S-58 Fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi tørvinum á røktarstarvsfólki í Føroyum 

Orðaskifti riggar ikki

Ár 2007, mikudagin 26. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Tordi J. Niclasen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur  

  1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan at fáa staðfest aktuella og framtíðar røktarstarvsfólkatørvin í Føroyum?
  2. Eru ítøkiligar ætlanir um, at talið av lesandi kann økjast munandi bæði á Sjúkrarøktarfrøðisskúlanum og á Heilsuskúlanum?
  3. Um so er, nær kann roknast við, at ætlanin verður sett í verk?
  4. Hevur landsstýriskvinnan nakrar ætlanir, sum skunda undir at gera tað “attraktivt”, at fleiri fáa sær útbúgving innan nevnda øki?

 

 

Viðmerkingar:

Á tingfundi 12. mars 2008 setti undirritaði landsstýriskvinnuni ófráboðan fyrispurning viðvíkjandi trotinum á starvsfólki innan heilsu-og almannaverkið.

 

Skotbráið at lýsa støðuna og hoyra, hvørjar ætlanir landsstýriskvinnan hevði, var sera stutt, og boðaði undirritaði tí frá, at skrivligur fyrispurningur fór at verða settur. Á nevnda fundi varð tó einamest komið inn á tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum, og hevur júst tann spurningurin verið nógv umrøddur alment. Eisini hevur felagið hjá sjúkrarøktar­frøðingum gjørt vart við stóra tørvin og viðurskifti annars hjá sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Alment hevur verið at hoyrt, at eingin trupulleiki skuldi verið at tikið ein flokk av lesandi afturat inn á sjúkrarøktarfrøðisskúlan í næstum. Hetta er sjálvandi at fegnast um,tí allur bati bøtir, men skal samstundis gerast vart við, at røktarstarvsfólkatørvurin innan heilsu- og almannaverkið er nógv størri og meira umfatandi, enn ítøkiligi tørvurin á sjúkrarøktarfrøðing­um á landssjúktrahúsinum gevur ábending um.

 

Umframt havandi 3 sjúkrahús, so er tey seinru árini ein miðvís útbygging farin fram innan eldraøkið soleiðis, at vit í dag kring landið hava 9 røktarheim og eini 22 sambýli til eldri. Fleiri røktarheim/sambýlið eru eftir øllum at døma ávegis. Eisini eru aðrir stovnar/tiltøk innan heilsu-og almannaverkið, sum hava normeringar til sjúkrarøktarfrøðingar og annað røktar­starvs­fólk.

 

Soleiðis hevur tørvurin á útbúnum røktarstarvsfólki verið alsamt vaksandi hesi árini og má tíanverri ásannast, at frá politiskari síðu hevur ov lítið verið hugsað um at nøkta tørvin á røktarstarvsfólki í mun til búplássini, ið komin eru.

 

Havandi ætlaðu útbyggingar í huga, er eyðsæð, at tørvurin veksur samsvarandi. Tiltøk eru tó framd, og verður her hugsað um Heilsuskúlan á Tvøroyri,  sum byrjaði í mai 2001. Umframt at útbúgva heilsuhjálparar verða nú eisini heilsurøktarar útbúnir har. Og tað er júst hesin bólkur, heilsuhjálparar og heilsurøktarar, sum í størri og størri mun saman við sjúkrarøktar­frøðingum manna starvsfólkahópin innan eldraøkið.

 

Sjúkrahúsverkið merkir einamest tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum, hóast eisini røktarheimini hava sera trupult við at fáa mannað hesi størv. Røktarheimini – og eldraøkið sum heild, merkir tørvin á heilsurøktarum og heilsuhjálparum, og tykist støðan bara at versna. Sera trupult, fyri ikki at siga ógjørligt er at manna størvini, og er støðan um summari nærum ótolandi, tá tørvurin á avloysarum er sera stórur.

 

Fáast avloysarar uttanífrá, so er tað ein munandi meirkostnaður fyri avvarðandi stovnar.

Ábyrgdarleyst er framhaldandi at útbyggja og harvið økja um tørvin á starvsfólki – uttan samstundis at seta neyðug tiltøk í verk, sum nøkta verandi og komandi tørv!

 

Eitt er at økja um møguleikarnar hjá fleiri umsøkjarum at sleppa inn á avvarðandi skúlar. Annað er at gera tað hugaligt (attraktivt) júst at fáa sær útbúgving, sum nevndu skúlar hava at bjóða.

