S-57 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu, viðvíkjandi  uppfylging av ásetingum, sum Yvirfriðingarnevndin setir

Orðaskifti

Ár 2007, týsdagin 11. mars, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Heidi Petersen, løgtingskvinnu, sum var soljóðandi:

Fyrispurningur   

  1. Hvør kannar og hevur eftirlit við, at ásetingarnar verða fylgdar, sum Yvirfriðingarnevndin setir í sambandi við eitt nú havnabyggingar, eftir at arbeiðið er farið í gongd?
  2. Á hvønn hátt er eftirlitið við byggingini av bingjuhavnini á Oyrarreingjum framt, hvussu ofta og av hvørjum?
  3. Er uppfylgingin av ásetingunum hjá Yvirfriðingarnevndini til byggimál nøktandi, og eru ætlanir um at gera nakrar broytingar hesum viðvíkjandi?

 

Viðmerkingar:

Fyrispurningurin er bara ein generellur spurningur um eftirlit og uppfylging av ásetingunum, sum friðingarmyndugleikarnir seta í sambandi við byggimál.

 

Annars ein ítøkilgur spurningur um júst uppfylgingina av ásetingunum, friðingarmyndugleikin setti í sambandi við bygging av bingjuhavn á Oyrarreingjum.

 

Haldi tað hevur almennan áhuga at vita, hvussu hesi viðurskifti, friðingarmyndug­leikin hevur avgerðarrætt á, verða skipað og útint í verki.

 

Tað veri seg, tá lands-, kommunal- ella privat byggimál eru viðgjørd av friðingar­myndugleikunum, og myndugleikin hevur ásett treytir fyri byggingini, sum skulu fylgjast, at borgarin so veit, at málið liggur í tryggum hondum, og at tað eru kvalifiserað fólk, sum fylgja málunum upp.

 

Tí henda fyrispurning.

Á tingfundi 13. mars 2008 varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast

Á tingfundi 4. apríl 2008 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar

 

Fyrst ein yvirskipað viðmerking til fyrispurningin

 

Náttúrufriðingarnevndirnar eru skipaðar sambært lóg um náttúrufriðing frá 1970.

 

Lógin ásetur, at ein friðingarnevnd skal vera í hvørjari sýslu og ein yvirfriðingarnevnd fyri alt landið. Nevndirnar í sýslunum viðgera vanliga málini í fyrsta umfari, men eingin avgerð er endalig, fyrr enn hon er staðfest av Yvirfriðingarnevndini, sum fær øll mál til viðgerðar.

 

Skipanin við nevndum virkar leys av politiska myndugleikanum, og avgerðir tiknar av Yvirfriðingarnevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.

 

Tá tað snýr seg um bygging tætt við fjørðu, vøtn, størri áir og viðarlundir, umframt bygging uttangarðs, krevst loyvi frá Yvirfriðingarnevndini.

 

Í sambandi við henda fyrispurning hevur Løgmálaráðið samskift við friðingar-myndugleikan og eru svarini til einstøku spurningarnar hesi:

 

Spurningur 1

Hvør kannar og hevur eftirlit við, at ásetingarnar verða fylgdar, sum Yvirfriðingarnevndin setir í sambandi við eitt nú havnabyggingar, eftir at arbeiðið er farið í gongd?

Svar

Einki alment ella uppsøkjandi eftirlit er við, at ásetingarnar í náttúrufriðingarlógini verða hildnar. Í tann mun friðingarmyndugleikin verður kunnaður um møgulig brot á lógina, verður heitt á sýslunevndirnar, ella løgregluna um at taka málið upp.

 

Spurningur 2

Á hvønn hátt er eftirlitið við byggingini av bingjuhavnini á Oyrareingjum framt, hvussu ofta og av hvørjum?

 

Svar

Kollafjarðar kommuna fekk í 2000 loyvi frá Yvirfriðingarnevndini at víðka um ídnaðarøkið á Oyrareingjum. Hetta varð gjørt við gróti frá Vágatunlinum í 2001 og 2002.

 

Í 2005 fekk Tórshavnar kommuna loyvi frá Yvirfriðingarnevndini at víðka enn meira um útfyllingina í sambandi við gerð av bryggjukanti og rampu í vestara enda av økinum.

 

Friðingarmyndugleikin hevur verið á staðnum í sambandi við viðgerð av hesum loyvum, men hesi snúu seg sum nevnt ikki um gerð av bingjuhavn, men um útfylling, bryggjukant og rampu.

 

Løgmálaráðið hevur fingið upplýst, at friðingarnevndin fyri Streymoyar sýslu í 2005 hevði fund við 5 borgarar í Kollafirði í sambandi við, at Tórshavnar kommuna hevði ætlanir um at broyta kommunalu byggisamtyktina fyri økið frá ídnaðarøki til havnaøki, og eftir øllum at døma at gera bingjuhavn á økinum.

 

Nevndin samtykti at mæla frá, at bingjuhavn varð gjørd á Oyrareingjum. Hesa samtykt var Yvirfriðingarnevndin í skrivi kunnað um, men hon valdi ikki at taka málið upp.

 

Umrødda broyting í byggisamtyktini, har ídnaðarøki á Oyrareingjum var broytt til havnaøki var góðkend í desember 2006 av Innlendismálaráðnum eftir tilmæli frá Býarskipanarnevnd landsins.

 

Spurningur 3

Er uppfylgingin av ásetingunum hjá Yvirfriðingarnevndini til byggimál nøktandi, og eru ætlanir um at gera nakrar broytingar hesum viðvíkjandi?

 

Svar

Í mun til eina nútímans og virkna náttúruvernd er eftirlitið við byggimálum ella øðrum verkætlanum, ið gera inntriv í náttúruna, mest sannlíkt ikki nóg gott við verandi skipan.

 

Her skal tó verða havt í huga ta serligu og ótíðarhóskandi fyrisitingar- og myndugleikaskipan, ið náttúrufriðingarlógin fyriskrivar.

 

Løgmálaráðið er av teirri fatan, at øll skipanin við friðingarlóg og nevndum eigur at verða skift út við eina meira tíðarhóskandi náttúruverndarskipan. Tí hevur umsitingin í eina tíð arbeitt við at laga til uppskotið um náttúruverndarlóg, ið varð sent út til almenna hoyringar í heyst.

 

Tillagaða uppskotið er komið væl áleiðis, og endaliga lógaruppskotið verður ætlandi lagt fyri tingið á Ólavsøku.

 

Verður uppskotið samtykt, og neyðug orka sett av til umsiting av lógini, skuldu vit fingið eina broytta skipan við einari breiðari, virknari og meira framsøknari náttúruvernd. Har galdandi lóg um náttúrufriðing meira byggir á atlit til vakurleika og sjáldsemi, er ætlanin, at nýggja náttúruverndarlógin skal byggja á atlit til m.a. lívssløg og landsløg og hava til endamáls at varðveita og verja margfeldi í náttúruni, samstundist sum pláss er fyri menning av samfelagnum.

 

Farið verður í mest møguligan mun burtur frá skipanini við forboðum og loyvum til eina skipan vð einum náttúruverndarmyndugleika fyri alt landið, har ein skráseting av allari náttúruni í landinum verður grundarlag undir eini náttúruverndarætlan, sum skal tryggja, at verndaratlit verða tikin í góðari tíð.

 

Málið avgreitt.