Kann løgmaður greiða frá viðgerðini av áheitan á løgmann um ikki at seta lóg um landsjørð í gildi?

 

Viðmerkingar

Løgmaður hevur eftir stýrisskipanarlógini skyldu at ansa eftir, at landsstýrismenn umsita málsøki síni á lógligan og fullgóðan hátt. Lóg um ábyrgd landsstýrismanna ásetir nærri um skyldur og ábyrgd teirra, og er løgmaður serliga tann, ið má kanna og taka stig í tílíkum málum.

 

Í embætistíð løgmans vóru fleiri illgrunasom viðurskifti á vinnumálsøkinum, ið løgmaður átti at kannað.

 

Hóast landið hevði greiðar leiðreglur fyri einskiljing, læt landsstýrimaðurin í vinnumálum um seg ganga, at stórar landsognir vórðu seldar uttan atlit til hesar leiðreglur. Fyri tíggjutals milliónir av landsjørð vórðu seldar uttan óhefta virðismeting, uttan alment útboð, og uttan at landskassin fekk nakran part av søluágóðanum. Serliga søla burtur av Hoyvíksgarði leypir í eyguni. Sambært Kringvarpinum fegnaðist stovnur undir vinnumálum um, at “landbúnaðurin fær 60 milliónir burturúr.” (Skjal 1 er tikið av tíðindaportali Kringvarps). Viðmerkjast skal, at onki bendir á nakra skeiva atferð hjá keyparanum, ið bert tók við tilboði frá myndugleika.

 

Løgmaður verður biðin um at greiða frá, hvørt kanning av hesum er farin í gongd, og hvat kanningin higartil vísir, at henda óregluliga og helst tapsgevandi útsøla fevnir um og hevur kostað landinum.

 

Landsstýrimaðurin á økinum krógvaði og avlagaði samstundis fyri Løgtinginum tað nevndararbeiði, ið gjørt var at fyrireika broyting í lóg um landsjørð. Upprunaligi arbeiðssetningur nevndarinnar gav ikki rúmd fyri teimum broytingum, ið endaliga lógaruppskotið førdi við sær, men minnilutaálitið frá umboði óðalsfelagsins í arbeiðsbólkinum varð hildið aftur og krógvað fyri landsstýri, Løgtingi og Føroya fólki. (Skjal 2 er tíðindaskriv um avleiðingar av lóg um landsjørð, Skjal 3 er nevnda minnilutaálit).

 

Løgmaður verður biðum um at greiða frá, hvat kanningin higartil vísir, at henda óregluliga framferð hevur kostað landinum í burturmistum møguleikum hjá landinum at ráða yvir landsjørðini til landsendamál.

 

Føroya Óðalsfelag kunnaði eisini løgmann sjálvan um vandan í broyttu lógini. Løgmaður hevði høvi at útseta gildiskomu lógarinnar, tí heimild var at bíða við at seta lógina í gildi – heimild í løgmaður kundi havt tikið á seg sjálvan. (Skjal 4 er brot úr tíðindaskrivi Føroya Óðalsfelags um áheitan á løgmann).

 

Óðalsfelagið mælti eisini til kanning av tilgongdini í fyrireikingini av nýggju lógini um landsjørð og vildi hava Løgtingsins umboðsmann at kanna málið. Men løgmaður hevur sjálvstøðugt skyldu at kanna slíkt mál. (Skjal 5 er klaga um nevndararbeiðið).

 

Løgmaður hevur í óbrotnu embætistíð síni sett tann helst misbrótandi landsstýrismannin og hevur tí persónliga ábyrgd av embætisførslu hansara og ábyrgd av at kanna málið til fulnar.

 

Skjøl:

Skjal 1: Brot úr tíðindaportali Kringvarps

Skjal 2: Tíðindaskriv um avleiðingar av lóg um landsjørð

Skjal 3: Minnilutaálit

Skjal 4: Brot úr tíðindaskrivi Føroya Óðalsfelags um áheitan á løgmann
Skjal 5: Klaga um nevndararbeiðið

Á tingfundi 27. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 16. apríl 2008 svaraði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

 

Til 1.  Ein kanning hjá løgmanni av embætisførsluni hjá einum landsstýrismanni hevur eittans endamál, nevniliga at verða nýtt sum grundarlag undir eini avgerð um, hvørt eitt politiskt ella rættarligt stig skal verða tikið í móti honum fyri hansara embætisførslu.

 

Bjarni Djurholm er ikki longur landsstýrismaður og var við seinasta val heldur ikki afturvaldur sum løgtingsmaður. Tað ber tí ikki til at gera nakra politiska ábyrgd galdandi ímóti honum.

 

Ongantíð síðan heimastýrislógin fekk gildi í 1948, hevur nakað rættarligt ábyrgdarmál verið gjørt galdandi í móti nøkrum landsstýrismanni. Skal tað gerast, so skulu tvinnar fyritreytir vera uppfyltar. Onnur, at tað politiskt er ein meiriluti í tinginum fyri at gera slíka rættarliga ábyrgd galdandi og hin, at tað løgfrøðiliga verður mett, at rímilig útlit eru til, at eitt nevningating dømir landsstýrismannin í málinum. Eg  meti ikki, at rímilig grund er at halda, at hesar báðar fyritreytir eru uppfyltar í ítøkiliga málinum.

 

Svar mítt er tí, at eg onga kanning havi sett í verk av umrøddu viðurskiftum og heldur ikki ætli mær at gera tað.