 

At vikarar manna størv kann verða ein “bráðfeingisloysn”, men ikki nakað, tað føroyska samfelagið kann liva við í longdini. Umframt at vera ein kostnaðarmikil skipan, so er hon ikki trivnaðarfremjandi, tá hugsað verður um, at á sama arbeiðsplássi verður vikarurin munandi betur løntur enn “føroyski” starvsfelagi hansara.

 

Eitt er vist, at verða ikki neyðug politisk stig sum skjótast tikin og tiltøk sett í verk, sum økja um møguleikan og gera tað attraktivt at fáa sær útbúgving innan nevnda øki, ja, so noyðast vit í nógv størri mun enn nú og innan fleiri stovnar at gera nýtslu av “vikarum” og annars arbeiðsmegi uttaneftir.

 

Tað er ikki ein gongd leið!

 

Á tingfundi 27. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Á tingfundi 24. apríl 2008 svaraði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna fyrispurninginum soleiðis:

 

Svar

 

Ad. 1: Samgongan ynskir at styrkja okkara heilsuverk, soleiðis at tað kann veita øllum sjúklingum enn størri trygd og betri dygd í fyribyrgjandi, viðgerandi og røktarligum heilsutænastum. Heilsumál er málsøkið hjá landsstýrismanninum í Almanna- og Heilsumálum, og skulu spurningar hesum viðvíkjandi tí helst stílast til hansara.

 

Tað er tó sera viðkomandi fyri útbúgvingarøkið at kanna framtíðar tørvin á starvsfólkum innan eitt nú heilsuverkið, og onnur øki, fyri at fyrireika neyðugu útbúgvingartilboðini innan ymsu økini. Tað hevði tí verið viðkomandi og áhugavert at fingið gjørt kanning, ið hevði til endamáls at meta um framtíðar tørvin á starvsfólkum innan ymsar almennar tænastur v.m. Meting verður í næstum gjørd av, hvat skal til, fyri at gera tílíka kanning.

 

Ad. 2 og 3: Í 2008 verður nýggj ískoytisútbúgving sett í verk á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum. Talan er um útbúgving, har sjúkrarrøktarfrøðingar kunnu uppstiga sína núverandi útbúgving til BA-støði. Fyrsti klassin verður tikin inn eftir summarfrítíðina.

 

Í 2009 er ætlanin at víðka um talið av lesandi á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum.

 

Hesi bæði stigini merkja, at pláss verður fyri fleiri á sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini í Føroyum, og fer hetta somuleiðis at geva sjúkrarrøktarfrøðingum møguleika at uppstiga sína útbúgving til BA-støði í Føroyum, og harvið sleppa undan at fara av landinum fyri at fáa hesa uppstigan.

 

Tá umræður Heilsuskúlan, so verður mett, at fysisku umstøðurnar ikki loyva at fleiri verða upptikin, men sum kunnugt verða hesar umstøður betraðar, tá ið nýggi miðnámsdepilin verður tikin í nýtslu í næstum.

 

Ad. 4: Við lógini og kunngerðini um sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina frá 2003 varð útbúgvingin uppstigað, soleiðis at lesandi nú taka hesa útbúgvingina á bachelor stigi. Hetta var ein munandi betring av útbúgvingini.

 

Frá 1. august 2008 verður Sjúkrarøktarfrøðiskúlin lagdur saman við Fróðskaparsetrinum. Harvið verður útbúgvingin partur av stovni, ið  eisini húsar eina røð av øðrum hægri útbúgvingum. Hetta skuldi bøtt munandi um lestrarumhvørvið og møguleikan fyri betringum av útbúgvingini og umstøðunum sum heild.

 

Nýggja ískoytisútbúgvingin er eisini eitt nýtt og betri tilboð til sjúkrarrøktarfrøðingar, og vil hetta m.a. vera við til, at skúlin hevur eitt meira fjøltáttað útboð av útbúgvingum, umframt at vit varðveita og uppstiga sjúkrarrøktarfrøðingar í landinum.

 

Tá umræður Heilsuskúlan, so vilja karmarnir um hesa útbúgving gerast munandi betri í næstum. Hetta tá nýggju og betraðu hølisviðurskiftini á miðnámsdeplinum í Suðuroy verða tikin í nýtslu. Hetta kann vónandi og væntandi gera tað enn meira áhugavert at søkja inn á útbúgingarnar í hesum skúla í framtíðini.

 

Samanumtikið verða karmarnir um hesar útbúgvingar sostatt betraðar komandi tíðina.

 

Málið avgreitt.