 

Er spyrjarin ósamdur í hesi niðurstøðu míni, stendur honum altíð frítt fyri at fáa staðfest, um eg fari skeivur, við at leggja uppskot fyri løgtingið um, at tingið samtykkir at reisa ákæru í móti lands­stýris­manninum.

 

 

Til 2.  Tá ið eg fekk úrritið úr gerðabók óðalsfelagsins í hendi, heitti eg á undanfarna landsstýrismannin í vinnumálum um at gera viðmerkingar til áheitan óðalsfelagsins. Tá svaraði hann mær soleiðis aftur:

 

1.    Lógin verður ein vanlukka fyri møguleikarnar hjá landsins myndugleikum at ráða yvir landsins jørð. 

Svar: Ongin broyting er gjørd í eigara viðurskiftunum á almennu jørðini, t.v.s. tað er framvegis tað almenna, sum eigur og ræður yvir jørðini, og tá ið jørð t.d. skal seljast, er tað Búnaðarstovan, sum stendur fyri søluni, og sølupeningurin fer til landið (á festikonto í Búnaðargrunninum eins og undir verandi skipan).

 

2.    Ásetingin um umsetilig festibrøv merkir, at festini verða seld, uttan at greiða er fingin á støðuni hjá traðarfólki.

Svar: Tað, at festibrøvini eru gjørd umsetilig, broytir einki um støðuna hjá traðarfólki. Hesin parturin eigur at vera tikin upp av eini komandi samgongu. Ætlanin var at gera uppskot um sølum av m.a. traðunum, men hetta varð broytt eftir ynski frá Javnaðarflokkinum, sí niðanfyri,.

 

3.  Uttan at jørð verður sett av til almenn endamál, og uttan at eitt oyra fer í landskassan.

 

Svar: Almenna jørðin kann á júst sama hátt, sum eftir gomlu lógini, antin seljast ella verða leigað út til m.a. almenn endamál, og tá er tað Búnaðarstovan, sum stendur fyri søluni/leiguni, og allur sølupeningurin fer, sum nevnt, framvegis til landið/Búnaðargrunnin. So har er absolutt eingin broyting.

 

4        Óðalsfelagið vísir á, at landsins myndugleikar fingu ónøktandi ráðgeving frá nevndini, ið gjørdi uppskotið til nýggja lóg um landsjørð, millum annað varð minnilutaálitið hjá umboðum felagsins ongantíð lagt fyri landsstýrið og løgtingið undir viðgerðini.

 

Svar: Landsstýrið varð kunnað leypandi um uppskotið. Minnilutaálitið hjá Óðalsfelagnum var eisini sent landsstýrinum, men landsstýrið tók tó ikki undir við tí, og tískil varð minnilutaálitið ikki lagt fyri løgtingið. Minnilutaálitið hjá Óðalsfelagnum umfataði í stóran mun slettis ikki tað, sum var ásett í arbeiðssetninginum, í hvussu so er ikki fyrra partin. Óðalsfelagið brúkti stóra orku uppá sølu av almennu jørðini, umframt at felagið viðgjørdi matrikullógina, sum als ikki var fatað av arbeiðssetninginum (er jú málsøki hjá IMR). Tú minnist óivað, at Javnaðarflokkurin á landsstýrisfundinum heitti á meg um at strika seinnu helvt av arbeiðssetninginum, sum snúði seg um at selja festini, traðirnar osfr.

Hetta varð gjørt. Eg boðaði arbeiðsbólkinum frá, at seinni partur varð strikaður, og at bólkurin skuldi gera uppskot til lógarbroytingar vísandi til fyrru helvt av arbeiðssetninginum, sum landsstýrið eisini stuðlaði. Hetta var KáR í øðini um. Møtti als ikki á fundi í arbeiðsbólkinum aftaná (hann hevði bert møtt til tveir fundir frammanundan). Ja, hann ákærdi ístaðin umsitingina/Búnaðarstovuna í VMR at blanda seg í arbeiðið og fór til Løgtingsins Umboðsmann við málinum. Umboðsmaðurin gav honum sjálvsagt ikki viðhald.

 

Hinvegin varð lidna uppskotið til nýggju lógina sent Óðalsfelagnum til hoyringar, áðrenn tað varð sent løgtinginum, men Óðalsfelagið vendi ikki aftur við nøkrum viðmerkingum.

 

 

Nýggja lógin um landsjørð verður mett sum eitt stórt framstig fyri festibøndirnar og teirra møguleikar at reka landbúnað. Hetta, uttan at lógaruppskotið í aðra mátar tekur nakað frá nøkrum øðrum áhugabólki innan landbúnaðin.

 

Sjálv ognarviðurskiftini til jørðina eru, sum nevnt, óbroytt, sølupeningur av jørð fer framvegis til landið, og m.a. almennu traðirnar og fyri tann saks skyld øll óðalsjørðin, sum hon er, er púra órørd av nýggju lógini um landsjørð.

 

Kunngerðin, sum m.a. skal seta lógina í gildi, er um at vera liðug, og kann eg við gleði konstatera, at eg fari at taka kunngerðina við á næsta landsstýrisfund til kunningar.

 

 

Eftir hetta gjørdi eg av at taka bæði áheitanina frá óðalsfelagnum og viðmerkingarnar hjá landsstýrismanninum til eftirtektar. Síðani gjørdi eg ikki meira við málið.

 

At lýsa málið annars leggi eg hjá:

Málið avgreitt